mikudagur 1. august 2012síða 30
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 1. august 2012 · Nr. 88
30
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Glaðir og avslappaðir
føroyingar í London
OL Hóast Pál Joensen og Jón Bjarnason eru mitt í OL rokanum í London, so eru teir báðir
tveir avslappaðir og í góðum lag, tá Sosialurin hitti teir beint uttanfyri OL býin í gjár
Tróndur Arge – London
Olympisku leikirnir eru veruliga
komnir í gongd í enska høvðus
staðnum. Tað verður mett, at tað
eru áleið ein millión fleiri fólk í
býnum enn vanligt í samband við
leikirnar. Eyka fráferðir eru frá øll
um støðum og ein rúgva av frí
villigum hjálparfólkum eru at síggja
kring allan býin, í eini roynd at fáa
trafikkin og ferðina hjá øllum gesti
num so væl eydnaða sum gjørligt.
Nógv hevur verið tosað um
herdu trygdina, men uttanfyri OL
býin eru bara nøkur fá løgreglufólk
at síggja á gøtunum. Gamaní eru
tey væl útgjørd við maskinbyrsu og
revolvara, men annars eru tað tey
nógvu hjálparfólkini, lýsingarnar
og viðhaldsfólk, ið seta OL-dám á
London.
Tað kann verða eitt sindur tor
ført at finna runt í undirgrundini,
har tok allatíð koyra. Meðan tað í
eitt nú Keypmannahavn eru nakrar
fáar linjur at velja í millum, so eru
fleiri valmøguleikar í London. Tað
ger somuleiðis, at tað eisini er ein
størri møguleiki fyri at koyra skeivt,
men aftur her er góð hjálp at heinta
frá fyrikomandi hjálparfólki, ið
fegin vísa tær vegin fram.
Blíður og róligur Pál
Tá Sosialurin hittir Pál Joensen
og Jón Bjarnason stutt uttanfyri
OL býin er lagið gott. Klokkan er
stutt yvir trý. Tað hevur hug at
sirma eitt sindur og Jón Bjarnason
spyr skemtiliga hví vit hava tikið
ólavsøkuveðrið við til London.
Báðir tveir tykjast verða av
slappaðir og róligir, hóast tað bara
eru nakrir fáir dagar til størstu
avbjóðingina í yrkisleiðini hjá teim
um.
Pál Joensen er í einum ljósa
gráðum venjingarbúna og hárið á
høvdinum er nakað størri enn vit
hava sæð tað onkuntíð fyrr.
– Kenslan av at verða her til OL
kann ikki lýsast í fáum setningumm,
leggur Pál fyri við at siga.
Tað hoyrist beinanvegin, at Pál
hevur sett sær fyri at halda fokus á
svimjingina og ikki lata er ávirka av
øllum tí sum gongur fyri rundan
um hann. Fleiri ferðir gjøgnum
samrøðuna leggur hann dent á at
hann ikki ger sær so nógvar tankar
um stóru heildina og upplivilsi av
at verða til OL, men hugsar bara um
svimjihylin og 1.500 metra svimji
ngina.
– Tað er spennandi at verða til
OL og her er nógv at uppliva, men
eg nú má eg halda meg aftur til eg
eri komin á mál, sigur Pál Joensen
og smílur.
Tað er okkurt heilt serligt við
OL. Tí hóast svimjihylurin er eins
stórur og heitur, sum til allar aðrar
kappingar á langbana, so vísa úr
slitini higartil í OL, at fleiri favo
Tað rakk ikki til finalupláss hjá
Mads Glæsner, Daniel Skaaning,
Anders Lie og Páli Joensen í lið
svimjingini á 4x200 metrar frí.
Teir komu á mál við tíðini
7:15.04. Danmark varð nummar
13 av teimum 16 londunum, sum
luttóku í innleiðandi kapping
ini.
Danmark á 13. plássi
TV2 skifti til tíðindi
Tíðirnar:
1. USA – 7:06.75
2. Frakland – 7:09.18
3. Týskland – 7:09.23
4. Avstralia – 7:10.50
5. Bretland – 7:10.70
6. Kina – 7:11.35
7. Suðurafrika – 7:11.51
8. Ungarn – 7:11.64
9. Japan – 7:11.74
10. Russland – 7:11.86
11. Italia – 7:12.69
12. Belgia – 7:14.44
13. Danmark – 7:15.04
14. Kanada – 7:15.22
15. Ný Sæland – 7:17.18
16. Eysturríki – 7:17.94
Tað kom óvart á føroysku fjølmiðlafólkini,
sum vóru farin til St. Kathrine Docks, ið
liggur beint við tí so kendu Tower Bridge,
har TV2 hevur sett upp stórskýggjar, tá tað
stutt undan 4x200 metra stafettini varð skift
til tíðindir. Upprunaliga skuldi svimjingin
byrja klokkan 11.17, men var flutt fram til
11.02. Tí skifti TV2 til tíðindini (klokkan 12.00
danska tíð) og føroysku fjølmiðlafólkini, ið
eru farin til London fingu ikki svimjingina
við beinleiðis.
– Kenslan av at verða her til OL kann ikki lýsast í fáum setningumm, leggur Pál fyri við at siga.
Mynd: Polfoto
Eg veit ikki um fólk gera hetta til eina størri kapping enn tað er og tí missa
fokus, men eg síggi tað ikki henda í eins stóran mun til HM kappingarnar,
sigur Jón Bjarnason.