týsdagur 16. mars 2004síða 9
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 52 - 16. mars 2004
Nr. 52 - 16. mars 2004
17
»Niðurbrótandi
siðspilla« var ein av
dómunum, ið hótti
við at kvala nýggja
leikin Sleeping
Around í føðingini.
Men leikurin yvir-
livdi, fullur av banni-
orðum, á tremur við
sex og við einum boð-
skapi, ið gevur moral-
inum ein seinasta
kjans
SJÓNLEIKUR/
UMMÆLI
Anna V. Ellingsgaard
ave@post.olivant.fo
Sleeping Around er ímynd-
in av einum sundurpett-
aðum heimi, har menniskju
eru programmerað til at
reika friðleys runt, tí lívið
er ein millumstøð, og
materialisma er Gud. Lýs-
ingar hava hertikið mánan,
har eitt Colamerki stendur
og blinkar, og á jørðini eru
menniskjuni vorðin tilvild-
arlig hagtøl. Tað ræður um
at fylgja rákinum og minn-
ast til, at menniskju, eins og
aðrar vørur, skulu brúkast,
áðrenn seinasta søludag.
Onki innaní
Teir seks leikarnir hava allir
minst tveir leiklutir. Í løt-
um, kann tað vera trupult at
halda skil á, hvør er hvør,
men tað hevur minni at
týða. Hetta eru menniskju,
sum skifta samleika alt
eftir, hvør støðan er - sum
vørur, ið laga seg eftir eftir-
spurningi. Tey eru zombies,
líka sum brúnu pakkarnir,
Kate stendur og pakkar
upp, bert fyri at finna
uppaftur fleiri akkurát líka
brúnar pakkar innaní inntil
hon kemur inn í kjarnuna:
Eitt telduspæl við eini
barnarødd, ið er programm-
erað til at siga: »Eg elski
teg, mamma.«
Menniskju
eru
sum
Coladrykkirnir, Greg skal
døma í eini royndarsmakk-
ing. Allir smakka líka, men
ein líkist framtíðini - tóm,
bleik og fær tenninar at
rotna. Tað hjálpir ikki, at
Annie biður hann saman-
líkna drykkirnir við eitt
konufólk, hann kundi hugs-
að sær at farið í song við.
Hann ivast, og tað er tað
ikki pláss fyri, á spurnar-
blaðnum hjá Annie. Har
skulu Coladómarnir hóska
inn í teigarnir á spurnar-
blaðnum. Um ikki, kunnu
teir ikki brúkast.
Lívið er ein
breyðristari
Greg hóskar heldur ikki inn
í heimin hjá Helen, tí hon
trýr uppá eydnuna. Á út-
ferðini saman við Greg tos-
ar hon um góða veðrið og
fuglaljóð,
meðan
hann
savnar seg um stødd og lit á
hundalortum. Hvussu kann
hon droyma um at verða
lukkulig? Sambært Greg
eru góðu løturnar at líkna
við ein breyðristara. Teir
hava bert eitt ávíst haldføri,
so verður tú noyddur at
keypa tær ein nýggjan.
Greg heldur allatíðina eyga
við seinasta salgsdegi og
gongur tí við fleiri urum
uppi á sær. Í eini ørkyml-
aðari roynd at bjarga løtuni
og samveruni flytur Helen
urið hjá Greg aftur, men
sannføringin um avmark-
aða haldvirðið av góðu
løtunum hevur etið seg inn
í hann. Hann fær kvett løt-
una av, meðan tíð er, og fer
víðari, víðari …
Aids-sjúki Pete verðu
settur fram, sum eitt náði-
leyst prógv um, at Greg
nokk hevur rætt. Flogternan
Lorraine veit eisini, at lívið
bert er smáir steðgir á
leiðini, og tað kann kanska
ugga Pete, sum veit, at
ævinleikin er størsta ræðsl-
an.
Sex ella orð
Kenda In-yer-face leik-
skaldið Anthony Neilson
varð einaferð spurdur, hví
hansara leikir altíð snúðu
seg um sex. »Av somu or-
søk sum eg altíð brúki orð í
mínum leikum. Sex er ein
máti at lýsa samskiftið
millum menniskju.«
Persónarnir í Sleeping
Around royna seg við sex,
tá orð ikki røkka longur.
Ella í staðin fyri orð.
