Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-03-16, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. mars 2004síða 13

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 52 - 16. mars 2004 25 24 Nr. 52 - 16. mars 2004 Neistin spældi ongan góðan dyst, og teir høvdu kanska heldur ikki sigurin uppi- bornan. Men teir høvdu neyðuga hepnið, og hetta sam- an við einum niður- túri hjá strandingun- um var nóg mikið til at tryggja sigurin HONDBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Ein av týdningarmestu eginleikunum hjá einum liði, sum vil vera partur av toppinum, er eisini at vinna dystirnar, har spælið ikki er av tí besta. Og hartil verður eisini ofta tikið til, hvussu týdningarmikið tað er við rætta hepninum, um tú skalt gerast meistari. Og skal metast eftir hes- um, so er einki at ivast í, at Neistin nú má vera størsti favoritturin at vinna tætta FM-stríðið. Neistin hevði nevnliga ein av sínum heilt vánaligu døgum sunnudagin, og tá StÍF í seinna hálvleiki var komið nakað fyri seg, tókt- ust teir vera ávegis einum stórsigri, men onkursvegna megnaðu teir at geva Neist- anum eina somikið stóra hjálpandi hond, at bæði sigurin og stigini vórðu verandi í høvuðsstaðnum. Knæið helt ikki Tað var annars Neistin, sum hevði betru byrjanina upp á dystin. Hóast spælið so avgjørt ikki var nakað at reypa av, so megnaðu fyrst og fremst Heini Hanusar- son og Dragisa Stojovic at skjóta eina rúgvu av bóltum ígjøgnum illa skipaðu strandaverjuna, har Rasmus Magnusson ikki hevði ein serliga hepnan dag. Strandingarnir høvdu annars vónað, at Marian Cirloganescu loksins kundi taka lut í dysti aftur, men veika knæið helt ikki so- mikið sum til upphitingina, og við sjónligari pínu mátti hann tí enn einaferð takka til takkar við einum sessi á beinkinum. Í hinum endanum var Neistin so avgjørt heldur ikki serliga sannførandi, men í Jota hava teir ein málverja, sum heilt avgjørt telist millum teir allar stinnastu í landinum. Kanska var tað ikki so øgiliga ofta, at hann hevði tørv á at vísa hetta fyri steðgin, men hann hevði nakrar sera týdningarmikl- ar bjargingar, sum forðaðu gestunum í at gagnnýta fleiri kontra-møguleikar, og ivaleyst var hetta viðvirk- andi til at taka nakað av gessinum hjá StÍF. Ørvur skapti luftina Við einmansavrikunum frá Heina og Dragisa eydnaðist eisini Neistanum at halda fast um leiðsluna fram til steðgin, men eftir hetta var tað skjótt, at StÍF staðfesti, at teir ikki bara vildu lata standa til. Verjan fekst nú í nógv størri mun at rigga, og Finn á Svøð, sum fyri steðgin varð skiftur inn fyri Rasm- us, varð av álvara skotin heitur av neistamonnunum. Eftir einum korteri hevði StÍF lagt seg upp á 25-20, og tá so Neistin eisini misti Birgir Kass, tá hesin varð dømdur fyri at halda í arm- inum á Sveini Justinussen, fór av álvara at síggja svart út. Eisini tí spælið hjá Neist- anum als ikki koyrdi. Talan var framvegis bara um ein- mansavrik, og tað tóktist merkisvert, at venjarin ikki valdi at taka onkran av stóru skjúttunum út eina løtu. Bæði fyri at luft og so sanniliga eisini fyri at siga teimum, at í hondbólti eru tað altso sjey mans á einum liði. Tað varð tó ikki gjørt, men tað var helst ein onnur útskifting, sum av álvara fekk vent dystinum. Jota hevði í øðrum hálvleiki ikki á sama hátt megnað at hildið gestunum frá fat- inum, og tí fekk hann eina løtu á beinkinum, meðan Ørvur Heimbø slapp inn at royna seg fyri fyrstu ferð í ár. Og so kom av álvara vend í. Ørvur hevði sjálvur nakrar fínar bjargingar, og hann megnaði hartil at rópa liðfelagarnar nakað upp, soleiðis at teir nú av álvara fóru at stríðast. Og tá so Jota seinni kom aftur á vøllin, hevði hann fingið neyðugu hvíldina og var til reiðar at taka liðfelagarnar seinasta pettið. Gávumildir gestir At hetta so eydnaðist, má Neistin so eisini takka strandingum fyri. Eitt er, at StÍF bert skeyt eittans mál seinastu tíggju minuttirnar, men hartil mistu teir meira ella minni høvdið hesa somu løtuna. André fekk tveir minuttir fyri at brúka seg, og tá Neistin so upp á fýra minuttir stríddi seg upp á 27-27, var høllin á gosi. Tað eydnaðist Borgar Danielsen at leggja StÍF framum eina seinastu ferð, men so fekk Neistin takið. Buha og Dragisa hvør sítt mál, og tá StÍF so eisini misti Ben Djurhuus sein- astu løtuna, tóktist alt lið- ugt. Men í tí, sum helst var ætlað sum seinasta álopið í dystinum, misti Dragisa púrasta óneyðugt bóltin. Ivaleyst átti talan eisini at verið um tveir fingrar, tá hann royndi at halda mót- støðuleikara, tá