Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-03-16, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. mars 2004síða 14

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 52 - 16. mars 2004 27 27 26 Nr. 52 - 16. mars 2004 Neistin-StÍF 29-22 (14-13): Ómaksleyst Neistin spældi als ikki nakran góðan dyst, men í løtum megnaðu tær kortini at vísa, at tær als ikki eiga at sammetast við niðaru liðini HONDBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Kvinnurnar hjá Neistan- um hava fyri stóran part av endaspælinum verið í einum slag av onga- mannalandi,og tí er kanska ikki løgið, um motivatiónin hjá teimum so smátt er farin at dala, nú landskappingin av álv- ara tykist halla móti endanum. Lítil spenningur Hetta tóktist tó ikki nerva liðið, tá tær sunnudagin tóku móti StÍF. Longu fyrstu løtuna løgdu tær bragdliga fyri, og tað tóktist ganga tann vegin, at talan kundi gerast um rættiligan stórsigur. Men StÍF kom tó betri fyri seg, sum dysturin gekk. Við einføldum spæli í álopsspælinum fingu tær ferð eftir skapt pláss til Melicu Ergic, og tá hon fær loyvi at skjóta, so er hon avgjørt ein av vandamestu bakspælarun- um í landinum. Soleiðis hevði StÍF næstan fingið heimaliðið aftur undan steðginum, men tað var tó skjótt, at Neistin í seinna hálvleiki staðfestu, at tær ikki ætl- aðu sær at missa stigini. Í verjuni var spælið nú nógv betri skipað, og ferð eftir ferð gav tað kontra- møguleikar, sum so líð- andi gjørdu tað púrasta vónleyst hjá gestunum at fylgja við. Eitt lítið skifti megnaði StÍF tó at skap nakað, sum minti um spenning, men tá Neistin so aftur setti ferðina upp, so mundi eisini seinasti ivin fara úr dystinum. Hugsa frameftir Og við sigrinum heldur Neistin framvegis fast um vónina um, at tað skal bera til at taka VÍF aftur. Hesin spurningurin verð- ur kanska avgreiddur komandi vikuna, tá Neist- in fyrst skal avgreiða heingipartíið móti Sølj- uni, áðrenn leiðin gongur til Vestmanna, men hóast tað kanska skuldi eydnast at fáa fult í hesum báðum, so treytar eitt bronsu- merki helst eisini ein sig- ur í Klaksvík á seinasta leikdegi, og tað ljóðr so ikki sum nøkur løtt upp- gáva. Hjá StÍF eru eyguni helst longu nú vend móti komandi kappingarári. Skulu tær her veruliga gera seg galdandi, so verður neyðugt við nøkr- um nýggjum útlendskum leikarum, tí ein av slagn- um er bara ikki nokk í kvinnuhondbólti í dagsins Føroyum. Dysturin í tølum Neistin-StÍF 29-22 (14- 13) Málskjúttar Neistin: Simona Dziu- gyte 13(4), Lív Sørensen 5, Marjun Tróndarson 3, Ása á Neystabø 3, Lina Andrijulyte 3, Unn Kragesteen 1, Susan Brockie 1 Neistin: Melica 10(1), Paula B. Høgnesen 3, Poula D. Olsen 3, Sunfríð B. Jacobsen 2(2), Katrin Petersen 2, Ann Mari Øst- erø 1, Anna B. Danielsen 1 Brotskøst: Neistin 5, StÍF 4 Útvísingar: Eingin Dómarar úr Stjørnuni: Kristian Joensen & Karst- in Joensen. Kundu taka sær av løttum undan truplu uppgávuni í mans- dystinum. Neistakvinnurnar høvdu ikki stórvegis trupulleikar, tá StÍF var á vitjan Við fimta sigrinum á rað klintraði VÍF upp á oddasessin, og nú líkjast teir kanska besta boðnum til gullmerkini HONDBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo At hondbólturin er eins rundur, sum bóltarnir eru í øðrum ítróttargreinum, er verandi støðan á stiga- talvuni eitt gott