Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-03, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. august 2012síða 15

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Fríggjadagur 3. august 2012 · Nr. 89 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 nøvn Føðingar 29. juni fingu Jórun Bech og Jákup á Dul Sørensen, Porkeri, eina dóttur. Hon var 52 cm long og vigaði 3100 gr. 2. juli fingu Birgit og Janus Thomsen, Hvalba, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði 3970 gr. 31. juli fingu Elin á Fløt­ un­um, Lamba, og Mikkel Hviid, Ålborg, ein son á sjúkrahúsinum í Ålborg. Hann vigaði 3640 gr og var 54 cm langur. Hann hevur fingið navnið Adrian. Fríggjadagin 27. juli vóru Toyota bilarnir á framsýningi hjá Reyni Service í Hoyvík skift­ir út við flottar gaml­ ir Morris Minor, sum vórðu sýndir fram fyri almenn­ing­ inum. Talan var um bilar hjá limum í Nordisk Morris Minor Klubb, sum vitjaðu í Føroyum við 33 Morris Minor í nógvum ymiskum útgávum. Eisini vóru gamlar føroyskar Morris myndir og annað í hes­um sambandi at síggja. Morris Minor vórðu gjørd­ir í ymiskum útgávum frá 1948 heilt til 1971. Tað var Reyni Service, sum umboðaði Morris frá 1947 til 1980. Ferðaleiðari á túrinum var Ragnheiður Skipper, ið er dóttir Erik Petersen í Havn, sum í mong ár koyrdi við Morris Minor. Sonur henn­ara Thomas Skipper er limur í Nordisk Morris Minor Klubb og koyrir eisini við Morris Minor. Fult hús av Morris bilum Tað var sum í gomlum døgum hjá Reyni Service. Fult hús av Morris bilum 65 ár eftir at Sigird av Reyni byrjaði at selja Morris í Føroyum Morris Minor í framsýningarhølunum hjá Reyni Service Thomas Skipper og mamman Ragnheiður, ið er dóttir Erik Petersen í Havn