Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-03-16, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. mars 2004síða 11

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Føroyskir hondbólts- áskoðarar verða helst vitni til mest spenn- andi endaspurtin í mannaminni, nú bert trý umfør resta í bestu mansdeildini HONDBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Hóast feltið við luttakarun- um í gullstríðnum varð skorið niður í tríggjar um vikuskiftið, eftir at StÍF mátti lúta fyri Neistanum, so hevur talan verið um eina óvanliga javna kapp- ing í vetur. Trý lið eru jøvn á fyrsta plássinum við 16 stigum hvør, og sum dystarskráin nú sær út, og sum úrslitini annars hava lagað seg í ár, so er at kalla púrasta vón- leyst at peika á nakran einstakan favoritt. Kandidatarnir Enn eiga øll trý oddaliðini sínar innanhýsis dystir eftir, og tað er lítið at ivast í, at tað fyrst og fremst verða hesir, sum fara at gera av, hvør skal standa við steyp- inum, tá avtornar. Best sær tað kanska út hjá VÍF, sum veruliga hevur fingið gongd á spælið hesar seinastu dystirnar.Eftir teir báðar fyrstu dystirnar av endaspælinum sá annars svart út hjá VÍF, sum hevði av at vita frá bæði Kyndli og StÍF, og sum eisini hevði fimm stig upp til odda- sessin. Síðani hetta hevur Kyndil tó bert fingið fimm stig burtur úr fimm dystum, og tað er einki at ivast í, at tað í løtuni er VÍF, sum er best fyri sálarliga av hesum báðum. Fyrst og fremst orsakað av góða rákinum, sum nú hevur verið, men eisini tí liðið í nógv størri mun telir royndar leikarar. Leikarar, sum hava roynt tað mesta, sum er vert at royna í føroyskum mans- hondbólti, og sum tí ikki eru í so stórum vanda fyri at fáa gummibein ella –armar. Hjá Kyndli er støðan í løtuni kanska júst tann øvugta, sum hon er hjá vestmenningum. Og kanska hava teir tí eisini vánaligastu kortini á hond- ini. Hjá einum so sigursvand- um liði, sum Kyndil jú er, er »síðani 1996« sera long tíð at bíða, nú vit skriva 2004 í álmanakkanum. Nú liðið at kalla alt kapping- arárið hevur hildið til á oddasessinum, eru vónirnar hjá áskoðarunum um at broyta hetta ’96 talið skrúv- aðar hampuliga langt upp, og hetta er uttan iva við til at økja trýstið á leikarun- um. Og tó at talan er um leikarar, sum upp ígjøgnum ungdómsárini hava vunnið tað mesta, so eru teir ikki vanir við støðuna sum oddalið í bestu deildini. Her eru tað bara tveir av leikarunum, sum hava verið meistarar í bestu deildini. Nevnliga Johan Danielsen, sum var meistari við StÍF í ’99 og so sjálvandi Jónleif Sólsker, sum hevur ikki færri enn níggju meistara- heiti við ávíkavist Kyndli, VÍF og StÍF. Og skal tosast um form- kurvu, so skerst ikki burtur, at Kyndil í løtuni er í einum veruligum aldudali. Eftir at teir byrjaðu endaspælið við fullari ferð, tá teir vundu burturúr einum kreppurakt- um VÍF-liði, hevur gongdin fyri tað mesta verið skeiva vegin, og fimm stig í teim- um seinastu seks dystunum er avgjørt ikki tað, sum verður roknað við frá ein- um meistarakandidati. Tað man tó vera ein lætti hjá Kyndli, at dystirnir móti H71 nú eru eitt liðugt kapittul fyri árið. Júst hesir hava meira enn nakað kostað dýrt hjá Kyndli, sum bara hevur fingið tvey av sínum 16 stigum frá hoy- víkingunum! Og so er tað Neistin, sum við sínum sigri á StÍF framvegis helt fast um sín lut í oddastríðnum. Eftir at liðið undan endaspælinum fekk tilgongd av Heina Hanusarson, varð frá fleiri síðum mett, at teir nú máttu roknast sum størstu favo- rittarnir, og skal bara metast eftir pappírinum, so hevur Neistin kanska eisini sterkasta hópin. Ein bak- keta við Heina Hanusarson, Áka Mørk og Dragisa Stojovic eigur í øllum før- um at vera garantur fyri nógv mál, og við Blagoje Buha og Zeljko Jotic at fylla útlendingakvotuna, tykist talan vera um ein hóp, sum øll lið eiga at hava stórar trupulleikar av. Tað hava tey