dømi um. At kalla alt hondbóltsárið hevur verið tosað um kreppu í VÍF, sum í nógvar mátar hevur verið langt frá liðnum, sum hevur domin- erað føroyskan manshond- bólt seinastu nógvu árini. Eftir teir báðar fyrstu dyst- irnar í endaspælinum mundu flest øll eisini ásanna, at gullstríðið fór at standa millum Kyndil og Neistan, meðan StÍF kanska kundi roknast sum outsidari. VÍF var tað líka sum eingin, sum roknaði við longur, men hetta hava vestmenningarnir tó sjálvir fingið broytt hesar seinastu vikurnar. Vandamikil unglingi Leygardagin gjørdist talan um fimta sigurin á rað, tá VÍF vitjaði í Hoyvíkarhøll- ini, og talan gjørdist enn einaferð um ein sera sann- førandi sigur. Hóast talan er um eina grannauppgerð, so hevur tað ofta víst seg, at VÍF ikki hevur nakrar serligar trup- ulleikar av kollfirðingun- um, og tað var eisini skjótt staðfest, at tað skuldu teir heldur ikki hava hesaferð. Alt fyri eitt fekk VÍF verjuspælið at rigga hampu- liga væl, og og Johnny og John fingu tí skjótt møgu- leika at staðfesta, hvussu vandamikið kontra-spælið hjá liðnum kann vera, og í løtum tóktist tað næstan, sum tað heila var alt ov lætt hjá liðnum. Tað var kanska eisini or- søkin til, at spælið heilt skjótt dovnaði nakað. Verjuparturin var ikki eins sannførandi alla tíðina, og í steðginumk hoyrdust onkrir av svartskygdu áskoðarun- um mutla okkurt um, at nú máttu menninir taka seg saman, tí dysturin var ikki vunnin enn. Tað var hann kanska ikki, men fyri tað tóktust teir gulu ikki at leggja alt ov nógv fyri eftir steðgin. Tað var sum so heldur ikki neyðugt, tí kollfirðingarnir megnaðu ongan tíð veru- liga at hótta lieðsluna. Damir Oros royndi í sínum lagi at skjóta seg ígjøgnum verjuna, men samanlagt var hetta ongan tíð nóg mikið. Ikki minst tí VÍF í Karl Joh- an Djurhuus hevur funnið ein spælari, sum kanska meira enn nakar annar ímyndar framtíðina hjá liðnum. Kanska var talan um eina hampuliga bíliga bakgrund, men sum Karl Johan spældi hendan dagin, so kann hann væl fara at gerast júst tann trumfurin, sum vestmenn- ingar kunnu seta inn í sein- astu dystunum. Fyri ein 18 ára gamlan ungling er hann óvanliga kaldur, og tó at hann fleiri ferðir var hampuliga kroystur, tá hann leyp inn av veingin- um, so tóktist hetta á ongan hátt at nerva skotroyndir- nar, sum fyri tað allar mesta vórðu sendar trygt framvið KÍF-málverjanum. Líka mikið um hesin æt Óla Kristian Djurhuus ella Zeljko Horniak. Og heldur ikki nervaði tað hann tað allar minsta, tá hann sein- astu løtuna slapp at royna seg á bakkinum, har talan eisini gjørdist um okkurt málið. Gullið bíðar Við sigrinum vann VÍF seg upp á oddasessin í deildini, og tað skuldi éisini vísa seg, at hesin sessurin fram- vegis var teirra eftir dystir- nar sunnudagin. Og skal metast eftir sein- astu dystunum, so skal tað als ikki undra, um vest- menningarnir eisini halda hesum sessinum, tá kapp- ingin er liðug. Talan var kanska ikki um nakað polerað stórspæl, men skjótleikin og sjálvsálitið tykiist nú aftur vera komin inn á liðið, og tá tú skjýtur 41 mál, so hevur tað eisini minni at siga, at verjuspæl- ið ikki er so heilt sannfør- andi alla tíðina Enn eru tó tyngstu fetini eftir. Neistin, StÍF og Kyndli standa á eftirver- andi dystarskránni, og teir dystirnir skulu so vinnast, um gullið skal vera