fríggjadagur 3. august 2012síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 3. august 2012 · Nr. 89
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
kjak
Tá ið orð bert eru orð
At síggja til, er løgmansrøðan
á tremur av føgrum orðum,
sum tað er ringt at verða
ósamd við. Trupulleikin er
bert tann, at tað er ein stór
andsøgn ímillum tað, ið
sagt verður, at samgongan
ferð at fremja og samtyktu
fíggjarkarmarnir fyri kom
andi ár. Tá ið onki samsvar
er, ímillum ætlaninar hjá
samgonguni á fíggjarliga
økinum og orðafloyminum í
løgmansrøðuni, tá verða orð
bert orð og missa sín týdn
ing.
Trý óverulig páhald
Serliga eru tað trý páhald í
løgmannsrøðuni, ið ikki eru
í samsvar við veruleikan.
At samgongan raðfestir út
búgving og gransking og ferð
at gera tað enn meira í kom
andi tíðum. At samgongan
raðfestir vælferð í fíggjar
karmunum fyri komandi ár
og at samfelagið ikki er á veg
at gerast eitt samfelag við
øktum stættarmuni av m.a
flatskattinum.
Økt raðfesting av
útbúgving og mentan
Ført verður fram, at útbúgv
ing er nógv raðfest seinnu
árini og skal raðfestast enn
hægri. Tosað verður um, fleiri
útbúgvingar á setrinum og
miðnámsskúlatilboð til ung
við serligum avbjóðingum.
Tað er rætt, at útbúgv
ingarøkið, serliga miðnám
hevur verið raðfest fram til
2012. Veruleikin er tó tann,
at samtyktu karmarnir frá
1 januar 2013 áseta, at út
búgving og mentan skal
skerjast við tilsamans 9
mió. Árini fram til 2016 skal
hetta øki spara heilar 56
mió. Sjálvandi ber til at fáa
meir fyri minni, við at gera
skilagóðar rationaliseringar,
men tað er tó eitt mark fyri,
hvussu longi hetta ber til.
Eitt týðandi økið, ið tosað
hevur verið um í langa tíð,
og sum er alneyðugt, um vit
skulu geva fólki møguleikar
her heima, heldur enn at
flyta av landinum, er at fáa
skipað
fjarlestur.
Verður
hetta øki raðfest, so kunnu
tilkomin fólk, við familju,
nema sær eina útbúgving,
uttan at familjan má flyta
burtur. Farið tí at heita á
landsstýrismannin um at fara
í holt við hetta beinanvegin.
Vælferðin raðfest
verður sagt
Løgmaður heldur fram við
sínum bjartskygni, og vil
verða við, at eisini vælferðin
er raðfest í karmunum. Tað
má sigast at ganga sjón fyri
søgn.
Teir hava samtykt, at
almannaøki einsamalt skal
spara 52 mió. bert í komandi
árið. Størsta einstaka upp
hæddin var funnin við at
hækka
pensiónsaldurin,
nevniliga 33 mió. Sum øllum
kunnugt, vildi ongin kenn-
ast við hetta uppskotið, tó
hava teir hildið fast við at
upphæddin skal sparast á
almannaøkinum.
Restin,
slakar 20 mió skulu finnast
við at skerja dagpengar og
fyritíðarpensión. Í inniver
andi árið hava teir ikki javna
pensiónirnar og mótrokning
millum hjún hvarv sum
døgg fyri sól. Harumframt
er Als gjaldið og gjaldið til
Heilsutrygd hækka. Sam
anumtikið má sigast, at ein
skal verða meira enn vanliga
bjartskygdur fyri at fáa eyga
á raðfesting av vælferð.
Skattapolitikkurin
førir ikki til eitt
ójavnari samfelag
Sum rosinan í pylsuendanum
førir
løgmaður
fram,
at
skattapolitikkurin ikki hevur
ført til eitt stættarsamfelag.
Veruleikin er tó framvegis
tann, at ein tímaløntur fær
ein lítlan 100 krónuseðil
í skattalætta meðan tey
hægstløntu fáa upp í 7000
krónur um mánaðin.
Ein flakakvinna má ar
beiða minst 50 tímar um
vikuna, um hon skal merkja
fløvan
av
flatskattinum.
