Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-01, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. august 2012síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mikudagur 1. august 2012 · Nr. 88 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Viðhvørt gerst mann skakkur sum klaks­vík­ ingur í høvuðsstaðnum, ser­liga tá hesi løgnu lokal­politisku álopini á Havnina koma í riðum, pakkað inn sum nátúrlig krøv um útjavning. Í veru­leik­anum er talan um eitt ynski um eitt slag av stats- ella plan­ búskapi, har tað almenna skal inn at stýra vinnuni og útjavna úrtøkuna. Nú hava klaksvík­ ing­ar við bit og slit bygt Norðhavnina. Flut­nings­ feløg og ferðafeløg hava sæð fyrimunin í hesum og velja nátúrliga at brúka Norðhavnina. Og tað er fantastiskt, tí tað er soleiðis, kapping eigur at fara fram. Talan er jú um privatfeløg, sum velja at brúka Norðhavnina. Soleiðis byggir mann upp eina sunna vinnu. Men hetta var eftir øllum at døma ikki nóg mikið, nú borgar­stjórin í Klaksvík fer at tosa um at útjavna og stýra vinnuni. Slíkt skapir bara øsing og er eitt gott dømi uppá, hvussu lokal- politikkur kann gera av við eina sunna vinnu. Tí úrslitið, um tað al­ menna fer inn at stýra hesum við útjavning, er, at ongin privat vinna torir at seta nakað í gongd, hvørki í Klaksvík ella í Havn, av ótta fyri almennari útjavning. Klaksvíkingar kunnu bara ímynda sær rok­ ils­ið, um restin av land­ in­um fer at krevja út­ javn­ing av fiskiloyvum og inn­tøkum frá fiski­ vinn­uni. Slíkt tos er sera lítið framsíggið, tí tað snýr seg bara um at royna at draga nakað norðureftir, uttan at málið á nakran hátt er gjøgnumhugsað. Hugsi ikki, at fólk hava gloymt, at tingið júst hevur trumfað yvir 30 miljónir ígjøgnum til tekniskan skula í Klaksvík, uttan at vita, hvat peningurin skal brúkast til, og áðrenn mann hevur staðfest, um vit skulu hava eina ella tveir deplar. Fegnist heldur um fríu kappingina og gev­ ist við tosinum um út­ javning, sum bara kann koma Klaksvíkini aftur um brekkur. Fyrimunir í kapping, ikki í útjavning Bogi Andreasen varaborgarstjóri í Tórshavnar Kommunu Fyrispurningur til løgmann frá Henrik Old, løgtingsmanni Henrik Old, løgtingsmaður 1. Hvørji stig tekur Løg­ maður, nú Fiski­mála­ráðið hevur sett Fiski­veiði­eft­ir­ litið út av spælinum við at útskriva nýggj fiski­ loyvir til tey skip, sum Fiskiveiðueftirlitið hevur sett forboð fyri at fiska? 2. Hvørji stig tekur Løg­ mað­ur, so at eigarar og manning á teimum skip­ um, sum fyrr hava mist fiskiloyvið í ávísa tíð, kunnu føla at ein ávís rætt­artrygd ræður í sam­ felagnum? 3. Hvørji stig tekur Løg­ mað­ur, so at tað endaliga verður ruddað upp í Fiski­ málaráðnum? Viðmerkingar: Øll vinnan, umframt flest onnur í samfelagnum, stend­ ur spyrjandi, nú tað ber til, at skip, sum hava mist fiskiloyvið, halda fram við at fiska við tí grundgeving, at skipið hevur skift eigara. Ber slíkt til, so er grundarlagið tikið undan tí uppgávu, sum Fiskiveiðueftirlitinum hevur. Tí verða hesir spurningar settir Løgmanni sum ovasta ábyrgdari av almennu fyri­ sitingini. Fólkaflytingin skal steðgast beinanvegin Javnaðarflokkurin Javnaðarflokkurin krevur nú, at samgongan og lands­ stýrið vísa tað í verki, um tey veruliga ynskja at venda katastrofugongdini í fólka­ talinum. Tá løgtingið verður sett ólavsøkudag, leggur Javn­ aðarflokkurin fram uppskot til samtyktar, har heitt verður á landsstýrið um beinanvegin at taka risastóra trupulleikan við fólkafráflyting í álvara og at seta í verk tiltøk, sum skulu venda gongdini. Í fyrsta umfari ynskir flokk­urin, at landsstýrið setir eina skjóttarbeiðandi