Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-03-16, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. mars 2004síða 5

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 52 - 16. mars 2004 Nr. 52 - 16. mars 2004 9 Frælsi til at yvirtaka tá ið vit vilja og størri frælsi í uttanríkis- málum, eru á skránni, nú Jóannes Eides- gaard hittir danska forsætismálaráðharra n á fundi í Keyp- mannahavn í dag RÍKISRÆTTARLIGA STØÐAN Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Størri frælsi hjá Føroya Løgtingið at fremja yvir- tøkur. Og størri heimildir til Føroyar á uttanríkispol- itiska økinum. Hetta eru tyey bæði evn- ini, sum eru á skránni á fundi í dag ímillum Jóannes Eidesgaard løgmann og Anders Fogh Rasmussen, forsætismálaráðharra í Danmark. Jóannes Eidesghaard fór í gjár á sína fyrstu uttan- landsferð sum Føroya Løg- maður. Ferðin gongur til Keypmannahavnar, har hann skal hitta danska for- sætismálaráðharran á fundi í dag. Men í morgin skal hann eisini á kurteisisvitjan hjá danska uttanríkismála- ráðharranum, Per Stig Møller. Fundurin við Anders Fohg Rasmussen er ein formligur fundur við fastari dagsskrá. Og nú løgmaður er niðri, hevur uttanríkis- málaráðharran bjóðað hon- um inn á gólvið til eitt óformligt prát um leyst og fast. Størri frælsi at yvirtaka Á fundinum við Anders Fogh Rasmussen, eru tvey høvuðsmál á skránni. – Í fyrstu atløgu fara vit at tosa um, hvussu farast skal fram, tá ið Føroyar í framtíðini ætla at yvirtaka ymisk málsøki, segði Jó- annes Eidesgard við Sosial- in, beint áðrenn hann fór av landinum í gjár. – Í aðru atløgu fara vit at viðgera, hvussu føroyingar kunnu fáa víðkaðar heim- ildar at umboða okkum sjálvi í uttanríkispolitiskum málum. Løgmaður sigur, at enda- málið við fundinum við Anders Fogh er at halda fram við arbeiðnum at av- tala ein leist fyri, hvussu farast skal fram, tá ið yvir- tøkur skulu fremjast. – Hetta er eitt arbeiði, sum byrjaði undir farnu samgongu við tí tiltikna Tvøraskjalinum, sum ikki er nøkur beinleiðis avtala, men eitt ætlanarskriv. – Í kjalarvørrinum á tí hava ambætisfólk gjørt eitt arbeiði fyri at gera eina yvirtøkulóg fyri, hvussu vyirtøkur skulu fremjast hereftir. Men Jóannes Eidesgaard sigur, at hansara uppgáva á fundinum við Anders Fogh Rasmussen, verður at snar- að yvirtøkumálið inn á tað kós, sum hendan samgong- an stendur fyri. Og tað, sum hendan sam- gongan vil á yvirtøkuøk- inum, er, at Føroya Løgting skal til eina og hvørja tíð kunna samtykkja at yvir- taka eitt mál og at yvirtaka fulla fíggjarliga og umsit- ingarliga ábyrgd av øk- inum. Hetta skal vera galdandi fyri øll mál, uttan tey, sum eru beinleiðis tengd at ríkisfelagsskapinum. Í løtuni er skipanin tann, at tað eru nøkur mál, sum kunnu yvirtakast, nøkur mál kunnu ikki yvirtakast og nøkur mál skal sam- ráðast við donsku stjørnina um, áðrenn tey kunnu yvirtakast. Og so eru tað eisini fleiri málsøki, sum als ikki eru nevnd nakrastaðni. Jóannes Eidesgaard sig- ur, at í nýggju avtaluni við Danmark skulu tey málini nevnast, sum ikki kunnu yvirtakast, tí tey eru bein- leiðis tengd at ríkinum, eitt nú hernaðarmál og stats- borgaraskapunin. – Men øll hini málini, sum ikki eru nevnd, skulu føroyingar kunna yvirtaka, tá ið løgtingið samtykkir tað, samstundis sum vit yvirtaka tað fullu fíggjar- ligu og umsitingarligu ábyrgdina av teimum. Ætlar at taka Fogh upp á orðið Tá ið Anders Fogh helt sína setanarrøðu tann 1. oktober í 2001, segði hann, at hann ætlaði at virka fyri, at Før- oyar og Grønland fingu størri heimildir á uttanríkis- politiska økinum. – Eg ætli mær at taka hann uppá orðið og á fund- inum við hann í morgin, fari eg eisini at tosa við hann um, hvussu føroying- ar kunnu fáa størri heimild- ir á uttanríkispolitiska øk- inum. Tað, sum Anders Fogh Rasmussen sipaði til, var, at nevnd skuldi setast at út- greina, hvat Føroyar og Grønland skuldi fáa víðk- aðar heimildir til. Tað arbeiðið skuldi enda við eini lóggávu um tær heimildir, sum Føroyar og Grønland skuldi fáa. Jóannes Eidesgaard sig- ur, at gongd var komin á tað arbeiðið, tá