Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-03, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. august 2012síða 17

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Fríggjadagur 3. august 2012 · Nr. 89 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 55 rennarar úr 16 londum løgdu avstað frá Windsor Castle, tá marathonrenningin byrjaði. Hetta var ein av teim­um heitu døgunum við næstan 28 stigum inni í bý­ num, og fleiri av renn­arunum góvust rætti­liga skjótt. Teirra millum vóru átta av teimum tólv bretsku rennarunum, sum áskoðararnir væntaðu sær nógv av. Tá kappingini fór at líða, gjørd­ist greitt, at tríggir renn­arar høvdu møguleikan at vinna. Suðurafrikanarin Charles Heffron var leingi á odda, og tá tíggju kilometrar vóru eftir, var hann fýra minuttir framman fyri hinar, og lítil ivi var um, at hann mundi fara við sigrinum. Eingir stórskíggjar Men tann nógvi hitin ávirk­ aði eisini Heffron, og sum frá leið, misti suðurafrikanarin ferðina. Hetta fekk italiu­ mað­urin Dorando Pietri at vita, og tað var, sum góvu hesi tíðindini honum nýggjar kreftir, sum hann eisini brúkti og tað til fulnar. Hann koyrdi meiri ferð á og togaði seg spakuliga inn á suðurafrikanaran, og tá hálvur annar kilometur var eftir á mál, fór hann framum. Alt bendi á, at tað olympiska gullið skuldi fara til favorittin úr Carneggio. Inni á tí stóra leikvøllinum sótu áskoðararnir og bíð­ aðu. Tá í tíðini vóru eing­ir stórskíggjar, sum áskoð­ ar­arnir kundu fylgja við á, og tí visti eingin inni á leik­vøllinum, hvør fór at koma fyrstur inn ígjøgnum portrið. Tey keddu seg kort­ ini ikki, tí meðan tey bíð­aðu eftir marathon-renn­ar­un­um, kundu tey eyg­leiða kapp­ ingina í 110 metrar forða­ renning, glím­ing og onkra kapping í svimji­hylinum. Tey flestu sóu fyri sær ein hábærsligan vinnara, sum fór at koma inn á leik­ vøllin við fullari ferð, og sum fór at halda somu ferð inn um málstrikuna. So kom hann - tann fyrsti, men tað vísti seg at vera ein lítil og klæntrasligur italiumaður. Hann var ikki hábærsligur, men skinklaði á beinunum og tóktist ráðaleysur. Rann skeivan veg Tað vísti seg, at Pietri hevði brúkt ov nógvar kreftir til at fáa Heffron aftur, so tá hann kom inn á White City- leikvøllin, hoyknaði hann. Læknar og hjálparfólk runnu alt fyri eitt yvir til hansara. Tey hjálptu honum aftur á føtur, og hann helt fram at renna rundan um vøllin ímóti málinum. Men so útlúgvaður var hann, at hann rann skeiv­ an veg, so hjálparfólkini máttu beina honum aftur á ta røttu kósina. Men tað gekk ikki. Hann misti fótafestið og datt aftur. Og aftur. Og aftur. Hvørja ferð hjálptu hjálparfólkini honum aftur á føtur, og hann kom nærri og nærri málinum hvørja ferð. Seinastu ferð, hann datt, var hann 20 met­ rar frá málstrikuni. Áskoðararnir sótu sum Kánus. Hvat var hetta fyri nak­að? Men so byrjaðu nøk­ ur at fagna Pietri, og alt í ein­ um sótu 70.000 fólk og róptu fyri at hjálpa honum ímóti málstrikuni. – Eg minnist einki So kom amerikanarin Johnny Hayes inn ígjøgnum portr­ið, og áskoðararnir róptu og skrálaðu á Pietri fyri at fáa hann at kvika sær inn um málstrikuna. Ameri­kanararnir vóru ikki serliga væl umtóktir ímill­ um OL-áskoðararnar or­sak­ að av einari hending í 400 metrar-renningini dagin fyri, so tann útlúgvaði Pietri fekk fullan stuðul av áskoðara­ plássunum hesa løtuna. – Beinini vildu ikki bera meg, og tað kendist, sum at ein yvirvaksin hond tók fastari og fastari um hálsin á mær. Eg minnist einki. Tey søgdu, at eg var dottin einar fimm ella seks ferðir, segði Dorando Pietri við italska ítróttarblaðið Sport Illustrato mong ár seinni. Kringsettur av hjálp­som­ um hjálparfólki megnaði Pietri loksins at skinkla inn um málstrikuna, og hóast ferðin rundan um vøllin tók ómetaliga langa tíð, eydn­ aðist tað ikki nøkrum av hin­ um rennarunum at sleppa fram um hann. Kolldømdur Sum vera man komu rættiliga