týsdagur 16. mars 2004síða 3
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 52 - 16. mars 2004
Nr. 52 - 16. mars 2004
5
UTTAN ÚR HEIMI
Tríggir av teimum
fimm bretunum,
sum eru slopnir
leysir úr ameri-
konsku fangaleguni
í Guantanamo Bay í
Kuba, siga, at teir
vórðu illa viðfarnir,
bæði sálarliga og
likamliga
FANGAR
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
Ruthal Ahmed, Asif Iqbal
og Shafiq Rasul siga við
bretska blaðið The Ob-
server, at teir vórðu av-
hoydir meiri enn 200
ferðir ta tíðina, teir vóru
fangar í Guantamamo-
leguni.
Avhoyrararnir
komu frá amerikonsku
fregnartænastuni CIA,
samveldisløgregluni
FBI,
fregnartænastuni
hjá amerikanska herinum
og
teimum
báðum
bretsku fregnartænast-
unum MI5 og MI6.
Teir tríggir menninir
greiða frá, at vápnaðir
hermenn tveittu teir á
gólvið í avhoyringarhøl-
inum, og at teir javnan
høvdu skotvápn ímóti
høvdinum, meðan teir
vórðu avhoyrdir. Ofta
vórðu teir avhoyrdir í
fleiri tímar hvørja ferð,
og ferð eftir ferð royndu
avhoyrararnir at noyða
teir at játta, at teir høvdu
samband
við
onkran
yvirgangsfelagsskap.
Teir tríggir menninir
siga, at teir vóru í Paki-
stan, tá USA leyp á Af-
ghanistan, og at teir fóru
um markið at arbeiða
sum neyðhjálparmenn.
Men har endaðu teir sum
fangar hjá Norðursam-
gonguni, sum lat ameri-
kanararnar fáa teir.
Bretska stjórnin hevur
fleiri ferðir sagt seg ivast
í viðurskiftunum hjá
fangunum í Guantana-
mo-leguni, og stjórnin
hevur eisini sagt, at hon
hevur gjørt alt fyri at fáa
teir bretsku ríkisborg-
ararnar haðani. Men í
samrøðuni við The Ob-
server siga teir tríggir
menninir, at tær báðar
bretsku fregnartænast-
urnar avhoyrdu teir fleiri
ferðir, og at umboð fyri
bretsku sendistovuna í
Washington eisini vóru í
fangaleguni.
- Eg spurtdi teir, um
teir kundu siga mær, hvar
eg var, men tað vildu teir
ikki.
Tá
eg
spurdi,
hvussu leingi eg skuldi
sita fangi, svaraðu teir, at
eg slapp ongantíð burtur
haðani, sigur Rasul við
The Observer.
Bretska uttanríkisráðið
váttaði fyri BBC sunnu-
kvøldið, at tað er farið at
kanna tað, sum menninir
siga.
VAL Í RUSSLANDI
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Vladimir Putin vann sum
væntað russiska forsetaval-
ið, men USA fýlist á val-
stríðið.
Russiski forsetin eitur
framvegis Vladimir Putin.
Á valinum sunnudagin fekk
hann 69 prosent av atkvøð-
unum, og tað var á leið tað,
sum veljarakanningarnar
søgdu undan valinum.
Tá úrslitið var greitt,
segði Putin, at hann fer at
virtka fyri framhaldandi
búskaparframgongd í Russ-
landi, og eygleiðarar í
Moskva er á einum máli
um, at tað var júst tann
búskaparligi framburðurin,
sum fekk russar at velja
Putin til forseta eitt val-
skeið afturat.
Amerikanska stjórnin er
ikki serliga hugtikin av
russiska
forsetavalinum.
Colin Powell, uttanríkisráð-
harri, segði sunnukvøldið
við sjónvarpið Fox News,
at russiska demokratiið
kann ikki fáa altjóða viður-
kenning, fyrr enn øll val-
evni hava somu atgongd til
fjølmiðlarnar. Tað sama
segði trygdarpolitiski ráð-
gevin, Condollezza Rice,
við CNN.
Men
kanska
er
ein
broyting á veg í Russlandi í
so máta. Sunnukvøldið
segði Putin á einum tíð-
indafundi, at hann fer at
virka fyri, at Russland fær
fjølmiðlafrælsi.
