Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-03, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. august 2012síða 11

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Fríggjadagur 3. august 2012 · Nr. 89 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Dagfinn Olsen Ronan Keating var sera skund­mikil, tá hann í gjár skrivaði seg inn á gist­ingar­ hús í Havn. Hann hevði heilt greitt ikki áhuga í at tosa við miðlafólk, men vildi bert sleppa innar á gist­ing­ ar­húsið so ósæddur sum gjør­ligt. Í bili kom Keating til Havn­ar saman við tveimum monn­um og bilførara, og í skundi leyp Ronan Keat­ing í viðførisrúmi eftir við­føri­ num, og slapp sær við ferð in­n­ar á gistingarhúsið. Á Rás2 í kvøld Kanska var hetta ikki heilt óvænt­að, tí trupult tykist hava verið hjá miðlum at fáa í lag avtalu við Keating, og tíðindafundur verður sum so ongin. Men áhugaði kunnu eitt­ nú lurta eftir Rás2 í kvøld klokk­an 21 ella 22, tí tá fáa miðlar orð á Keating í nakr­ ar minuttir. Skal syngja Hinvegin er ikki ókent, at stóru stjørnurnar eru troytt­ar av miðlum, og ør­ ind­ini hjá stóru popp­stjørn­ uni í Føroyum eru ikki at práta, men at syngja tey mongu hittini, sum vit og all­ur heimurin kenna hann fyri. Í kvøld fer Ronan Keating á pallin á Vágsbø í Klaksvík og tað skerst ikki burtur, at her hava vit eina av heilt stóru poppstjørnunum. Írski Ronan Keating kom fram sum oddamaður í Boyzone og hevur seinni stað­ið á egnum beinum, og hev­ur hetta gingið sera væl, og Keating hevur staðfest seg sum poppstjørna, ið und­ir egnum navni hevur selt áleið 25 milliónir fløgur. Millum kendastu løgini er eittnú “When You Say Nothing At All”. dagfinn@sosialurin.fo Keating komin og klárur Í gjár kom Ronan Keating til Føroya. Hann var skundmikil, tá hann skrivaði seg inn á gistingarhús í Havn. Í kvøld er Ronan Keating høvuðsnavn á Summar Festivalinum í Klaksvík ja aftur Tað var ein sera skundmikil Ronan Keating, sum í gjár skrivaði seg inn á gistingarhús í Havn, og sum slapp sær innar so skjótt og so ósæddur sum gjørligt. Í kvøld er poppstjørnan Ronan Keating á palli á Summar Festivalinum í Klaksvík Mynd: Dagfinn Olsen