týsdagur 16. mars 2004síða 15
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 52 - 16. mars 2004
29
29
28
Nr. 52 - 16. mars 2004
C
M
Y
K
28
Trygt
hjá
Mjølni
Ein dystur í bestu mans-
deildini í flogbólti varð
leiktur um vikuskiftið,
tá Mjølnir tók ímóti
Fleyr.
Her var ikki roknað við
nøkrum spenningi, og
heimaliðið megnaði eis-
ini uttan stórvegis hóva-
sták at vinna ein tryggan
3-0 sigur. Tey bæði
seinnu settini lat Mjøln-
ir eisini fleiri ungar og
óroydnar leikarar sleppa
at royna seg, men hóast
hendan møguleikan, so
megnaði Fleyr ongantíð
at skala Mjølnir tað
allarminsta.
Og eins og hjá kvinn-
unum, so er mansliðið
hjá Mjølni nú til reiðar
at fara eftir gullinum á
seinasta leikdegi.
Her verður talan tó um
eina sera trupla upp-
gávu, tá ÍF tekur ímóti.
Mjølnir og ÍF hava í
serflokki verið bestu
liðini hetta kappingarár-
ið, og spurningurin er
so, hvør parturin hesa
ferð hevur betra dagin.
- jm
Klárar til gullveitslu
Kvinnurnar hjá
Mjølni eru nú bert
ein dyst frá gullinum
FLOGBÓLTUR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað var eingin slingur í
valsinum hja Mjølni, tá tær
leygardagin høvdu vitjan
av Fleyr í kappingini hjá
kvinnum.
Mjølnir, sum hevur sett
kósina beint móti 15. FM-
gullinum, gjørdi alt fyri eitt
greitt, at hetta so ikki skuldi
vera nakar snávingarstein-
ur, og við 25-8 í fyrsta sett-
inum vístu tær Fleyr,
hvussu langt tað er upp til
oddin hjá teimum.
Tey bæði seinnu settini
vórðu ikki vunnin eins
sannførandi, men fyrst og
fremst komst hetta av, at
Mjølnir nú lat fleiri av
yngru og meira óroyndu
leikarunum sleppa at royna
seg, men hóast hetta, so var
ikki tann heilt stóri vandin
fyri, at Fleyr skuldi órógva
tað allarminsta.
Við sigrinum tók Mjølnir
tað, sum nógv rokna við var
seinasta fetið móti gullin-
um. Enn kunnu tær snáva,
men tað skal ikki roknast
við, at hetta fer at henda á
Kambsdali, har ÍF einki
hevur at spæla fyri.
Júst ÍF hevði sunnudagin
vitjan av KÍF, og tann dyst-
urin gav ikki liðnum nakrar
sum helst trupulleikar. Tal-
an gjørdist um tryggan 3-0
sigur, og soleiðis sýndi ÍF,
at tær á heimavølli avgjørt
teljast millum sterkastu
liðini, men um tað so er
nóg mikið til at taka
Mjølnir, er ein onnur søga.
Tað er annars einasta
vónin, sum TB hevur eftir.
Tær fáa í løtuni ikki gjørt
stórt annað enn bara vinna
sínar egnu dystir, og um
vikuskiftið leiktu tær seg til
ein tryggan 3-0 sigur á
Drátti. TB hevði allan dyst-
in á tamb eina greiða yvir-
vág, og tað er nokk einki at
ivast í, at tær við hesum
vildi vísa, at talan bara var
um eitt mistak, tá tær taptu
dystin á Giljanesi, men
hvussu er og ikki, so var
talan um eitt mistak av
teimum heilt stóru. So-
mikið stórt, at tað tykist
hava kostað teimum møgu-
leikan fyri gullinum.
Søljan-Stjørnan 13-26 (7-12):
Avgreiðslusigur til Stjørnuna
Stjørnan gjørdi sína
skyldu, tá ið tær vóru
á vitjan á Giljanesi
leygardagin. Frá
fyrsta bríksli løgdu
tær seg á odda, og
spenningur kom
ongantíð í dystin.
HONDBÓLTUR
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Longu frá fyrsta bríksli í
landskappingardystinum á
Giljanesi leygardagin, vísti
Stjørnan vágakvinnum, at
tær vóru oddalið, og at tær
ikki høvdu ætlanir um at
taka sær av løttum vesturi í
Vágum.
