Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-01, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. august 2012síða 29

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 Mikudagur 1. august 2012 · Nr. 88 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttur Rólant Waag Dam EB/Streymur telist millum tey feløg­ini, ið hava latið fleiri leikarar til før­oyska fótbóltslandsliðið í farnu EM-undan­kapp­ing. Ikki færri enn 25 ferðir hevur felags­ liðið úr Sundalagnum sent leikarar avstað í lands­liðsørindum, og tað fær felagið nú endur­gjald fyri. 4192 evrur fær hvørt felag, hvørja ferð ein av teirra leikarum hevur staðið á dómara­seðli­ num í landsliðsfótbólt, altso 31.188,44 danskar krónur. Hjá EB/ Streymi merkir tað, at felagið fær endurgoldið 25 ferðir 31.188,44 krónur, sum er 779.712 krónur. EB/Streymur er bara eitt dømi úr rúgvu­ni. Onnur feløg hava fleiri ferðir sent leikar­ ar avstað enn EB/Streymur, og hesi fáa tískil uppaftur fleiri pengar. Dømi um hetta er B36, sum tú sært aðrastaðni her á síðuni. rolant@sosialurin.fo 25 ferðir hevur EB/Streymur latið leikarar til landsliðið í farnu undankapping. Hetta fær felagið slakar 800.000 krónur endurgoldið Slakar 800.000 til EB/Streym Ógvusligt stríð stóðst millum FIFA og Newcastle United í 2006, tá Michael Owen gjørdist skaddur. Stutt frammanundan hevði New­ castle keypt vandamikla áleyp­ aran fyri 16 milliónir pund frá Real Madrid, men enski áleyparin spældi ikki nógvar minuttir í HM- enda­spælinum, tí hann fór út við kross­bandskaða, sum helt honum úti í eitt ár. Newcastle fekk 10 milliónir pund í endurgjaldi fyri hetta, og endurgjaldið, sum feløg­ ini, ið lata leikarar til lands­liðið nú fáa, er ein avleiðing av hesum. -rwd Málið við Michal Owen B36 var væl umboðað á føroyska landsliðnum, sum tók lut í undankappingini til evro­pa­ meistara­heitið. Jónas Tór Næs, Christian R. Mouritsen, Hjalgrím Elttør, Jákup á Borg, Odmar Færø, Meinhardt Joensen, Atli Danielsen og Súni Olsen hava spælt á landsliðnum, meðan teir hava verið sáttmálabundnir í B36. Tað gevur B36 slakar 850.000 krónur í inntøkum. Sámal Ímundarsson, formaður, kennir enn ikki samlaðu upphæddirnar, men hann fegnast sjálvandi um brævið, sum B36 hevur fingið frá Fótbóltssambandinum umvegis UEFA. - Tað er tungt at reka eitt føroyskt fótbóltsfelag, og slík inntøka kemur á eitt turt stað, sigur Sámal Ímundarsson, sum ikki hevur aðrar viðmerkingar, áðrenn nevndarfundur hevur verið. uni B36 fær umleið 850.000 krónur