StÍF kontr- aði, men onkursvegna mettu dómararnir, at tað nú var rætt at nýta seinasta gula kortið. Strandingar varveittu álopið, men tá Artur heldur óneyðuga tók kjansin at skjóta, var liðugt. Neistin kloddaði ikki seinasta pett- ið burtur, og við 16 stigum eru teir framvegis av óvan- liga spennandi endaspurt- inum. Hondbóltur – eitt liðspæl Men hóast sigurin á StÍF, sum nú má metast sum endaligt úti úr stríðnum, og hóast lovandi inngangin til hesa greinina, so skerst ikki burtur, at Neistin má fáa nógvar lutir upp á pláss undan dystinum móti VÍF komandi vikuskifti. Fyrst og fremst mugu leikararnir ásanna, at hond- bóltur er eitt liðspæl. At tað bert verður koyrt upp á einmansavrikini hjá einum trimum-fýra leikarum er sjáldan nóg mikið til at vinna í longdini. Og í verju- partinum kann liðið ikki einvíst líta á Jota í málin- um. Tað hevur eisini víst seg, at tá hann ikki hevur havt ein sínum mongu góðu døgum, hevur liðið tað sera trupult. Kanska kann hetta batna nakað, tá Karl Oddmar Rasmussen nú aft- ur verður tøkur, men hin- vegin telir tað skeiva vegin, at Birgir Kass nú ikki er tøkur. Strandingarnir mugu hinvegin roknast sum lidnir í FM-stríðnum. Ein javn- leikur sunnudagin kundi annars havt við sær, at liðið framvegis hevði verið væl við. StÍF er nevnliga tað av teimum fýra ovastu, sum á pappírinum hevur lættastu skránna eftir. Teir hava ein dyst í Vestmanna, og so tveir á heimavølli móti ávíkavist KÍF og H71, og tað kann ikki metast, at hesir seinastu skulu geva nakrar trupulleikar. Teoretiskt, so kunnu strandingar kanska fram- vegis fara avstað við tí heila, men til tað krevst nú meira enn vanligt hepni, og sjálvir munnu teir hvítu eisini hava ásannað, at í ár verður so bara talan um tað eina steypið, men tað er hinvegin heldur ikki so galið. Dysturin í tølum Neistin-StÍF 29-28 (16-14) Málskjúttar Neistin: Heini Hanusarson 8, Blagoje Buha 6, Dragisa Stojovic 6, Áki Mørk 5, Helgi Justinussen 2, Ragn- ar Stakksund 1, Helgi Michelsen 1 StÍF: Alexandur Johansen 5(1), Sveinur Justinussen 5, Borgar Danielsen 4, Andre F. Danielsen 4, Artur Jo- hansen 3, Jón Rasmussen 1, Pauli Hansen 1 Brotskøst: Neistin 2, StÍF 3 Útvísingar: Neistin 2, StÍF 5 Diskvalifikatiónir: Neistin 1 (Beinleiðis reytt), StÍF 1 (3X2 minuttir) Dómarar úr Stjørnuni: Kristian Joensen & Karstin Joensen. Høvdu fyri tað allar mesta eitt sera gott tak á dystin- um, sum ikki var tann lætt- asti at døma. Men seinasti minutturin dróg tó nakað frá í samlaðu metingini. Neistin-StÍF 29-28 (16-14): Hepnir havnarmenn Hildu høvdinum kalt Helgi Justinussen fegnaðist eftir dystin um sigurin, sum framvegis heldur Neistanum heilt inni í FM-stríðnum HONDBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað er einki at ivast í, at talan var um nógvar fegn- ar Neista-leikarar eftir sigurin á StÍF sunnu- dagin. Ein teirra var Helgi Justinussen, og hann var ikki í iva um, at tað nú bara er gullið, sum telur hjá liðnum. Ikki minst eftir at tað skuldi eydnast liðnum at vinna ein dyst sum hendan, har teir fyri ein stóran part lógu væl og virðliga undir mótstøð- uni. - Eg vóni í øllum før- um, at hetta var júst tann sigurin, sum kann geva okkum seinasta skumpið frameftir. Vit spæla kanska ikki so væl, men hetta eigur at vera nakað, sum vit kunnu brúka pos- itivt í komandi dystunum. Um orsøkina til sigurin helt Helgi, at hetta fyrst og fremst komst av, at Neistin í størri mun enn mótstøðan megnaði at halda høvdinum kalt. - Fyrr í ár hava vit ofta havt trupulleikar av, at vit tveita nógvar bóltar burt- ur seinastu løtuna. Vit hava tosað nógv um, at vit mugu halda høvdinum kalt hesa løtuna, og tað eydnaðist eisini hesaferð, við einum undantaki. Tað vísir seg ofta, at dystirnir verða avgjørdir seinastu tíggju minuttirnar, og sjálvt um vit ikki hava nakað serstakt taktist upp- legg til hesa løtuna, so er tað ein lutur, sum vit hava arbeitt sera nógv við sein- astu tíðina. - Og so stríddust vit eis- ini sera væl, og vit vístu, at vildu vinna. Tað sá ann- ars heilt vónleyst út eina løtu, men tá vit so fingu nøkur mál, samstundis sum teir fáa onkra býtta útvísing, so koppar tað til okkara veg, staðfesti Helgi Justinussen, sum nú saman við liðfeløgunum kann fyrireika seg til tveir dystir, sum kunnu tryggja liðnum gullið. VÍF í Vest- manna og Kyndil í Havn, áðrenn kappingin verður rundað av við útidysti móti H71. Tað var fyri tað nógva StÍF, sum stýrdi dystinum móti Neistanum, men sigurin og stigini vorðu verandi eftir í høvuðsstaðnum C M Y K 24