Sponsku sosialistarn-
ir, sum vunnu valið
sunnudagin, fara at
leggja Spania á eina
aðra uttanríkis-
politiska kós
VAL Í SPANIA
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
Valsigurin hjá sosialistiska
flokkinum PSOE var uttan
iva eitt óbeinleiðis úrslit av
teirri blóðugu bumbuat-
sóknini at Madrid í síðstu
viku.
Nógvir spanskir veljarar
vóru sera misnøgdir við,
hvussu stjórnin hjá Jose
Maria Aznar, forsætisráð-
harra,
hevði
handfarið
kanningararbeiðið aftan á
atsóknina. Longu beint eftir
brestirnar
helt
stjórnin
uppá, at tað var baskiski
yvirgangsfelagsskapurin
ETA, sum hevði lagt bumb-
urnar, men aftan á fráboð-
anina frá al-Qaeda noyddist
stjórnin at viðganga, at hon
hevði mistikið seg.
Tað revsaðu veljararnir
hana fyri. Stjórnarflokkur-
in, sum sambært øllum
veljarakanningum stóð til
at vinna valið, fekk 37,6
prosent av atkvøðunum,
meðan tann sosialistiski
andstøðuflokkurin PSOE
fekk 42,6 prosent.
Sosialistiski
floksfor-
maðurin, tann 43 ára gamli
José
Luís
Rodroguez
Zapatero, segði aftan á
valsigurin, at flokkurin fer
at leggja spanskan politikk
á eina aðra kós. Hann
lovaði, at landið fer at halda
fram við bardaganum ímóti
yvirgangi, men eygleiðarar
í Madrid siga, at spanski
uttanríkispolitikkurin verð-
ur ein annar nú. Undir val-
stríðnum lovaðu sosialist-
arnir, at teir fara at taka teir
sponsku hermenninar úr
Irak, og eygleiðararnir siga,
at sosialistarnir fara at
knýta Spania tættari ES,
meðan sambandið við USA
verður veikari í framtíðini.
Vórðu illaviðfarnir í
Guantanamo-leguni
Sambært bretunum, sum eru slopnir úr fangaleguni í
Guantanamo, verða fangarnir har illa viðfarnir. Bretska
uttanríkisráðið kannar nú viðurskiftini
Mynd: Reuters
Spania broytir kós
Formaðurin hjá sponsku sosialistunum, José Luís Rodriguez Zapatero, fegnast um valsigurin sunnukvøldið
Mynd: Reuters
Putin fekk 69 prosent
Tá Føroya Tele
strikaði mánaðar-
gjaldið á uppringdum
internetsambandi var
mista inntøkan tikin
av øðrum rakstrar-
postum í fyritøkuni,
og tí breyt fyritøkan
konsessiónina, stað-
festir Kærunevndin
hjá Fjarskiftiseftir-
litinum. Kortini
sleppur Føroya Tele
undan áralangum
dagbøtum
SAMSKIFTI
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Tað var ikki í lagi, at Før-
oya Tele strikaði mánaðar-
gjaldið á uppringdum inter-
netgjaldi upp á 70 krónur.
Mista inntøkan av gjaldin-
um, ið var tilsamans fimm
milliónir krónur, varð fíggj-
að av øðrum inntøkupost-
um í fyritøkuni, og sostætt
var talan um sonevndan
krossstuðul. Og hetta er
brot á konsessiónina hjá
Føroya
Tele,
staðfestir
Kærunevndin hjá Fjar-
skiftiseftirlitinum.
Ongar dagbøtur
Í september 2002 boðaði
Fjarskiftiseftirlitið Føroya
Tele frá, at eftirlitið ikki
kundi góðtaka strikaða
mánaðargjaldið. Tí hetta
fór at geva fimm milliónur
krónur í halli, ið skuldi
fíggjast við øðrum inntøk-
um. Ístaðin álegði Fjar-
skiftiseftirlitið Føroya Tele
at krevja mánaðargjald.
Føroya Tele hevði um hetta
mundið 85 prosent av
marknaðinum fyri uppringt
internetsamband, og tí var
neyvan sannlíkt, at fyri-
tøkan fór at vinna sær størri
marknaðarpart og harvið
kompenserandi
inntøkur
við átakinum, metti Fjar-
skiftiseftirlitið.
Men Føroya Tele vildi
ikki fylgja avgerðini hjá
Fjarskiftiseftirlitinum og
kærdi málið til Kærunevnd-
ina hjá Fjarskiftiseftirlitin-
um. Andras Róin, stjóri á
Føroya Tele, vísir á, at fyri-
tøkan lá í harðari kapping
við Kall, ið longu bjóðaði
ókeypis, uppringt internet-
samband. So fyri at varð-
veita viðskiftafólkini var
neyðugt hjá Føroya Tele at
strika mánaðargjaldið.