ein møguleiki. Kanska vendir alt móti eini klassiskari fin- alu móti Kyndli í seinasta umfarinum, og í mun til støðuna fyri fáum vikum síðani kunnu vestmenning- arnir nú í øllum førum rokna við hollum stuðuli frá áskoðaraplássunum. Har eru tey eisini farin at trúgva upp á møguleikan nú. Ein møguleiki, sum als ikki var nakað evni seinast í januar mánaði. Dysturin í tølum KÍF-VÍF 31-41 (14-19) Málskjúttar KÍF: Damir Oros 14(6), Regin Petersen 6, Petur Martin Poulsen 5, Mirko Milinkovic 2, Gert Hansen 2, Rógvi Weihe 1, Teitur Joensen 1 VÍF: John Zachariassen 9, Karl Johan Djurhuus 8, Sámal Joensen 5(1), Agnar Joensen 5, Harald Bjørgvin 4, Petur Frank Joensen 3, Áki G. Olsen 3, Johnny Joensen 2, Eli Müller 1, Ingi Olsen 1 Brotskøst: KÍF 6, VÍF 2 Útvísingar: KÍF 8, VÍF 6 Diskvalifikatión: KÍF 1 (3X2 minuttir) Dómarar úr Kyndli: Hannis Wardum & Uni Wardum. Høvdu ikki tann besta dagin, men royndu tó alla tíðina at halda linjuna i dømingini KÍF-VÍF 31-41 (14-19): VÍF á odda Serliga hevði VÍF gott tak á verjupartinum fyrsta korterið ella so, og var tað fyrst og fremst her, at sigurin varð grundlagdur C M Y K 26 VB-VÍF 25-24 (13-12): VB mundi snávað Vestmannakvinnur høvdu gyltan møgu- leika at javna í sein- astu sekundunum, men møguleikin var misnýttur, og tí er enn stórur spenning- ur í bestu kvinnu- deildini HONDBÓLTUR Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Ein sera spennandi dystur í kvinnudeildini var leiktur í høllini í Vági leygardagin. Heimaliðið VB hevði vitjan av VÍF úr Vestmanna, og vestmannakvinnur, ið áður hava givið bæði VB og hinum oddaliðnum Stjørn- uni harða mótstøðu, vóru nær við at fara norður aftur til Vestmannar við tí eina stiginum. Javnt allan dystin Dysturin í Vági var sera spennandi. Liðini fylgdust at kalla allan dystin, og einki var avgjørt fyrr enn í seinastu løtu. Tíðliga í dystinum legði heimaliðið seg á odda við tveimum málum, 6-4, og VÍF kom ongantíð upp á javnleik í fyrra hálvleiki aftur. Fleiri ferðir var nær við, og serliga var tað Jacklin Durhuus hjá VÍF, ið gav verjuni hjá vágskvinnum høvuðbrýggj. Við sínum kvikleika smeyg hon sær frá verjuni hjá heimaliðin- um, og fýra ferðir fekk hon sent bóltin fram við Astu í málinum hjá VB. Í hinum endanum hevði verjan hjá vestmenningum stórar trupulleikar av spæl- skiparanum hjá VB, Aukse Vysniaskaite, sum skeyt ikki færri enn átta mál fyri steðgin. Umframt stóra skotstyrki, hevur Aukse eisini sera góð evnir til at bróta ígjøgnum verjuna hjá mótstøðuliðnum. Trý av málinum hjá Aukse í fyrra hálvleiki vóru tó við brots- kasti. VÍF fekk leiðsluna VB fór til hálvleiks við minst møguligu leiðslu, 13- 12, og tað gekk ikki long tíð í seinna hálvleiki, so vóru tað gestirnir úr Vest- manna, ið høvdu lagt seg á odda. Fyrst javnaði Sóley Mikkelsen til 13-13, og minuttin eftir legði Fríða Marjunardóttir VÍF á odda, 14-13, og lítið var um trú- føstu áskoðarafjøldina hjá heimaliðnum. Tað gekk tó ikki long tíð, so kom lív í aftur, tí heimaliðið gjørdi ein vørr beint eftir hetta og skeyt fýra mál á rað, so at VB nú var á odda 17-14. Fleiri væntaðu nú, at gassið var farið av ballónini hjá VÍF, men so var ikki. Teir stríddu seg inn aftur í dystin, og hóast tær ongan- tíð megnaðu at koma upp á javnt aftur, so var tað fleiri ferðir bert tað eina málið