kanska eisini, men samstundis hava dystirnir higartil víst, at liðið í alt ov stóran mun er tengt at avrikunum hjá einstaklingunum. Hetta skilt soleiðis, at talan í stóran mun er um sjálvdrátt hjá stóru profilunum, og at liðið tí ikki fær nóg stórt gagn av hesum monnum. Hvørki í álopinum ella í verjuni, har hæddin hjá bak-ketuni annars átti at komið sera væl við. Skráin Tað kann tó væl vísa seg, at gitingarnar og metingarnar omanfyri als ikki eru nak- að, sum fer at halda tær komandi vikurnar, tí eftir- verandi dystarskráin letur eisini allar møguleikar standa púrasta opnar. Her hava vestmenningar truplastu dystarskránna við Neistanum, StÍF og Kyndli eftir á skránni. Við verandi støðuni, so kunnu Vest- menningar her hava ráð at tapa dystin móti strand- ingum, um bara hinir báðir geva fult, men fyrst og fremst ræður hjá teimum um at taka ein dyst í senn. Neistin hevur tann fyri- mun, at um liðið kemur heilskalað gjøgnum teir báða næstu dystirnar, so enda teir við einum »bleyt- um« dysti móti H71, har vandin fyri einum kiksi í seinastu løtu tykist minni, enn um talan var um dystir móti onkrum av hinum oddaliðunum. Útgangs- støðið undan hesum dyst- inum er tó treytað av úr- tøkuni í Vestmanna kom- andi vikuskifti og í Havn annað vikuskiftið. Geva hesir ikki nóg nógv, so kann seinasti dysturin gerast fulkomuliga týdn- ingarleysur. Kyndil leggur fyri í endaspurtinum við heima- dysti móti KÍF, og lítil ivi man vera um, at hesin fyrst og fremst skal brúkast til at styrkja um sjálvsálitið. KÍF hevur í ár als ikki volt Kyndli nakrar trupulleikar, og tí er væntandi, at stigini verða eftir á Hálsi. Spurn- ingurin er so bara, um kreppan hjá Kyndli stingur somikið djúpt, at eisini hesin dysturin kann gerast ein trupulleiki. Um so er, so ballið at kalla búið hjá Kyndli, tó at teir við sigrum í teimum báðum seinastu dystunum og eitt sindur av hjálp annars kortini hava møguleikan. Svarti hesturin í øllum hesum er so StÍF, sum enn hevur ein teoretiskan møguleika. Tað skal tó nógv fella í rættlag hjá strandingum, um tað skal eydnast teimum, men fyri fimm árum síðani sá støðan kanska enn meira vónleys út, tá teir fýra dystir kapp- ingarlok vóru langt aftan fyri Kyndil, sum so endaði við at tapa fýra dystir á rað. So hóast vit ikki hava tikið strandingarnar við í hesi metingini, so hevur kappingin í ár víst, at einki skal útilokast, fyrr enn tað matematiskt er ógjørligt, so kanska verða tað stranding- arnir, sum fáa alt latið upp í hendurnar seinastu um- førini. Nr. 52 • týsdagur • 16. mars 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo Besti spurtarin vinnur Formurin Gjørt upp eftir seinastu fimm dystunum vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 VÍF 5 5 - 0 - 0 179 133 46 10 2 Neistin 5 3 - 0 - 2 143 145 -2 6 3 Kyndil 5 2 - 1 - 2 147 145 2 5 tigatalvuni í løtuni, so kann føroyameistarin væl skula finnast, tá stóri klassikarin á føroyskum manshondbólti verður leiktur í Havn á seinasta leikdegi 21 20 Nr. 52 - 16. mars 2004 Jan Zachariassen er saman við konu og børnum fluttur til Svøríkis, har hann nú innrættar seg til egið virksemi innan tón- leik – men í summar skal hann spæla saman við Russ Taff á G! Festival TÓNLEIKUR Búi Tyril tyril@PRnewsMedia.com Tað sigst at í dag er tað lutfalsliga lætt at seta upp sítt egna musikkstudio: Einar tvær arbeiðsstatiónir við góðari kraft, ein ProTools pakki, eitt sindur av eyka ritbúnaði og midi- útgjørdum tangentborðum og ljóðmodulum, so hevur tú eitt digitalt ljóðstudio við harðdisk upptøku kapaci- teti. Ein táttur er tó enn meira týdningarmikil enn útbún- aðurin: tað humana til- feingið við øllum tí sum tað inniber. Har má vera fólk sum bæði hevur eitt væl vant oyra og ein væl tren- aðan teknikk í fingrunum, aftur við musikalskum skili sum heild og fitt av hósk- andi royndum; og so helst einum góðum kontaktneti eisini. Fyri