týsdagur 16. mars 2004síða 4
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 52 - 16. mars 2004
Nr. 52 - 16. mars 2004
7
Herðaklapp til Adelborg
The grand old Lady í
sjónleikaheiminum í
Klaksvík, Adelborg
Linklett, fekk á græk-
arismessu ársins
herðaklapp fyri sítt
stóra arbeiði sjónleik-
inum í Klaksvík og
landinum sum heild
at frama
HERÐAKLAPP
Edvard Joensen
Adelborg Linklett í Klaks-
vík fekk í ár ársins herða-
klapp frá Leikpalli Føroya.
Við herðaklappinum fylgdu
eitt skreytblað, ein eftir-
gjørdur gekkaskortur og ein
kekkur áljóðandi 12.000,-
krónur.
Umstøðurnar
í
Hans
Andriasarhúsi Undir Pisu-
varða vóru eitt lítið sindur
sindur lítillætnari, enn tað,
vit nýliga hava sæð úr
Hollywood. Her vóru eingi
sjónvarpstól, sum mólu um
tey, ið møttu upp, og av-
myndaðu upp og niður,
mettu um, hvør hevði vakr-
asta ella sjáldsamasta kjól-
an, ella hvør nú fylgdist við
hvørjum ella hevði fríggjað
uttangarðs seinasta hálv-
árið ella so.
Í Hans Andriasarhúsi var
friðaligt og hugnaligt. Her
vóru fólk komin saman at
heiðra ein, tey ikki ivaðust í
hevði heiðurin uppibornan.
Semja um avgerðina
Men tað var ikki minni há-
tíðarligt enn í Amerika, hó-
ast ikki so uppblást. Og tá
úrslitið so varð kunngjørt -
sum fleiri longu høvdu gitt
frammanundan - vóru øll
nøgd við avgerðina, sum
tikin var.
Laura Joensen, formaður
fyri Leikpall Føroya, beyð
vælkomin og segði, at hon
hevði vónað at sleppa und-
an at standa her aftur í ár
sum umboð fyri Leikpall
Føroya, tí vónir vóru til, at
hon hesaferð skuldi um-
boða Tjóðpall Føroya.
Men so varð ikki, og tí
stóð hon so her eins og
Luther gamli á sinni og
kundi ikki annað
Men tað gjørdi ikki góða
lagið verri, og tá úrslitið var
kent, vóru øll á einum máli
um, at hetta var eitt gott val,
útnevningarnevndin hevði
gjørt.
Ein rørd Adelborg Lin-
klett takkaði fyri heiðurin
og helt, at tað kundi líka
væl verið onkur annar enn
hon, sum átti hetta uppi-
borið.
Eisini ein annar vetrer-
anur frá sjónleikalívinum í
Klaksvík, Jógvan Ósá, tók
orðið á samkomuni. Hann
fegnaðist
Adelborg´sa
vegna um heiðurin, sum
hann av fullum huga tók
undir við og metti verða
fult uppibornan.
Grundgevingin
Í grundgevingini hjá út-
nevningarbólkinum, verður
dentur lagdur á tað stóra
arbeiðið, Adelborg Linklett
hevur gjørt í og fyri
Klaksvíkar Sjónleikarfelag.
Men hon hevur eisini
verið virkin aðrastaðni enn
í Klaksvík, tá talan er um
bæði sjónleik og film.
Hon hevur millum annað
fleiri feðrir verið boðsend
at koma til Havnar at spæla
við í sjónleiki, eins og hon
hevur verið við í tveimum
filmum. Í filminum »Mað-
urin ið slapp at fara« hevði
hon ein týðandi leiklut, eins
og hon eisini var við í »Bye
Bye Blue Bird«.
Í grundgevingini verður
eisini tikið við, at Adelborg
Linklett hevur verið »prim-
us motor« í Klaksvíkar
Sjónleikarfelag, síðan tað
varð endurstovnað í 1977. Í
20 ár hevur hon verið for-
maður, og hini árini hevur
hon verið nevndarlimur.
Hon hevur oftast tikið ein
leiklut á seg, tá leikir skulu
setat upp í Klaksvík, vísir
útnevningarbólkurin á. Og
alt hitt arbeiðið, sum er í
samband við sjðonleikin,
átekur hon sær eisini, tá tað
skal vera.
Har skulu seymast búnar.
Har skal gerast pallur.
Finnast skulu bæði leikarar
og leikstjórar.
– Og fast hevur verið, at
leikstjórarnir sum koma
utaneftir, tað verið seg
føroyingar ella útlendingar,
búgva hjá Adelborg, greiða
starvsfelagar hennara frá.