Fjarskiftiseftirlitið hótti
Føroya Tele við dagbøtum,
til viðurskiftini vóru fingin
í rættlag. Men nú Kæru-
nevndin
hevur
staðfest
avgerðina hjá Fjarskiftis-
eftirlitinum, skal Føroya
Tele kortini ikki gjalda dag-
bøtur fyri tíðarskeiðið frá
september 2002 til dags
dato.
Niðurstøðan hjá Kæru-
nevndini er, at Fjarskiftis-
eftirlitið ikki nóg greitt
álegði Føroya Tele dagbøt-
urnar. Tí væl hótti Fjarskift-
iseftirlitið í síni avgerð
Føroya Tele við dagbøtum,
men tá telefyritøkan valdi
ikki at fylgja avgerðini,
fylgdi eftirlitið ikki málin-
um upp við at áleggja Før-
oya Tele dagbøturnar.
Hesin feilur hjá Fjarskift-
iseftirlitinum hevur sostætt
spart Føroya Tele fleiri
milliónir krónur, tí dagbøt-
urnar vera vanliga givnar
við støði í einstaka málin-
um.
Góðtekur ikki
avgerðina
Enn er ikki greitt, hvør av-
leiðingin av avgerðini hjá
Kærunevndini
verður.
Jógvan Thomsen, stjóri á
Fjarskiftiseftirlitinum, sig-
ur at málið fyrst skal við-
gerast í Fjarskiftiseftirlitin-
um.
Hann dugir tí enn ikki at
siga, um Føroya Tele til
dømis verður álagt aftur at
krevja mánaðargjald fyri
uppringda
internetsam-
bandið.
Eisini kann hugsast, at
Fjarskiftiseftirlitið fer at
krevja Føroya Tele eftir
dagbøtum, til viðurskiftini
eru fingin í rættlag, og
málið kann í síðsta enda
meldast til fútan, sigur
Jógvan Thomsen. At tí at
talan
er
um
brot
á
konsessiónina kann somu-
leiðis koma upp á tal, at
Fjarskiftiseftirlitið sendir
eina fráboðan til landsstýr-
ismannin í samskiftismál-
um.
Andras Róin, stjóri á Før-
oya Tele, er ikki nøgdur við
avgerðina hjá Fjarskiftis-
eftirlitinum. Hann vísir á, at
Føroya Tele avgjørt metir
seg hava rætt til at selja ein
vøru við undirskoti eina tíð
fyri at fáa viðskiftafólk.
Hann vísir á, at undirskotið
hevði verið størri, um mán-
aðargjaldið ikki var strikað,
tí tá hevði Føroya Tele mist
øll viðskiftafólkini til kapp-
ingarneytarnar.
- Vit mugu geva skap-
anarverkinum størri
ans, heldur Finnbogi
Joensen, formaður í
nýstovnaða Lokal
Agenda 21 felagnum í
Vestmanna
UMHVØRVI
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Fyrsta Lokal Agenda 21
felagið í Føroyum varð
stovnað
í
Vestmanna
sunnudagin. Felagið hevur
til endamáls at kunna bygd-
arfólkið um ymiskt, sum
hevur við umhvørvið at
gera, til dømis at ráðgeva
um urtagarðsrøkt, at geva
bygdarfólkinum tilboð um
bíligar plantur og runnar, at
skipa fyri hugnaløtum við
sangi og upplestri, har kjak
verður um at fríðka bygd-
ina, umframt at stuðla
grønari orku við gransking
á økinum.
Finnbogi Joensen, ið var
ein av stiðtakarunum til
Lokal Agenda 21 í Vest-
manna, og sum nú er for-
maður, sigur at felagið hev-
ur fleiri mál á skránni.
Hann nevnir sum dømi, at
felagið í næstum fer at
skipa fyri tiltaki, har fólk
kunnu keypa plantur, og
samtíðis fáa urtagarðsráð-
geving. Eisini fer felagið at
skipa
fyri
gongutúrum
saman við Kunningarstov-
uni.
– Tað snýr seg at fáa fólkið
nærri náttúruni, sigur Finn-
bogi Joensen.
Burturkast frá skipum
Ein av uppgávunum hjá fel-
agnum verður at skipa so
fyri, at minni verður tveitt í
havið frá føroysku skipun-
um.
