Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-03-16, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. mars 2004síða 6

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 52 - 16. mars 2004 Nr. 52 - 16. mars 2004 11 Sunnudagin vóru tvey sera týðandi val – valið í Spania og forsetavalið í Ruslandi. Valið í Spania gjørdi øll bilsin, meðan valið í Ruslandi gekk, sum øll høvdu væntað. Valið í Spania er uttan iva tað mest áhugaverda valið og ein hin mest týdn- ingarmikla politiska hending í Europa í langa tíð. Hvat var tað, sum hendi í Spania? Jú, tað, sum hendi var ein demokratiskur uppreistur móti tí sera høgravenda politikki, sum spanski konserva- tivi stjórnarflokkurin hevur rikið í mong ár. Flokkurin hjá Aznar hevur borið seg at sum ein viljaleysur klæðseksdrongur hjá Busch og hetta, at Aznar saman við USA fór upp í kríggið móti Iraq hevur verið sera illa dámt av spanska fólkin- um. Ræðuliga yvirgangsatsóknin í Madrid í hinari vikuni prógvaði fyri sponsku veljarunum, at antiyvirgangspolitikkurin hjá konservativu stjórn- ini hevur verið ein vanlukka fyri landið. Her er ein orsøkin til misnøgdina at finna. Ein onnur orsøk til misnøgd veljarans er tann víð- gongdi høgrapolitikkurin, sum stjórnin hevur rikið. Hesin politikkur hevur havt til endamáls at taka av tað vælferðarsamfelg, sum spanski javnaðarflokkurin hevði bygt upp gjøgnum mong á Ein triðja orsøk skal finnast í tí sera harðrendu viðferð, sum Catalonia og Baskaralandið hava fingið frá konservativu stjórnini. Fólk í Spania vóru nú troytt av hesum afturhaldspolitikki og tey vóru troytt av at teirra stolta land skuldi hava leiklutin sum amerikonsk eltibløra. Tí fóru velj- ararnir frá tí konservativa fólkaflokkinum, Partido Popular yvir til spanska javnaðarflokkin Partido Sosialista. Valið í Ruslandi gekk, sum væntað. Putin situr trygt á valdinum og politikkur hansara er vorðin alt meira ódemokratiskur við árunum. Valið í ruslandi var tí eingin sigur fyri fólkaræði, men bert ein staðfesting av, at Rusland enn einaferð um enn líðandi aftur er á veg í móti einaræði. Putin fer harðliga fer móti pressuni, hann fer ikki minni harðliga fram móti sínum politisku mót- støðumonnum og tann, sum fylgir við í russiskum politikki, fær eina kenslu av, at hetta er alt hent fyrr. Nú hendir tað bara uppá ein meira "demo- kratiskan" og smartan máta. Putin og flokkur hans kontrollera allar týðandi partar av russiska sam- felagnum og herferð hansara móti yvirgangs- monnum hevur bert ført til enn meira yvirgang. Soleiðis var valið í Spania ein stórsigur fyri fólkaræði, meðan valið í Ruslandi var meira iva- samt. DAGSINS MEINING Sosialurin Tvey val VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo JónBrianHvidtfeldtjonbrian@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Heini í Skorini heini@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard ave@post.olivant.