týsdagur 16. mars 2004síða 8
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 52 - 16. mars 2004
15
- Tá ið tú siglir úti og
kemur heimaftur,
kann tað vera torført
at koma innaftur í
sosiala lívið uppi á
landi, sigur Meinhard
Jacobsen, ið er stig-
takari til felagið, sum
ætlandi verður
stovnað á Føroya
Sjómansskúla 3. juli
MÆRSK-SIGLAR
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Leygardagin, 6. mars, var
fundur í bygdarhúsinum á
Strondum, har 23 fólk, sum
sigla við Mærsk, vóru
savnaði. Tað var Meinhard
Jacobsen, sum býr í Kol-
banagjógv, ið tók stig til at
kalla Mærsk-siglar saman
til fundar. Endamálið er at
stovna eitt felag fyri hesi
fólk, har tey kunnu savnast,
taka ymisk mál upp og
annars hugna sær saman.
Meinhard sigur, at hon-
um kunnugt, hava ikki aðr-
ir, sum sigla í uttanlands-
sigling, slík feløg í Føroy-
um.
- Í fyrsta lagi hugsa vit
um at savna fólk saman í
felag, sum sigla hjá Mærsk,
men óhugsandi er ikki, at
onnur í uttanlandssigling
kunnu koma við í felagið
seinni.
Meinhard sigur, at orsøk-
in til, at hann tók stig til
fundin, er, at fólk í uttan-
landssigling
stundum
kunnu hava torført við at
koma innaftur í sosiala
lívið uppi á landi.
- Hóast tøkni er umborð á
skipinum til samskifti, er
nógv, sum fer aftur við
borðinum, tá ið tú ert burt-
ur leingi. Tí helt eg, at tað
hevði verið gott og gevandi
fyri okkum, um vit høvdu
eitt felag, har vit kunnu
savnast til álvara og gaman.
Fyrireikingarbólkur
Á fundinum í bygdarhúsin-
um, sum byrjaði við kaffi-
munni og rundstykkjum og
endaði við smyrjibreyði,
varð settur ein fyrireik-
ingarbólkur, sum fer at gera
eitt uppskot til reglugerð
fyri felagið, ið væntandi
verður eitt áhugafelag ella
frítíðarfelag.
- Vit hava fingið høllina á
Føroya Sjómansskúla, har
vit ætla at hava stovnandi
aðalfundin, 3. juli.
Hann sigur, at á fundin-
um í bygdarhúsinum vóru
fólk, sum starvast á flestu
postum umborð á Mærsk-
skipunum.
- Hetta var ein hugnaligur
og gevandi fundur. Onkur
helt, at kanska var tiltakið
ikki nóg væl lýst, tí mett
verður, at einir 200 føroy-
ingar sigla við Mærsk-
skipum.
Meinhard sigur, at flestu
eru umborð eftir skipanini,
sum rópt verður 1-1. Tað
merkir, at teir eru somu tíð
umborð, sum teir eru
heima.
Sum skilst, eru fleiri úti
einar tveir mánaðir og so
heima í tveir. Tískil má
roknast við, at umleið
helmingurin av føroyingun-
um, sum sigla hjá Mærsk,
eru burturstaddir.
Sjálvur hevur Meinhard
Jacobsen siglt hálvt annað
ár hjá Mærsk. Hann er
fyrsti stýrimaður og hevur
frammanundan siglt í utt-
anlandssigling hjá øðrum
reiðaríum.
Saman við Søreni Poul-
sen, Bjarka Fjørdal og
Andrasi
Gregersen,
er
Meinhard við í fyrireiking-
arbólkinum.
Aðrir, sum eru við í bólk-
inum, men sum allir ikki
eru heima, eru Karlot Her-
geirsson, Jónsvein Berg,
Jón E. Simonsen og Thom-
as Lambastein.
Fyrireikingarbólkurin
hevur havt sín fyrsta fund,
og ætlanin er, at bólkurin
skal savnast einaferð um
vikuna skiftandi millum
nevndarlimirnar – fram til
stovnandi aðalfundin fyrst í
juli.
