fríggjadagur 3. august 2012síða 6
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 3. august 2012 · Nr. 89
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
VikuBlaðið misti góðar 30.000
krónur, tá felagið, har løgmaður
var nevndarformaður, fór á heysin.
Dimmalætting misti slakar
80.000 krónur, tá felagið,
har løgmaður var nevndar
formaður, fór á heysin
Landið misti
200.000 kr av
felag hjá kaj leo
Eirikur Lindenskov
Tann 24. september í 2007
fór smápartafelagið Sisero
í Havn konkurs. Sp/F Sisero
var eitt felag, sum rak vinnu
í sambandi við lýsingarvirk
semi. Felagið var eitt ass
osierað felag hjá P/F KRK
Holding, sum átti helmingin
av partapeninginum. Stjóri í
Sp/F Sisero var Hannis Eg
holm í Havn, nevndarfor
maður var Kaj Leo Johanne
sen, núverandi løgmaður.
Stjóri í móðurfelagnum,
P/F KRK Holding, var Rói
Egholm, og nevndarformað
ur var Kaj Leo Johannesen,
núverandi løgmaður.
Sambært seinasta árs
roknskapinum fyri felagið,
sum er fyri 2005, sigur
leiðslan í ársfrágreiðingini,
at bruttovinningurin var
986.000 krónur, og at ársúrs
litið var 56.000 krónur, sum
var 361.000 krónur betri enn
ársúrslitið fyri 2004. Egin
ognin var tó negativ við
42.000 krónum. Sagt verður
eisini, at felagið arbeiðir við
at bøta um raksturin, og
roknað verður við positivum
úrsliti fyri 2006. Sambært
sama roknskapi er samlaða
skuldin
hjá
felagnum
1.353.239 krónur.
Men árið 2006 hevur ikki
gingið so væl, sum Kaj Leo
Johannesen og Hannis Eg
holm høvdu væntað. Hvussu
tað árið hevur gingið í tølum
framgongur ikki av nøkrum
roknskapi, tí eingin rokn
skapur er gjørdur fyri felagið
hetta árið.
Konsernfelagið P/F KRK
Holding hevur eftir øllum at
døma heldur ikki traðkað til
við sínum »móðurfelagsfor
pliktilsi«, sum ábyrgdarfull
móðurfeløg kunnu gera, og
Sp/F Sisero fór tann 24. sep
tember í 2007 konkurs.
Sambært búroknskapi
num skyldaði felagið nógv
ar pengar – og eru 30 krav
ánarar góðkendir sambært
búroknskapinum.
Hesir
kravánarar eiga tilsamans
1.512.557 krónur til góðar hjá
Sp/F Sisero.
Men virðini í felagnum
eru so langt frá tí, sum
skuldin er. Tá felagið verður
uppgjørt eru einans 81.282
krónur hjá kravánarunum at
býta. Og út frá hesum verð
ur dividendan roknað til 5,37
prosent. Tað merkir, at krav
ánararnir fáa 5,37 prosent
av tí, sum teir sambært bú
roknskapinum eiga til góðar
hjá Sp/F Sisero.
Millum
kravánararnar
eru til dømis bløðini Sosi
alurin, VikuBlaðið, Dimma
lætting og Kringvarp Føroy
ar, sum tilsaman eiga slakar
300.000 krónur til góðar. Tey
fáa útgoldið tilsamans um
15.000 krónur sum plástur
upp á sárið.
Men ein stórur kravánari
er TAKS, sum eigur 209.341
krónur tilgóðar. Burtur úr
búnum fær landið soleiðis
bara 11.249 krónur og 56 oyru.
Tað vil siga, at landskassin,
sum Kaj Leo Johannesen
nú varðar av sum løgmaður,
misti 198.091 krónur og 44
oyru av hesum felag, sum Kaj
Leo Johannesen varðaði av
sum nevndarformaður – og
sum nevndarformaður í fel
agnum, sum átti helmingin
av partapeninginum.
HÚSAGANGUR Kravánarar mistu tilsamans
út við 1,5 milliónir krónur, tá Sp/F Sisero fór
á húsagang. Ein tann størsti kravánarin var
TAKS, sum misti 200.000 krónur upp á hetta
felagið, sum Kaj Leo Johannesen varðaði av
Fjølmiðlarnir mistu
um 300.000 krónur, tá
SpF Sisero fór á heysin
Eirikur Lindenskov
Tað var í einum lesarabrævi á
Vágaportalinum leygardagin
26. mai, at skuldsetingar
vórðu reistar um, at virki,
sum Kaj Leo Johannesen,
løgmaður, og Jørgen Nicla
sen, landsstýrismaður, hava
varðað av, skyldaðu lands
kassanum MVG.
Sosialurin vísti á hesar
skuldsetingar
í
blaðnum
mikudagin 30. mai, tí tær
vóru ikki afturvístar. Á Vága
portalinum dagin eftir – 31.
mai – vísa bæði løgmaður og
Jørgen Niclasen aftur skuld
setingunum, sum teir einki
kenna til.
Sosialurin spurdi løgmann
fríggjadagin 1. juni, um hesar
skuldsetingar vóru tiknar úr
leysum lofti, ella um nakað
var um tær. Men hesum vísti
løgmaður aftur.
– Eg skyldi ikki tí almenna
eina krónu, segði løgmaður.
Sosialurin spurdi hann
eisini, um einki partafelag,
sum Kaj Leo Johannesen
hevur varðað av, skyldar tí
almenna nakað, men til tað
segði hann púra greitt »nei«.
Spurdur um nakað felag,
sum hann hevur varðað av,
hevur pádrigið nøkrum tap,
tí almenna, privatum ella
virki, segði løgmaður, at tað
veit hann einki um.
Eigur tú ikki at vita tað,
tá tú hevur verið stjóri og
nevndarformaður?
– Eg havi ongan kred
itorlista, men eftir míni
bestu sannføring skyldaðu
Noktaði at skylda nøkrum pengar
TRÚVIRÐI Einki partafelag, sum
Kaj Leo Johannesen hevur varðað
av, skyldar tí almenna pengar
ella hevur pádrigið nøkrum
virki ella privatum skuld, segði
løgmaður við Sosialin 1. juni
Eg havi ongan kred
itorlista. Eftir míni
besti sannføring skyldaðu
feløgini ongum nakað
Kaj Leo Johannesen