fríggjadagur 3. august 2012síða 7
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Fríggjadagur 3. august 2012 · Nr. 89
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
feløgini ongum nakað. Alt
er uppgjørt, og hvør hevur
fingið sítt. Eg átti ein triðing
í einum felag saman við Róa
Egholm og Kára Danielsen,
segði løgmaður við Sosialin.
Tað felagið, sum løgmaður
sipar til, er P/F KRK Holding,
sum aftur eigur feløgini P/F
Farex, P/F Kaldbak Seafood
og helmingin av felagnum
Sp/F Sisero.
P/F Farex er móðurfelag
hjá feløgunum Farex DK APS,
Farex Iberia og P/F Kaldbak
Seafood.
Løgmaður segði við Sosi
alin 1. juni, at hann er vitandi
um, at hesar skuldsetingar í
lesarabrævinum á Vágaport
alinum eru grovar. Spurdur,
hví hann ikki avsannaði tær
fyrr enn hann varð spurdur
um tað fýra dagar aftaná,
segði hann, at tað er ikki
alt, sum hann tímir at svara
uppá.
– Men hatta átti redaktør
urin ikki at lagt út á netið,
segði løgmaður við Sosialin
1. juni.
Sosialurin
kann
nú
prógva, at løgmaður segði
ósatt. Bert í hesum felag
num, Sp/f Sisero – sum sam
anborið við hini feløgini, løg
maður hevur varðað av, er
so evarska lítið, er tapið um
hálva aðru millión krónur,
harav landskassin gjøgnum
TAKS má leggja rygg til eitt
tap upp á 200.000 krónur.
tíðindi
Sosialurin misti góðar 100.000
krónur, tá felagið, har løgmaður
var nevndarformaður, fór á heysin
– Eg havi
einki krimi
nelt gjørt
Húsagangur
Hóast Kaj Leo Johannesen, løgmaður,
hevur tvíhildið um, at einki
partafelag, sum hann hevur varðað
av, hevur pádrigið nøkrum skuld, so
er tað ikki satt: Eitt av feløgunum,
har hann var nevndarformaður,
hevur pádrigiðøðrum tap fyri
meira enn e1,5 milliónir krónur,
harav TAKS misti 200.000 krónur
– Eg skyldi einki MVG, eg
skyldi ikki landinum nak
að.
Tað sigur Kaj Leo Jo
hannesen, sum týðuliga
ikki er fegin um skjalið, sum
vit leggja á borðið til hans
ara, sum vísir, at eitt felag,
sum Kaj Leo Johannesen
varðaði av, hevur pádrigið
eitt nú TAKS eitt tap upp
á 200.000 krónur. Samlaða
tapið, sum viðskiftafólk hjá
felagnum Sp/f Sisero, hava,
er um 1,5 milliónir krónur.
Kaj Leo Johannesen vís
ir á, at hann hevur onga
ávirkan havt á hetta felag.
– Eg eigi bara eini 17 pro
sent av hasum felagnum.
Eg havi tí ikki havt ávirkan
á felagið.
Men tú vart nevndarfor
maður í felagnum, og sum
slíkur ábyrgist tú fyri felag
ið, ikki so?
– Eg kann bara endur
taka, at eg skyldi ikki MVG.
Um eg eisini eigi partabrøv í
Eik, havi eg so eisini ábyrgd
fyri tí tapi, sum var har?
Men har vart tú ikki
nevndarlimur. Sum vanligur
partaeigari ábyrgist tú ikki
vegna felagið. Men í hesum
felagnum stendur tú við
ábyrgd sum nevndarfor
maður, og hetta felagið hev
ur pádrigið fólki tap, kanst
tú ikki viðganga tað?
– Sum eg segði tær, so
hevði eg ongan kreditor
lista. Eg veit ikki, hvør
hevur mist. Men eg síggi
hendan listan, og eg síggi,
at TAKS stendur til at hava
mist 200.000 krónur. Men
eg havi einki kriminelt
gjørt, og hevði eg tað, so var
TAKS langt síðani komið
eftir mær.
Eingin hevur skuldsett
teg fyri nakað kriminelt.
Men víst hevur verið til søg
ur, sum ganga um, at feløg,
sum tú og Jørgen Niclasen
eiga ella hava átt, hava
ført til, at TAKS hevur mist
pengar. Tú hevur afturvíst
hetta. Hví hevur tú gjørt
tað, tá veruleikin er, at
TAKS hevur mist pengar?
– Skriva tú bara, at løg
maður skyldar mvg! Tað er
tín plikt at skriva tað, knalla
tað nú á forsíðuna, sigur Kaj
Leo Johannesen, løgmaður,
sum er ikki sørt firtin, og
heldur, at Sosialurin »ríð
ir niðarlaga«, tá hann fer í
holt við hetta málið.
Sambært yvirliti á www.
vinnuvitan.biz, so hevur
Kaj Leo Johannesen verð
ur tengdur at hesum fel
øgum:
KRK
Holding
P/f:
Ogn fram til 9. mars í
2011.
Nevndarformað
ur til 12. januar í 2009.
Seinasti almenni rokn
skapur fyri KRK Holding
P/f er fyri árið 2007
Farex P/f: Nevndar
formaður
til
26.
september
í
2008.
Seinasti almenni rokn
skapur fyri Farex P/f er
fyri árið 2006.
Kaldbaks
Seafood
P/f:
Nevndarlimur
til
23. juli í 2007, og nevnd
arformaður frá 23. juli í
2007 til 12. januar í 2009.
Seinasti almenni rokn
skapur fyri Kaldbaks Sea
food P/f er fyri árið 2007.
Sisero Sp/f: Nevnd
arformaður
til
6.
september
í
2007.
Seinasti almenni rokn
skapur fyri Sisero Sp/f er
fyri árið 2005.
Trans-Farex Invest P/f:
Nevndarlimur frá 8. juni í
2006 til 12. januar í 2009.
Seinasti almenni rokn
skapur fyri Trans-Farex
Invest P/f er fyri árið 2008
Kaj Leo Holm Johann
esen hevur verið Føroya
løgmaður
síðani
26.
september í 2008.
Løgmaður:
Fakta um feløgini hjá løgmanni