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 228909 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Marjun Sigurðsdóttir Økisterapi/økis- psykiatriheima- røkt/reingerð o.a. í einum ellibita. Sum formaður í Meginfe- lag teirra brekaðu eri eg ikki sørt ørkymla um tað, ið sagt verður um ta økis- terapi, ið vit hava hoyrt tríggjar ymsar landsstýr- ismenn tosa um, og so tey tíðindi, sum fjølmiðlarnir bera fram í alt følktari høpi. Seinast í Sosialinum í gjár har formaðurin í Sinnisbata verður endurgivin fyri ikki at skilja millum økisterapi og økispsykiatri og kemur til tað niðurstøðu sambært blaðnum, at vit kunnu gott bíða, tí kommunurnar eru ikki til reiðar at taka ímóti økisterapi. Soleiðis sum landsstýrismaðurin verður endurgivin, so er andsøgn ímillum heimahjálp og millum annað teirra rein- gerð og so eina økisterapi við fysio/ergoterapeutum. Tað sær út til at ymisk heiti og hugtøk eru koyrd í ein pott, burtur úr kemur ein vavgreytur, ið eingin skilir. Meginfelag teirra brek- aðu vil við hesum fegin greina út hvat vit skilja við økisterapi og hví tað er so umráðandi at fáa hana kring landið, so skjótt fak- fólk, útgerð og hølisviður- skifti eru í lagi. Og í okkara verð er einki meira natúr- ligt enn at byrja heima á Sandi, eftir sum júst hetta øki hevur verið fyrsta royndarøki, ið hevur brotið niður garðarnar millum tað at búgva á stovni og so at fáa hjálp, sum longst at búgva heima í egnum heimi og harvið spara innlegging- ar. Ein fyritreyt fyri at hetta framhaldandi skal bera til er júst, at økisterapiin virk- ar í økinum. Vit kundu eisini byrjað í Eysturoynni har vit hava fleiri fleir- brekaði børn og ung. Ella kanska í báðum støðum í senn, t.d. við at lata roynd- ina í Sandoynni serliga snúgva seg um tey eldru meðan royndin í Eystur- oynni har vit hava fleiri fleirbrekaði børn og ung. Ella kanska í báðum støð- um í senn, t.d. við at lata royndina í Sandoynni ser- liga snúgva seg um tey eldru meðan royndin í Eysturoynni kundi samla seg um at gera royndir við yngra fólkinum. Hóast tað er ein dýrur kleppur fyri hin einstaka, so er tað í Suðurstreymi, at tær flestu klinikkirnar við fysiotera- peutum eru, so her eru vit hjálpt, serliga um funnið verður fram til eina ódýrari loysn. Tørvur hevur verið á økisterapi í ártíggir. Tørv- urin er vaksandi, so hvørt sum sjúkrahúsviðgerð verður styttri og styttri og sum kanska, við nýggja Landssjúkrahúsinum sigst mest fer at halla til at verða ambulant viðgerð, tískil verður tørvurin á viðgerð, eftirviðgerð, uppvenjing og fyribyrgjandi tiltøkum enn størri framyvir. Fólkini vit fyrst og fremst tosa um, eru fólk har sjúka hevur givið varandi mein, ella kann koma at geva varandi mein um ikki uppvenjing og viðgerð verður sett í verk. Vit hugsa eisini um tey ið hava viðføtt brek og sum framhaldandi hava brúk fyri viðlíkahaldsviðgerð. Vit hugsa um tey eldru, har høvuðssjónarmiðið hevur verið, at best er at vera longst møguligt í egnum heimi. Í álitið skriva í 2001 sigst endamálið við økisterapiini at vera: • At betra møguleikarnar hjá tí einstaka at vera verandi í egnum heimi og fyribyrgja innlegging • At viðlíkahalda vunnan førleika eftir útskriving av sjúkrahúsi, og at føra vunnan førleika yvir á gerandisdagin hjá tí einstaka. • At styrkja og varðveita likamliga, sálarliga og samfelagsliga førleika- støði hjá tí einstaka. Tríggir fylgjandi landsstýr- ismenn í almannamálum hava tikið málið upp. Øll vita tey, at nógv er at vinna bæði menniskjansliga og fíggjarliga. Vit spara inn- leggingar, vit spara fólk fyri stívar og kreptar liðir, skerdan gonguførleika, slitsár og mangt og hvat. Vit senda í løtuni fólk til bæði