Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-03-16, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. mars 2004síða 2

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 52 - 16. mars 2004 Nr. 52 - 16. mars 2004 3 Deiggj spæla í Jelling TÓNLEIKUR Síðst í mai mánaði skal føroysku bólkurin Deiggj spæla á tónleika- festivalinum í Jelling. Danski festivalurin hev- ur áður havt føroyskar bólkar á pallinum hjá sær, og nú sleppur Deiggj fram at. Legendan B.B. King úr USA er høvuðsnavn á Jelling Festivalinum í ár, men nógv onnur kend nøvn skulu eisini spæla á jútska festivalinum. DAD, Eagle Eye Cher- ry, TV2, Tim Christen- sen, Jokeren, Shu-Bi- Dua og onnur. Deiggj hevur nógv ár á baki, og hóast tað var vorðið nakað friðarligt um bólkin, hava teir aft- ur vant og spælt javnt seinastu árini. Endaliga skráin er ikki løgd fyri Jelling Festivalin, men hann verður hildin í døgunum frá 28. til 30. mai. Á samkomu á Christi- ansborg fríggjadagin í sambandi við, at Høgni Hoydal tók við fólkatingssessinum, hittust Naser Khader og Tórbjørn Jacobsen – og samdust aftur SEMJA Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fríggjadagin bleiv »tað gott aftur« millum danska fólk- atingsmannin, Naser Khad- er og Tórbjørn Jacobsen. Stríðið teirra millum kom í hæddina, tá Naser Khader á føstulávint læt seg avmynda í føroyskum klæðum, meðan hann skírdi føroyingar fyri »norrønar muslimar«. Tað var á móttøkuni hjá Norðuratlantsbólkinum í sambandi við at Høgni Hoydal tekur yvir fólka- tingssessin, at Naser Khad- er og Tórbjørn Jacobsen slættaðu sjógvin. Naser Khader gav Tórbjørn Jac- obsen eitt eintak av eini bók, hann hevur skrivað. Naser Khader er fólka- tingsmaður fyri Radikala Vinstraflokkin í Danmark, og hann er ofta í andgletti við sínum kontroversiellu hugsanum. Naser Khader er føddur í Damaskus í 1963 og flutti sum smádrongur til Dan- markar saman við foreldr- um sínum. Hann varð vald- ur í Fólkatingið fyri Radi- kala Vinstraflokkin í 2001. (Lesið eisini frásøgn frá móttøkuni á síðu 17) Tobbi og Khader hava slættað sjógv Tórbjørn Jaocbsen tók tað sera illa upp, tá Naser Khader á føstulávint læt seg avmynda í føroyskum klæðum, meðan hann skírdi føroyingar norrøna muslimar Mynd: Símun J. Hansen Seinasta hond verður nú løgd á fíggjarlóg- aruppskotið, sum væntandi verður lagt fyri Løgtingið í næstu viku, sigur Bárður Nielsen, landsstýris- maður við fíggjar- málum FÍGGJARLÓG Edvard Joesen Undirskotið á fíggjarlógini verður, sum væntað, helst einar 200-300 milliónir krónur í ár, sigur Bárður Nielsen, landsstýrismaður við fíggjarmálum. Meira nágreiniliga vil hann ikki siga nakað um uppskotið, sum hann vænt- ar, at hann fer at leggja fyri Løgtingið í næstu viku. Arbeitt hevur verið við at gera fíggjarlógaruppskotið liðugt, og tað arbeiðið hev- ur gingið væl. Onkur hevur vilja havt eitt sindur meira í sín part, enn skotið hevur verið upp. – Ósemjur hava ongar verið sum so. Menn hava arbeitt hugaliga og seriøst, sigur landsstýrismaðurin. Allir eru greiðir yvir, at sparingar eru neyðugar, men tær verða ikki so ógv- usligar, sum onkuntíð hev- ur verið nevnt, sigur hann. Nevnd hava verið tøl sum einar 400 milliónir, ið fara at vænta í fyri at fáa alt at hanga saman. Men slík tøl koma ikki upp á tal, sig- ur Bárður Nielsen. Tað ber stutt og greitt ikki til, tí so steðgar alt upp, sigur hann. – Eitt undirskot upp á eina 200-300 milliónir á fíggjarlógini eitt ár, er til at bera. Men tað kann sjálv- andi ikki halda fram, sigur landsstyrismaðurin. Nú verður so fíggjarlóg- aruppskotið fyri 2004 fín- pussað og redigerað, og vónandi fáa vit so eina fíggjalróg heilt skjótt, sigur Bárður Nielsen. Tað skal skjótt farast undir at gera fíggjarlógar- uppskotið til næsta ár, vísir hann á. Tað skal vera liðugt í september. Hvussu tá verður, er ikki gott at siga. Alingini kunnu vit ikki vænta tað stóra frá, sum støðan er nú. Sjúka hevur lagt so nógv alibrúk oyðin, at har verður einki tikið aft- ur fyrr enn í fyrsta lagi í 2006, og tískil eru sjálv- andi heldur ongar inntøkur væntandi haðani. Fínpussa fíggjarlógina C M Y K 3 2