Ítøkiliga ætlar felagið at
arbeiða fyri, at skip í Vest-
manna sleppa av við gaml-
an trolreiðskap, og ætlanin
er at gagnnýta gomlu trol-
ini. Í næstum fer Lokal
Agenda 21 í Vestmanna at
prenta faldarar við upplýs-
ingum til skipini um vand-
an við at brúka havið sum
ruskpláss.
Faldararnir
verða ikki bert latnir skip-
unum í Vestmanna, men úr
øllum landinum.
Globalt og lokalt
Slagorðið, at hugsa globalt
og handla lokalt, er reyði
tráðurin í arbeiðnum hjá
nýggja Lokal Agenda 21
felagnum í Vestmanna.
– Vit mugu duga betur at
umsita skapanarverkið, so
okkara eftirkomarum verð-
ur lív lagað, leggur Finn-
bogi Joensen dent á.
Hann vísir á Rio-sáttmál-
an frá 1992, tá heimsins
tjóðir undirskrivaðu ein
greiðan málsetning um at
ansa betur eftir náttúruni.
Samstarv
Lokal Agenda 21 felagið í
Vestmanna ætlar sær at
samarbeiða við kommun-
una um størri verkætlanir,
umhvørvinum í bygdini til
frama.
Kreftirnar hava higartil
verið lagdar í at fáa savnað
fólk til sjálvbodna nevndar-
arbeiðið í felagnum, og tí-
skil hava umboð fyri felag-
ið enn ikki tosað við Vest-
manna Kommunu.
– Í samband við størri
verkætlanir er tað sjálvandi
ein spurningur um pengar,
men felagið vil so koma við
uppskotum og veita ráðgev-
ing, sigur Finnbogi Joensen
og vísir á, at kommunan
sjálvsagt ikki er bundin at
nøkrum.
Grøna bygdin
Í fleiri ár hevur Vestmanna
verið undangongubygd á
umhvørvisøkinum.
Eitt
dømi er viðarlundin í bygd-
ini, har hvørt barn eigur sítt
træ. Skúlin og barnagarður-
in eru sonevndir »grønir«
stovnar, og í hesum døgum
verða serligar sólcellur
lagdar á takið á ítróttarhøll-
ini, ið skulu geva tveir trið-
ingar av streymorkuni til
skúlan.
– Hetta er í síðsta enda ein
spurningur um hugburð, og
um at gera nakað fyri trivn-
aðin í bygdini, sigur Finn-
bogi Joensen, og vísir á, at
Føroyar eru eftirbátur á
umhvørvisøkinum.
Felagið í gongd
Umleið 40 fólk vóru á
stovnandi aðalfundi hjá
Lokal Agenda 21 felagnum
í Vestmanna sunnudagin.
Í nevndina vóru vald
Finnbogi Joensen, formað-
ur, ið arbeiðir sum umsjón-
armaður í Vestmanna skúla.
Hini í nevndini eru Petur
Andreasen, arkitektur og
byggifrøðingur,
Gurið
Undir Kletti, bachelor í
ráðlegging
og
náttúru,
Sóley
Poulsen,
banka-
kvinna og Jógvan í Dávids-
stovu, skipari, sum eisini
hevur tilknýti til ferðavinn-
una. Tiltakslimir eru John
Zachariassen, Marner Joen-
sen og Kirsten Jensen.
Finnbogi Joensen sigur,
at málið er at fáa alt bygd-
arfólkið í Vestmanna við í
felagið. Men hann leggur
samtíðis dent á, at fólk
aðrastaðni frá, umframt
stovnar og fyritøkur, eru
vælkomin at vera við í fel-
agnum.
Limagjaldið er 100 krón-
ur fyri einstaklingar, 150
krónur fyri húski og 500
krónur fyri feløg.
Fólkið nærri náttúruni
Landsstýrismaðurin í almannamálum, Hans Pauli Strøm, nýtti høvið at heilsa uppá formannin
í Lokal Agenda 21 felagnum í Vestmanna, Finnboga Joensen. Eisini tinglimir úr bygdini vóru á
stovnandi aðalfundinum
Føroya Tele breyt konsessiónina
Tapið av strikaða mánaðargjaldinum á uppringda internet-
sambandinum frá Føroya Tele varð fíggjað av øðrum inntøku-
økjum, og tað er ikki loyvt, staðfestir Kærunevndin hjá
Fjarskiftiseftirlitinum.
C
M
Y
K
5
4