fak­liga nevnd, sum skal greina orsøkir og avleiðingar av skeivu gongdini, umframt, at hon skal koma við til­ráð­ ingum um, hvussu til ber at venda óhepnu gongdini. Hetta nevndararbeiðið skal vera liðugt longu 1. mars 2013, so landsstýrið kann leggja eina ítøkilga ætlan við uppskotum um langtíðar íløgur og politisk tiltøk fyri løgtingið til støðutakan áðr­ enn 1. apríl 2013. Í viðmerkingunum til uppskotið sigur Javnaðar­ flokk­urin millum annað, at seinastu árini hava vit sæð eitt sera óheppið myns­ tur í fólkatalinum. Hetta er lutvíst eitt úrslit av mink­ andi burðaravlopi, umframt at nettofráflytingin nú er somikið stór, at Føroya fram­ tíð er í álvarsligum vanda. Samanumtikið ber til at siga, at fyri árini 2004-2011 eru fólk undir 40 ár vorðin umleið 2.000 færri, meðan tey yvir 40 ár eru vorðin nakað tað sama fleiri. Álvarsligasta lang­tíðarav­ leiðingin av hesum er, at fólkasamansetingin millum aldursbólkarnar avskeplast: - vit fáa færri børn og ung, - færri ungar familjar verða at tryggja fólka­grund­ar­ lagið, - færri fólk í bestu ar­beiðs­ árum at framleiða, veita tænastur og skapa tjóðar­ inntøkuna, - støðugt skeivari lutfall millum unga og eldra fólkið. Men: Hvørjar eru orsøkirnar til skeivu gongdina? Hvat kunnu samfelagsligu avleiðingarnar verða? Og hvat kunnu vit gera, til tess at venda skeivu gongd­ ini? Alt hetta vita vit alt ov lítið um, tí higartil hevur nærum ongin gransking verið um hesi viðurskifti. Tí eiga vit at heita á fólk við viðkomandi fakligum førleikum um at greina demografisku gongd­ ina, og út frá hesum at koma við tilmælum til breiða politiska støðutakan, um hvat skal til, fyri at venda skeivu gongdini. Tað verður Javnaðar­ flokk­urin, sum leggur upp­ skotið fram, og Rigmor Dam, tingkvinna, verður fram­ søgufólk í málinum. Millum høgraradikal og fimtukolonnu Dagfinnur Danbjørg Hvussu leingi aftrat skulu høgraradikal og fimtu­ko­ lonnu­fólk hava loyvi til at seta politisku og fíggjarligu kós­ina? Nær hava vit fingið nokk av øktum høgraradikalum stættamunstiltøkum og út­ lendskari uppíblanding í innan­landa viðurskifti? Allastaðni kring knøttin hava fólk gjøgnum mong ára­ tíggju barst - og í milliónavís latið lív - fyri tjóðskaparligum, polit­iskum og fíggjarligum frælsi praktiserað í einum soli­dariskum anda. Og hóast stríðið hevur við­ ført ovurstórar líðingar fyri mong, so hevur kostnaðurin ikki verið mettur at vera ov høgur, tá stríðið at enda hevur ført á mál. Men hvat við okkum? Nær fara vit at kunna siga, at málið er rokkið? At tað eru vit, ið eiga fullan ræðisrætt í egnum landi? Og nær fara vit effektivt at steðga teimum høgraradikalu og teirra fylg­is­ neytum, ið halda, at teir kunnu skalta og valta við fólksins ognum - sum teimum lystir - við grefligum stættarmunum til fylgi? Frælsi, javnaður og soli­ dari­tetur má og skal í hásætið eisini í okkara landi. Men tað krevur av okkum, at vit vísa høgraradikalum og fimtakolonnu virksemi vetrar­ vegin og inn í tað myrkri, ið er - og til allar tíðir hevur verið - teirra upphav. Hetta megna vit at gera - bert vit vilja -, og hetta hava vit skyldu til at gera bæði fyri okkara egnu, men so sanniliga eisini fyri okkara eftirkomarar skuld, ið sjálvandi sum føð­ ingar­dagsgávu eiga at arva eitt frælst land á solidariskum grundarlagi. Betri gávu kunnu vit ikki geva teimum. Kostn­ aðurin er, at vit - hvør ið sær - taka lógvatak saman og gera tað vit kunnu, tí so náa vit málinum. Tað nýtist ongum at ivast í. Latum okkum tí - av nevndu orsøkum - heldur byrja frælsis- og solidaritetsstríðið í dag enn í morgin og ikki helma í, fyrrenn vit eru komin á mál.