ein mann sum Jan Zachariassen eru allir hesar fyritreytir uppfyltar. Tí kann tað neyvan undra tey ið kenna Jan at hann nú setir í gongd síni egnu verkevni í tónleiki sam- stundis sum hann letur dyrnar upp á víðan vegg fyri teimum ið tørvar eina hjálpandi hond tá talan er um upptøkur, arrangement og spæl. »Eg havi spælt so nógv í projektum hjá øðrum og eg havi so ofta hugsað um at gera okkurt sjálvur,« greið- ir hann frá. »Nú vit aftur fluttu til Svöríkis og eg havi fingið longt farloyvi til barna- ansing, so havi eg fingið eitt sindur av eyka tíð til tankar og hugskot… Eg havi eisini fingið onkran fyrispurning um at standa fyri mixing og upptøku í sambandi við eina ætlaða útgávu. Men eg havi eisini arbeitt við nøkrum løgum sjálvur og eg ætli mær at halda fram við tí til eg havi eitt savn sum kanska kann gevast út á fløgu. Mítt heimastudio er rættiliga væl útgjørt og møguleik- arnir skuldu verið góðir fyri at fingið fitt burturúr hvat musikki viðvíkur.« Jan Zachariassen hevur svenska konu; hon eitur Malin er rættiliga kend í Føroyum sum sangarinna og sangskrivari. Foreldrini hjá Malin, Ruth og Stig Almlöv, búðu nevniliga í Føroyum millum 1988 og 1990 í sambandi við eitt tónleika lærara starv hjá Stig. Undir hesum tíðar- skeiði møttust Jan og Malin; so skjótt hann var útlærdur sum krambakallur hjá Simma, ikki langt aftan á at familjan Almlöv var flutt aftur til Svøríkis, fór Jan aftaná. Hann og Malin giftust so í 1993 og tá ið hon var liðugt útbúgvin sum sjúkrasystir, í 1996, fluttu tey bæði til Føroya. Her fingu tey synirnar Jákup og Elias og her hava tey so búð fram til nú fyri kortum tá tey fluttu til Malmö. Við Russ Taff á G! Tann 31 ára gamli Jan Zachariassen hevur við- virkað á einum fleirtali av fløgum sum eru komnar út í Føroyum tey seinnu árini, umframt tveimum føroysk- um fløgum frá Malin. Djinglur sum "Góðan Morgun Føroyar", "Kult" og "Meira Fyri Minni" ið Jan hevur gjørt hoyrast framvegis dagliga í Útvarpi Føroya hóast hann ikki longur arbeiðir har. Tónleikurin hjá Jan Zachariassen er meira vakur enn villur og hansara fyrimyndir eru at finna millum kendar jazz guitaristar av tí mjúka og melodiøsa slagnum. »Skal eg nevna nøkur kend nøvn ið eg havi latið meg ávirkað av hvat spæli- teknikki og stíli viðvíkur, so er tað mest sovorðnir sum Pat Metheny, Larry Carlton og Lee Ritenour …« Júst so. Tann musikalska bylgjulongdin hjá Jan Zachariassen liggur rætti- liga nógv yvir ímóti tí instrumentala og róligt melodiska. Ikki tí, onkrir textir eru við eisini í hans- ara verandi verkevni. »Eg havi ikki so nógva rutinu hvat viðvíkur texti men eg skrivi nakrar reglur og fái kanska onkran at hjálpa til eitt sindur eisini,« ljóðar tað kryptiskt í hon- um. Musikalskt evnaríkur er Jan Zachariassen sum fáur. Hann spældi longu sum smádrongur á eitt fleirtal av instrumentum og tað rætti- liga væl. Hann hevur ong- antíð móttikið nakra form- liga útbúgving sum tón- leikari men hevur lært seg við at egnari venjing og gjøgnum at læra av øðrum. Við tíðini er hann vorðin alsamt kendari millum tónleikarar sum sera dugna- ligur á elektriskan bass so væl sum akustiskan guitar, umframt at hann kann spæla á onnur instrument og, ikki minst, hevur evnir fyri tí musikalsku heildini. Á skránni seinni í ár er millum annað luttøka á live konsertum hjá tí kenda amerikanska gospel sang- aranum Russ Taff; hesin skal nevniliga eftir ætlan til Føroya í summar. »Systskinabarnið Jákup Zachariassen ringdi og spurdi um eg vildi vera við í einum konsertbólki hjá Russ Taff sum eftir ætlan skal framføra á komandi G! Festival og eg takkaði sum vera man ja…« So vita vit tað. Tónleikaligt talent í holt við egin verkevni Jan Zachariassen er kendur sum ein sera stinnur bassistur Foto: Maria Olsen/PRnewsMedia.com Jan og Malin saman við synunum Jákup og Elias Foto: Maria Olsen/PRnewsMedia.com C M Y K 20