týsdagur 16. mars 2004síða 7
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 52 - 16. mars 2004
Nr. 52 - 16. mars 2004
13
Herviliga bumbuatsøknin í
Madrid
hósmorgunin,
hevði størstu ávirkan á
marknaðirnar í farnu viku.
Eftir at partabrævaeigarar
fóru at staðfesta vinning or-
sakað av vánaligu arbeiðs-
marknaðarfrágreiðingini,
setti bumbuatsøknin dik á
gongdina. Sostatt lækkaðu
partabrøv og rentur mun-
andi í farnu viku.
Hvørja ávirkan hending-
in fær á hesa vikuna er
tengt at, hvør endaliga fær
ábyrgdina av atsøknini.
Spanska stjórnin hevur lagt
baskiska yvirgangsbólkin
ETA undir at hava framt
atsóknina, men tað seinasta
nýggja í málinum er, at ein
bólkur, ið sigur seg hava til-
knýti til Al-queda, í einari
video
upptøku,
átekur
ábyrgdina av atsøknini.
Hetta er kortini ikki váttað
frá almennari síðu enn.
Eftir herviligu atsøknina
tann 11. septembur 2001
gekk júst ein mánaði til
partabrævamarknaðir vóru
á sama stigi sum áðrenn
hesa atsøknina. Trupult er
at gita viðvíkjandi markn-
aðarpsykologi, men um
endaligt verður staðfest at
Al-queda veruliga stóð aft-
anfyri Madrid bumburnar,
fer hetta at skapa fjáltrur á
altjóða fíggjarmarknaðun-
um. Kortini vilja marknað-
irnir vanda aftur til gerand-
isdagin sum frálíður, og
hesir fara tískil aftur at
leggja dent á grundleggj-
andi búskaparligu viður-
skiftini.
Í farnu viku kunngjørdi
Lundbeck ein góðan rokn-
skap, ið tó var sum væntað,
meðan ISS og Group4Falck
kunngjørdu
hampuligar
roknskapir. Týski telerisin
Deutsche Telekom kunn-
gjørdi hinvegin ein vánalig-
an roknskap, ið tó var
merktur av eingangsút-
reiðslum.
Hesa
vikuna
kunngerð Vestas roknskap.
Roknast
kann
við,
at
marknaðirnir gerast óstøð-
ugir hesa vikuna orsakað av
yvirgangsatsøknini í Madr-
id. Slíkir sorgarleikir skapa
fjáltur á marknaðirnar og
fáa íleggjarar at selja meira
váðakendu virðisbrøvini,
eitt nú partabrøv, og keypa
meira tryggu lánsbrøvini.
Fleiri áhugaverd lyklatøl
verða kortini kunngjørd
hesa vikuna og amerikanski
tjóðbankin hevur rentu-
fund. Hóast teir ikki fara at
broyta rentuna, kunnu orð
Greenspans fáa partabrøv
og rentur at hækka.
Yvirgangur aftur í andgletti
Vika 12, 2004
www.kaupthing.fo
Eitt einki-stuttligt fimleikaævintýr
Einaferð vóru tað nakrar
gentur, ið elskaðu at gera
fimleik. Nakrar teirra vóru
lítlar og nakrar vóru ungar
kvinnur, men tær vóru allar
fittar og erligar og vandu so
nógv fimleik, sum tær
kundu, tí tær vildu gerast so
góðar, at tær høvdu møgu-
leika at verða føroyameist-
arar í fimleiki. Tað høvdu
onkrar teirra roynt fyrr, og
tað var so góð kensla og
stuttligt, at tað var vert at
royna eftir aftur. Men hetta
árið skuldi ikki vera sum
vanlig ár, har tær í friði
undir meira ella minni hálv-
vánaligum
umstøðum
vandu sín elskaða fimleik til
kappingardagin á árinum, tá
endaligi dómur fall um,
hvørjar bestar vóru í landin-
um at gera fimleik.
Tað byrjaði við, at teir
hægstu menninir í teirra
parti av landinum koyrdu
tær allar sum eina út úr
teirra einasta tilhaldsstað
og vístu teimum ikki rúm
nakra aðrastaðni. Tað er
ikki gott at hava gøtuna
sum heim, og genturnar
vistu ikki síni livandi ráð,
tíbetur vóru hetta raskar
gentur, sum elskaðu fim-
leik og fullvæl vóru greiðar
um, at einki fekst »forer-
andi« her í lívinum, so eftir
knøppum tveimum vikum
høvdu tær funnið fram til
eina lappaloysn og vandu
sín elskaða fimleik undir
botnvánaligum umstøðum.
Tær ætlaðu ikki, at tað
skuldi síggjast á haminum,
at tær høvdu verið gøtubørn
eina tíð, og tí høvdu tær bí-
lagt sær sera vakrar fim-
leikadraktir í føgrum litum,
sum tær skuldu vera í tann
dagin, slagið skuldi standa.