At Adelborg hevur týdn-
ing fyri felagið, bera vitnis-
burðurin frá starvsfeløg-
unum boð um. Ein teirra
sigur soleiðis um Adelborg:
»Adelborg hevur havt
stóran týdning fyri tey
ungu, tí hon dugir so væl at
fáa tey at kenna seg væl.
Hon er tann persónur í
Klaksvíkar Sjónleikarfelag,
sum hevur eggjað ungfólki
at taka lut í listarliga virk-
seminum við at stimbra og
menna ungdómar at gerast
dugnaligir sjónleikarar.«
Eingin uppgáva hevur
verið ov stór, og eingin ov
lítil fyri Adelborg Linklett.
Hon hevur leikt, leikstjórn-
að og ikki minst staðið fyri
tí prakiska. Um tað er at
flyta pallmundir, gera reint
og ikki minst gera mat til
hesi fólkini, so er hon har.
Útnevningarnevndin
endar grundgeving sína so-
leiðis: »Hon er ein góð fyri-
mynd fyri onnur áhugafeløg
uttan fyri meginøkið.«
Adelborg Linklett fekk ársins herðaklapp frá Leikpalli Føroya. Laura Joensen handaði heiðursgávur í samband við útnevningina
Mynd: Maria Olsen
Herverk á bilar
Løgreglan í høvuðsstað-
num sigur frá einari røð
av
herverkum,
sum
vórðu framd á bilar leyg-
arnáttina. Tað letur til, at
gerningsmaðurin
ella
menninir eru farnir eina
rundferð í Djóna í Geils-
gøtu og Jóna Broncks-
gøtu, har teir millum
annað hava skorið dekk
upp á einum sjey ella
átta bilum og skøvað teir
við onkrum amboði.
Eitt annað herverk var
á ein bil sunnudagin.
Hetta var oman Mattalág,
og heldur løgreglan ikki,
at tað er samband ímill-
um hesi herverk.
Eigarin á bilinum sá
teir, sum framdu her-
verkið. Talan var um fýra
dreingir, sum nýttu eitt
skrellistativ til at knúsa
bilin við.
Løgreglan kannar nú
herverkini, men sum er
hevur hon onki ítøkiligt á
teimum fyrru herverk-
unum.
-sae-
Ferðsluóhapp
Fríggjadagin hendi eitt
ferðsluóhapp á Landa-
vegnum í Havn. Ein
knallertførari helt ikki
treytaleysu víkiskylduna,
og rendi tískil saman við
ein bil. Knallertførarin
fekk nakað av skaða og
varð fluttur á Lands-
sjúkrahúsið.
Seinni fríggjadagin var
eisini eitt ferðsluóhapp í
Berjabrekku. Bilførarin
var sjónliga ávirkaður og
verður nú skuldsettur fyri
rúsdrekkakoyring.
Somuleiðis varð ein
annar bilførari tikin fyri
rúsdrekkakoyring
við
Klubbagarðin
leygar-
morgunin.
-sae-
Fólk í viðføris-
rúminum
Løgreglan tók ein bil
leygarnáttina,
sum
koyrdi runt í býnum við
viðførislúkuni opnari og
fólkum sitandi í við-
førisrúminum. Bilførarin
verður nú skuldsettur fyri
brot á ferðslulógina.
Ein
bilførari
varð
steðgaður fyri ov nógva
ferð á vegastrekkinum
við
Áir
seinnapartin
sunnudagin.
Ferðin
máldi 141 km/t og fer
málið í rættin, har av-
gerðin um, viðkomandi
bilførari
skal
missa
koyrikortið ella ikki,
verður tikin.
-sae-
Royndi at stjala
bil
Onkur hevði gjørt sær
serliga stóran ómak við
at royna at stjala ein bil
úr einari garasju leygar-
kvøldið.
Løgreglan sigur, at
viðkomandi hevur roynt
fleiri ymiskar snildir fyri
at sleppa avstað við bil-
inum.
– Milluma annað varð
instrumentbrettið skrúv-
að frá, so her er talan um
kvalifiseraða roynd at
stjala ein bil, men við-
komandi slapp so ikki
avstað við honum, sigur
vakthavandi.
-sae-
Nógvur vindur og
sera kalt var, tá
Grækarismessuhald
var hildið í Klaksvík
sunnudagin. Av tí
sama var heldur ikki
so nógv fólk komið
saman
GRÆKARISMESSA
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Klaksvík:
Skrúðgongan
við hornorkestrinum og
skótunum fór frá býráðs-
húsinum beint við ferju-
leguna heim í skúlan við
Ósánna. Skrúðgongan var
av teimum smáu í ár, tað
má sigast. Hví so var, skal
her vera ósagt, men tað var
løgið at síggja eina so lítla
skrúðgongu. Fólk gjørdu
tó, sum tey plaga. Tey stóðu
og bíðaðu í støðum eftir
henni og fylgdu so við, so
hvørt, sum hon kom fram-
við.