Svøríki, Skotlands og so langt, sum til USA. Tað er eitt sindur skemtiligt, at næstu ferð ein umsókn kemur um »move and walk/Pitø« fær umsøkjarin tað svar, at tú kann fáa 1/2 tíma í reingerð í staðin. Økispsykiatriin er ein heilt annar spurningur, sum í dag lutvíst verður rikin frá psykiatrisku deild. Við eini vælvirkandi økisterapi er ikki óhugsandi, at økis- psykiatriin ella partar av henni kundu verið skipað í økisdeplum. Hvat er økisterapi? NORDJOBB Tíðindaskriv Aftur í ár stendur ungum føroyingum í boði at fáa arbeiði í einum øðrum Norðurlandi. Nordjobb bjóðar fólki, sum eru mill- um 18 og 26 ár, arbeiði í summar, frá mai til sep- tember. Til ber at arbeiða í ein mánað í minsta lagi og fimm mánaðir í mesta lagi. Umsóknarfreistin er til 31. mai, men best er at søkja sum skjótast. Á heimasíðuni www.nordjobb.net eru allar upplýsingar um Nordjobb. Og har er eisini umsóknar- blað. Fólk, sum fáa arbeiði frá Nordjobb, fáa løn eftir galdandi lønarsáttmálum í londunum, tey arbeiða í. – Nordjobb útvegar inni- vist, men fólk gjalda sjálvi húsaleiguna. Skipað verður fyri til- tøkum fyri nordjobbarar, eitt nú útferðum og kvøld- setum, so fólk fáa innlit í mentanina í landinum, tey arbeiða í sigur Høgni Iver- sen, samskipari í Nordjobb, sum hevur til húsa í Norð- urlandahúsinu í Havn. Arbeiði í Finnlandi ella Grønlandi ella … Petur S. Johannessen Nakrar viðmerkingar til greinina »Fór so alt aftur í studning?« hjá Kjartan Kristiansen í Dimmalætt- ing tann 4 mars 2004. Hann hevur eina undir- yvirskrift: »Studningshátt Vágsbygd«. Tað er ein sannroynd og harvið ein staðfesting, at har Føroya Fiskavirking, JFK-trol (Kósin) osv. hava virksemi, er hetta beinleiðis almennur studningur til hesar ávísu bygdirnar. Søguliga hevur Vágs- bygd verið fiskivinnubygd burturav, og tí meti eg, at tað er upp á tíðina, at vit fáa bara ein part aftur av tí, tað almenna hevur avviklað í Vági, tí sum sagt, tað al- menna rekur fiskavirksemi á sjógvi og landi nógva- staðni í Føroyum, men ikki í Vági, og hevur tí eina skildu til at veita okkum í Vági eina afturbering. Vit krevja ikki meiri enn onnur, men tað sama, man kann eisini siga, at tað almenna avviklar tær fríðu markn- aðarkreftirnar, og leggja partar av landinum í svart- asta armóð. Kjartan Kristiansen sigur víðari at »studningur bind- ur«. Man kann bara taka flutningsstuðulin av ráfiski til virkingar í Føroyum, har sund og firðir skilja, tá hann byrjaði og virkaði eftir endamálinum, við- merkjast skal, at tað ger hann ikki nú av fleiri or- søkum, sum ikki skal komast inná her. Hesin stuðulin tryggjaði nógv virksemi, sum annars ikki hevði verið á hesum økjum í Føroyum, hetta merkti, at nógv fólk komu í arbeiði, og komu nógv fleiri inntøkur enn útreiðsl- ur til land og kommunur, upphæddin sum var útgoldin var sera lítil ímun til tað virksemi har bleiv skapt. So um tað almenna letur 1,25 kr/kg í stuðli og fær 1,50 kr/kg aftur bein- leiðis/óbeinleiðis, er nógv at heinta hjá tí almenna, tí fólk fáa arbeiði og harvið pening, ið umframt tað, sum er fyri neyðuni, kemur at skapa nógv fjølbroyt virksemi, politikarirnir skulu bert hava tað áræði, at tað ikki skal koma spe- kulatión í stuðulin (sum flutningsstuðulin er end- aður í dag), so er studn- ingur sunnur, og eitt gott