Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-01, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. august 2012síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 1. august 2012 · Nr. 88 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Kjak Nú, ið tað, sum Guð sig­ ur vera ónáttúrligt, skal koppast á høvdið og kallast "náttúrligt", meti eg tað sum mína skyldu til at siga tykkum sann­ leikan. Eg havi nevniliga sannleikan, hin æviga og eina. Hann finst allur í Heilagu Bíbliuni. Og haðani kann eg siga tykkum so heilt álít­ andi, at tað er so púrasta ímóti náttúruni at vera samkyndur, bæði hjá djór­um, skriðkyktum, fisk­um og menniskjum. Úr Guðs bók, He­ilagu Bíbliuni, Róm­verja­ bræv­inum, kap. 1. v. 25-26 (FKJ) : 25 Hvørjir broyttu sann­leika Guðs yvir í eina lygn, og tilbóðu og tænaðu skapninginum meiri enn Skaparanum, hvør er vælsignaður um ævir. A´-men. 26 Av hesi grund gav Guð teir upp at ringum lystum: tí enntá kvinnur teirra broyttu hitt náttúrliga brúkið yvir í tað sum er ímóti náttúru: 27 Og somuleiðis eisini menninir, farandi frá hinum náttúrliga brúkinum av kvinnuni, brendu í girnd síni hvør ímóti øðrum; menn við monnum virkandi tað sum er ósømiligt, og móttakandi í sær sjálvum tað viðurlag villu sínar sum var hóskiligt. Vit síggja klárt frá Guðs orði, at: 1: Homoseksuell eru givin upp av Guði , 2: .. at ringum lystum. 3: Tað finst eitt "náttúr­ ligt brúk", og tað er sjálv­andi ein maður og ein kvinna saman í lívs­ longum hjúna­bandi. 4: Kvinnur, sum sigast vera "lesbiskar", hava broytt tað náttúrliga brúkið yvir í tað sum er ímóti náttúru. 5: Menn, sum sigast vera "homoseksuellir", hava broytt tað náttúrliga brúkið yvir í tað sum er ímóti náttúru. 6: Homoseksualitetur er ósømiligur (tvs. hoyrir ongastaðni heima). 7: Slík, sum soleiðis ganga ímóti náttúruni, vilja móttaka í sær sjálvum tað viðurlag villu sínar, sum er hóskiligt; tvs. at Guð kemur at døma tey. So hava tit hoyrt sann­ leikan. So eru tit vorðin ávarað. Pápi hevur havt seyð í 50 ár. Hann hevur ikki enn átt ein veðr, sum hevur verið samkyndur. Ikki ein. Hevði bóndin í Lamba einaferð átt ein tarv, sum stakk hinar tarvarnar í endan, so hevði tann tarvurin verið slaktaður uttan nakað drál. Men hann finst ikki. Ikki ein. Tað hevði verið ein stór sensasjón. Men eg kann vissa tykkum um, at tað hevur ongantíð hent, eiheldur fer tað at henda. Vónandi ger hetta, at tit fara at hugsa tykkum um, áðrenn tað er vorðið ov seint. .. latið Guð vera sann­ orðaðan, men hvønn mann ein lygnara; (Rom 3:4 FKJ) Í navni várs Harra og Frelsara Jesu Christs Halló, før­oysku fjølmiðlar! Sjúrður Højgaard Sambandsflokkurin verður ongantíð loysingarflokkur Johan Dahl næstformaður í Sambandsflokkinum Er Sambandsflokkurin vorð­ in loysingarflokkur? Henda spurning fekk eg fáar minuttir eftir, at ting­ fundurin ólavsøkudag var lokin og løgmansrøðan varp­ að út í hvønn krók í land­ inum. Síðani hava fólk sett mær spurningin fleiri ferðir. Hetta er ein aktuellur spurningur, og eg skilji full­ væl, at sambandsfólk kring alt landið eru ørkymlað og vónbrotin. Siti sjálvur við júst hesi