Mærsk-siglar fyrireika felag
Sáttmálin í
afturhond
- Eg haldi, at um-
støðurnar hjá
okkum í langfara-
sigling eru
hampiliga góðar,
sigur Meinhard
Jacobsen
SIGLING
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Meinhard
Jacobsen,
sum er stigtakari til fe-
lagið, Mærsk-siglar,
veit at siga, at høvuðs-
sáttmálin hjá teimum,
sum sigla við Mæersk,
gongur út nú 1. apríl.
Hann væntar ikki, at
tað verða teir stóru
trupulleikarnir at fáa
ein nýggjan sáttmála
undir land. Í øllum
førum veit hann einki
um, at verkføll hava
verið í handilsvinnuni,
síðan hann byrjaði í
uttanlandssigling.
Onkur skip, sum ikki
hava hildið sínar avtal-
ur, eru blokerað, men
Meinhard heldur, at
hetta í flestu førum eru
skip, sum koyra við
skegginum í postkass-
anum.
Umframt
høvuðs-
sáttmála, eru sersátt-
málar eisini galdandi
millum skip og mann-
ing.
Meinhard heldur, at
umstøðurnar hjá fólki í
uttanlandssigling sum
heild eru rímiliga góð-
ar, og lønarlagið er
góðari leið, sum hann
tekur til.
- Høvuðssáttmálin
er galdandi í fýra ár.
Einki stendur í stað, og
tí sigur tað seg sjálvt,
at gamli sáttmálin á
onkrum økjum er í
afturhond, nú samráðst
verður um nýggjan
sáttmála, sigur Mein-
hard Jacobsen.
- Eg eri ógvuliga
spentur uppá, hvat
úrslitið verður, sigur
Jógvan Thomsen,
bygdarráðsformaður
í Nólsoy
FÓLKAATKVØÐA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Leygardagin var borgara-
fundur í Nólsoy í samband
við, at fólkaatkvøða verður
í
kommununi
komandi
leygardag um møguliga
samanlegging við Tórs-
havnar kommunu.
Jógvan Thomsen, bygd-
arráðsformaður, sigur, at
eini 120 fólk vóru á fundi,
og hann heldur, at hetta var
ein góður fundur, har
nógvir ymiskir spurningar
vórðu reistir.
- Í fyrsta lagi greiddi eg
frá sáttmálanum um saman-
legging og vísti á, hvørji
høvðsmálini aftanfyri ætl-
anina eru.
Tað er nevniliga eitt samt
bygdarráð, sum mælir til at
leggja Nólsoyar kommunu
saman
við
Tórshavnar
kommunu.
Eftir frágreiðingina hjá
Jógvani, høvdu fólk høvi at
seta bygdarráðsformann-
inum og býráðsformann-
inum í Havn, Jan Christian-
sen, spurningar.
Nógvir spurningar
Jógvan sigur, at fólk høvdu
nógv
uppá
hjarta,
og
náttúrliga vóru tað serliga
tey
ivingarsomu,
sum
høvdu nógv at spyrja um.
- Eg haldi, at hetta var ein
positivur fundur. Kanska
var onkur eitt sindur lunk-
aður, men hetta er ikki
annað, enn roknast kann
við á einum borgarafundi,
tá so týðandi mál eru til
viðgerðar.
Spurdur, hvørjum úrsliti
hann roknar við á fólka-
atkvøðuni komandi leygar-
dag, sigur Jógvan, at tað
dugir hann slett ikki at meta
um. Hinvegin dylur hann
ikki, at bygdarráðið vónar,
at borgararnir í Nólsoy taka
undir við at leggja komm-
unurnar saman.
Jógvan ásannar tó, at í
Nólsoy eru fólk bæði fyri
og ímóti samanlegging.
Á borgarafundinum í
Nólsoy segði Jógvan Arge,
býráðslimur í Havn, eisini
nøkur orð.
203 veljarar
Í Nólsoy eru tilsamans 203
veljarar, og valhølini verða
opin leygardagin sum van-
ligt, tá ið val er.
Jógvan Thomsen sigur, at
brævatkvøður vórðu sendar
út mánadagin, og annars
ber til at atkvøða við bræv-
atkvøðu bæði í Nólsoy og á
Snarskivuni í Havn til
hósdagin,
soleiðis
at
atkvøðurnar eru komnar í
valkassan, tá ið hølini lata
upp leygarmorgunin.