Hvørki riggar, og leysrivnu
sexsenurnar fáa bara mein-
ingsloysið at stinga djúpari.
Tær eru allar kaldar, kyn-
iskar og ógvusligar, men
tær skaka ongan í einum
umhvørvi, har alt hevur
mist sín týdning. Og tað er
skakandi.
Ongin útgongd
»Sleppið allari vón, tit, ið
trína inn higar.« Soleiðis
ljóðar fyrsti setningur í
modernaða
ræðuklassik-
aranum American Psycho.
»Inn higar« er inn í ein
sjúkan heim, har kenslu-
loysið og kynisman ráða, tí
moralurin er farin í upp-
loysn. Í eini seinastu roynd
at vekja eitthvørt í hesum
heimi, fortelur høvuðsper-
sónurin og seriudrápsmað-
urin sínum vinfólkum út í
æsir, hvussu hann pínir og
drepir fólk um náttina. Men
ongin reagerar, ongin vakn-
ar, tí har er onki at vekja.
Vónloysið hevur tikið yvir,
tey eru fangað frammanfyri
einum skeltiteksti og sein-
asta setninginum í bókini,
ið sigur: »Hetta er ikki ein
útgongd.«
Eg dugi heldur ikki rætti-
liga at hóma nakra útgongd
í Sleeping Around. Sami
persónur,
sum
byrjaði
fyrsta leikin byrjar eisini
seinasta leikin. Onkurs-
vegna tykist leikurin bert at
vera enn ein byrjan í ein
endaleysari
ringrás
av
somu leikum. Og tó - fyri
fyrstu ferð hýsir Sarah,
ímillum øll síni hagtøl,
tankanum um, at tað er
synd í einum øðrum menn-
iskja, eini kvinnu, sum eitur
Jane. Men Jane er ein
ævintýravera og Sarah er
skít. Og vit vita væl, at full-
um fólkum og ævintýrum,
skulu vit ikki trúgva.
Størsta ræðuløtan
Vandin við einum sjónleiki,
ið skal lýsa eitt lív í tóm-
gongd er, at leikurin sjálvur
fer í tómgongd. Hesin
vandin liggur eisini alla-
tíðina og lúrir í Sleeping
Around, men bert til áskoð-
arin fær ætlaða varhugan av
keðsemi. So verður leik-
brotið kvett av, og eitt nýtt
kemur í staðin.
Hetta ber til inni í leik-
inum, men spurningurin er,
hvussu leingi tað ber til at
seta nakað nýtt inn í In-yer-
face leikgreinina. Enda-
málið við henni er at tveita
eirindaleysar
sannleikar
upp í andlitið á áskoðaran-
um og soleiðis skaka hann
til at taka moralska støðu.
Mátin er at taka mest víð-
gongdu hendingar og at-
burð, vit kunnu ímynda
okkum, eitt fet longur.
Spurningurin er, hvussu
langt tað ber til at fara.
Men kanska er júst hetta
tann mest víðgongdi sann-
leikin, leikgreinin vil for-
telja. Greinin yvirlivir, so
leingi eitt vet av morali er
eftir at taka støðu út frá og í
mun til. Løtan, tá tað ikki
ber til longur, er løtan, tá
allur moralurin er fokin.
Og hon er mest skakandi
ræðuløtan av øllum.
Sleeping around:
Skelkandi moralskt
Teir seks leikarnir hava allir minst tveir leiklutir. Í løtum, kann tað vera trupult at halda skil á, hvør er hvør, men tað hevur minni at týða
Mynd: Maria Olsen
Aids-sjúki Pete verðu settur fram, sum eitt náðileyst prógv um, at Greg nokk hevur rætt. Flogternan Lorraine veit eisini, at lívið
bert er smáir steðgir á leiðini, og tað kann kanska ugga Pete, sum veit, at ævinleikin er størsta ræðslan
Mynd: Maria Olsen
– Tað er við ambi-
valentum kenslum, at
eg nú taki sæti á
Fólkatingi. Endamál-
ið hjá okkum er, at vit
ikki skulu hava hesa
umboðanina, og tí er
tað er ein andsøgn í
sær sjálvum, segði
formaður Tjóðveldis-
floksins Høgni Hoy-
dal, tá hann loysti
Tórbjørn Jacobsen av
í Fólkatinginum
FÓLKATINGIÐ
Stefan í Skorini,
Keypmannahavn
stefan@sosialurin.fo
Seinastu tjúgu mánaðirnar
av hesum valskeiðnum
verður tað Høgni Hoydal,
sum saman við Lisbeth L.