kenslu. At ein sambandsformaður og sambandsløgmaður skal leggja fram tankan um at avtaka Ríkisfelagsskapin og skipa Føroyar sum full­veld­ is­land, hevði fáur væntað, um nakar. Hetta er ein álvarslig støðu, sum er íkomin í Sam­ bands­flokkinum, bæði polit­ iskt og skipanarliga. Sum næstformaður í Sam­bandsflokkinum má eg siga akkurát sum er. Eg frætti um innihaldið í ólav­ søkurøðuni nakrar fáar minuttir, áðrenn hon varð hildin. Eg havi skilt, at heldur ikki tingbólkaformaðurin ella tinglimir floksins vistu nakað um hetta. Tí gjørdust vit øll illa við, tá røðan var hildin. Ein slík álvarsom út­meld­ ing átti sjálvandi at verið viðgjørd innanfloks framm­ anundan. Hevði ætlanin kom­ið í tingbólkin fyrst, so hevði hon verið steðgað har. At koma við útmeldingum um fullveldi fyri at tekkjast loysingarveinginum er ikki Sambandsfloksins poli­tikk­ ur. Nei, okkara politikkur er at vísa í verki, hvussu væl skipanin í Ríkis­felags­ skapinum virkar og mennað hesa skipan til gagns fyri borgarar og vinnulív okkara. Dagføringar av avtalum landanna millum verða javn­ an gjørdar. Tað er politikkur, ikki jura. Tað eru politiskt handverk og samráðingar, sum skulu geva okkum smid­ ligar loysnir innan Rikis­ felagskapins garð. Populisma og dreyma­ kendar útsagnir eru ikki okk­ara vørumerki. Okkara flokk­ur hevur til allar tíðir verið álitið og bolverkið ímóti loysingar- og full­veldis­ kreftunum í hesum landi. Ríkisfelagsskapurin og Heimastýrisskipanin hava roynst Føroyum hollur vin­ur í meira enn seksti ár. Í tøttum samstarvi við stjórn­ina og Fólkatingið eru nýmótans­ gerð og tillagingar gjørdar við støði í broyttum umstøðum og nýggjum krøvum. Okkara góða samstarv í felagsskapinum er ein stór orsøk til, at vit í dag hava eitt væl útbygt og framkomið sam­felag. Hesa skipan og hetta sam­ starv skulu vit í Sam­bands­ flokkinum standa saman um og verja. Onnur enn vit kunnu ganga ørindi fyri fullveldis­ flokk­arnar. Í Sambandsflokkinum hava vit ongantíð hoyrt nakað um ætlanina at avtaka ríkisfelagsskapin og skipa Føroyar sum fullveldisland fyrr enn sambandsløgmaður serveraði hana fyri Føroya fólki ólavsøkudag. Viðvíkjandi broyting av hjúna­ bandslógini ella skrásett parlag Kári P. Højgaard Í tíðindasendingini hjá Kringvarpinum kl. 18 mána­ kvøldið 30. juli, í samband við eitt frá­boðað lógaruppskot um skrá­sett parlag, verða allir polit­isku flokkarnir á Løg­tingi nevndir við navni uttan ein. Fram­sókn er fyri, Mið­flokkurin er ímóti. Fólkaflokkurin, Sam­bands­ flokkurin, Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi lata tað upp til tann einstaka tingmannin, at taka avgerð. Sum floksformaður standi eg spyrjandi, hví Sjálv­ stýrisflokkurin í hesum føri er útihýstur. Til kunningar. Landstýrismaður Sjálv­stýris­ floksins umsitur lógarmál. Í samband við tær broyt­ ingar, sum eru framdar í Dan­mark við skrásettum par­lag og broyting í hjúna­ bandslógini, havi eg frá­boðað umsitingini í Inn­lendis­mála­ ráðnum og mín­um sam­ starvsfeløgum í lands­stýr­ in­um, at slík lógar­upp­skot ikki verða framløgd vegna sam­gonguna, so leingi sum eg havi ábyrgdina av máls­ økinum.