stýringaramboð. Kjartan Kristiansen held- ur fram, og sigur: »Nýhugs- an kemur ikki úr løgting- inum, og teirra uppgáva er ikki at ganga á odda, tí tað er luturin hjá vinnuni«. Hvat er Føroya Fiska- virking og onnur Almenn virkir/partafeløg, er tað nýhugsan frá vinnuni? Fjarstøðan millum politikarar og vinnuna í Føroyum er ikki stór, og eg eri ósamdur við Kjartan Kristiansen í tí omanfyri nevnda sitatið, hvør sigur, at løgtingið ikki skal ganga á odda, ella saman við vinnuni skapa eitt gott sunt eksistensgrundarlag, sum er rættvíst. Tað er úrslitið, sum telur, og ikki í hvørjari rekkjufylgju tingini henda, ella hvør í kemur við hvørjum. Kanska síggja politik- ararnir nú hvussu ójavnt ágóðarnir í Føroyum eru plaseraðir, og vilja við hes- um tiltakið rætta nakað av tí vanbýtið/diskriminering Vágsbygd hevur verið fyri, nú í nógv ár. Í hesum sam- bandinum stingur hesin viðkomandi spurningurin seg upp, um tað ikki er uppá tíðina at fáa ein útjavningar skatt so allir borgarir/økir eru líka fyri pr. høvd í Føroyum, hetta verður nýtt nógvastani, so hví ikki í Føroyum? Tað skal viðmerkjast, at vit royndu at fáa stuðul til eina verkætlan, sum fevndi um at fara undir at fram- leiða fesk fløk úr stinglaks og langasporl á PALM Seafood í Vági í 1996. Mett varð, at vit vóru skradd- araseymaðir til at fáa stuðul undir lógini, »um menning av fiskivinnuni á landi«, vit fingu enn tá broytt orðingar í kunngerðini, sum ikki var heimild fyri »hava verið í virksemi í 1 ár«, men einki bar til álíkavæl, og tískil bleiv virkið ikki ført fyri at føra verkætlanina út í lívið. Her kundi nógv arbeiðs- pláss komið burturúr, og hevði hetta verið eitt gott alternativt íkast til vinnuna í dag. So mín áheitan á polit- ikararnir er, at tær/teir ymisku kunngerðirnar/ stovnarnir, sum skulu stimbra og menna/hjálpa vinnuni, mugu takast upp til nýggja viðgerð, og hyggjast má eftir, hvørja nyttu/leiklut og endamál kunngerðirnar/stovnarnir hava, og um tað er nøkt- andi. Her meti eg, at vinnan og politikarirnir hava brúk fyri hvørjum øðrum harra Kjartan Kristiansen, og koma fram til eitt úrslit, sum borgar fyri framburði til frama fyri alt føroya fólk og ikki bara nøkur. VIÐMERKINGAR Studningur kann skapa nógvar sunnar inntøkur Páll Poulsen Eitt av aðalmálunum við modernaðum hugvísindum er at viðgera søguligar framsetingar við tí fínasta amboðnum innan søgu- frøði. Keldukritikkur kann ongantíð undirmetast ella niðurspælast, soleiðis at instringentir sosialir makt- strukturar sleppa at niður- spæla fólk, sum liva eina heiðurliga tilveru. Rættir søgufrøðingar duga keldukritikk: Teir nýta røttu amboðini og seta "streym" til. Vit vita, at um tað, sum ikki passar, verður útgivið, skapast interfe- rensur. Í "Lossingarmenn í Havn" eftir Viberg-Joensen er bæði semantiskur, semiotiskur, syntaktiskur, morfologiskur og Guð-viti- hvat-inkongruensur. Hjá Andrassi Mortensen og "Hinum Føroyska róðrar- bátinum" er skilið heldur ikki gott. Í teimum stóru londunum er ólíka lættari at halda skil á, tí har eru fleiri verulig Universitet, sum kunnu halda hvørt annað í skák - annars kemur logikkurin eftir teimum. Fer nakað av lagi, so má tað steðgast og tað ongantíð ov skjótt. Í Føroyum hava sera óintelligentir maktbygnaðir sett seg á Fróðskaparsetur