Avgjørt eftir lítlari
løtu
Dysturin gjødist ongantíð
spennandi, tí Stjørnan legði
beinan vegin sjógv millum
seg og vertirnar úr Vágum,
og longu tá ið eitt korter var
leikt av dystinum, hevði
oddaliðið úr Klaksvík av-
gjørt og lagt seg á odda við
sjey málum 8-1!
Eftir hetta tók gestirnir
tað eitt sindur meira róligt,
og heimaliðið nýtti høvið
til at minka nakað um mun-
in, so at tá ið farið var til
hálvleiks, var støðan 12-7
til Stjørnina.
Í seinna hálvleiki legði
Stjørnan aftur hart út, og
um miðjan seinna hálvleik
høvdu tær lagt seg á odda
við tíggju málum. Heima-
liðið hevði stórar trupul-
leikar við at spæla seg
gjøgnum verjuna hjá klaks-
víkskvinnum, og av teim-
um seks málunum, ið Sølj-
an fekk eftir steðgin, vóru
tey trý skotin upp á brots-
kast. Nicoleta Radu brendi
tvey av trimum teimum
fyrstu brotskastunum, ið
Søljan fekk í dystinum, og
so tók Heidi Maria Aksel-
sen yvir, og hon var ósvika-
liga trygg við síni trý brots-
køst.
Venjarin hjá Stjørnuni,
Rógvi Nielsen, brúkti dyst-
in leygardagin eisini til at
royna ymiskar uppstilling-
ar. Leiðlsan hjá oddaliðn-
um var trygg, og tí fingu
teir roynt eitt sindur av
hvørjum undan avgerandi
dystinum í Vági um knapp-
ar tvær vikur.
Stjørnan hevði ongar
trupulleikar av at basa
vágakvinnum, 26-13 í dyst-
inum leygardagin, og tað
verður spennandi at síggja,
um tað fer at eydnast VB at
koppa Stjørnuni, tá ið
føroyameistaraheitið verð-
ur avgjørt í Vági 27 marts.
Dysturin í tølum
Søljan-Stjørnan 13-26 (7-
12)
Málskjúttar
Søljan:
Nicoleta
Radu
5(1), Heidi Maria Akselsen
4(3), Fía Selma Nielsen 3,
Kristina Griksaite 1
Stjørnan:
Alina Olaru
6(3), Bára Skaale Klakstein
5, Anna Kristina Samson 4,
Katarina Stepanov 4, Una
Olsen 3, Annika Ljósstein
2, Joan M. Djordjevic 2
Brotskøst:
Søljan 6(4),
Stjørnan 6(3)
Útvísingar:
Søljan
3,
Stjørnan 2
Dómarar: Kristian Johan-
sen og Sámal Hansen
Flogbólts-
úrslit
Meistaradeild kvinnur
Mjølnir-Fleyr
3-0
(25-8, 25-22, 25-20)
TB-Dráttur
3-0
(25-12, 25-14, 25-22)
ÍF-KÍF
3-0
(25-20, 25-22, 25-20)
Meistaradeild menn
Mjølnir-Fleyr
3-0
(25-12, 25-10, 25-11)
Svein Rógvi Nielsen hevði ikki tørv á teimum stóru orðunum av beinkinum, tá Stjørnan
leygardagin vitjaði á Giljanesi
Dráttur formáddi sær ikki
tað heilt stóra móti TB, men
tað hjálpti tó lítið hjá
heimaliðnum, sum framvegis
má seta seinastu vónina á ÍF,
sum fær vitjan av Mjølni á
seinasta leikdegi
Christ-
ian
Høgni
á blett-
inum
Tá ið Fremad Am-
ager vann síðsta
venjingardystin,
vóru tríggir føroy-
ingar millum teir
fyrstu ellivu
DANMARK 1.
DEILD
Jóannes Hansen
Í vikuskiftinum fer bólt-
urin á rull aftur í næst-
bestu donsku deildini,
har fleiri føroyingar enn
nakrantíð
áður
eru
millum spælararnar.
