Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-03-16, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. mars 2004síða 12

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 52 - 16. mars 2004 23 6 nýggj bólkamet í svimjing vórðu sett í Klaksvík um viku- skiftið SVIMJING tíðindaskriv Tær báðar Elspa Mørkøre frá Skeggjum og Poula Ø. Mohr frá Fuglafjarðar Svimjifelag gjørdu ikki mætari enn at taka 3 nýggj føroysk bólkamet til sín í part um vikuskiftið. Vert er at leggja merki til at fimm av hesum metum eru 7 til 9 ára gomul. Elspa, sum svimur í bólki trý, setti síni met í 100 metra frísvimjing við 1.04,78 (gamla metið var 1.06,42, 200 metra rygg við 2.37,86 (2.43,66) og í 100 metra rygg við 1.13,63 (1.15,10). Hjá Poulu vórðu metini sett í bólki eitt í 100 metra frí, 1.004,78 (1.06,42), 100 metra rygg í 1.47,46 (2.04,60) og í 100 metra bringusvimjing, har hon hevði tíðina 2.07,44 mót- vegis gamla metinum á 2.08,17. Natalia Reinhardt frá Ægir ognaði sær silvur nálina við at svimja 100m frí við tíðini 1.05.70, með- an Inga Weihe og Weronika Popczynska frá Skeggjum ognaðu sær bronsunálina. Vágs Svimjifelag vann ongar medaljir á hesum sinni, og Reki og TS luttóku ikki. Talvið hesa vikuna Jan R. Pedersen 2204 — IM John Rødgaard 2258 1. division 2003—04 (7. umf.), 29.02.2004 Talvið er úr donsku liðkappinini, tá Talvfelagið Føroyar í seinasta umfarinum í 1. deild hitti Århus. Rødgaard niðurspælur mótstøðmann sín við sínari yndisbyrjan. 1.e4 e6 2.d4 d5 3.Rid2 Rif6 4.e5 Rifd7 5.Bd3 c5 6.c3 Ric6 7.Rie2 cxd4 8.cxd4 f6 9.Rif4 (Teorikendur variantur í fronsku byrjanini, sum við fyrsta eygna- kast tykist góðir fyri hvítan. Men Rødgaard er á heimavølli í hesum føri) 9...Rixd4 10.Fh5+ Ke7 11.exf6+ Rixf6 12.Rig6+ hxg6 13.Fxh8 Kf7 (Svartur gevur materiali fyri betri spæl. Ein áhugaverd støða, sum hvítur má ansa sær í) 14.0—0 e5 15.b3 e4 16.Bb2 Rie6 17.Be2 Rif4 18.Rfe1 Fa5 19.Rad1? (Hvítur hevði trupla støðu. Nú finnur Rødgaard vinnandi leikrøð) 19...Rixe2+ 20.Rxe2 Støðumynd eftir 20.Rxe2 20...Bg4 21.Ree1 (21.f3 tapur vegna 21...Bc5+ og 22.Rxh8) 21...Bxd1 22.Rxd1 Re8 (Rødgaard kundi vandaleyst taka finnuna á a2) 23.Fh3 Fxa2 24.Bxf6 Fc2! 25.Fg4 gxf6 26.Fd7+ Be7 27.Fxd5+ Kf8 28.Re1 Bb4 (Talvið er avgjørt. Hvítur roynir tó at sprella eitt sindur) 29.Rixe4 Bxe1 30.Fd6+ Kg8 31.Rixf6+ Kh8 32.h3 Bxf2+ 33.Kh2 Fc1 34.h4 Fg1+ 0—1 Havnar Telvingarfe- lag hevur átikið sær at skipa fyri trimum vikuskiftiskappingum í vár. Í juni mánaða verður HT-open. TALV Carl Eli Nolsøe Samuelsen Uppmøtingin til fyrstu kappingina í vár var góð; 32 luttakarar, ið vórðu býttir í fimm bólkar. Fimm umfør blivu leikt; Fyrsta umfar fríggjakvøld, 2-3. umfar leygardag og 4-5. umfar sunnudag. Kapping- in bleiv leikt 5-7. mars Seinastu árini hevur at kalla bert verið møguligt at telva í liðkappingini og FM-einstaklingakappingi. Tó hava børnini og ung- lingar havt optimalar karm- ar seinastu mongu vetrar- nar við liðkappingum og einstaklingakappingum, eins og elitan hevur havt møguleikar at telva í IM- kappingum. Men vanligar rataðar kappingar fyri øll áhugaði hevur sanniliga vantað. Tí eru kappingarnar í vetur eitt óført átak av høvuðs- staðarfelagnum. Kollfirðingar í toppinum Fyrsta kappingin varð rættiliga spennandi. Serliga í tveimum teimum sterk- astu bólkunum. Hans Krist- ian Simonsen varð favo- rittur, og hevði eisini møguleikan at vinna kapp- ingina, tá hann undan seinasta umfari var á odda. Men Torbjørn Thomsen vann við svarta fólkinum á favorittinum og yvirhálaði Hans Kristian. Ikki bert kollfirðingarnir stríddust um fyrsta plássið. Klaksvíkingurin Finnbjørn Vang snoddaði til toppin, og vann sær eitt heiðurligt deilt annað pláss. Torbjørn fekk loksins 4 stig av 5 møguligum, meðan Hans Kristian og Finnbjørn fingu 