Petersen fer at umboða
Føroyar í Fólkatinginum.
Tórbjørn Jacobsen hevur
sum næst valdi á tjóðveld-
islistanum røkt starvið,
meðan Høgni Hoydal sat í
landsstýrinum,
men
tá
Tjóðveldisflokkurin endaði
í andstøðu eftir seinasta
løgtingsval, fer Høgni nú
aftur á Fólkating.
Grækarismessudag var
lítil samkoma á Christians-
borg, sum markeraði vakt-
arskiftið í Norðuratlants-
bólkinum.
Nýta allar møguleikar
Tjóðveldisflokkurin hevur
eitt ambivalent forhold til
umboðanina á Fólkatingi, tí
flokkurin í veruleikanum
stríðist ímóti eini slíkari
umboðan. Men Høgni Hoy-
dal rættvísger umboðanina
við at vísa til endamálið.
– Tjóðveldisflokkurin vil
nýta allar møguleikar fyri
at røkka okkara endamáli.
Hetta er eitt kærkomið
høvi, har vit kunnu vísa
dønum, hvat sjálvstýris-
rørslan í Føroyum stendur
fyri. Nógvir danir og
danskir politikarar vita
ógvuliga lítið um Føroyar,
og vit vilja greiða teimum
frá, at tað er ikki ein spurn-
ingur um at vera ímóti Dan-
mark, men hinvegin um at
vinna fult sjálvræði, greiðir
Høgni Hoydal frá, tá hann
verður spurdur nærri um
tað prinsipiella í umboðan-
ini.
– Vit halda, at Føroyar
ikki eiga at hava sess í
danska tinginum, og at
Danmark einki lóggávu-
vald eigur at hava í Føroy-
um. Vit sita her við tí enda-
máli at avtaka sessin, legg-
ur Høgni Hoydal afturat.
Tað var fyrst í sjeytiárun-
um, at Tjóðveldisflokkurin
broytti støðu og stillaði upp
til fólkatingsval, eftir at
flokkurin tey fyrstu árini
ikki vildi vita av tí føroysku
umboðanini í Keypmanna-
havn. Erlendur Patursson
varð valdur tvær ferðir- í
1973 og 75 - men síðani
hevur Tjóðveldisflokkurin
ikki verið umboðaður í
Danmark fyrr enn við
síðsta val í 2001.
Norðuratlants-
bólkurin
Høgni Hoydal stovnaði
saman við teimum báðum
grønlendsku fólkatingslim-
unum, Kuupik Kleist úr
Inuit Ataqatigiit og Lars-
Emil Johansen úr Siumut,
Norðuratlantsbólkin,
og
hesir tríggir umboða nú ein
sjálvstøðugan tingbólk.
Endamálið hjá bólkinum
er at arbeiða fyri føroyskum
og grønlendskum sjálvstýri
á Fólkatingi.
– Fólkatingið er eitt sera
væl skipað parlament. Ein
slíkur bólkur fær ógvuliga
góðar fíggjarligar karmar at
arbeiða undir, og tað gevur
bólkinum nógvar møgu-
leikar í sínum politiska
virksemi, greiðir Høgni
Hoydal frá.
Bólkurin hevur tí sett
ymsar kanningar í verk. Eitt
nú hevur bólkurin kannað
fólkarættarligu støðuna hjá
Føroyum, og tann kanning-
in verður almannakunn-
gjørd einaferð í vár. Eisini
eru ætlanir um at kanna
búskaparliga
sambandið
millum Føroyar og Dan-
mark, og ein kanning um
tey hernaðarligu viðurskift-
ini innanfyri ríkisfelags-
skapin verður eisini leys-
liga nevnd.
Komandi mál
Høgni Hoydal hevur nakrar
ætlanir, sum hann ætlar at
føra út í lívið á Fólkatingi.
– Vit ætla at leggja eitt
lógaruppskot fyri Fólka-
tingið, sum skal staðfesta,
at Føroyar og Grønland eru
tjóðir við teimum altjóða
rættindum, sum tað gevur,
sigur Høgni Hoydal. Enda-
málið er, at allar samráð-
ingar millum Føroyar og
Danmark mugu ganga fyri
seg eftir altjóða spæliregl-
um.
