fríggjadagur 3. august 2012síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 3. august 2012 · Nr. 89
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Leo Poulsen
Danska fíggjarblaðið, Børs
en, ger nógv burtur úr Bank
Nordik í útgávu síni í gjár.
Í stórari grein ger blað
maðurin, Jens Theil, sam
røðu við forstjóran í Bank
Nordik, Janus Petersen.
Føroyski BankNordik ætl
ar at dystast við stóru kapp
ingarneytarnar í Danmark,
við at bjóða allar tær tænast
ur, sum nógv størri bankar
nir eisini bjóða.
Soleiðis ljóðar strategiin
frá
forstjóranum,
Janus
Petersen.
- Vit eru tað, sum í goml
um
døgum
varð
kallað
fíggajarlig sølumiðstøð. Vit
hava bæði útlán, innlán, íløg
ur, tryggingar og pensjónir.
Tað eru nógvir bankar, ið
ikki hava eins breitt úrval,
men vit meta, at tað liggur
ein stór styki í at bjóða fulla
tænastu til smáar og millum
stórar fyritøkur, sigur Janus
Petersen við Børsen.
Harvið gongur hann beint
móti streyminum, tí eftir
kreppuna flyta flestu bankar
av somu stødd seg mótsettan
veg og skera uttanums tæn
asturnar frá og savna seg um
klassiska bankaraksturin við
útláni og innláni.
- Hetta er »back to bas
ics« fyri okkum. Vit hava
tvey trygdarfeløg í samtaki
num, og hava fingist við
trygging, bæði innan skaða
og lív, so leingi, sum eg havi
verið í bankanum, so tað
er grundleggjandi hjá okk
um. Og vit hava eisini egið
íløgufelag, sigur Janus Peter
sen.
Hann roknar við, at júst
serliga støðan sum fíggj
arlig
sølumiðstøð
gevur
einastandandi
møguleikar
at draga nýggjar kundar
og harvið bjóða etableraða
geiranum av.
Størri førleiki
Við blaðið sigur Janus Peter
sen:
- Vit vilja fegnir vera eitt
alternativ til stóru bankar
nar fyri smáar og millum
stórar fyritøkur, og tað rokni
eg við, at vit kunna. Vit
kunnu bjóða fulla tænastu
eins og teir stóru, men eg
vænti, at fleiri fyritøkur velja
okkum, tí tær kenna seg aft
ur í okkara stødd.
- Tað er ein eftirspurning
ur eftir bankum við høgum
førleikastøði, men sum eisini
fæst fatur í. Fleiri fyritøkur
vilja hava samband við ein
banka við teirra egnu stødd,
mentaliteti og mentan, sigur
forstjórin, sum heldur, at
BankNordik kann bjóða eitt
tættari samstarv enn stóru
bankarnir.
- Ovasta leiðslan í banka
num eru í tøttum samskifti
við deildirnar. Sjálvur eri eg
regluliga úti á deildunum, tí
tað er har, kundarnir eru. Vit
skulu skapa eitt tætt sam
band við kundarnar, tí tað
er hetta, vit liva at, stutt og
greitt, sigur Janus Petersen.
Og júst innan deildir er
BankNordik farið miðvíst til
verka fyri at vaksa í Danmark.
Síðani BankNordik í 2010 kom
á danska marknaðin eru 37
deildir uppkeyptar, men tað
eru tó bert tær 18, ið enn eru
opnar. Men hetta er fyri at
kunna bjóða allar tænastur á
øllum deildum.
- Tað er ikki bert ein
spurningur um at spara,
men tá deildirnar eru størri,
eru førleikarnir størri, og
størri yvirskot at taka sær av
tørvinum hjá einstøku kund
unum, sigur Janus Petersen.
Gylta bananin
Eftir keypið av kollsiglda
Amagerbanken í 2011, liggja
flestu deildirnar hjá Bank
Nordik í dag í høvuðsstaðar
umráðnum. Og tað gevur
bankanum ein heilt serliga
fyrimun.
- Hyggur tú at Keyp
mannahavn eru har spenn
andi møguleikar. Tað eru
nevniliga ikki nógvir bankar
av okkara stødd, ið hava
so stóran marknaðarlut í
Keypmannahavn.
So
her
kunnu vit veruliga meta ok
kum móti teimum stóru, og
tað vænti eg fer at eydnast,
tí sum sagt síggja vit ein
eftirspurning
eftir
bank
um sum okkara, ið ikki er
risastórur, sigur Janus Pet
ersen.
