mikudagur 1. august 2012síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 1. august 2012 · Nr. 88
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Miðvikan
Trøllanes var leingi sera avskorin
frá restini av landinum. Farleiðin
hevur í øldir bert verið til gongu
um fjøll til Mikladals, og tað var
ikki fyrr enn Jóhanna Mathea var
tilkomin, at tað yvirhøvur kom ruta
við báti norður á Nes.
Men slík samfeløg ala upp tær
størstu
persónligheitirnar,
har
fjarstøðan lítið og einki hevur at
siga. Ein av teimum var Absalon
Guttormsen, sum gjørdist ein tann
fremsti talsmaðurin fyri fráhalds
sakina í síni tíð. Og man tað vera
honum fyri at takka, at Kalsoyggin
enn man vera eitt tað ”turrasta”
økið í landinum.
Jóhannes, abbabeiggi Jóhannu
Matheu, tók í 1865 stig til eina ta
fyrstu royndina við skipsfiskiskapi
í Norðoyggjum, tá hann saman við
nógvum øðrum keypti Caprice.
Tað vóru heilir sjey partaeigarar av
Trøllanesi, og áttu teir ein triðing
av partapeninginum. Millum parta
eigararnir vóru beiggjarnir hjá
Jóhannes. Ein av hesum abbi Jó
honnu Matheu, Mikkjal Pauli. Ein
partaeigari var eisini Absalon.
Fødd í hendingaríkum ári
Foreldur Jóhonnu Matheu vóru
Marin Malena og Jógvan, ættaður
av Syðradali. Tey fingu sjey børn:
Mikkjal, sum gjørdist bóndi í Inni
stovu, Jóhanna Mathea, Poul, Jóna,
Hjørdis, Thorstein og Johannes.
Jóhanna Mathea var næstelst.
Tann yngsti beiggin, Jóhannes, fall
í bjørgunum 18 ára gamal í 1935.
Jóannes Skaale er uppkallaður
eftir honum. Jóannes kom annars
at vaksa upp hjá Jónu og mann
hennara
Marius
Johannessen,
sum var lærari í Mikladali. Tí kom
Jóannes eisini at kenna seg sum
kalsoying.
Máttu klára seg sjálvi
Á Trøllanes máttu tey fyrst og
fremst klára seg við tí, sum kundi
fáast til vega í bygdini, oynni og av
sjónum.
Skuldi farast til Mikladals, mátti
farast yvir fjøll. Men tey máttu
ofta fara í ringastu líkindum, tá tað
kundi vera lívshættisligt at fara
millum bygdir. Í kava og frosti máttu
tey høgga hvørt spor á leiðini. Og
at koma til Mikladals var ofta tann
stytsti teinurin. Skuldi farast suður
eftir oyggj, mátti farast um trý fjøll
afturat. Men meira enn so hendi, at
tað gingu vikur og mánaðir, at tað
als ikki var farandi úr bygdini.
Tey tilevnaðu sær síni egnu
klæði við veving og tøting. Mjólkin
varð gjørd til smør og eisini ost.
Ein stórur avtakari av smøri var
Jógvan
Zachariassen,
lækni
í
Klaksvík. Onkrar vørur máttu
sjálvsagt bíleggjast úr Klaksvík.
Einaferð bóðu Jóhanna Mathea og
systrarnar pápan um at bíleggja
eitt sindur av margarini, tí hetta
var betri egnað til baking enn
smør. Men pápin visti als ikki, hvat
margarin var fyri nakað!
Útflutningur av ull og fjøður
Ullin kom tá til sættis. Ein partur
var spunnin til tógv, sum so var
antin vovið ella bundið til klæði.
Men Jógvan bóndi hevur eisini verið
eitt sindur av einum businesmanni.
Hann hevði gott samband við ís
lendskar handilsmenn í Danmark.
Hann gjørdi avtalu við teir um keyp
av ull og lundafjøður, og var hetta
eitt gott ískoyti til húsarhaldið.
Postur sum ørindi
Fyrst Jóhanna Mathea mintist, kom
postur als ikki til Trøllanesar. Hann
kom ikki longur enn til Mikladals.
Men hetta var eitt gott høvi hjá
monnum í Mikladali, sum ikki vóru
so væl fyri fíggjarliga, at gera sær
ørindi til Trøllanesar við postinum.
Teir fingu í hvussu er tað burtur
úr, at teir fingu ein góðan bita, og
kanska onkuntíð eitt oyra eisini.
