Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-03, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. august 2012síða 9

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Fríggjadagur 3. august 2012 · Nr. 89 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tiðindi Tað at ein borgari ikki røkkur til sum vinnu­ lívs­mað­ur av ávísum orsøkum er ikki revsivert. Tað er heldur ikki revsivert, at TAKS misti 198.091 krónur av feløg hjá løgmanni Ein løgmaður má vera erligur Hesi mistu pengar Tá Sp/F Sisero, har Kaj Leo Jo­hanne­sen var nevnd­ar­for­ mað­ur, fór kon­kurs, mistu hes­ir krav­án­arar umleið 1,5 mió kr tilsamans: Kravánarar Góðkend krøv Dividenda 1) P/F Føroya Tele 33,334 1.791 2) SpF Vikublaðið 36.614 1.967 3) P/F Dimmalætting 83.614 4.497 4) P/F KRK Holding 469.953 25.254 5) SP/F Karmur 2.521 135 6) Sp/F Gallup Føroyar 56.250 3.022 7) Nordlink Cargo Express 159 8,54 8) P/F Rasmussen og Weihe 20.401 1.096 9) Sp/f Sosialurin 109.062 5.860 10) Tryggingarf. Før. 2.627 141 11) Tórshavnar kommuna 450 24 12) LMT Grupen ApS 5.120 275 13) Wadmann Grafisk A/S 56.342 3.027 14) LaserTryk.dk A/S 16.258 873 15) Franzen A/S 31.782 1.708 16) P/F Vága- og Norð.tunn 2.950 159 17) TAKS 209.341 11.250 18) P/F Føroya Termovirki 3.755 202 19) Sp/F Teletech 42.627 2.291 20) Kringvarp Føroya 55.049 2.958 21) P/F Team 85 39.082 2.100 22) P/F Intrum Justitia 2.795 150 23) P/F Farex 72.566 3.900 24) Scan Lux Emballage A/S 15.702 844 25) Fynske Medier 132.488 7.119 26) Arb.markn. eftirløn.gr 1.114 60 27) Sp/f Norðlýsið 1.875 101 28) Skráseting Føroya 200 11 29) Sp/f RannTeld 6.648 357 30) Tryggingarfelagið Før. 1.811 97 Uni Holm Johannesen Kaj Leo Johannesen svaraði stutt og greitt »nei«, tá hann varð spurdur, um einki parta­ fel­ag, hann hevur varðað av, hevur pádrigið tí almenna tap. – Eg skilji ikki, hví løg­mað­ ur roynir at káva útyvir, at hann hevur volt øðrum tap. Um tað er persónlig skuld ella um­vegis eina fyr­i­tøku, sum hann eigur í, er tek­nikk­ ur og í prinsippinum líka mikið. Løgmaður hevði ver­ið mun­andi meira heið­ur­lig­ur, um hann við­gekk tað. Tað søm­ir seg ikki ein­um løg­ manni at siga ósatt. Tað er held­ur eing­in or­søk at fjala tað, sigur Kári Mikk­el­sen, journ­al­ist­ur og pol­it­iskur við­merkj­ari. Tað, at ein borgari ikki røkkur til sum vinnu­lívs­mað­ ur av ávísum orsøkum, er ikki revsi­v­ert. Tað er heldur ikki revsivert, at landskassin misti 198.091 krónur og 44 oyru av fel­ag­num, sum Kaj Leo Jo­hann­e­sen varaði av sum nevnd­ar­formaður. Tað er ein vágakend íløga at vera virkin í vinnulívinum, og tað er eingin skomm, um tín fyr­i­tøka fer á húsagang, vís­ir Kári Mikkelsen á. – Tað eru óteljandi dømi um verk­ætl­anir, sum koll­ sigla. Ofta riggar tað ikki, so­leið­is er tað bara. Tað skal heldur ikki forða tín­ari pol­it­ isku yrk­is­leið, at ein fyritøka, har tú var part­a­eig­ari, fór á hús­a­gang. Tað ó­reið­i­liga er, at løg­mað­ur royn­ir at skúgva for­tíð­ina frá sær við at renna und­an á­byrgd­ini fyri, at ein fyr­i­tøka, sum hann átti í og var við at reka, hev­ur elvt til tap hjá øðr­um, sigur Kári Mikkelsen. Fingið avleiðingar Sos­i­a­l­ur­in prógv­ar í blað­num í dag, at Kaj Leo Jo­hann­e­ sen, løgmaður, segði ó­satt og royndi at fjala sína á­byrgd, at TAKS hevur tap á 200.000 krónur av felagi, hann hevur varðað av. Sosialurin spurdi løg­ mann um hetta í blaðnum, sum kom út fríggjadagin 1. juni, tí les­ar­a­bræv á Vága­ port­al­i­num hevði reist skuld­ set­ing­ar um, at løg­mað­ur og Jørg­en Nicl­a­sen skyld­aðu lands­kass­a­num MVG. Skuld­ set­ing­ar­nar vóru ikki víst­ar aft­ur, fyrr enn Sosialurin skrivaði um tað. – Eg skyldi ikki tí almenna eina krónu, segði løgmaður. Tað mekir í øllum førum ikki álit, at løgmaður roynir at káva útyvir veruleikan. – Løgmaður hevur iva­ leyst rætt í, at hann sum ein­stak­ling­ur ikki skyldar tí al­menna eina krónu, men tað snýr seg ikki bara um Kaj Leo sum per­són. Hann má taka á­byrgd fyri tí fyri­taks­ semi, ið hann hevur ver­ið ak­tiv­ur partur av. Ein for­ sæt­is­ráð­harri ella ráharri í okk­ara parti av heim­i­num – ikki minst her í Skandinavia – hevði av álvara komið sær í rass­haft av at siga ósatt um slíkt. Eg dugi ikki at siga, hvørj­ar av­leið­ing­ar­nar høvdu ver­ið, men var talan um ein ann­an stjórn­ar­leið­ ara ella ráð­harra um okk­ara leið­ir, so hevði hann fing­ið av at vita bæði í fjølmiðlum og í parla­ment­i­num í við­kom­ andi landi. Hetta hevði utt­an iva elvt til politiskt ódn­ar­ veð­ur, sig­ur Kári Mikk­el­sen, sum ikki sig­ur seg ikki skilja, hví løg­mað­ur skal royna at fjala hetta. – Tað er hvørki skomm ella revs­i­vert at skylda pen­ ing, men ein stjórn­ar­leið­ari má ikki gera nakra roynd at fjala slíkt, tá hann verður spurd­ur um tað, heldur Kári Mikk­elsen, journalistur og politiskur viðmerkjari. uni@sosialurin.fo Tað sømir seg ikki einum løgmanni at royna at káva útyvir veruleikan, heldur Kári Mikkelsen, journalistur og politiskur viðmerkjari. - Ein stjórnarleiðari í Skandinavia hevði av álvara komið í rasshaft av at siga ósatt um slíkt, sigur hann Ein for­sæt­is­ráð­harri ella ráharri í okk­ara parti av heim­i­ num – ikki minst her í Skandinavia – hevði av álvara komið sær í rass­haft av at siga ósatt um slíkt, sigur Kári Mikkelsen »Tað hvørki sømir seg ella kann góðtakast, at ein stjórnarleiðari roynir at fjala yvir sína ábyrgd fyri, at onnur hava mist pening« TAKS misti góðar 198.091 krónur, tá felagið Sp/f Sisero, har løgmaður var nevnd­ar­ for­mað­ur, fór á heysin