– Sum støðan er nú, kann
danska stjórnin avgera alt.
Tað er sum at spæla ein
dyst uttan vøll og dómara,
sigur Høgni Hoydal.
Spurdur um tað ikki bert
er spæl fyri gallarínum at
leggja lógaruppskot fyri
Fólkatingið,
sum
eru
deyðadømd frammanund-
an, svarar Høgni Hoydal, at
fólkatingsbólkurin
skal
gera eitt umfatandi kunn-
ingararbeiði, áðrenn lógar-
uppskot verða løgd fram.
Høgni Hoydal heldur fast
við, at lógaruppskotini
skulu vera realistisk, og
møguleiki skal vera fyri
einum positivum úrsliti sæð
frá teirra sjónarhorni.
Hetta umfatar eitt sokall-
að lobby-arbeiði, har fólka-
tingslimir og ráðharrar fáa
upplýsingar og kunning um
málini, sum verða løgd
fram til viðgerðar.
Harumframt hevur Norð-
uratlantsbólkurin ætlanir
um at fáa eitt aðalorðaskifti
í Fólkatinginum, sum skal
útgreina,
hví
Danmark
framvegis vil varðveita
yvirvaldsrættin yvir Føroy-
um og Grønlandi.
Av smærri málum hevur
hann ætlanir um at stað-
festa tað føroyska málið
sum eitt tjóðarmál og ikki
bert sum eitt landsparta-
mál.
Hetta
málið
var
frammi fyri nøkrum árum
síðani, tá danska stjórnin í
einum ES-sáttmála stað-
festi, at føroyska málið er
eitt økismál í tí danska rík-
inum.
Táverandi
landsstýri,
sum Høgni Hoydal var
partur av, kravdi, at danska
stjórnin boðaði frá í ES-
høpi, at føroyskt er tjóðar-
mál og almenna málið í
Føroyum, men hesum sýtti
danska stjórnin fyri.
Fakta
Fólkatingsumboðan síðani 1973
1973:
Johan Nielsen, Javnaðarflokkurin
Erlendur Patursson, Tjóðveldisflokkurin
1975: Johan Nielsen, Javnaðarflokkurin
Erlendur Patursson, Tjoðveldisflokkurin
1977: Johan Nielsen, Javnaðarflokkurin
Pauli Ellefsen, Sambandsflokkurin
1979: Pauli Ellefsen, Sambandsflokkurin
(Johs. M. Poulsen meðan PE var løgmaður
1981-85)
Jákup Lindenskov, Javnaðarflokkurin
1981: Pauli Ellefsen, Sambandsflokkurin
Jákup Lindenskov, Javnaðarflokkurin
1984: Pauli Ellefsen, Sambandsflokkurin
Óli Breckman, Fólkaflokkurin
1987: Óli Breckman, Fólkaflokkurin
Atli P. Dam, Javnaðarflokkurin
(Jákup Lindenskov meðan A.D var løgmaður 1985-
89)
1988: Óli Breckmann, Fólkaflokkurin
Pauli Ellefsen, Sambandsflokkurin
1990: Atli Dam, Javnaðarflokkurin
(Jákup Lindenskov meðan AD var løgmaður 1991-
93)
Óli Breckmann
1994: Edmund Joensen, Sambandsflokkurin
(Johs. M. Olsen meðan EJ varløgmaður 1994-98)
Óli Breckmann, Fólkaflokkurin
1998: Óli Breckmann, Fólkaflokkurin
Jóannes Eidesgaard, Javnaðarflokkurin
2001: Lisbeth L. Petersen, Sambandsflokkurin
Høgni Hoydal, Tjóðveldisflokkurin
(Tórbjørn Jacobsen meðan HH var landsstýris-
maður 1998-2003)
Høgni tekur sæti
á Christiansborg
Svend Auken sigur
Tobba farvæl og ynskir
Høgna vælkomnum
uttanfyri Fólkatingið
fríggjadagin
Mynd: Símun J. Hansen
Høgni Hoydal hevur nú sett seg í fólkatingsessin, sum Tórbjørn
Jacobsen hevur røkt síðani fólkatingsvalið 21. november í 2001
Mynd: Símun J. Hansen
C
M
Y
K
17
16