Samgongan heldur tað verða
í lagi, at ófaklærd ikki kunnu
liva av at arbeiða 40 tímar um
vikuna, nei tey skulu arbeiða
longur og kanska heldur
ikki hava feriu. Tað økir um
stættarmunin, tá ið kanska
ein góð helvt av fólkinum,
ikki kann klára seg við tí
tey vinna í eini vanligari
arbeiðsviku, meðan onnur,
uttan at brúka 1 minutt eyka
á arbeiðsmarknaðinum fáa
fleiri 1000 krónur um mán
aðin eyka útgoldið.
Tað rættað hevði verið, at
umlagt skattalættan so hann
meira kom teimum lágløntu
og støku uppihaldarunum
til góðar. Hetta vildi bæði
minkað um stættarmunin
og skapt størri nýtslu. Vit
síggja, at flatskatturin ikki
hevur skapt tann vøkstur í
búskapinum, ið samgongan
førdi fram.
Løgmaður droymir
Tað er gott at hava dreymar.
Henda røðan hevur serliga
havt fokus á ein dreym hjá
løgmanni, dreymin um full
veldi. Røðan er tó merkt
av, at hann eisini hevur
droymt
fíggjarkarmarnar
langt burtur. Ein freistast
til at hugsa, at hin stóri
samgonguflokkurin, Fólka
flokkurin, bert letur løgmann
droyma víðari, so kunnu teir
føra politikk.
Vit fara at síggja, at hetta
helst er so, tá ið fíggjarlógin
verður løgd fram í heyst. Tá
vænti eg, at bæði løgmaður
og Sambandsflokkurin vakna
við kaldan dreym. Teir hava
jú samtykt at skerja útbúgv-
ing og mentan við tilsamans
56 mió. komandi árini og
almanna og heilsuøki við 170
mió.
Breiðar semjur
Løgmansrøðan
ger
nógv
burtur úr hvussu neyðugt
tað er, við breiðum semjum.
Løgmaður nevnir, ítøkiliga,
at breið semja krevst, um
eydnast skal at fáa tamarhald
á fólkafráflytingini.
Tí fara vit at bjóða sam
gonguni og løgmanni at
royna breiðu semjuna í verki
nú beinanvegin. Javnaðar
flokkurin hevur lagt eitt
ítøkiligt uppskot fram, at fáa
lýst orsøkir og avleiðingar
av fólkafráflytingini og at
fáa
ítøkiligar
tilráðingar,
um hvussu vit kunnu venda
óhepnu gongdini. Síggi fram
til at samgongan ferð at taka
undir við hesum, so orð ikki
framhaldandi bert eru orð,
men at tað eisini eru gerðir
aftanfyri.
Eyðgunn
Samuelsen
tingkvinna
Javnaðarflokkurin
Nýggju klæðir keisarans og tey samkyndu
Nú er ólavsøkan av og tað
er eitt evni, sum hevur fing
ið nógv rúm, og tað eru tey
samkyndu. Tey hava ging
ið skrúðgongu, havt fyri
lestrar, gjørt framsýning,
alt hetta verður gjørt fyri at
sannføra fólk um, at hetta
er ein náttúrligur liviháttur,
tí soleiðis er tað í djóra
heiminum verður sagt, eisini
kríatúrini eru samkynd.
Tað tykist sum at nógv
fólk halda at hetta er í fínasta
lagi, tí fá eru sum vága sær
at siga eitt orð ímóti. At liva
saman tvey av sama kyni, er
eitt val sum tey sjálvi gera,
og sjálvi hava ábyrgduna av.
Men at billa fólki inn at hetta
er ein rættur liviháttur, tað
fellir mær fyri bróstið, og
eisini tað, at tað eru ætlanir
um at fara inn í skúlarnar
við hesum boðskapi. Hetta
verður gjørt, tí tað er náttúr
ligt, verður sagt og ynski
verður sett fram um at
broyta hjúnarbandslógina,
so tvey av sama kyni sleppa
at giftast, samstundis sum
tey siga nú, at tað snýr seg
ikki um sex. Mær vitandi, tá
fólk eru gift, sova tey í somu
song!
