Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-01, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. august 2012síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mikudagur 1. august 2012 · Nr. 88 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Dagurin er hátíðarligur, og løtan í kirkjuni stór­bar. Hátíðarhildið verður, at Føroyar vórðu kristnaðar, og hevur hetta sítt hæddarpunkt m.a við Gudstænastu í Dómkirkjuni á ólav­ søku. Løtan er serstøk, og eigur tí at farast um, sum nakað serstakt. Til hesa stórbaru løtu hevði tað sømt seg, at evsti myndguleiki Fólka­kirkj­ unnar prædikaði - heldur enn, sum siðvenja hevur verið, at ein av teimum yngstu og minst royndu skal áleggjast hesa upp­ gávu. Nýggir kustar feiga best, verður sagt. Og alt gott um teir! Men teir yngstu prestarnir hava ikki tann myndugleika, sum ein bispur hevur. Bispur hevur við sínum embæti og áralangu roynd­um evnini at samla fjøldina eina løtu sum hesa. Og bara tað, at tað varð bispur, sum prædikaði hendan dagin hevði givið løtuni ta tign, hon hevur uppiborið. Í ár varð eg provo­ ker­að av einum parti av prædikuni. Næsta ár verður kanska onkur ann­ar provokeraður. Alt gott um at verða provo­ kerað, men provokatión hevur eisini sína tíð. Haldi ikki, at løtan í dóm­kirkjuni á ólavsøku skal brúkast til at skilja fólkið sundur. Tað sømir seg hesa løtuna at samla fólkið. Tað er eisini upp­ gávan hjá bispi at verða savnandi, og tað dugir hann. Harvið er ikki sagt, at eg eri samd við bispi í øllum etiskum málum, - minni enn so! Men bispur er við sínum mátti og myndugleika, hann, sum hevur vísdóm og royndir, sum skulu til eina samlingsprædiku á ólavsøku. Sjálvandi veldst tað eisini um bisp, og bispar kunnu frá eini tíð til aðra verða meira og minni væl dámdir. Hinvegin tryggjar skipan okkara, sum velur bispin, at út­ nevndi verður væl vig­ aður og mettur av teim­ um mongu, sum skulu velja. Tá ið hann so eina­ ferð er komin um nálar­ eygað, eru tí stór sann­ líkindi fyri, at útnevndi bispurin, hevur teir egin­leikar, sum fjøldini dám­ar, og sum sømir seg evsta og savnandi mynd­ug­leikanum hjá al­mennu fólkakirkju okk­ara. Bispur prædikar á ólavsøku! Annita á Fríðriksmørk Inntøkujavning til Norðhavnina? Heðin Mortensen borgarstjóri Tað er í grundini ein løgin hugs­unarháttur hjá borgar­ stjóranum í Klaksvík, at stað­festa, at nú Klaksvíkin hev­ur gjørt so stórar íløg­ ur í Norðhavnina, so er tað ein landsuppgáva at flyta virksemi úr Havn í Norð­ havnina fyri at tryggja, at íløg­urnar hjá Klaksvíkar komm­unu loysa seg. Borgarstjórin í Klaksvík sigur, at inntøkurnar hjá Tórs­havnar havn skulu út­ javnast, og krevur síðani, at “ein lykil má finnast, sum ger at býtið javnast”. Gunvá við Keldu tosar tó bert um inntøkurnar hjá Tórshavnar havn – sjálvandi ikki, hvussu tær hundraðtals miljónirnar í íløgum í Havn skulu býtast og útjavnast! “Tað hevði verið meira virði­ligt fyri landið, at havna­ inn­tøkurnar vórðu út­javn­ aðar”, sigur borgar­stjór­in í Klaksvík. Vit standa spyrj­ andi, tí skulu so ikki íløg­ urnar eisini útjavnast? Sjálv­ andi ber ikki til bara at javna inntøkurnar, tí bæði framdar íløgur og íløgutørvur í fram­ tíðini mugu roknast við. Men tá spælir Klaksvíkin ikki við longur og tí er í prinsippinum ongin út­javn­ ing møgulig. Miljardaíløgur í framtíðini Gongdin við Norðurhavnini síðstu árini - fleiri cruiseskip, frakt, trolarar etc, prógvar væl­saktans, at um man ar­ beiðir fyri tí, so koma kund­ arnir. Tað rós skal Klaks­ víkar kommuna hava, og tí undra hesar útsagnir eitt sindur. Hesa menning hevði Norðhavnin neyvan havt við javning, tí javning í kassan sum oftast endar sum ein sovipúta. Harumframt eru havnir - tó ikki beinleiðis vinnuligar, so í kapping. Tað er ikki havnin í Havn, sum avgerð, um skipaflutningur er ella ikki, tað gera fyritøkurnar út frá sínum vinnuligu treytum. Besta havnin fær kundarnar, sjálvsagt. Heldur enn at javna og tosa um kommunalar havnir, so kundu hesar heldur verið skipaðar sum (kommunal) partafeløg, tað vil siga vinnu­ ligar havnir. Hetta krevur alt lógarbroyting. Skulu Føroyar taka upp kappingina um skipa­ferðsl­ una í Norður­atlantshavi, nú norðurpassasjurnar eru fríar til sigling, so er javning úr Havnini púra høpisleys – tí tá krevjast milliardaíløgur. Tað undrar eisini, at borg­ ar­stjórin í Klaksvík brúkar Komm­unusamskipan Før­ oya og sín formanssess har í løtuni, sum jarnbrot fyri at fylla pengakassan hjá Norð­ havnini. KSF hevur mær vit­andi ongantíð verið fyri út­javning, og KSF hevur júst lagt fram eitt konkret uppskot til lóg, har møguleiki er fyri at skipa havnir sum kommunal partafeløg. Útjavning av landingarvirði? Alt hetta tosið um útjavning er framvegis rættiliga høpis­ leyst. Sum vit mangan hava víst á, ber ikki til at tosa um inntøkujavning, uttan sam­ stundis at hyggja at íløg­um, rakstri og framtíðar íløgu­ tørvi og kostnaði, og hvussu landsins tilfeingi ann­ars verður útlutað kring landið. Borgarstjórin í Klaksvík kann helst livandi ímynda sær, um løgtingið staðfesti, at vegna tess, at høvuðsstaðurin fær minimalar inntøkur frá fiskiloyvum, tí bróður­part­ urin verður tillutaður Skála­ fjørðinum, Gøtu, Fugla­firði og Klaksvík, so skuldi land­ ingarvirðið verðið útjavnað, so Havnin fekk sín lutfals­ liga part av inntøkuni. Men tað vildi verið logiskt, um vit fylgja sjónarmiðjunum hjá Gunnvu við Keldu. So nei takk. Klaksvíkar kommuna “lættir ikki trýst­ ið á høvuðsstaðin” við at inn­ tøkujavna pening frá Tórs­ havnar havn til Norðhavnina, uttan so, at Klaksvíkar komm­una samstundis be­ talir útjavnaða partin av íløg­unum, sum Tórshavnar komm­una hevur gjørt. Og skatta­prosentið í Klaksvík man vera ivaleysa høgt til, at ein slík risa­útreiðsla ikki er ráðilig. So Gunnvá við Keldu, nú haldi eg tað er nóg mikið. Her leyp ketan av hjá teimum flestu. Fróði & The Pink Slips á Tórspallinum í morgin kl 20.00 Fríðálvur Jensen Eg eri sera fegin um teirra avrik, tí eg veit, at teir hava lagt nógva orku í seinastu útgávuna, sum eg meini er eitt av tí besta, ið er lagt fram. Hetta grundi eg á ta fan­ tastisku góðskuna, sum er komin burturúr – eisini við hepna handalagnum hjá Óla Poulsen. Havi lurtað eftir fløguni fleiri ferðir og kann hvørja ferð hoyra hesar ymsu super effektirnar, sum Óli hevur lagt í arbeiðið. Eg skal ikki dylja fyri, at spenningurin gjørdist stór­ ur, tá teir komu við hesi stak­ fløguni í vár: http://www.youtube.com/ watch?v=xptfrkVxiHo Tað er einastandandi, at tað, aftur og aftur, koma út­gávur, sum hava nøkur ný­brot í sær – tað kann sanniliga sigast um teirra seinastu útgávuna. Vón mín er so, at onnur eisini taka undir við hesum framúr tónleikinum, sum eg vóni, fer at bera teir enn longur fram – tað hava teir uppiborið! Ólavsøkudag spæla teir á Tórspallinum og ivist eg onga løtu í, at vit fáa eina super konsert. Tað sømir seg hesa løtuna at samla fólkið. Tað er eisini upp­gávan hjá bispi at verða savnandi, og tað dugir hann