Uttan fyri høvuðsstaðar
økið
hevur
BankNordik
bert deildir í stóru býunum
Esbjerg, Kolding, Horsens,
Odense, Aarhus, Vejle og
Haderslev.
- Tað eru ikki aðrir bank
ar, ið bert hava deildir í stór
býunum, sigur Janus Peter
sen.
Hann sastar upp á tað,
sum hann kallar gylta ban
anin.
- Vit eru bert aktivir í
vakstrarøkjunum. Vit eru
aktivir í fýra av fimm teim
um størstu býunum í trí
kantsøkinum,
umskipað
við Horsens og Haderslev.
Tað er tað, ið verður rópt
gylta bananin, og tað er har,
vit helst vilja vera, sigur
Janus
Petersen,
forstjóri
í BankNordik við danska
fíggjarblaðið, Børsen.
Leo Poulsen
Í samrøðu við Børsen sigur
Janus Petersen, forstjóri í
BankNordik, at talan ikki
verður um fleiri uppkeyp.
- Hetta er ikki ein leið,
ið vit ætla okkum fram
haldandi at ganga. Vit hava
nú eitt grundstøði, ið er
nøktandi fyri at veita kund
um okkara eina so góða tæn
astu, sum vit fegnir vilja.
Herfrá skal vøksturin koma
frá øktum kundaskara, sigur
Janus Petersen.
Undan uppkeypinum av
Amagerbanken í 2011, hevði
BankNordik keypt eina røð
av deildum frá Sparbank.
Við hesum er BankNordik
aktivur á bankamarknaði
num í Grønlandi, Íslandi,
Føroyum og Danmark.
- Talan er um eina ætlan,
ið var løgd longu afturi í 2005
at verða til staðar í hesum
londunum,
sigur
Janus
Petersen.
Lagaliga løtan at keypa
kom tó ikki, fyrr enn kreppan
rakti.
- Í 2005 hildu vit ikki, at
nakar upplagdur møguleiki
var fyri okkum. Vit hugdu
eftir nøkrum møguleikum,
men antin vóru teir ov dýrir
ella á aðrar mátar ónøktandi,
so vit stovnaðu eina lítla
deild í Keypmannahavn, sig
ur Janus Petersen.
Ikki fyrr enn í 2010 metti
leiðslan, at tíðin var komin til
at víðka gjøgnum uppkeyp.
Lítil váði
Bankin var framman undan
vælrikin á einum føroysk
um marknað, sum var væl
kendur og kastaði pening av
sær.
- Rekur tú eina fyritøku,
ið gongur væl, er neyðugt at
hava ambitiónir um at koma
víðari og fáa fyritøkuna at
vaksa. Og tað er hetta, vit
hava gjørt, sigur Janus Peter
sen.
Tað hevði verið lættari at
verði verandi í Føroyum, men
Danmark hevði verið ógvu
liga lítið, um øll bara vildu
verið har.
Sambært Janus Petersen
hevur hann allan vegin
verið ógvuliga varin í sínum
uppkeypum, og tí er bankin
endaður við lutfalsliga nógv
um privatkundum.
- Vit hava framt menn
ingina við lufalsligum lítl
um váða, og tí eru okkara
útlán rættiliga spjadd. Í
Danmark hava vit í størstan
mun privatkundar og ídnað
araktivitetir
undir
fimm
milliónir krónur. Vit hava
130.000 kundar. Nú skulu vit
hava fleiri ídnaðarfyritøkur,
sigur Janus Petersen.
BankNordik
hevur
tó
greiðar treytir til nýggjar
kundar.
- Teir skulu standa sterkt
innan teirra vinnugrein og
hava víst evnir at skapa úrs
lit, sigur Janus Petersen í
samrøðu við Børsen.
BankNordik
gongur
egnar leiðir
BANKAVIRKSEMI Meðan kappingarneytarnir
leita aftur til røturnar í vanligum bankarakstri, vil
BankNordik ikki fylgja við streyminum. Har verður
miðað ímóti at verða ein fíggjarlig sølumiðstøð
Ikki fleiri uppkeyp
Eftir fáum árum hevur BankNordik etablerað
seg á danska marknaðinum við ágangandi
uppkeypum, men nú verður bremsan smekkað í
Janus Petersen ger stóra samrøðu við danska fíggjardagblaðið, Børsen, í útgávuni í gjár