Týsdagin hevði Vejle
vitjan av Esbjerg, sum
hevði nógvar eykamenn
á liðnum. Vejle vann
2–0, og Christian Høgni
Jacobsen, sum var annar
av
álopsmonnunum,
skoraði í 2. hálvleiki
seinna málið. Ian Høj-
gaard spældi síðstu løt-
una á Vejle miðvøllin-
um.
Í vikuskiftinum spældi
Fremad Amager síðsta
venjingardystin. Hann
var ímóti Skjold, sum
eisini hoyrir heima í
næstbestu
deildini.
Fremad Amager vann
2–0. Teir fingu bæði
málini síðstu løtuna.
Frá fyrsta bríksli var
Jann Ingi Petersen á
miðvøllinum, og álopið
var mannað av Andrew
av Fløtum og Hjalgrím
Elttør. Jann Ingi varð
skiftur út í steðginum,
og
álopsspælararnir
vórðu báðir skiftir út, tá
ið ein tími var farin, og
tað framvegis var mál-
leyst.
Hjalgrím Elttør kom
aftur á vøllin, tá ið tað
restaðu tjúgu minuttir.
Hann loysti annan vong-
verjan av. Tað spældi
ikki so væl av, tí stutt
undan leikloki sá Hjal-
grím reyða kortið!
Spenningur kom í beinanvegin
Eftir størsta Brøndby
tapið í 27 ár eru fleiri
feløg við í kappingini
um meistaraskapin í
Danmark, har áhugin
fyri superliguni er
størri enn nakrantíð
áður
SUPERLIGAN
Jóannes Hansen
Í vikuskiftinum varð farið
undir aftur landskappingina
í Danmark. Sum tað hevur
verið gjørt í mong ár, so
fara vit her á síðunum at
fylgja eitt sindur við og at
vísa føroysku spælarunum
og teirra feløgum áhuga.
Tey, sum hava serligan
áhuga fyri donskum fót-
bólti, fylgja sjálvsagt við í
donsku miðlunum, har tað
verður nýtt nógv tíð og
orka at gera meiri burturúr
enn nakrantíð áður.
Eftir at Brøndby var við í
UEFA Cup kappingini og
stóð seg toluliga ímóti
Barcelona varð roknað við,
at teir gulu og bláu fóru at
vera eina tonn frammanfyri
øll hini, tá ið tað aftur
gjørdist álvari í superliguni.
Men soleiðis vísti tað seg
sunnudagin ikki at vera.
Brøndby legði rygg til 6–1
tap á heimavølli ímóti Es-
bjerg. Tapið var fullkomu-
liga óvæntað. Brøndby hev-
ur verið í bestu deildini í 24
ár, og teir hava ongantíð
tapt so stórt sum ímóti
Esbjerg sunnudagin. Tað
skal leitast 27 ár aftur fyri
at finna sovorna eyðmýk-
ing av Brøndby.
Tað verður vent og snar-
að, hvussu tað kundi bera
til, at úrslitið frammanfyri
28.322
áskoðarum
á
Brøndby stadion skuldi
gerast 6–1 til gestirnar.
Leygardagin skal Brøndby
til Odense, og tá fer tað at
vísa seg, um talan var um
einstakan
svipsara.
Í
donsku
kappingini
eru
nógvir svenskir spælarar,
og fleiri teirra eru eyð-
sýndir. Sunnudagin var
Fredrik Berglund fyrstu
ferð á liðnum hjá Esbjerg.
Hann skoraði tvey mál, og
hann legði upp til trý onnur.
Tað var vorðið sum svensk-
ur fongur hjá Esbjerg, sum
ikki tóktist ræðast grýlu,
men leyp á frammarlaga á
vøllinum.
FCK og OB nærri
toppinum
Esbjerg er nú topplið í
superliguni. Teir hava sama
stigatal og betri málmun
enn Brøndby. OB og FCK,
sum hava føroyskar spælar-
ar í felagnum, vunnu og
mugu nú roknast at vera við
í meistarastríðnum.
Jákup á Borg var ikki á
OB liðnum, sum á heima-
vølli vann 4–0 á FC Midt-
jylland. Sigurin var serliga
søtur hjá OB venjaranum,
Troels Bech, sum í heyst
fekk sekkin í FCM. Jákup á
Borg var millum áskoðar-
arnar. Seinnapartin í gjár
skuldi hann spæla á næst-
besta liðnum hjá OB. Teir
skuldu spæla í Viborg.
