Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-01, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. august 2012síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mikudagur 1. august 2012 · Nr. 88 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Óli Jacobsen olijacobsen@olivant.fo Komandi partur: Í fríggjadagsblaðnum verður ein frásøgn frá grøvini hjá mammu Niels Finsen. Komandi Miðvika verður um Finsen og hansara ætt. Hans Jakku, og hevur drongurin verið Hans Jakku Havstreym, sum seinni gjørdist formaður í Før­oya Fiskimannafelag. Hann var eisini oddamaður í tí flokki, sum ommu­ sonurin nú umboðar á fólkatingi. Gott samanhald Tað var eisini gott samanhald á Trøllanesi. Jóhanna Mathea hevði til vana hvørt tað einasta kvøld at fara inn á gólvið í hinum húsunum at siga góðanátt. Ein morgun gevur Katrina Útistovu, ilt av sær: ”Eg sat alt gjárkvøldið og bíðaði eftir tær”. ”Men eg kundi ikki koma, tí heilar tvær kýr kálvaðu í gjárkvøldið”. Hetta sigur nakað um uppgávurnar hjá teimum ungu tá tí tíðini. Katrina var eisini eitt gott umboð fyri mentanina á Trøllanesi. Hon umboðaði handalagið og hegnið, sum framvegis er eitt eyðkenni fyri tey í Útistovu. Hon gav út bók um plantuliting, sum var hennara serfrøði úr heimbygdini. Men børnini kundu eisini spæla. Óluva í Útistovu hevur greitt frá, at tær báðar Jóhanna Mathea spældu við dukkur heilt til 18 ára aldur. Seinasti kossur Ein annar sermerktur persónur á Nesi tá í tíðini var Óli (Wolles) í Uppi­stovu. Tey bæði, Óli og Jóhanna Mathea, vóru sera væl. Ofta var tørvur á fólki til mannfólkaarbeiði á sumri, og Óli fekk lokkað Jóhannu Matheu at koma á fjall, sum avgjørt ikki var konufólkaarbeiði. Tað var rættuliga illgongt, men væl riggaði. Seinastu ferð hon hitti Óla, sigur hann við hana: “Kom og gev mær ein síðsta koss”. Hon kundi ikki rættu­liga skilja henda málburðin, tí Óli sá ikki øðrvísi út, enn hann var vanur. Men hann fekk kossin, og tey sóust ikki aftur. Stutt eftir var Óli deyður! Hevði útlongsul Men Jóhanna Mathea hevði út­ longsul. Hon visti eisini, at Trøllanes kundi ikki gerast hennara framtíð. Hon fór á háskúla 19 ára gomul. Men hon steðgaði ikki har, tí aftaná fór hon niður til Danmarkar. Hon fór at arbeiða hjá einum bónda í Allerød í Norður-Sælandi, síðan fór hon at arbeiða hjá einum bakara, og royndi hon ymisk arbeiði. Hon var fyrst niðri í 2 ár. Síðan kom hon heim aftur til Trøllanesar í 1 ár, og fór so niður aftur í tvey ár. Seymaði kjólan til drotningina Nú fekk hon arbeiði at seyma í eini fínari klædnaforrætning á Strøg­ num í Keypmannahavn, kallað Jack Olsen. Og her var rættuliga stílur í. Leiðarin á seymistovuni fór fýra ferðir árliga til Paris at kanna mótan! Og her kom rættuliga til sín rætt tað, sum Jóhanna Mathea hevði lært í »lívsins skúla« á Trølla­ nesi, har neyvan nakað plagg varð keypt. Jóhanna Mathea segði, at tann, sum fyrst og fremst lærdi hana upp á hesum økinum, var most­ urin Anna Sofía. Hon var allar sínar dagar í Innistovu. Aftaná at yngsti beiggin, Jóhannes, var fødd­ ur, gjørdist mamman sera sjúk og lá leingi í seingini, til hon doyði bara 43 ára gomul. Tá mátti mosturin rættuliga taka um endan á húsar­ haldinum. Hon var ein merkis­ kvinna. Anna Sofía hevði ætlað sær at læra til jarðarmóður, men pápi hennara segði við hana: ”Hugsar tú als ikki um systir tína”. Tískil settist hon aftur. Anna Sofía hevði ein slíkan mynd­ug­leika, at hennara orð vóru lóg, har eingin tordi at mukka. Hon var lærumeistarin, sum gjørdi Jóhannu Matheu kvalifi­ser­aða til at seyma fyri tey fínu í Køben­ havn. Jóhanna Mathea var millum annað við til at seyma kjólan hjá Alex­andrinu drotn­ing, ommu Mar­ gretu, sum hon nýtti til for­lovilsis­ veitsluna hjá Frede­rik og Ingrid í 1934.  