Hóast tað var sera kalt og
nógvur vindur, varð tiltakið
úti í sjálvum skúlagarðin-
um. Hornorkestrið spældi
eitt lag, og síðani kom
Eyðfinn Reyðberg, stjóri í
Norðoya Sparikassa upp á
talarastólin.
Svart og hvítt
Í røðu síni tosaði Eyðfinn
Reyðberg nógv um litirnar,
sum eyðkenna tjóðfugl
okkara. Tann svarti og hvíti
liturin. Hann samanbar
hesir litir við, hvussu tað
verður hugsað í samfelag-
num í dag. Hann kom inn á
hetta, at tað so ofta verður
hugsað meira um tað svarta
heldur enn tað hvíta. Og tað
harmaðist hann um.
– Í mínari verð er tað av
stórum týdningi, at vit ikki
blanda hvíta og svarta litin
saman. Tí hvat hendir um
vit gera hetta - svart og
svart er og verður altíð
svart, tað fær ikki verið
annað. Men blanda vit hvítt
og svart, ja so verður tað
eisini svart - tað fær heldur
ikki verið annað, og tað er
júst hetta, sum dagsins
samfelag roynir at gera í
dag, við at siga okkum, at
einki bert er hvítt og svart,
segði Eyðfinn Reyðberg
millum annað.
Hann segði eisini, at
menniskju kunnu bert hava
eitt gott lív og byggja land,
og harvið skapa trivnað og
framburð, við at varðveita
ljósið ljóst, og hugsa seg
væl um, hvat tey velja at
bera fram í ljósið.
Tá røðan frá Eyðfinni var
liðug, spældið hornorkestr-
ið aftur tvey løg og so ein
marsj.
Hóast skrúgongan var
minni enn vanligt og færri
fólk vóru komin at lýða á,
so má tað sigast at vera
hugaligtkortini at síggja, at
hóast kuldi og vindur, onn-
ur tiltøk ella áhugamál, so
eru tað nøkur, sum enn
halda fast við hendan gaml-
an siðin at bjóða tjóðarfugli
okkara vælkomnum aftur
til landið.
Maria Mørkøre hevur í
hesum døgum málninga-
framsýning
í
Norðoya
Kunningarstovu. Talan er
um 19 listaverk – bæði
oljumálningar og myndir
gjørdar úr koli og vatni.
Maria er klaksvíkingur,
hon er 36 ára gomul og
lærdi
málningalist
á
Listaskúla í Danmark frá
1996 til 1998.
Hon hevur millum annað
eisini havt framsýningar á
Viðareiði,
í
Tórshavn,
Klaksvík og í Danmark.
Eisini hevur hon luttikið á
framsýningum
á
norðoyastevnu, Ólavsøku
og einar á Stykkinum.
Umframt at vera lista-
kvinna, undir Maria í
tekning og málningalist á
Føroya Handarbeiðskúla.
Íblásturin til listaverkini
sigur hon seg fáa frá
føroyskum
bygdaløgum,
náttúruni og menniskjum.
Framsýningin hjá Mariu
verður hangandi uppi allan
mars mánað.
Gjørt seg inn á standmynd
Tá fólk,
sum búgva
á Biskopstø
ella har á
leið í
Klaksvík,
vaknaðu
sunnumorg-
unin, sóu
tey eina
heldur
løgna sjón
uttan fyri
Norðoya
Heimavirkið og Klaks-
víkar Bókasavn. Stand-
myndin
av
Kjølbro
stendur har, og hevði hon
fingið ein innkeypsvogn
upp á heysin.
Hvør hevur gjørt hetta
ella júst nær hetta er
hent, er ilt at meta um.
Løgreglan í Klaksvík
hevur ikki fingið nakrar
fráboðan um hetta.
Annars sigur vakthav-
andi í Klaksvík, at viku-
skiftið hevur sum heild
verið sera friðarligt.
-sae-
Mynd: S. á Høvdanum
Tjaldur ver vælkomið
Eyðfinn Reyðberg, stjóri í Norðoya Sparikassa flutti fram røðu til Grækarismessuhaldið í
Klaksvík
Framsýning
í Norðoya
Kunningarstovu
Maria Mørkøre
C
M
Y
K
7
6