3,5 stig. Síðani varð eitt lop niður til Rógva Jacobsen (2), Rana Baldursson (1,5) og Bernhard Augustinus- sen (0,5). Var uppmøtingin góð, var kappingin hinvegin kanska ikki so sterk sum vónað varð. Tó myndaðu mongu unglingarnir kappingina væl, og tað er fegnast um. Helst fara fleiri +2000- telvarar at royna seg í komandi vikuskiftiskapp- ing, ið verður stutt eftir FM á Toftum. Í mai mánaða verður tann triðja kappingin í røðini av vónandi enn fleiri tílíkum tiltøkum. Og tað nýtist ikki bert vera Havnar Telv- ingarfelag, ið skipar fyri... Í Bólki 2 vórðu tríggir vinnarar við 3 stigum: Unglingarnir Helgi D. Ziska og Sjúrður Thor- steinsson, og veteranurin Gutti Petersen. Ratingfongur Jón Gregersen vann Bólk 3 við fullum stigatali. Jón vann sær nærum 200 ratingstig fyri avrikið! Jón hevur helst lært nógv av NM-unglingakappingini, sum hann herfyri luttók í saman við níggju øðrum føroyingum. Bólk 4 vann Tór D. Joensen stutt framanfyri Óla Jákup Muller, meðan Hjalti Toftum vann trygt Bólk 5, og omaná fekk Hjalti yvir 100 ratingstig. Torbjørn vann vikuskiftis- kappingina Ægir Open 2004 Samlaða býtið av heiðursmerkjum var soleiðis: Gull Silvur Bronsa 1 Havnar Svimjifelag 24 15 18 2 Skeggjar 3 8 2 3 Fuglafjarðar Svimjifelag 3 3 7 4 Flot 3 3 3 5 Ægir 2 2 1 Tveir svimjarar áttu seks bólkamet, tá kappast varð í Klaksvík um vikuskiftið 23 22 Nr. 52 - 16. mars 2004 Søgan endurtók seg sunnudagin, tá ið oddaliðið Kyndil enn einaferð noyddist at lúta fyri hoyvíking- um. Ein av høvuðs- orsøkunum til H71- sigurin var ein fram- úr væl leikandi Levi Nybo í hoyvíksmálin- um HONDBÓLTUR Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Kyndil hevur alt kapp- ingarárið ligið á odda í landskappingini, og var tað ikki fyri hoyvíkingar, vóru teir grønu úr Havn so mikið langt á odda, at eingin fekk fatur á teimum aftur. Men H71 hevur nú í fýra lands- kappingardystum í hesum kappingarárinum sett fót fyri Kyndil, sum bert hevur fingið eitt stig av átta møguligum ímóti H71 í ár. Nýggir venjarar vendu ikki gongdini Ikki sørt av rumbli var í havnarfelagnum í farnu viku, tá ið venjarin hjá besta mansliðnum hjá Kyndli, danin Jan Djur- huus, var loystur úr starvi. Sum skilst var høvuðsor- søkin tann, at stór ónøgd var millum leikararnar við venjaran. Ístaðin vóru tvær gamlar Kyndlakempur, Kári Nielsen og Birgir Hansen, settir sum venjar- ar, tað ið eftir er av kapp- ingarárinum. Fyrsta upp- gávan hjá teimum báðum var landskappinardysturin móti H71, ið er marran hjá Kyndli, í hoyvíkshøllini sunnudagin. Nógv væntaðu óivað, at íblásturin frá nýggja venj- araparinum hjá Kyndli fór at verða júst tað, ið teimum grønu tørvaðu til tess at basa hoyvíkingum, men so var ikki. Við kontantum og disiplineraðum verjuspæli og einum framúr væl leik- andi Levi Nybo í málinum eydnaðist tað enn einaferð hoyvíkingum at basa Kyndil. Góðar verjur Í byrjanini av dystinum sást væl, at liðini høvdu stóra virðing fyri hvørjum øðr- um. Spælið var rættuliga varisligt, og tá ið onkur royndi at bróta ígjøgnum, vóru verjurnar báðar ógvu- liga stinnar, og at menn vildu berjast fyri sakini, sást á øllum brøgdum. Bæði liðini høvdu trupul- leikar við at spæla seg ígjøgnum verjurnar, og tað gekk ógvuliga striltið við at fáa bóltin í mál. Tá ið fyrri hálvleikur var hálvrunnin vóru einans átta mál komin í dystinum, fýra í part, og tað er ógvuliga sjáldsamt í manshondbólti, serliga hjá júst hesum báðum liðum, ið vanliga leika rættuliga mál- ríkar dystir. Um miðjan fyrra hálvleik fóru hoyvíkingar nakað frá kyndilsmonnum, og tað eydnaðist ongantíð Kyndil at fáa fatur á H71 aftur, tað ið eftir var av dystinum. Hoyvíkingar vóru eitt vet dugnaligari at skora upp á sínar møguleikar, meðan tað í hinum endanum tókt- ist nærum ógjørligt hjá Kyndil at fáa