Todi Jónsson var millum
áskoðararnar, tá ið FCK
leygardagin vann 2–1 í
Valby. Todi skal seinna-
partin í dag spæla fyri
fyrstu ferð í meiri enn
fimm mánaðir, tá ið teir
næstbestu hjá FCK skulu
spæla ímóti Frem. Leygar-
dagin høvdu tey í Frem lagt
upp til, at talan var um
stættarstríð millum arbeið-
arafelagið í Valby og kap-
italistarnar á Frederiksberg,
sum tað varð nevnt í leik-
skránni.
Á vøllinum var eingin ivi
um, at tað var FCK, sum
var betri fyri. Men tað var
kortini ikki meiri enn
akkurát, at FCK, sum mis-
nýtti einar seks upplagdar
møguleikar, vann 2–1. Eft-
ir steðgin kom Frem á odda
eftir eitt av fáu álopunum.
Hans Backe skifti so Zuma
út við Peter Møller, og FCK
skoraði tvey mál. Tað fyrra
stútaði Thomas Røll, eftir
at Álvaro Santos hevði
spælt hann leysan, og hitt
seinna
skoraði
Álvaro
Santos, eftir at Thomas
Røll hevði spælt hann leys-
an. Í síðstu løtu hevði Frem
møguleika at javna, men
Magnus Kihlsted í FCK
málinum vardi væl.
Høvuðsstaðurin á
botni
Frem er næstniðast, og eitt
felag aðra staðni í høvuðs-
staðnum er niðast. Talan er
um AB, sum heldur til í
Bagsværd og spælir í Glad-
saxe, og sum hevur tað
strevið – bæði ítróttarliga
og fíggjarliga. Leygardagin
taptu teir 2–1 ímóti Her-
følge, sum harvið legði
sjógv millum seg og tey
bæði niðanfyri strikuna.
Hjá AGF var tað stórt
vónbrot, at tað á heimavølli
ikki eydnaðist at fáa nakað
burturúr. AaB vann 1–0.
Viborg fekk málleysan
javnleik á heimavølli ímóti
FC Nordsjælland. Stóri
maðurin hjá Viborg var
nýggi málverjin, Jesper
Christiansen.
Í vikuskiftinum vóru
fleiri og hugdu at fótbólti,
enn tað nakrantíð hava
verið, síðani superligan sá
dagsins ljós í 1992. 74.855
áskoðarar var óvanliga
nógv. Serliga tá havt verður
í huga, at eingin dystur var
í Parkini, har tað plaga at
vera
nógvir
áskoðarar.
Fyrsti landskappingardyst-
urin í Parkini eftir vetrar-
steðgin verður sunnudagin,
tá ið FC Midtjylland skal
vitja FCK. Esbjerg skal
sunnudagin spæla á heima-
vølli ímóti AGF, og í Od-
ense verður talan um odda-
brak, tá ið Brøndby fer at
vitja OB.
Danska superligan
v
t
d
v -
j -
t
mál
mál
+/-
stig
1 Esbjerg
21
14 -
4 - 3
45
22
23
46
2 Brøndby (S) 21
14 -
4 - 3
36
20
16
46
3 FCK (M)
21
12 -
6 - 3
33
17
16
42
4 OB
21
11 -
5 - 5
45
30
15
38
5 AaB
21
9 -
6 - 6
31
27
4
33
6 FCM
21
7 -
5 - 9
35
35
0
26
7 AGF
21
8 -
2 - 11
31
42
-11
26
8 Viborg
21
6 -
7 - 8
31
29
2
25
9 Herfølge
21
6 -
5 - 10
23
29
-6
23
10 FC Nordsj. 21
4 -
7 - 10
25
38
-13
19
11 Frem
21
4 -
3 - 14
23
40
-17
15
12 AB
21
3 -
2 - 16
18
46
-28
11
Føroyskir leikarar: Todi Jónsson (FCK), Jákup á Borg
(OB)
Brøndby mátti um vikuskiftið leggja rygg til størsta tapið í 27 ár, tá teir á heimavølli taptu 6-1 fyri Esbjerg