týsdagur 16. mars 2004síða 10
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 52 - 16. mars 2004
Nr. 52 - 16. mars 2004
19
Fernisering var í
Skálanum fríggja-
kvøldið. 60 listafólk
við tilsamans 235
listaverkum mynda ta
avbera flottu og hug-
takandi listafram-
sýningina, Fram í
Ljósið, sum Norðoya
Sparikassi hevur tikið
stig til
FRAMSÝNING
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Klaksvík: Rættuliga nógv
fólk vóru í Skálanum
fríggjakvøldið, tá Jógvan á
Lakjuni,
mentamálaráð-
harri, setti framsýningina,
Fram í Ljósið.
Skálin er av álvara gjørd-
ur um til ein listaskála, og
hóast hølið als ikki er rokn-
að til slíkt, so kundi stað-
festast, at tað ber avbera
væl til at hava eina lista-
framsýning har.
Allastaðni í húsinum
hanga málningar í hesum
døgum, og tað fara teir at
gera í eina góða viku aftur-
at.
Ferniseringin byrjaði um
sjeytíðina, men beinanveg-
in varð greitt, at tað fór illa
at bera til at koma runt, tí
har var so nógv fólk. Og
hartil skal ein hava sera
góðar stundir, tá ein fer til
listaframsýningina, um ein
ætlar sær at koma runt. Tí
har eru so nógv listaverk.
Men kortini nýttu mong
høvi til at hyggja seg um –
í tann mun tað bar til, og
ferð eftir ferð spurdu fólk,
hvør er hetta ella hvør er
hasin, tá tey høvdu hugt í
skránna og sæð navnið á
listafólkinum, sum hevði
gjørt listaverkið, sum tey
hugdu at.
Nógv talent
Fram í Ljósið, sum fram-
sýnginin eitur, er til enda-
máls at fáa minni kend og
ókend listafólk, sum van-
liga ikki halda seg fram at
til framsýningar, fram í
ljósið. Og má sigast, at
endamálið varð nátt væl og
virðiliga.
Jógvan á Lakjuni, lands-
stýrismaður í mentamálum
lat framsýningina upp, og
hann helt millum annað
fyri, at henda framsýningin
er eitt gott prógv um,
hvussu
nógv
dugnalig
listafólk eru í Føroyum.
– Nú havi eg av góðum
grundum ikki fingið møgu-
leika til at hyggja meg um
av røttum, men tað sum eg
síggi bara her eg standi, tað
boðar frá góðum, segði
Jógvan á Lakjuni.
Tá mentamálaráðharrin
var liðugur við sína røðu,
tók stjórin í Norðoya Spari-
kassa orðið. Hann legði út
við at koma við eini umber-
ing til allar luttakararnar.
– Eg má koma við eini
umbering til tykkum lista-
fólk fyri, at eg í Sosialinum
segði, at um eini fimm heilt
stór talentir eru millum
tykkum seksti, so er tað
bara gott. Hetta er fantast-
iskt, og tað hevur tikið meg
fullkomuliga av bóli, segði
Eyðfinn Reyðberg millum
annað.
Og hann tók ikki ov
dýran til. Øll tey mongu
listaverkini á veggunum í
Skálanum taka uttan iva
luftina frá mongum í teirra
fjølbroytni og vakurleika.
Fram í Ljósið verður
hangandi uppi í Skálanum
inntil 21. mars.
Ókend list
fram í ljósið
Nú er alt meira van-
ligt í londunum uttan
um okkum, at seyða-
menn og bøndur fáa
fosturteljara á vitjan.
Við einum ultraljóðs
skannara verður hvør
ær skannað, og við
hesum kann stað-
festast hvussu nógv
fostur hvør ærin ber,
ella um hon í heila
tikið er kviðin
SEYÐAHALD
Tíðindaskriv
Nú er so tikið stig til, at vit
skulu gera eina slíka roynd
í Føroyum. Ein norðmaður,
Jan Johansen kemur til
Føroya, hósdagin 18. mars.
Ætlanin er at gera eina
roynd á Hoyvíksgarði hjá
Sigert Patursson á Vatn
skørðum sama kvøld mill-
um kl 19.30 og 21.00.
