Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-03, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. august 2012síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 3. august 2012 · Nr. 89 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 84.000 krónur í lønum um dagin Áki Bertholdsen – Vit fara at rinda einar 84.000 krónur í lønum-um dagin. Tað sigur Bogi Jacob­sen, stjóri á nýggja upp­sjóvar­ virkinum á Tvøroyri. Á nýggja uppsjóvar­virk­ in­um á Tvøroyri, eru tey nú við at seta fulla ferða á maskinurnar. Tróndur í Gøtu er á Tvør­ oyri í dag og við 1300 tons­um og eisini hevur Finnur Fríði landað 817 tons til virkið. Tað tók tvey samdøgur at arbeiða tey 817 tonsini av Finni Fríða og Bogi Jacobsen, heldur, at tað hevur gingið avbera væl at stilla maskinur og at fáa allan teknikkin at virka, og at samvirka, sum tað skal. Virkið fer at skapa rætti­ liga nógv arbeiðið á Tvør­ oyri. Tilsamans verða eini 100 fólk knýtt at virkinum. – Tríggjar vaktir vera av arbeiðsfólki við 25 fólkum á hvørjari vakt verða knýtt at virkinum. – Arbeiðast skal sólar­ kring­in runt, sjey dagar um vik­una og stjórin sigur, at bara í arbeiðslønum fer virkið at rinda einar 84.000 krónur um dagin. Harafturat kemur so fólk til fyrisiting, avskiping og annað. Í gjár bjóðaði virkið politik­arum, umboðum fyri fíggingarstovnar, flutnings­ feløg og onnur, virkið skal samstarva við, til móttøku á virkinum og har tey eisini vórðu víst runt at síggja fram­leiðsluna. Á myndinum síggjast nakrir av politikarunum og onnur, kanna ein makrel, sum akkurát er komin inn á virkið og ikki minst vóru øll bergtikin av dygdini. Á eini aðrari mynd rennur makrelur ígjøgnum maskinurnar til pakkingina og frystingina. ÍVERKSETING Á nýggja uppsjóvarvirkinum á Tvøroyri eru tey við at fáa fulla ferð á maskinurnar og tað fer at kasta nógv arbeiði av sær Seinnapartin í gjár var móttøka á nýggja uppsjóvarvirkinum á Tvøroyri. Tilsamans um 100 fólk verða knýtt at nýggja virkinum Myndir: Áki Bertholdsen