fríggjadagur 3. august 2012síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Fríggjadagur 3. august 2012 · Nr. 89
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tiðindi
Randi Jacobsen
Tað var ikki tað nógva, sum
fekst aftur frá sjúkrakassa
num, tá ið fólk keyptu sær
nýggjar brillur.
Men tað var so tað. Nú
fáa fólk millum 16 ár og 67 ár
einki hvørki til brillustell ella
brillugløs.
Tann
broytingin
varð
gjørd við kunngerð, sum kom
í gildi 1. mai í ár.
Karsten Hansen, lands
stýrismaður í heilsumálum
heldur, at hetta var ein røtt
avgerð at taka.
- Fólk fingu so lítið aftur,
at tað munaði einki, men nú
fáa pensojnistarnir meira
aftur, sigur hann.
Karsten Hansen heldur, at
tað hevur stóran týdning, at
ískoyti verður latið til brillur
til børn undir 16 ár, og tey fáa
eisini meira enn áður.
- Tað er ofta ein familju
sjúka at hava veik eygu,
og eru tvey ella trý børn í
familjuni, vóru brillurnar ein
stór útreiðsla, tí børn mugu
skifta brillur út oftari, sigur
Karsten Hansen.
Børn undir 16 ár kunnu
fáa brilluískoyti árliga til
tvinnan brillur ella brillugløs,
um tørvur er á broyttum
stelli ella gløsum.
Ískoytið er ikki treytað
av ávísing frá lækna. Ískoy
ti verður veitt móti kvittan,
sum verður latin Heilsu
trygd, ella sambært avtalu
millum veitara og Heilsu
trygd um beinleiðis avrokn
ing.
Broyta inngjaldið
Heilsumálaráðið
arbeiðir
eisini við at broyta upp
hæddina á inngjøldum til
Heilsutrygd. Gjaldið verður
og fer framyvir at verða
kravt inn gjøgnum skatta
skipanina.
Karsten Hansen sigur, at
gjaldið til Heilsutrygd tyngir
pensjonistarnar fíggjarliga.
Teir merktu tað væl, tá ið
gjaldið varð hækkað við 20
krónum um mánaðinum.
- Eg kann ikki seta nakra
upphædd á, hvussu nógv
pensjonistar skulu gjalda í
framtíðini til Heilsutrygd,
men gjaldið fer helst fleiri
ferðir 20 krónur um mánaðin
niður, sigur Karsten Hansen.
Tá
ið
pensjonistarnir
skulu gjalda minni, mugu
onnur gjalda meira. Tann
útrokningin er ikki endaliga
gjørd enn.
Karsten Hansen væntar,
at lógaruppskotið kemur fyri
tingið í august.
Bara børn og gomul
fáa brilluískoyti
Áður fingu øll eitt sindur aftur frá sjúkrakassanum, tá ið tey keyptu brillur, men 1. Mai í gildi kom nýggj
kunngerð, sum bara heimilar Heilstrygd at veita ískoyti til børn undir 16 ár og fólk yvir 67 ár
Randi Jacobsen
Millum
umsøkjararnar
til
starvið sum stjóri á Vinnuhá
skúlanum var Hans Johannes
á Brúgv, sum hevur verið stjóri
á skúlanum seinastu átta árini.
Bjørn Kalsø valdi at seta
ein annan umsøkjara til stjóra
á skúlanum, og tað heldur
tingmaðurin Bjarni Djurholm
vera løgið og hevur sett Bjørn
Kalsø nakrar spurningar.
Hann vil millum annað
hava at vitað, um Hans
Johannes á Brúgv ikki hevur
gjørt sítt arbeiði til lítar.
Harnæst spyr hann um
innstillingina:
- Var verandi stjóri inn
stillaður sum nummar eitt
í tilmælinum frá setanar
bólkinum, sum landsstýris
maðurin fekk handað í juni?
- Var landsstýrismaðurin
nøgdur við innstillingina, ella
kallaði landsstýrismaðurin
setanarbólkin til fundar í
juli at umrøða innstillingina
til stjórastarvið í Vinnuhá
skúlanum. Um so var, hvørja
støðu hevði setanarbólkurin
til framdu innstillingina.
Haraftat vil hann hava at
vita, um landsstýrismaðurin
hevði nakrar relasjónir til
stjórastarvið og/ella Vinnuhá
skúlan, sum orsakaðu úrslitið
av setanini og/ella at setanin
varð toygd meira enn vanligt.
Setir spurnartekn við stjórasetan
Bjarni Djurholm, tingmaður rekur fram undir, at alt ikki ruggaði heilt
rætt, tá ið Hans Johannes á Brúgv ikki varð settur aftur sum stjóri á
Vinnuháskúlanum. Tí hevur hann sett Bjørn Kalsøe ein fyrispurning
Tey, sum ikki eru børn og ikki
eru pensjonistar, fáa nú einki
aftur frá Heilsutrygd, tá ið
tey keypa nýggjar brillur
Bjarni Djurholm tykist
meira enn hann skrivar
um tilgongdina, tá
nýggjur stjóri varð settur
á Vinnuháskúlanum