Væntandi verða uml 60
seyðir skannaðir.
Hetta er tann maðurin,
sum hevur lært hinar »fost-
urteljarnir« í Noregi at nýta
skannaran. Hann skannar
seyð um alt Noreg, í Ís-
landi, á Fair Isle, og í New
Zealandi. Hann hevur eisini
starvast sum vinnuligur
seyðaklippari í fleiri ár, og
hevur tí hollar royndir inn-
an seyð.
Sambært Jan Johansen
tekur tað millum 5 og 10
sekund at skannað ærina,
og hann gevur 98-100%
vissu fyri, at hann gevur
upp rætt tal av fostrum.
Besta tíð at skanna er
millum 40 og 100 dagar
eftir at brundtíðin er byrja,
tá fæst mest álítandi úrslit.
Hetta er so mikið væl
umtókt uttanum okkum, at
Jan Johansen bert kann
avseta okkum eitt hós-
kvøld, hann má til Íslands
longu morgunin eftir, so
okkurt gott fyri seyða-
haldið eigur at liggja í hes-
um.
Fær man nágreiniliga at
vita, hvørjar ær verða tví-
lembur, hvør sum lembur
eitt, og hvørjar eru geldar,
leggur tað eitt gott grund-
arlag fyri hvussu nógv
eigur at verða givið hvørj-
ari ær.
Alt eftir umstøðunum í
haganum,
fóðri,
húsið
o.s.fr. kann arbeiði leggjast
so til rættis at tvílemburnar
fyrst og fremst fáa tað tær
hava tørv á.
– Tey, ið hava áhuga, eru
vælkomin hyggja meðan
skannað verður á Hoyvíks-
garði hóskvøldið millum kl
19:30 og 21, sigur Jóannes
Patursson, bóndi í Kirkju-
bø. Her verður eisini kaffi
og høvi at seta spurningar,
sigur hann.
Nú ber til at telja fostur í seyði
Jógvan á Lakjuni, mentamálaráðharri, lat framsýningina Fram í Ljósið upp í Skálanum
fríggjakvøldið. Skálin var stúgvandi fullur av fólki, sum vóru komin til hesa forvitnisligu
framsýning
Mong fólk høvdu leitað sær vegin niðan í Skálan fríggja-
kvøldið til ta forvitnisligu og hugtakandi framsýningina, Fram
í Ljósið. Hugaligt er at síggja, at tað finnast so mong dugnalig
listafólk, sum ein vanliga ikki sær til listaframsýningar
Mentanarhúsið í
Fuglafirði verður um
vikuskiftið karmur
um føroyska partin av
einum alheims
festivali, har bólkar
um allan heim fara á
pall samstundis fyri
at hjálpa børnum við
HIV/eyðkvæmi
TÓNLEIKUR
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
One World Beat er fyrsti
globali tónleikafestivalurin
og Føroyar verða um viku-
skiftið partur av hesum
festivalnum, har eini 150
tiltøk í fleiri enn 40 londum
fara av bakkastokki sam-
stundis. Millum londini
teljast Australia, Brasil,
Bretlandi, Burundi, Demo-
kratiska
Lýðveldinum
Kongo, Japan, Kanada,
Kenya, New Zealand, Sam-
eindu Arabisku Emiratini,
Spania, Suðurafrika, Suð-
urkorea, Sveits, Thailand,
Týsklandi og USA.
Tað er FUT, Føroya Und-
irhalds Tónleikarafelag, ið
hevur savnað fleiri føroysk-
ar tónleikarar, ið fara á pall
í
Mentanarhúsinum
í
Fuglafirði 19. og 20. mars.
One world Beat festival-
urin hevur uppruna í Sveits.
Sjálvbodnir
samfelags-
áhugaðir tónleikarar, polit-
iskt óheftir felagsskapir og
onnur tóku seg saman um
at skipa vælgerðarkonsertir.
Festivalurin gongur nú á
øðrum ári og hevur ment
seg at fevna um allan heim.
Góð nøvn stuðla
Alheims tónleikafestivalur-
in er í 3 dagar, tá ein røð av
konsertum fer av bakka-
stokki í nógvum býum -
samstundis. Millum annað
eru tiltøk í New York, Paris,
London, Los Angeles, Syd-
ney og Fuglafirði í døgun-
um 19.-21. mars 2004 (í
Fuglafirði eru tiltøk 19. og
20.
mars).