Tá Jóhanna Mathea var ung var
eingin telefon yvirhøvur. Einaferð
tá ið Jóhanna Mathea var barn
var eitt stórt brúdleyp á Húsum,
har øll oyggin var boðin. Fólk fór
eisini av Trøllanesi. Men reiðuliga
farin avstað brast á við illveðri og
kavaroki, og heima á Trøllanesi
frættu tey einki aftur í 8 dagar. So
tað var ikki løgið, at tey, sum vóru
eftir í bygdini, vóru við at ganga til
av ótta fyri, um nakað kundi vera
hent teimum.
Ein dagin segði abbin, Mikkjal,
frá, at hann fór burtur í haga.
Hetta vildi hann als ikki farið und
ir vanligum umstøðum, men veru
liga fór hann tá til Mikladals at
vita, hvussu vorðið var. Hann kundi
koma heim við teimum góðu boð
unum, at øllum visti væl við.
Skúlagongd í eitt ár
Tað var ein lærari, sum hevði
ábyrgdina av øllum skúlunum í
Kalsoynni. Húsar og Mikladalur
vóru stórbygdirnar í oynni, so um
farið var, at fyrst var lærarin 10
dagar á Syðradali, síðan 20 dagar á
Húsum og so 20 dagar í Mikladali.
So var lærarin 10 dagar á Trøllanesi.
Skúli var eingin, so skift var millum
bóndahúsini Útistovu og Innistovu
at undirvísa í. Hetta merkti, at
Trøllanes hevði eitt fimtings lær
arastarv. Við allari »spilltíð« hava
tey roknað seg fram til, at veruliga
skúlagongdin var eitt ár. Men søgan
sigur einki um, at tey á Trøllanesi
kláraðu seg verri enn onnur av hesi
orsøk!
Fyrsti lærarin, Jóhanna Mathea
mintist, var Stefania, sum giftist
við Trond Hansen í Havn. Seinni
kom Jóhanna Joensen, mamma
Salomon Joensen prest. Ein annar
lærari var Julianna Petersen av
Húsum, sum var lærari frá 1913-53. Í
1926 fingu Trøllanes og Mikladalur
sín egna lærara, og gjørdist hesin
Marius Johannesen, sum giftist við
Jónu í Innistovu, systir Jóhannu
Matheu. Marius var lærari fram
til 1953, tá hann gjørdist stjóri á
háskúlanum.
Undan Stefaniu var Maria hjá
Conrad, sum skapti søgu við at
verða koyrd sum lærari, tí hon
gjørdist baptist. Maria var mamma
Jónu og Conrad Joensen og Sigurd
Berghamar. Maria giftist við Jó
hannes, son Elias, sum var beiggi
gamla Mikkjal.
Eingin kirkja og lítið
av kirkjufólki
Á Trøllanesi var eingin kirkja. Nú
kann tað hava verið av tilvild, men
tvey av teimum trimum húsunum
í bygdini komu rættuliga tíðliga í
Brøðrasamkomuna. Tað sama var
galdandi fyri mostrina, Onnu Sofíu,
í Innistovu. Einaferð spurdi prestur
Marius Johannesen, sum tá var
lærari í Kalsoynni, hví baptistarnir
høvdu fingið slíkt fótafesti á Trølla
nesi. Marius svaraði aftur, at kanska
var orsøkin tann, at prest sóu teir
so ongantíð har norðuri!
Nógv vitjan
Jóhanna Mathea segði annars, at
hóast ein skuldi hildið tað, búðu tey
als ikki í einsemi á Trøllanesi. Her
kom altíð nógv ferðafólk, ikki minst
á vetri, og blíðskapurin á Trøllanesi
hevur altíð verið framúr heilt til
henda dag. Nógv fólk og eisini út
lendingar komu ár um ár. Ein av
gestunum, tá Jóhanna Mathea
var lítil, var ein gomul gøtukona
við einum dreingi, sum helst var
ein ommusonur. Hann kallaðist
Mamma Jóannes Skaale, Jóhanna Mathea, var fødd 9. august 1906. Nú er so nógv skrivað um
Jóannes, sum doyði herfyri. Her skal sigast nakað um mammuna. Frásøgnin er frá 2001
Jóhanna Mathea: Trøllanes
gentan, sum gjørdist
borgmeistarakona í Havn
Jóhanna Mathea saman við ommudótrini
Eydnu og son hennara Benjamin
Foreldrini hjá Jóhonnu Matheu,
Marin Malena og Jógvan