ið valið varð útskrivað og tá kom steðgur í. Nú er so ætlanin at fáa gongd á aftur arbeiðið og tað fer løgmaður at tosa við danska forsætismálaráð- harran um. – Vit hava havt heimildir- nar til at samráðast við onn- ur lond um fiskivinnuavtal- ur, men tað hevur kortini altíð verið undir danska uttanríkismálaráðnum. –Tað, sum ætlanin nú er, er, at vit skulu taka fulla ábyrgd á uttanríkispolitiska økinum av teimum málum, sumeru yvirtikin, eitt nú handil, umhvørvi og ment- an. Men Jóannes Eidesgaard sigur, at eitt, sum kann elva til eitt sindur av óvissu, er, at Danmark er limur í ES og sostatt bundið at ymsum ES sáttmálum og -avtalum. – Tí kann Danmark skjótt koma í tvístøðu ímillum okkara sjónarmið og ES sjónarmið, tí tað er ikki altíð, at okkara sjónarmið samsvara við tey hjá ES. Fyri at nevna eitt dømi, er tað orsakað av Føroyum og Grønlandi, at Danmark er limur í altjóða felags- skapinum, IWC. – Tað er onki yvir at dylja, at danska umboðið har, hevur latið seg ávirkað av rákinum í ES og altjóða høpi, og hevur ført sjónar- mið fram, sum eru bein- leiðis í stríð við føroysk og grønlendsk áhugamál. – Tað er eisini ein spurn- ingur um teir felagsskapir, sum Føroyar og Grønland eru limir í, saman við Dan- mark, eitt nú NAFO og NEAFC, tí tað er heldur ikki altíð, at samsvar er ímillum tey grønlendsku sjónarmiðini og tey før- oysku. Tosa um leyst og fast Á fundinum við danska uttanríkismálaráðharran, fer Løgmaður at tosa um leyst og fast. Men tað er onki at ivast í, at eg fari at tosa við hann um ES og um teir trupulleikar vit hava vit útflutningi við ES. – Eitt nú leggja skotar og írar trýst á ES um at seta laksakvotu í gildi fyri at skerja norskan og kilenskan útflutning til ES, men tað fer eisini at raka okkum og eisini tað málið fari eg at tosa við Per Stig Møller um. Løgmaður tosar við Anders Fogh um størri frælsi til Føroya Jóannes Eidesgaard, løgmaður, ætlar at taka Anders Fogh Rasmussen upp á orðið, tá ið teir hittast í Keypmannahavn í dag Kommunan lat 200.000 til Degnshús Jógvan Arge, býráðslimur: Húsini skulu varðveitast Fyri nøkrum árum síðani lat Tórshavnar Kommuna fyrrver- andi eigaranum av nógv umrøddu Degnshúsi í miðbýn- um í Havn okkurt um 200.000 krónur í stuðuli í sambandi við umvæling av húsinum MIÐBÝUR Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Nógv rok hevur verið bæði í fjølmiðlunum, men eisini millum manna, eftir at Sosialurin herfyri avdúkaði ætlanirnar um at byggja stóran skrivstovubygning, har ið tað nógv umtalaða Degnshús stendur í dag. Millum annað hevur onkur borgari í Havn tikið stig til undirskriftainnsavnan at fáa steðgað ætlanini. Stuðul veittur uttan treytir Fyrrverandi eigarin av Degnshúsi umvældi mið- skeiðis í seinnu helvt av nítiárunum húsini fyri nógvan pening. Táverandi eigarin søkti Tórshavnar Býráð um stuðul til umvæl- ingina, tí ætlanin var at húsini skuldu varðveita sína gamla stíl, eisini eftir umvælingina. Byggi- og býarskipanar- nevndin hjá býráðnum metti tá, at talan var um eini hús, ið vóru verd at varðveita, og gekk tískil umsóknini á møti. Stuðul til slíkar umvælingar verður veittur á tann hátt, at býráðið rindar munin millum bíligasta umvælingarháttin og so tann umvælingarhátt og tilfar, ið er neyðugt fyri at húsini skulu varðveita sína gamla stíl. Í hesum førinum var talan um á leið 200.000 krónur, ið kommunan lat táverandi eigaranum. Tá ið kommunan lat stuð- ulin, fekk eigarin at vita, at stuðulin var latin treytað av, at húsini ikki vóru broytt. Hetta bleiv tó ikki tinglýst, og einki stendur í skeytin- um fyri ognina um hetta. Tískil hevur eigarin av ogn- ini allan rætt at flyta húsini, hóast kommunan fyri stutt- um lat okkurt um 200.000 krónur í umvælingarstuðuli til táverandi eigaran. Tað er eisini undrunar- vert, at táverandi formaður í byggi- og býarskipanar- nevndini, sum metti húsini varveitingarverd, var nú- verandi borgarstjórin Jan Christiansen, ið nú fyri kortum ikki dugdi seg síggja nakra forðing fyri, at húsini blivu flutt av staðn- um. Tekning av húsinum likin út Á undirskriftalistunum, ið