Á atkvøðuseðlinum er
ein spurningur, sum svarast
kann ja ella nei uppá:
Heldur tú, at Nólsoyar
kommuna og Tórshavnar
kommuna skulu leggja
saman í eina kommunu?
- Eg eri ógvuliga spentur,
hvussu
útfallið
verður,
sigur bygdarráðsformað-
urin at enda.
Í fyrireikingarbólkinum,
sum longu hevur havt sín
fyrsta fund, sita: Søren
Poulsen, Bjarki Fjørdal,
Andras Gregersen og
Meinhard Jacobsen, ið er
stigtakari til Maersk-
siglar
Nógv fólk á borgarafundi í Nólsoy
15
14
Nr. 52 - 16. mars 2004
Tað stendur einki til
við fólkatalinum á
útoyggj í Føroyum.
Hetta varð ávíst á
evnisdegnum um
støðuna á útoyggj,
sum hildin varð í
Havn á grækaris-
messu. Allastaðni
uttan í Kalsoy er
fólkatalið minkað
seinastu trý árini
ÚTOYGGJAFUNDUR
Edvard Joensen
Fólkatalið á útoyggj minkar
støðugt. Serliga í Skúvoy
hevur verið vánaligt seinnu
árini. Ikki færri enn 20 fólk
eru flutt av oynni seinasta
árið. Og tað var umleið ein
triðingur av samlaða fólka-
talinum í Skúvoy.
Tað er sama søgan mest-
sum allastaðni, segi Olga
Biskopstø, samskipari hjá
Útoyggjafelagnum, tá út-
oyggjafundurin varð settur
á Hotel Hafnia grækaris-
messudag. Hon vísti við
talvum, hvussu gongdin
hevði verið seinastu trý
árini. Og har var minkað
allastaðni uttan í Kalsoy.
Og í Kalsoy var eisini tann
munurin, at talið á ungfólk-
ið var ikki lægri enn á teim-
um, sum vóru í eldra end-
anum. Helvtin av teimum,
sum búgva í bygdunum á
Kalsoynni, eru undir 20 ár,
og tað er hugaligt, staðfesti
fundurin.
Hetta mundi helst fyri
stóran part koma av teim-
um vónum, kalsoyingar nú
hava til ferjuleguna á Syðr-
adali, helt Olga Biskopstø.
Øðrvísi er á hinum út-
oyggjunum. Eitt nú stendur
heilt illa til í Hattarvík, vísti
Olga Biskopstøð á. Har
búgva mestum bara eldri
menn, so har sær púra einki
út.
Smoltdeyðin
Tá smoltstøðin í Svínoy
varð noydd at lata aftur,
doyði eisini tann lønandi
vinnan, sum var í oynni, út.
Bjarni Jacobsen greiddi
frá søguni frá smoltstøðini,
sum verið hevur í Svínoy
seinnu árinu.
Hann segði, at teir byrj-
aðu við hálvari aðru milli-
ónum smoltum í síni tíð, og
tá nú latið varð aftur, var
framleiðslan tíggjufaldað.
Hesi 18 árini, smoltsøðin
í Svínoy hevur verið virkin,
hevur hon goldið umleið
hálvaaðru millión krónur í
arbeiðsløn um árið, segði
Bjarni Jacobsen.
Hóast hann sum vera
man harmaðist um, at teir
vórðu noyddir at gevast, tí
støðan hjá alivinnuni er
vorðin so vánalig, hevði
hann ikki mist vónina um,
at tað fer at bera til at koma
i gongd aftur, tá uppgongd
aftur verður í alivinnuni.
Og hann tóktist bjart-
skygdur háost alt. Hann
vísti á, at støðin stendur úti
í Svínoy. Hon er í góðum
standi, segði hann og er
púra klár at taka í brúk
aftur, tá útlit eru til, at tað
kann bera til aftur.
Men eins og flestu onnur,
sum tosa um viðurskiftini á
útoyggj, vísti hann til sam-
ferðsluna.
– Hon er einki broytt í
míni tíð, segði Bjarni
Jacobsen, sum metti tað
sum eina fortreyt fyri víðari
menning av oynni, at ein
tunnil verður gjørdur úr
bygdini yvir í Havnina.