skjótt boð um, at Dorando Pietri var kolldømdur, tí hann hevði fingið hjálp til at koma á mál. Ta avgerðina høvdu fyrireikararnir tikið eftir at hava fingið eitt form­ ligt mótmæli frá ameri­kan­ ar­unum. – Tað er meting dómar­ anna, at Mr. Pietri hevði ikki kunnað fullført kappingina uttan hjálp, stóð í teirri stutt­ orðaðu grundgevingini frá dómsnevndini. Við hesari avgerðini fór gullið til amerikanaran Johnny Hayes. Hann hevði runnið sera skjótt tann sein­ asta teinin og fór um mál­ strikuna ein hálvan minutt eftir, at Pietri og hansara hjálparfólk vóru komin á mál. Hóast hann ikki orkaði at standa á beinunum, tá hann kom á mál, kom italiu­ mað­urin skjótt fyri seg, og seinni um kvøldið fór hann av leikvøllinum á egnum bein­um. Men Dorando Pietri bleiv ikki gloymdur. Heldur ikki í USA, har hann bleiv roknaður sum hetja aftan á tað, sum var hent á White City-vøllinum í London. Heiðursmerki frá drotningini Dorando Pietri var sum vera man í ringum hýri av koll­dømingini, men hetta broyttist dagin eftir, tá hann brádliga fekk boð um at møta til heiðursmerkjahandanina. Tað vísti seg, at Alexandra drotning var so hugtikin av tí, sum var hent dagin fyri, at hon hevði gjørt av lata honum eina eykaheiðursløn. – Eg skilti ikki, hvat hon segði burtursæð frá orðinum "bravo", segði Pietri aftaná. Hann skilti ikki eitt orð av enskum. Tað var ikki bara drotn­ ingin, sum heiðraði tann lág­ vaksna djarva italiu­mannin. Áskoðararnir fagnaðu hon­ um, og tá tíðindini um hend­ ingina í London komu út í onnur lond, vóru tað mong, sum fingu virðing fyri Pietri og fagnaðu honum. Marathonrenningin í London í 1908 gjørdist ein av teimum kappingunum, har vinnarin fór í gloymskuna. Øll mintust Pietri, men eingin mintist, hvør vann. Pietri er ivaleyst tann best kendi taparin í OL-søguni. Eitt lønandi tap Amerikanararnir gloymdu heldur ikki tann italska bak­ ar­an, sum hevði mara­thon­ renning sum frítíðarítriv, og stutt eftir leikirnar í London varð Pietri boðin til USA at kappast við gullvinnaran Johnny Hayes, so greiði kundi fáast á, hvør teirra var tann stinnari. Hesa kappingina vann Pietri. Hetta var ein innan­ durakapping, og rennararnir runnu 262 ferðir runt í høll­ ini, sum var full av dusti og tubbaksroyki. Pietri rann fleiri mara­ thon-kappingar í USA, og tað endaði við, at hann fekk so mikið av pengum burt­ ur­úr, at hann gjørdi ikki ann­að enn at renna kapp. Tá hann gavst í 1911, hevði hann vunnið 50 av teimum 69 kapp­ingunum, sum hann hevði tikið lut í, og tá hevði hann eisini forvunnið sær væl av pengum. Tá Dorando Pietri vendi heimaftur til Italia, valdi hann at seta pengarnar í hotell­vinnuna, men tað gekk illa, og hann fór á húsagang. Hann doyði av hjartaslag í 1942, bara 56 ára gamal. Tað hoyrir við til hesa søguna, at tað vóru ikki bara rennarar, ið brúktu Pietri sum fyrimynd. Í New York sat ein ungur maður og droymdi um at gerast tóna­ skald og teksthøvundur. Hann gjørdist so hugtikin av av­rik­inum hjá Pietri, at hetta gav honum hugskotið til at full­føra sín fyrsta sang, sum hann kallaði "Dorando". Tann ungi maðurin var eingin ann­ ar enn Irving Berlin. Rennarin sum bleiv tann mest umrøddi OL-taparin Beint áðrenn hann kom á mál, hoyknaði Dorando Pietri av møði, men við hjálp frá starvsfólkum hjá fyrireikarunum kom hann aftur á føtur og stríddi seg inn um málstrikuna. Hetta var til OL í London í 1908, og hvørki tá ella seinni hevur nakar olympiskur tapari fingið so nógva umrøðu sum tann ungi italiumaðurin Einar fimm ella seks ferðir hoyknaðu beinini undan Dorando Pietri, men hvørja ferð fekk hann hjálp til at koma aftur á føtur (Mynd: Polfoto) Dorando Pietri á veg inn um málstrikuna á White City-leikvøllinum(Mynd: Polfoto) Tann seinni so kendi amerikanski sangskrivarin Irving Berlin gjørdist so hugtikin av tí italska rennaranum, at hann kallaði sín fyrsta sang "Dorando" eftir honum Mynd: Polfoto