Føroya. Fróðskaparsetur Føroya granskar ikki seg sjálvt, tískil noyðast vit borgarar í Føroyum at kanna og rannsaka hetta postkoloniala fyribrigdi á Debesartrøð. Tá stovnurin ikki hevur hendan førleika, er stovnurin sjálvur trupul- leikin. Tað, sum undirritaði higartil hevur gjørt, er at vísa basiliskinum, hvussu ljótur hann er, við tí vón at hann hyggur inn í spegilin, dettur um og doyr. Fallið ei í fátt á feigdardegi. Eftirtíðin fer heldur ikki at meta Fróðskaparsetur Før- oya sum ein vísindaligan stovn innan søguvísindi. Tað einasta bøkur teirra vísa okkum er, at nakrir sosialir strukturar hava sett seg á valdið og pengarnar á Debesartrøð og aðrastaðni við. Í teimum bókum eg havi viðgjørt, hava im- plicittir leikmenn ikki víst evni til at reflektera um sínar egnu leiklutir. Uttan neyðugan kritiskan sans hevur annar skrivað av uttan at viðgera evnini á vísindaligum grundarlagi. Fyrri kláraði ikki so frægt sum at skriva rætt av. Poul F. kallaði fyribrigdið P/f Interrós. Tað "ger einki", tí "røttu fólkini" í teimum "røttu" størvunum gera hatta møguligt. Tey spæla spælið "at hoyra til". Tvørrandi integritetur seyrar niður ígjøgnum hesa skipan. Parallelliserað yvir í eina rættarskipan, kennist ein kaldur áarløkur niður eftir bakinum. (Søgufrøði er nakað ein arbeiðir við, tí ein ber alsk til søgu sum vísindini. Ikki tí ein skal brúka hetta sum umbering fyri at bjarga sær sjálvum almenn lunnindi). Hetta sigur nógv - ella alt - um ein sera óintelligentan almennan bygnað, sum hongur saman av øðrum enn fakligum orsøkum. Tá ið "installatiónin" á Debesartrøð ikki virkar, ger hon fólki og landi fortreð. Slíkir valdsstrukturar eru áhugaverdir, tí teir eru sosialt-psykopatiskir av lyndi. M.A. Jacobsens virðislønin kom óivað sum andsvar til fakliga kritikkin av "róðrarbátinum". Tey senda fólk í deyðan mentalt, og tann føroyski "dispositivurin" Viberg- Joensen kemur at ganga sum ein Herostratos til ævigar tíðir. Millum logos og helios. Logikkur er algildugur, og tá ið hann slær til, er hann eirindaleysur. Orsøkin til at modernitetur ikki koblar í her á landi, er fyrst og fremst teir valdsstrukturar, sum hava sett seg á feiti- lendini innan tað almenna. Teir "seta við." "Inversi- ónin" ansar alla tíðina eftir, at tað sum verður "sett við" er "skroypiligari" enn tað, sum frammanundan var. Úrslitini eru eisini har- eftir. Nýggjasta skotið á stammuni situr og siterar "chat-rooms" á alnótini og spælir kosmopolit millum dunnur og gæs í Havnar- dali. Tað kann neyvan blíva pínligari. Men logos og helios eru eisini kosmiskir, og teir fortelja okkum, at hetta eru sosialir strukturar, sum eru ílatnir gransking- arham. Men tað hevur einki við gransking at gera. Hetta eru sosial viðurskifti hjá einari óintelligentari kliku, sum hevur sett seg á makt- ina og pengarnar innan "vísindaligt" virksemi í Føroyum. Tá ið fólk blíva borin ígjøgnum eina sosiala skipan uttan integritet blíva tey faktiskt "ófyndugari", enn tey annars høvdu verið. Besta dømið er Andras Mortensen. Allar útrokn- ingar í "róðrarbátinum" eru skeivar, eisini tann sum hann sjálvur hevur gjørt. Hann sat í tí tiltiknu "setanarnevndini", sum Annlis Bjarkhamar skeyt í senk. Hvussu ber tað so til, at ein læraraskúlanæm- ingur kann gera slíkt? Ha? Nei, útgávur teirra