mikudagur 1. august 2012síða 28
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 1. august 2012 · Nr. 88
28
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
Rólant Waag Dam
Hjá føroyska fótbóltslandslið
num hevur tað ikki verið
nakar trupulleiki at manna
landsliðið gjøgnum árini.
Leikarar
og
feløgini
hesir hava umboðað,
hava í flestu førum
verið fegin um hvørt
einasta landsliðsboð,
ið er komið.
Tó
so
hava
vit
dømið við Toda Jóns
son, tá hann spældi í
FCK, har fólk í danska
felagnum vóru alt annað
enn glað um, at Todi spæl
di landsdystir fyri Føroyar.
Og kring Evropa hava vit
fleiri
dømi
um
hetta,
har landslið og feløgini,
leikararnir umboða, ikki
hava funnið so væl út av
tí.
Endurgjald
fyri leikarar
Sum eina avleiðing av
hesum hevur UEFA nú
avrátt, at feløgini, sum lata
leikarar til landsliðini, fáa
fíggarligt endurgjald fyri hetta.
100 milliónir evrur eru funnar
fram til hetta endamálið.
Av hesum verða 60
milliónir
evrur
at býta millum
tey londini,
ið luttóku
í sjálvum
endaspælinum.
Hesari
upp
hædd fáa Føroyar ikki ágóðan
av,
men
Føroyar
luttóku
í
undankappingini, og her eru
eisini pengar at heinta hjá før
oysku fótbóltsfeløgunum. UEFA
hevur nevniliga sett 40 milliónir
evrur av, sum verða býttar millum
londini, ið luttóku í undarkapping
ini til EM í 2012. Her er talan um 53
lond ,og tað merkir, at hvørt land
fær 754.717 evrur, sum svarar til 5,6
milliónir krónur.
Hesir pengarnir skulu so flyt
ast víðari til feløgini, ið hava latið
leikarar til landsliðið. Hvør einasti
leikari, sum hevur
staðið
á
dómaraseðlinum, telur við í hes
um roknistykkinum. Eisini hóast
hann ikki hevur spælt. Tað vil
siga, at í flestu førum er talan um
18 leikarar fyri hvønn dyst.
Býtislykilin
er
eitt
sindur
ymiskur, alt eftir um landsliðið
hevur spælt átta, tíggju ella tólv
undankappingardystir, men hjá
Føroyum, sum hava spælt tíggju
dystir, er endurgjaldið, eitt felag
fær fyri hvønn einstakan leikara
4.192 evrur, sum svarar til góðar
31.000 krónur.
Tað merkir, at hvørja ferð, eitt
felag hevur latið ein leikara til
landsliðsfótbólt, og hesin hevur
staðið á dómaraseðlinum, so fær
føroyska fótbóltsfelagið góðar
31.000 krónur endurgoldið.
Lið sum eitt nú FC Suðuroy
og TB eiga ikki nógvar leikarar, ið
hava umboðað teir á landsliðnum
í farnu undankapping. Tískil fáa
hesi feløg ikki ágóðan av hesum
pengunum, men øðrvísi er hjá
fleiri øðrum feløgum, sum fáa
fleiri hundraðtúsund krónur
endurgoldið.
rolant@sosialurin.fo
5,6 milliónir
frá UEFA til
føroysk feløg
FÓTBÓLTUR Øll tey føroysku fótbóltsfeløgini, sum hava latið leikarar til føroyska
fótbóltslandsliðið í farnu EM-undankapping, fáa 5,6 milliónir krónur at býta sína millum