– Vit hava eitt stað í
Svínoy, har Várharra hevur
gjørt okkum eina havn, og
tað eitur stutt og greitt
Havnin, segði hann. Hana
fáa vit ikki gagnnýtt, um vit
ikki sleppa til hana, og tað
ber so bara til við einum
tunli. Um so var, hevði tað
bara tikið eitt korter at siglt
inná Borðoynna.
Samferðslan
At samferðslan er týðandi
partur av lívinum á útoyggj,
er mangan staðfest og varð
tað aftur á fundinum í Havn
hendan dagin.
Bjarni Djurholm, lands-
stýrissmaður við vinnumál-
um, kundi ikki lova nakran
tunnil í Svónoy, men segði,
at umstøðurnar verða kann-
aðar. Somuleiðis vísti hann
á, at eisini úti í Mykinesi
verður arbeitt við at bøta
um samferðslumøguleik-
arnar við eini nýggjari
lending í Hellisgjógv.
Tummas Frank Joensen í
Skúvoy kom eisni inn á
samferðsluna til og úr
Skúvoy. Hann vísti á, at har
var gott ferðasamband um
fjørðin og takkaði Strand-
ferðsluni fyri ta góðu tæn-
astu, skúvoyingar hava í so
máta. Tað er ikki grundin til
flytingina av oynni, helt
hann.
Men eitt hjartasuff hevði
hann kortini, Og tað var
sjálvt farið, sum siglir um
Skúvoyarfjørð. Sildberin.
Hann var góður og eitt
stórt framstig, tá hann kom
i síni tíð. Men nú er hann
farin at eldast og væntandi
skulu rímilig stórar ábøtur
gerast í næstu framtíð, helt
Tummas Frank Joensen. So
stórar, at ivasamt er, um
ikki skal hugsast um eitt
heilt nýtt skip.
Hann vísti eisini á, at í
fjør minkaði talið á fremm-
andum ferðafólki, sum kom
til Skúvoyar, heilt munandi.
Og tað komst av, at Strand-
ferðslan varð noydd at
spara ein túr burtur millum
Gomlurætt og Skopun. Tað
ávirkaði aftur í hinum
endanum, tí fólk fingu ikki
tíð at gera dagstúrar til
Skúvoyar.
Henrik Old, løgtingsmað-
ur, kom eisini inn á sam-
ferðsluna og serliga í Norð-
oyggjum. Hann segði, at
hann krepti tærnar, tá hann
hugsaði um umstøðurnar,
norðoyingar hava við skip-
um, sum eru 70 og 50 ára
gomul. Hann sipaði til Bar-
skor og Másan.
– Tað finnast góð og bílig
skip aðrastaðni, sum sakt-
ans kundu brúkst til sigling
til eitt nú Fugloyar og Svín-
oyar, segði hann. Eitt nú
segði hann seg vita um eina
rímiliga nýggja norska
ferju, sum kundi fáast fyri
heilt bíligan penga. Ein
ferja, sum varð løgd, tí
oyggjarnar, hon sigldi til,
nú høvdu fingið undirsjóv-
artunnil.
Vit fara í seinni blaði at
venda aftur til útoyggja-
fundin á Hotel Hafnia
grækarismessudag.
Fólkaflyting av útoyggj
Nógv fólk var á
útoyggjafundinum á Hotel
Hafnina. Bæði útoyggjafólk,
politikarar og fólk frá
stovnum og fyritøkum, sum
hava samskifti við útoyggjar
Mynd: Edvard Joensen
Smoltstøðin í Svínoy er afturlatin. Men eigarin er bjartskygdur og væntar, at virksemi verður
aftur á støðini, tá alivinnan kemur upp undan aftur
Mynd: Álvur Haraldsen
Másin varð eisini viðgjørdur á útoyggjafundinum. Henrik Old krympar tærnar, tá hann hugsar
um umstøðurnar, tey hava norðanfyri. Men Másin er gott íkast hjáVágs Skipasmiðju, segði hann
og sipaði til, at skipið á ellisárum oftari og oftari treingir til ábøtur
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
14