fríggjadagur 3. august 2012síða 10
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 3. august 2012 · Nr. 89
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Dagfinn Olsen
TV-2 er, um ikki størsta
navnið, so annað høvuðs
navnið á ársins Summar
Festivali í Klaksvík. Bólkurin
hevur megnað at hildið seg á
toppinum síðani byrjanina í
1980, og eyðkent fyri bólkin
er, at teir øll árini hava
endurnýggjað seg, men tó
hildið fasta TV-2 stílin, og
hava megnað at gerast ein
búgvin bólkur, sum hevur
nakað at siga bæði ungum
og eldri.
Steffen Brandt er odda
maður, sangari og sang
skrivari í bólkinum.
Í samrøðu við Rás2 vísti
skemtiligi, beinrakni sang
skrivarin als ikki aftur, at
hann er heilin aftanfyri TV-2.
-Eg skrivi sangirnar, og
so taka vit okkum í felag av
tí tónleikaliga. Eg eri heppin
at hava funnið saman við
góðum tónleikarum, segði
Steffen Brandt við Ras2.
-Í byjanini var talan um
post-pop, og kom hetta í
endanum av ensku bylgjuni
við New Wave. Poppurin
var vorðin fløktur og tíðin
var komin at venda aftur til
tað einfalda, metir Steffen
Brandt.
Sum íblástur í byrjanini,
tá nýggj tøkni eisini gjørdi
um
seg,
nevnir
Steffen
Brandt bólkar sum Human
League og so amerikonsku
Ramones, sum TV-2 eisini
hitaði upp fyri á eini konsert
í Keypmannahavn.
Byrjanin
TV-2 spratt úr bólkinum
Taurus, sum gav útgávu út
í 1978. Í 1980-81 verður bólk
urin til TV-2, og kemur við
útgávuni Fantastiske Toyota
í 1981.
-Tá vit skriva 1982-83 finna
vit líkasum egið stev og egið
ljóð, heldur Steffen Brandt,
og nevnir útgávuna Beat og
sangin Popmusikerens Vise,
sum gjørdist stóra gjøgnum
brotið hjá TV-2, og sum eisini
verður mettur sum fyrsti
danski sangur, har sangarin
rappar.
Sangurin er , til gleði fyri
mong, enn á sangskránni
hjá bólkinum og er ætlandi
eisini á skránni í Klaksvík
um vikuskiftið.
Eydnusamir og
keðiligir
Sjálvspeið er greitt ein partur,
tá Steffen Brandt úttalar
seg ella tá hann skrivar. Tað
merkir altíð samrøður, ið
hann ger við miðlar, og tað
merkir eisini heitini á sang
um og útgávum.
Tá talan kemur inn á, at
bólkurin skrivar um heim
sins eydnusamasta mann og
um at vera næstan eydnu
samur, samstundis sum bólk
urin hevur útnevnt seg sum
keðiligasti bólk í Danmark,
sigur Brant, at keðiligasta og
eydnusamasta kanska hong
ur saman.
-Men samstundis var tað
so, at øll lýsingarorð vóru
nýtt, og bert heitið sum keði
ligasti bólkur var eftir, og tað
vildi ongin annar hava sit
andi á sær.
-Og enn hevur ongin
roynt at tikið heitið frá okk
um, sigur Steffen Brandt
skemtiliga.
Steffen Brandt, sum av
mongum verður mettur sum
gløggur høvundur, sigur seg
fáa íblástur úr bókum.
-Bøkur, ið eru klassikarar,
hava enn nógv at siga okkum.
Tað er eisini ein góð kensla at
kunna standa á herðunum á
teimum, ið gingu undan, sig
ur Steffen Brandt.
Kærleiki á mánanum
Um
sangin
De
første
Kærester på Månen sigur
Steffen Brandt, at hetta er
óhugsandi støðan, men at
dentur má leggjast á, at kær
leikin bert eydnast, um ein
trýr uppá kærleikan.
-Vónin og trúgvin á kær
leikan vinnur á øllum, sigur
Steffen Brandt.
Nýggjasta útgávan kallast
Showtime.
-Hetta er poppur, men
hóast tað eru hetta eru hugs
anir um at vera til í heiminum
í dag. Vit eru ein vaksin og
búgvin bólkur, ið hevur 30 ár á
baki, so vit royna at koma inn
á eksistentiellar spurningar,
sigur Steffen Brandt.
Aftur í Føroyum
TV-2 hevur vitjað í Føroyum
áður og hava spælt í Havn og
í Suðuroynni.
-Tað var góð uppmøting,
fólk kendu sangirnar og
sungu við, og vit fingu nógv
ar góðar vinir, sigur Steffen
Brandt
um
undanfarnu
vitjanirnar
-Ov long tíð er gingin síða
ni vit vitjaðu seinast og tað
er tíð uppá at vitja aftur í
Føroyum. Vit gleða okkum at
vita, hvat tit hava fingist við,
meðan vit hava verið burt
ur, sigur Steffen Brandt við
eyðkenda skemtiliga tóna
num.
Spurdur um, hvat før
oyingar kunnu vænta sær
at hoyra í Klaksvík um viku
skiftið sigur Steffen Brandt,
at TV-2 í summar ferðast á
teir donsku festivalarnar, og
at teir hava savnað kendar
sangir frá øllum árunum við
TV-2, og at nakrir sangir av
nýggjastu útgávuni eisni eru
á skránni. Nakrir sangir eru
lagdir tilrættis av nýggjum,
men sangirnir eru teir somu
og sama søgan verður søgd.
-Vit mugu minnast til at
“brokke os”, men mugu eisini
“finde plads til begejstring”,
sigur Steffen Brandt, og sipar
til kendar sangir hjá TV-2,
sum óivað verða at hoyra í
Klaksvík um vikuskiftið.
-Vit gleða okkum at vita, hvat tit hava fingist
við, meðan vit hava verið burtur, sigur Steffen
Brandt, oddamaður í TV-2, sum fer á pall á
Summer Festivalinum um vikuskiftið. TV-2
hevur vitjað áður í Føroyum, men árini ganga
skjótt, og teir í TV-2 gleða seg at vitja aftur
hendavegin og spæla allar teir kendu sangirnar
Tíð uppá at vitj