bóltin fram við Levi í málinum hjá H71, tí hann var snøgt sagt ein livandi múrur í dystin- um sunnudagin. Ferð aftaná ferð bjargaði hann frá púra leysum kyndilsmonnum, og hann var høvuðsorsøkin til at H71 vann dystin, tá ið samanum kom. Kyndil hevði møguleikan Hoyvíkingar høvdu verið á odda við fýra málum ein stóran part av fyrra hálv- leiki, men beint fyri hálv- leik, kom Kyndil eitt sindur betur við, so at einans tvey mál vóru á muni, 12-10, tá ið menn fingu eina hvíld. Tískil var enn alt at spæla fyri hjá oddaliðnum, men hóast høvi beyðst at fáa fatur aftur á H71, tóku teir ikki av. Beint eftir steðgin brendi Kyndil tveir upplagdar mál- møguleikar, og ístaðin var tað H71, ið fekk fyrsta málið í seinna hálvleiki og legði seg á odda við trimum málum, tá ið Kyndil hevði havt møguleikan at javnað. Tá ið so ein av lyklaleik- arunum hjá teimum grønu, Janus Einar Sørensen, stutt eftir hetta fekk sína triðju útvísing og harvið reyða kortið, vóru útlitini ikki góð hjá Kyndli. Í hesum sambandi skal nevnast, at linjan hjá dómarunum við- víkjandi útvísingum ikki var serliga sannførandi, hóast dómararnir annars komu væl frá dystinum. Kyndil fekk tó ein møgu- leika afturat at fáa fatur á hoyvíkingum, tá ið okkurt um tíggju minuttir vóru eftir at leika, tí tá fekk H71 tríggjar útvísingar innan fyri tríggjar minuttir, men Kyndiil megnaði ikki at gagnnýta hesar yvirtals- støður, og so var dysturin avgjørdur. H71 vann dystin við trimum málum, og tað var eisini fult uppiborið, tí teir vóru betra liðið, og tað var stuttligt at síggja, hvussu disiplinerað verjuspælið hjá hoyvíkingum var. Teir spældu til markið, men heldur ikki longur. Í álop- inum vóru tað fleiri mans, ið hildu seg til, og til dømis tóku bæði Heini Bentsen og Niels Viggo Niclasen stóra ábyrgd á sínar herðar, tá ið Halgir Dahl-Olesen og Henrik Gerster vóru mans- vardir. Høvdu hoyvíkingar víst eins gott spæl og stríðsvilja móti hinum liðunum, sum tá ið teir leika ímóti Kyndli, ja so er ikki óhugsandi, at H71 var heilt ovarlaga á stigatalvuni, ístaðin fyri at liggja og róta niðri í botn- inum saman við kollfirð- ingum. Er Kyndil liðugt? Kyndil hevur ligið á odda í landskappingini í alt ár, men nú tað veruliga byrjar at telja, tykist havnarliðið hava stórar trupulleikar við at fóta sær. Í dystinum sunnudagin sóu vit enn einaferð alt ov nógvar av leikarunum hjá oddaliðin- um, ið ikki tóku ábyrgd. Álopsspælið er stirvið, men hinvegin vóru glottar at síggja í verjupartinum, har stríðsviljin var betur, enn hann leingi hevur verið. Nú trý umfør eru eftir at leika, liggur Kyndil ájavnt við VÍF og Neistan í stigum á ovastu rók, men hóast havnarliðið hevur dystir móti hesum báðum liðun- um eftir, er lítið, ið bendir á, at Kyndil stendur við gullinum í hondini, tá ið kappingarárið endar. Liðið hevur seinastu mongu um- førini snøgt sagt ikki víst tær dygdir, ið eitt oddalið skal hava, meðan hini oddaliðini tykjast at vera í framgongd. Dysturin í tølum H71-Kyndil 24-21 (12-10) Málskjúttar H71: Henrik Gerster 7(1), Halgir Dahl-Olesen 5, Niels Viggo Niclasen 4, Heini Bentsen 4, Anfinnur Debes 2, Olaf Vestergaard 1, Johnny Durhuus 1 Kyndil: Jacob Jónsson 5, Finnur Hansson 3, Hans Áki Dal-Christiansen 3(1), Ken Zachariassen 2, Josef Abrahamsen 2(1), Jónleif Sólsker 2, Janus Einar Sørensen 2, Høgni Klein 2 Brotskøst: H71 1(1), Kyndil 4(2) Útvísingar: H71 5, Kyndil 7 Diskvalifikatión: Kyndil 1(3x2min) Dómarar: Kristian Johan- sen og Sámal Hansen - høvdu rímuliga gott tak á dystinum, men ynskiligt hevði verið, at kjaftaslit og sonevnd "dirty tricks" vóru revsaði harðari. H71-Kyndil 24-21 (12-10): Levi í serflokki So hendi tað aftur. Hóast Kyndil er ovast og H71 niðast, so koppaðu hoyvíkingarnir enn einaferð teimum grønu, tá liðini hittust C M Y K 22