á muni. Støðan var bæði 18- 17, 22-21, 23-22 og enda- liga úrslitið 25-24, men javnleikin fingu vest- mannakvinnur ikki, hóast tær høvdu ein sera stóran møguleika at javna í sein- astu sekundunum. Eftir at VB hevði lagt seg á odda 25-22 fýra minuttir fyri leiklok, minkaðu Ioana Rapa og Nikolina Eyð- bjørnsdóttir um munin til 25-24, og tá ið bert fá sek- und vóru eftir at leika, fekk áðurnevnda Nikolina frítt at fara í skjótálopi móti VB- málinum, men hon bæði misnýtti og gjørdi yvirtraðk frætta vit úr Vági. Hevði Nikolina skorað í tí førinum, og dysturin end- aði við javnleiki, hevði før- oyameistaraheitið allarhelst verið avgjørt. Stjørnan hevði so verið tvey stig framman fyri VB, og hóast VB hevði vunnið á Stjørn- uni í Vági 27. í hesum, so hevði tað neyvan verið nóg mikið, tí Stjørnan hevur væl betur málmun. Allar- helst hava tær ergrað seg grønar í Klaksvík, tá ið tær hoyrdu um møguleikan hjá VÍF fyri at ogna sær javn- leikin í Vági, uttan at hetta tó eydnaðist teimum. Dysturin í tølum VB-VÍF 25-24 (13-12) Málskjúttar VB: Aukse Vysniaskaite 11(4), Gurið Mortensen 4, Daiva Tomaite 4, Rannvá Augustinussen 3, Eyðbritt Krosslá 1, Margreth Aug- ustinussen 1, Laila Jesp- ersen 1 VÍF: Ioana Rapa 8(3), Jacklin Durhuus 5, Niko- lina Eyðbjørnsdóttir 3, Sóley Mikkelsen 3, Irina Radovici 3, Eydna Joensen 1, Fríða Marjunardóttir 1 Brotskøst: VB 4(4), VÍF 5(3) Útvísingar: VB 2, VÍF 1 Dómarar: Gunnar Greg- oriussen og Geir Wardum FS Vágar og TB ogn- ðu sær seinastu sess- irnar í bólkaspælin- um í steypakapping- ini hjá monnum LØGMANSSTEYPIÐ Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Teir báðir seinastu dystirnir undan bólkaspælinum vórðu leiktir um vikuskift- ið, tá TB, AB, FS Vágar og Sumba tókust. Á Sevmýru hevði TB vitjan av argjamonnum, og í vánaligum líkindum eydn- aðist her TB at vinna ein tepran 2-1 sigur. Stutt fyri steðgin legði TB seg fram- um við einum máli frá Martin Østerbæk, og tann støðan helt sær fram til góðar 20 minuttir fyri leiklok, tá Jan Jørgensen javnaði fyri gestirnar. Óli Johannesen varð tó aftur hesaferð bjargingar- maðurin hjá TB, tá hann fimm minuttir fyri leiklok kundi skjóta avgerandi málið, og við hesum senda TB víðari í kappingini. Tað eru vágamenn eisini, eftir at teir á heimavølli vunnu 2-1 á Sumba. Tað sá annars nóg so svart út hjá felagsliðnum, tá Sumba stutt eftir steðgin legði seg á odda, men hetta setti veruliga gongd á heima- liðið. Stuta løtu seinni javnaði Kim Poulsen, og níggju minuttir fyri leiklok kundi Jack Johansen tryggjað teimum sigurin, soleiðis at vágamenn eisini vera at síggja í bólkaspæl- inum, sum byrjar komandi vikuskiftið. Dystirnir í tølum TB-AB 2-1 (1-0) 1-0: Martin Østergaard, 40 1-1: Jan Jørgensen, 69 2-1: Óli Johannesen, 85 FS Vágar-Sumba 2-1 (0-0) 0-1: Karl Lisberg, 52 1-1: Kim Poulsen, 57 2-1: Jack Johansen, 81 Bókarnir eru sostatt hesir: Bólkur 1 NSÍ, B36, KÍ og FS Vágar Bólkur 2 B68, ÍF, GÍ og TB Bólkur 3 HB, EB/Streymur, VB og Skála VB hevur framvegis fulla ferð á, men leygardagin var tað knívskorið, tá tær hildu fast um avbjóðarasessin við sigri á VÍF Mynd: Áki Bertholdsen Klárt til bólkaspælið Í vánaligum fótbóltslíkindum eydnaðist TB at stríða seg til til sigurs móti AB, og harvið ogna sær rætt til luttøku í bólkaspælinum í steypakappingini