liggja frammi í handlum í høvuðsstaðnum, stendur skrivað, at borgarar vilja mótmæla ætlanini at byggja skrivstovubygningin, tí mett verður, at hetta fer at misprýða miðbýin. Á sama lista er ein tekning av røðini av húsum framm við niðara parti av Tinghúsvegnum, frá Jacob Lützen og niðan til Havnar Klubba. Eisini er nýggi bygningurin við á tekning- ini, og Sosialurin hevur fin- gið váttað, at talan er um eina veruliga tekning av bygninginum, og hetta er sera undrunarvert. Umsóknin um byggiloyvi, ið eigarin av ognini hevur liggjandi í byggi- og býarskipanarnevndini, er ikki umfatað av lógini um alment innlit, og eigarin sjálvur hevur ikki útflýggjað tekningina. Tað vil siga, at tað eru fólk innan býráðsins gátt, ið hava útvegað stig- takarunum til undirskrifta- innsavnina tekningina, og tað er beinleiðis ólógligt! Húsini kanska friðast Stjórin á Fornminnissavni Føroya, Stefan Stuman Hansen, hevur í fjølmiðl- unum sagt, at fornminnis- savnið umhugsar at mæla til, at húsini hjá Anton Degn verða friðað. Stefan Stuman Hansen sigur tó, at eingin avgerð er tikin í málinum enn, men hon fyriliggur allarhelst síðst í hesi vikuni. Hann vil tó ikki úttala seg nakað ítøki- ligt í málinum. Svartiper í hesum máli er eigarin av húsinum hjá Anton Degn, Petur Olsen, og hann situr nú sum lús millum tvær negl. Hann hevur ikki hug til at gera viðmerkingar til málið, men hann undrast tó á, at fornminnissavnið als ikki hevur sett seg í samband við hann, áðrenn teir fóru út í fjølmiðlarnar at úttala seg um friðing av húsinum. Um so er, at húsini verða friðað, er hetta ein fíggjar- ligur smeitur hjá eigaranum av húsinum. Keypsprísurin, ið hann lat fyrrverandi eig- aranum, var væl oman fyri tað, ið húsini eru verd, tí ætlanin við keypinum hev- ur allarhelst altíð verið at gjørt ein skrivstovubygn- ing. Verða húsini friðið, og eigarin tískil vil selja tey aftur, fær hann neyvan tað sama fyri tey, sum hann lat í síni tíð. Harafturat hevur hann gjørt stórar íløgur í projektering, tekningar og annað í sambandi við ætl- anini um at byggja skriv- stovubygningin. Ein av andstøðulim- unum í byggi- og býarskipanarnevnd- ini hjá Tórshavnar Býráð, Jógvan Arge, heldur tað verða burturvið at geva byggiloyvi til skriv- stovubygning, har húsini hjá Anton Degn standa í dag MIÐBÝUR Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Grækarismessuhald var í Havn sunnudagin. Maður- in, ið helt grækarismessu- røðuna, var býráðslimurin Jógvan Arge, og í røðu síni kom hann inn á viðurskift- ini í miðbýnum í Havn. Hann segði millum annað, at tá ið málið um Tinghúsið endaði við, at húsið bleiv varðveitt, skuldi tað verið lagamanni at hildi fram á somu leið og varðveitt hús- ini hjá Anton Degn Kommunan skal eisini hugsa um eigaran Jógvan Arge ásannar, at stórur tørvur er á eini heild- arætlan fyri økið við Ting- húsvegin, men hann leggur áherðslu á, at eftir hansara tykki skulu húsini varðveit- ast. Hann sigur tó, at neyð- ugt er eisini at hugsa um borgaran, ið eigur húsini hjá Anton Degn. Núverandi eigarin av ognini hevur keypt húsini út frá nøkrum fortreytum, sum nú møguliga verða broyttar, og tá kann Tórs- havnar Kommuna ikki bara standa og hyggja at, og lat viðkomandi skattaborgara sita eftir við svartaperi, sigur Jógvan Arge. Spurdur um, hvussu tað ber til, at kommunan letur stuðul til umvæling av einum eldri húsum, uttan at nøkur treyt verður sett við, sigur Jógvan Arge, at tað er eisini undrunarvert, men at hetta er eitt mál, sum um- sitingin allarhelst skal taka sær av. Jógvan Arge sigur, at sjálvsagt skal tað ikki verða gjørligt at fáa stuðul til umvæling av eldri hús- um, og so verða húsini tikin niður fá ár seinni uttan nakra sum helst forðing. Hetta skriv hevur ligið frammi í handlum í høvuðs- staðnum seinastu dagarnar, og á skrivini verður avdúkað, hvussu nýggi skrivstovubygn- ingurin ætlandi kemur at síggja út. Hvussu stigtakarar- nir til undirskriftainnsavnina hava fingið fatur á tekningini er ein gáta Jógvan Arge, býráðslimur, sigur at sjálvsagt skulu húsini hjá Anton Degn varðveitast C M Y K 9 8