Festivalurin
loyvir tónleikarum at bera
boðskapin um vón gjøg-
num tónleikin; Tónleikur ið
ger Mun!
Tiltøkini í Mentanarhús-
inum í Fuglafirði eru
fríggjadagin og leygardag-
in.
Leygarkvøldið
verður
fyri tey tilkomnu, og ald-
ursmarkið verður 18 ár.
Kvøldið byrjar við tón-
leika-café kl. 22-01. Borð
við kertuljósum verða sett
upp, har fólk kunnu hugna
sær samanvið Teimum av
Kamarinum, Martini Joen-
sen við orkestri, Ronnie
Poulsen frá Singer Song-
writer-kappingini, Sámali
& Ronnie, Afenginn (ein-
um framúr væl-leikandi
donskum folk-rock-bólki),
og síðani verður stuðuls-
dansur við Twilight og
Fluffy Toys.
FUT hevur sett atgongu-
merkini at kosta kr. 100, og
til ber at stuðla við at keypa
eitt atgongumerki í forsølu,
uttan at noyðast at fara til
sjálv tiltøkini.
Yvirskotið frá hesum
næsta árliga tiltakinum fer
til Keep a Child Alive, eitt
nýtt framtak við tí endamáli
at útvega lívsneyðugan
heilivág til børn í triðja
heiminum, ið liva við HIV/
eyðkvæmi (AIDS). Fram-
takið er stuðlað av Aliciu
Keys.
Afturat tí at luttaka í
lokalum tiltøkum kunnu
fólk um allan Heim vera
við í hesum fjølbroytta
átaki við at fara inn á
heimasíðuna
www.oneworldbeat.org/og
lurta eftir internettøkum
framførslum og live sam-
røðum úr øllum heiminum.
Á heimasíðuni kunnu fólk
eisini downloada tónleik,
fara á uppboðssølu ella lata
pening til tess at stuðla
herferðini móti HIV/eyð-
kvæmi (AIDS).
Á heimasíðuni
oneworldbeat.org ber til at
trýsta seg inn á føroyska
heimasíðu, har ein fær
nærri at vita um føroyska
tiltaki.
Phil
Collins,
Sheena
Easton, Bonnie Tyler, Mark
King & Level 42 og
Michelle Gayle eru al-
mennir One World Beat
stuðlar.
Heimasíðan
hjá
One
World Beat hevur dagliga
umleið 3.000 vitjandi.
Stuðlaður av UNESCO
gjørdi One World Beat
festivalurin 2003 sítt fyrsta
alheims avrik við sjálv-
bodnari arbeiðsmegi. Festi-
valurin náddi eina alheims
áhoyrarafjøld, ið útvegaði
pening til nógv vælgerandi
endamál.
Keep A Child Alive
Keep A Child Alive hevur
til endamáls at útvega
lívsneyðugan heilivág til
tær 3,2 milliónirnar børn,
ið liva við HIV/eyðkvæmi
(AIDS) í triðja heiminum.
Hvønn minutt doyr eitt
barn, tí at tað ikki hevur
atgongd til lívsleingjandi
antiretrovirala (ARV) við-
gerð, og Keep A Child
Alive hjálpir við at útvega
antiretroviralan heilivág til
tey børn, ið liva við
HIV/eyðkvæmi (AIDS).
www.keepachildalive.org
Føroyingar góðir
stuðlar
Kaj Johannesen frá FUT
sigur seg vera spentan uppá
hendan fyrsta globala festi-
valin og hann fegnast um,
at vælvildin er sera stór, nú
fyrireikingarnar
eru
í
hæddini.
- Fólk eru sera fyrikom-
andi og hjálpsom og væl-
vildin er heilt einastand-
andi, sigur Kaj, sum í
hesum døgum hevur úr at
gera við at fyrireika.
Sosialurin fer alla vikuna
at fylgja við og gera burtur
úr tiltakinum.
Alheims
festivalur
eisini í
Føroyum
Kaj Johannesen,
formaður í FUT
C
M
Y
K
19
18