Sjálvar áttu tær ikki nógvar
pengar, og heldur ikki felag
teirra, men tær høvdu fingið
stuðul frá einum fittum fel-
ag, sum æt Føroya Tele, og
so fóru tær til ein ítróttar-
handil á Argjum at bíleggja
vakrar draktir í føgrum
litum og byrjaðu so smátt at
gleðast til kappingardagin.
Av røttum áttu tær bara at
hugsavna seg um sín elsk-
aða fimleik, men menninir
á Argjum, ið tær høvdu
bílagt vøkru draktirnar frá,
gjørdust alsamt løgnari,
sohvørt longri tíð gekk frá,
at upprunaliga freistin, tá
tær skuldu fáa draktirnar,
varð brotin. Eitt var, at teir
hildu ikki orð, men teir fóru
at lúgva so illa, at vanlig
fólk høvdu rodnað, og nú
kappingardagurin nærkast
sløkkja teir fartelefonirnar
og eru ikki at hitta á máli.
Genturnar, sum elska fim-
leik, gerast fjálturstungnar,
og enn einaferð vita tær
ikki síni livandi ráð, men
tær eru ikki býttar og ringja
til tann, sum skuldi gera
draktirnar, men hesin gerst
kløkkur av fyrispurningin-
um, tí als eingin bílegging
um vakrar fimleikadraktir í
føgrum litum er komin úr
Føroyum. Nú var heilt
ringa lag á gentunum, ið
elskaðu at gera fimleik:
Hvussu kundi nakar vera
so ryggleysur og óerligur?!
Og hvat skuldu tær gera?!
Tað vóru ikki reiðiliga
tríggir dagar til kapping hjá
ungu kvinnunum og einir
tíggju dagar til kappingina
hjá lítlu gentunum! Enn
einaferð royndu genturnar,
sum elskaðu fimleik, seg
sum »problemknúsarar«,
tær fóru at ringja runt til øll
møgulig fólk, sum høvdu
gjørt fimleik fyrr og kundu
hugsast at eiga ta ynsktu
draktina, og eftir henda dag
er álitið á mætar menn
minkað, meðan teirra egna
er vaksið fleirfalt, og næstu
ferð tær skulu hava draktir,
bíleggja tær sjálvar bein-
leiðis frá fyritøkuni.
Snipp, snapp, snúti, nú er
søgan úti; vit verða ikki
snýttar aftur, og Sports-
wear á Argjum er á svarta-
lista hjá GJ-design.
Við fimleikakvøðu og
vón um, at »ærlighed varer
længst«.
Vegna kvinnu- og pinku-
venjararnar, Tóru Róin,
Bjørt L. Joensen, Edith
Dahl Olesen og Hildigunn
Norðfoss
Fimleikafelagið Ljósið
VIÐMERKINGAR
FISKIVINNUSTEVNA
Tíðindaskriv
Menningarstovan hevur tik-
ið stig til at luttaka á eini
framsýning í Moskva saman
við russiska konsulátinum.
Framsýningin, FISH 2004,
verður 21. - 24. apríl. Hetta
er ein fiskivinnuframsýning,
og er hon ma. áhugaverd fyri
føroyingar, tí russisk reiðarí
hava játtað at møta okkum
har. Hesir marknaðarfør-
ingsmøguleikar verða m.a.
sæddir í átakinum:
• Vísa á okkara strategisku
plasering í Atlantshavinum
• Skipasmiðjur
• Veitingar og tænastur,
sum føroysk virki kunnu
veita russiskum trolarum
• Havnir og frystigoymslur
• Keyp og sølu av fiski/-
kvotum
Russiski marknaðurin er í
støðugum vøkstri, markn-
aðurin fyri ymisk fiskasløg
er góður, og útlitini eru góð
fyri marknaðin. Herfyri var
í sjónvarpinum sagt frá um
góða prísin á smáum upsa,
og eisini hava vit fingið
líknandi ábendingar um
laksamarknaðin.
Aðrar vinnur, sum kundu
komið uppá tal sum lut-
takarar eru byggivinnan og
oljuvinnan. Innan oljuvinn-
una er áhugi hjá russum at
flyta tungolju til Føroyar,
soleiðis at russisku skipini
koma higar at bunkra, og
hetta virksemi kann jú hava
ringvirkningar.
Føroyskur landabásur
Menningarstovan
hevur
bílagt eitt básøki. Her fara
russisk reiðarí og onnur
áhugað at møta føroysku
fyritøkunum til skipað fund-
arvirksemi. Tiltakið verður
skipað sum landabásur.
Føroyskar fyritøkur verða
bodnar við á føroyska básin
á framsýningini. Hetta er
eitt einastandandi høvi til at
knýta sambond við russiska
vinnulívið. Russiska konsu-
látið hjálpir við at knýta
sambond við russisk reið-
aríir, og Menningarstovan
veitir sambond við aðrar
partar av russiska vinnulív-
inum, sum kunnu hava
áhuga fyri Føroyar og før-
oyskt vinnulív.