Spurningurin er: Skulu vit
trúgva øllum, ið sagt verður,
og skulu vit góðtaka tað.
Mær kom í hug søguna
um nýggju klæðir keisarans.
Vevarnir, sum vóru bedrag
arar, biltu bæði keisaranum
og tí vanliga fólkinum inn,
at keisarin var í so framúr
vøkrum klæðum, og tey
sum ikki sóu tað, vóru býtt
ella ikki før fyri at røkja
sítt arbeiði. Hetta gjørdi, at
eingin tordi at tala, men tók
undir við hesari lygnini um
at keisarin var fínur. Men
so segði eitt barn: Hann er
jú í ongum klæðum! Fólkið
steðgaði á og tóku undir við
barninum: Hann er jú í ong
um klæðum! Hetta var jú
ein lygn sum vevarnir vildu
hava fólkið og keisaran (yvir
vøldina) at góðtaka, so teir
kundu fáa nakrar fyrimunir.
Spurningurin er, sum eg
segði í áðni: Skulu vit trúgva
øllum
hesum
sum
sagt
verður, og skulu vit tigandi
góðtaka tað?
Hví skulu vit so glaðbeint
trúgva, at hetta er satt, at
djórini eru samkynd, fyri tí
um onkur ger nakrar máln
ingar og skrivar nakr-ar
tekstir? Far og spyr bønd
urnar í Føroyum, teir hava
so og so nógvar áseyðir, og
eftir tí meta teir um, hvussu
nógv lomb teir fáa. Vóru
ærnar samkyndar, høvdu
teir neyvan fingið lombini
sum teir væntaðu.
At menniskja verður drig
ið niður á sama støði sum
skinnflugur, skriðdýr o.a.
dámar mær illa. Menniskjan
er krúnan á skaparverki
skaparans. Dávid kongur
sigur í 8. sálma um menn-
iskja: "Lítið lægri enn Gud
gjørdi tú tað, við heiður og
dýrd krýndi tú tað."
Tað hevur ongantíð verið
rós vert fyri fólk at verða
sum eitt djór. "Hann týggjar
sær sum eitt djór," og "hann
er eitt verri svín" kann verða
sagt, danir nýta orðafelli
"at være dyrisk" um onkran
sum skikkar sær sera illa. So
at djórini skulu vera okkara
stóra fyrimynd í livihátti, er
ikki rætt at siga.
So er tað hin spurningurin:
Er hetta náttúrligt ella nor
malt, at tvey avsama kyni
liva
í
parlagi/hjúnarlagi?
Svarið fáa vit í Róm 1, 26,27:
"Kvinnur teirra skiftu um
hin náttúrliga umgangin,
um við tann sum er í móti
náttúruni,
og
somuleiðis
hildu eisini mennirnir upp
at við hinum náttúrliga um
ganginum við kvinnur, og
brendu í lysti sínum hvør
eftir øðrum."
Nú
verður
ofta
sagt,
at Bíblian má ikki nýtast
í hesum kjakinum, eg má
spyrja: Hví? Er tað tí at
sannleikin finst har? Vit
kalla okkum eitt kristið land,
tá ið vit gera tað, so inniber
tað, at vit gera okkara lógir,
so tær samsvara við kristin
sjónarmið.
At broyta hjúnabands
lógina til frama fyri at fólk
av sama kyni kunnu giftast,
er ikki í tráð við kristin sjón-
armið.
At loyva einum slíkum
hugsunarhátti inn í skúlarnar,
má heilt vist vera ímóti
skúlans siðalæru, sum jú er
bygd á luthersk-evangeliskt
støði. Jesus sjálvur fanst
harliga at teimum, sum vóru
teimum minstu til ástoyt.
Hetta er sera álvarsligt.
Til seinast vil eg siga, at
tað var vælgerandi at hoyra
Símun P. Jacobsen, prest, á
ólavsøku seta síni sjónarmið
fram um henda spurning, tað
var sum tá ið eitt kærkomið
æl kemur aftan á drúgvan
turk. Kanska fara fólk at
fáa eyguni upp fyri sann
leikanum og fara, eins og
fólkið hjá keisaranum á sinni,
at ásanna, hvat ið er rangt og
hvat íð er rætt.
Maria Jacobsen