Og hetta kom so sanniliga eisini til nyttu, tá hon sjálv fekk sítt heim, har hon seymaði og bant uppá síni. Hetta hevði ikki minst týdning undir krígnum, tá tørvur var á nógv­um. Kemur til Havnar Men longsulin hevur verið at koma heimaftur, og Jóhanna Mathea byrjaði at seyma fyri fólk í Havn. Og nú var hon komin at kenna Sigfred, sum var sonur tann kenda havnarmannin Tom Nicolajsen. Tey bæði giftust í 1937. Sigfred var ein sera virkin per­ sónur. Hann arbeiddi á Fúta­kon­ tórinum, men umframt hetta hevði hann nógv álitisstørv t.d. sum grann­skoðari og roknskaparhaldari nógva staðni, eisini úti á bygd. Hann var ein av teimum, sum fólk heitti á, tá m.a. skattaskema skuldi skrivast. Hetta førdi eisini til politisk álitisstørv, fyrst og fremst í býráðnum, har Sigfred var limur frá 1957-1972. Hann var borgmeistari árini 1958-67. Umframt hetta var hann eisini løgtingsmaður eitt skeið. Ver nú so góður við Jonu! Í hesum sambandi hevur Jona Hen­riksen greitt frá eini fittari søgu um Jóhannu Matheu. Jona var eitt skeið einsamalt konufólk í bý­ráðnum, og helst hava hinir bý­ráðs­limirnar verið nakrir mans­ chavunistar. Kanska hevur Sigfred ikki verið fríur fyri tað heldur. Jona segði, at tá Sigfred plagdi at fara at býráðsfund, fylgdi Jóhanna Mathea honum onkuntíð út á trappuna og rópti: ”Ver nú so góður við Jonu!” Hetta gloymdi Jona henni ikki. Nógv at gera á heimafrontinum Heima var annars nóg mikið at gera. Tey høvdu torvheiðar í Havnardali. Afturat hesum vóru nógvir gestir av bygd. Serliga skyldfólk, sum høvdu ørindi í Havn. Tí máttu tey eisini hava arbeiðs­ konur. Tær vórðu tiknar við sum partur av familjuni, sum tey høvdu umsorgan fyri restina av lívinum. Tey bæði fingu børnini Jóannes, Maritu, Annfinn, Torgerð, Jógvan Asbjørn og Vigdís. Tað er eingin ivi um, at Jóhanna Mathea var eitt merkisfólk. Hon var kvinnan, sum ein maður sum Sigfred ikki hevði klárað seg fyri uttan. Bygdamentanin, sum hon hevur havt við sær av Trøllanesi, eigur sín leiklut í hesum. Børnini bóru henni, at hon var ein sterk kvinna við myndugleika. Hon arbeiddi altíð, og hetta var hon eisini von við heimanífrá. Og ongantíð hoyrdu tey hana skelda. Jóhanna Mathea gjørdist 101 ára gomul. Tey í Innistovu á Trøllanesi í 1965. Aftara rað: Thorstein, Poul, Mikkjal, Marius, giftur við Jónu, Jóhanna Mathea, Sigfred, Hjørdis og Alex, maður Hjørdis. Fremra rað: Karolina, gift við Thorstein, Julia, gift við Poul, Anna, gift við Mikkjal, og Jóna Jóhanna Mathea og hennara. Aftara rað v.f.: Annfinn, Jóannes og Marita. Fremra rað:  Jógvan Asbjørn, Sigfred, Torgerð, Vigdis og Johanna Mathea. Øll búsitandi í Havn Anna Sofía, sum tók við húsinum eftir systrini Johannu Malena, tá ið hon fall frá Jóhannes, sum datt oman 18 ára gamal Eitt dømi um umstøðurnar á Trøllanesi fyrr. Hetta er sjúkraflutningur í 1930- unum. Báturin er drigin upp. Sjúklingurin er lagdur í bátinum, sum so verður skotin út frá