Fyritøkur, sum luttaka á
landabásinum, njóta hesar
fyrimunir:
• Atgongd til skipaðan
fundarbás
• Tulkahjálp: russiskt/før-
oyskt og enskt/føroyskt
• Teldu- og Internetatgongd
á bási
• Egið logo á básinum
• Við í felags lýsingum
• Innboðið tiltak á básinum
• Við í framsýningarkata-
logi við navni, adressu og
stuttari lýsing av fyritøkuni
•
Marknaðarupplýsingar
um Russland (Møguligt
eykagjald fyri upplýsingar
frá donsku uttanríkistæn-
astuni)
Básluttakarargjaldið fyri
hesar tænastur er sett til Kr.
12.500,- fyri hvørja fyritøku.
Freistin at tekna seg er
18. mars.
Flogfelag Føroya skipar
fyri beinleiðis ferð til fram-
sýningina.
Til Moskva á Fiskivinnustevnu
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Lag: Av øllum teim…
Stinn tú stendur sum gomul eik,
væl fest í fosturlandi,
hetta landi tú aldrin sveik,
í tær livir fedranna andi.
Systkinabarn títt, próst Jákup Dahl
lyfti tann lýsandi loga.
Føroya fólki hann kom á tal,
som mikið hann teim vildi boða.
Úr Toftum vit eru slektaði øll,
frá Rádna bónda tí stinna,
sum saman við Nólsoyar Páll »flutti fjøll«,
á neyðini vildi vinna.
Hannemia, tú líkist svá
bóndans konu, sum fáar,
hon flutti kornið í hjøllum lá,
konubrot eru báðar.
Mikið tú fekst av Skaparans hond
gávur í stórum tali,
hvørt orð, hvønn setning gav lív og ond,
vitug í orðavali.
Ein kempa av sonnum, tú situr her,
einsamøll eftir av øllum,
merkisheilsan eg beri ter,
var stinnast av kvinnum og køllum.
Í Toftalíð søgdu øll, Gumman, góð,
hvørs mansbarn har soleiðis segði,
tú góðlynt var og bleiv aldrin óð,
alt gott í okkum tú legði.
Teim 100 tú nærkast, so mensk tú er,
ei bilar við tínum minni,
hvørt smáting tú minnist, nógv betur enn vit,
nú stákast tú einamest inni.
Gumman, vit takka tær fyri alt,
tað, vit frá tær hava nomið,
tað, tú hevur fyri okkum fortalt,
og alt, sum frá tær er komið.
Roðin í vestri um sólina sær,
Gud signi tær seinastu løtur.
Føðingardagin øll heilsa tær,
Føroyalands synir og døtur.
Hjartaliga tillukku við 98 ára føðingardeg-
num.
Kærar heilsanir
Jákup Olsen
Dagurin
16. mars. Gud-
mundur, deyður í
1237. Biskupur á
Hólum í Íslandi. Fyri
undurgerðir, sum
hendu við grøv
hansara, varð hann
skírdur halgimenni.
Norrønt navn, ið
merkir Guð og
verndari.
Sunnudagin 14. mars
bleiv Jóannes Fonsdal
prestvígdur og inn-
settur sum hjálpar-
prestur í Suður-
streymoyar eystara
prestagjaldi, hann er
útbúgvin av Køben-
havns Univeristeti, og
varð liðugur við
teologiútbúgvingina
seinasta summar
Hátíðarhald varð í dóm-
kirkjuni í Havn sunnudagin
14. mars tá Jóannes Fons-
dal av Skála bleiv prest-
vígdur og innsettur sum
hjáparprestur
í
Suður-
streymoyar eystara presta-
gjaldi.
Jóannes Fonsdal er út-
búgvin av Københavns
Univeristet, og varð liðugur
við
teologiútbúgvingina
seinasta summar og liðugur
á pastoralseminarinum til
jólar í fjør.
Suðurstreymoyar eystara
prestagjald
er
størsta
kirkjusóknin í landinum og
er støðugt vaksandi. Til
prestagjaldið hoyra Havnar
Kirkja, Nólsoyar Kirkja og
Kaldbaks Kirkja. Prestarnir
við prestagjaldið eru nú
Bjarni
Bæk,dómpróstur,
Sonja Klein sóknarprestur
og nú eisini nýggi hjálpar-
presturin Jóannes Fonsdal.
Jóannes Fonsdal er 31 ára
gamal, hann er giftur við
Sigrid, sum ættað er av Við-
areiði. Tey eiga hálvttriðja
ára gamla Andreas og
hálvtára
gomlu
Mariu
Louise.
Jóannes Fonsdal, hjálparprestur:
Nýggjur hjálparprestur vígdur og innsettur
Sunnudagin bleiv Jóannes Fonsdal prestvígdur og innsettur sum hjálparprestur við Suðurstreymoyar eystara prestagjald. Fremst á myndini: Jóannes Fonsdal,
hjálparprestur, Hans Jacob Joensen, biskupur, og Bjarni Bæk, dómpróstur
Mynd: Jan Müller
Til Johannu Mariu Olsen, Vágur
á 98 ára føðingardegnum 17. mars
C
M
Y
K
13
12