skulu lesast í mun til sosiala kontekstin, sum er ein óintelligent valdsskipan, sum bert er har fyri penings skuld. T.e. tey lukrera av al- mennum pengum og nevna hetta vísindi, ein følsk "etiquette", sum skal gera alt "høsnaríið" líkasum meira legitimt. Skal Føroya mál falla? Tað eru hesi, sum bróta niður føroyskt og forða skilvísari menning av føroyskum máli, soleiðis at tað ikki kann nýtast sum amboð í einum modernað- um samfelag. Tí so hava tey ongan kjans mótvegis føroyingum, tí tey duga ikki føroyskt sjálv. Hetta avskeplaða málið tey brúka er samstundis eitt skálkaskjól mótvegis út- heiminum. Tí føroyingar hava einki universitet, og altjóða granskarar skilja heldur ikki, hvat tey skriva. Sæð undir einum er hetta veruliga barrieran ímóti føroyskum skaldskapi, frí- ari pressu, frælsum hug- burði, sum jú eigur at vaksa upp úr føroyskum jørðildi. So vit sleppa undan hesum óorginalum, sum fara niður á danskar skúlar, fyri síðani at koma heimaftur at um- skriva danskleikan til før- oyingar. Infiltratiónin er næstan fullborin: á Setrinum, í Útvarpinum, í Sjónvarpin- um og á Studentaskúlunum fáa næmingarnir undirluta- kenslur mótvegis føroysk- ari mentan og føroyskum máli. So taka tey ístaðin undir við frelsandi dansk- leika og sleppa at arbeiða í útvarpi og Dimmalætting við einum ónýtiligum 10- tali í reyvalummanum. Poengið í demokratinum er júst ein upplýstur meiriluti. Hesin meiriluti verður hvørki heilur ella sælur, tá ið skúlin ikki riggar. Inversiónin vísir okkum, at fær hetta ongar fylgjur nú, kunnu skúlalærarar hótta børnini og siga: "Fylgja tit ikki væl við í føroyskum, enda tit sum doktarar í søgu". Gransking sum sosial skipan. Valdsbygnaðurin á Debes- artrøð hevur ikki brúk fyri nýhugsan, tí so eru hasi fólkini úti í kuldanum. Ófyndugu veljarakanning- arnar (á 1.G-stigi) halda ikki í allar ævir. Í Klaksvík stendur deymurin av ókul- turi út ímillum rimarnar á Gomlu Politistøðini. Tvør- oyri hava hesi uniformer- aðu andsmenni umsett úr donskum til enskt. "Tverå" varð til "Contrary River" í teldutøkari umseting. "Våg" bleiv til "Bay". Við at lækka støðið, so at statistikkurin "passar", ger- ast sibbar doktarar og vassa allan vegin út í absolut- ismuna. "Newspeak" verð- ur í heilum knýtt at hesi skipan. Trygdin er sensur- ur, og ventilurin er stór- danskur total-relativitetur. Alt kann henda. Eitt nýtt "Ministry of Truth" (Sannleikamálaráð) er í ferð við at taka seg fram á fiskivinnustovuni. Tað seinasta vitanarstigið og frælsið hjá føroyskum fiskimonnum skal uniform- erast við skattapengunum hjá vinnuni. Slíkir "gransk- arar" skulu ferðast runt knøttin við kumuleraðu vitan fiskimansins, sum afturfyri sleppur at fíggja hesi "lunnindi" (fleiri al- mennn størv) – og verður hetta eisini endin á fiski- vinnuni. Hon skal "kon- trollerast" av hesum fólk- um. Hendan skipan riggar væl, tak t.d. Útvarp Føroya. Fólk mugu gjalda fyri at blíva disinformerað, annars verða tey drigin fyri rættin. SVF er eitt sindur siði- ligari, men heldur somu kós. Børnini blíva býttari av at ganga í skúla í 12-13 ár og duga ikki so frægt sum at plasera ð-rætt. Útvarps- maður spurdi eisini í fullum álvara um ð-ið skuldi avtakast. Skulu vit taka útvarpið av? Og hví riggar 112 ikki? Quo Vadis? QUO VADIS? C M Y K 11 10