Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-03, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. august 2012síða 19

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Fríggjadagur 3. august 2012 · Nr. 89 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 kjak Einaferð verður tað eitt land ... Vit føroyingar búgva í einum av heimsins ríkastu londum. Vit hava eitt vitandi fólk, ovurstórt náttúruríkidømi, skipað vælferðarsamfelag og stórar samstarvsmøguleikar. Eisini gevur okkara støða sum lítið land okkum gyltar møguleikar at tillaga okkum skjótt, og støðugt menna okk­um í samsvari við nýggjar umstøður og avbjóðingar. Enn hava vit tó ikki dugað at gagnnýta møguleikarnar hjá okkum landi til fullnar. Langt frá. Hetta er fyrst og fremst vegna manglandi og ófull­ fíggj­aðar politiskar avgerðir. Tann dagin tað eydnast at fáa eina leiðslu í landinum, ið megnar at seta greið mál fyri landið, skapa breiðar langtíðarsemjur um stórmál, og fremja ein málrættaðan politikk fyri at røkka hesum málum, eru tað nærum ikki mørk fyri, hvørji mál okkara tjóð kann røkka. Málið fyri framman Hóast vit í dag kunnu tykjast langt frá málinum, so eri eg vís í, at tað vil koma ein dagur – helst skjótari enn væntað – har Føroyar kunnu gerast hetta landið: Hóast ávísur partur av fólkinum vildið gera alt fyri at forða fyri, at ræðið aftur skuldi koma til fólkið í landinum, so vóru spírar kring alt landið, ið ynsktu at vinna ræðið aftur til fólkið, ið har búðið. Miðvíst varð arbeitt fyri hesum, og ein dagin var stjórn í landinum, ið megnaði at flyta landið longur fram eftir fáum árum, enn landið varð flutt seinastu 100 árini. Altjóða útbúgvingarmiðdepil Landið varð vorðin ein út­ búgv­ingarmiðdepil í Norð­ urat­lantshavi fyri tey, ið ynsktu at nema sær útbúgv­ ing innan maritima og hav­ frøðiliga økið. Best umtókti útbúgvingar­ miðdepilin í Norðurlondum var at finna her. Eisini nógvir útlendingar leitaðu sær henda vegin at nema sær útbúgving og at undir­vísa. Hetta skapti grundarlag fyri at útbyggja eitt breitt úrval av útbúgvingum – og kundu stórtsæð allar út­ búgv­ingar takast í landin­um um­vegis fjarlestur. Ungdómurin stórtreivst í landinum, og skapti eitt liv­ andi kjak, vøkstur og virk­ semi í landinum. Ferðavinnan og maritimu vinnurnar Landið hevði fingið eina blóm­andi ferðavinnu, ið nú taldist millum høvuðsvinnur landsins, saman við ali­vinn­ uni, ið gekk á odda innan al­ heims aling, og fiski­vinn­uni, ið støðugt menti nýggjar mátar at gerast enn meira virð­is­skapandi og burðar­ dygg. Frálandavinnan var í stórari menning, eins og olju­ vinnan var í eygsjón. Nógvu útlendingarnir, ið komu til Føroya at nema sær útbúgv­ ing, vóru nú eisini ein stór inntøkukelda hjá landinum. Onnur lond leitaðu sær til landið at nema sær vitan um, hvussu landið megnaði støðugt at tillaga seg og ganga á odda. Trivnaður, list og mentan Ferðavinnan og útbúgvingar­ møguleikarnir fingu støðugt fleiri fólk til Føroya í styttri og longri tíðarskeið. Hetta skapti grundarlag fyri okkara listafólkum, ið nú kundu liva av teirra list, okkara matstovum, tæn­ astu­vinnum somuleiðis og skapti sum heild størv og virksemi kring allar Føroyar. Ymiskleiki, nýhugsan og fjølbroytni stórtrivust. Ferðafólkatalið við flog­ førunum var nú so stórt, at ferðseðlarnir kostaðu mun­ andi minni enn áður. Undangonguland innan nýskipanir Landið var lutfalsliga lítið og kundi tí skjótt tillaga seg. Landið hevði tí eisini framt eina røð av nýskipanum innan kommunur, almannaverk, heilsuverk, skúlar, sam­ ferðslu, skatt, pensjón og fyri­siting – nýskipanir, ið tryggjaðu, at landið nú var mest nýskapandi vælferðar­ samfelagið í Norðurlondum. Hini Norðurlondini leit­ aðu sær hendavegin at fáa íblástur og vitan. Menning kring allar Føroyar Sterku kommunalu eindirnar saman við blómandi ferða­ vinnuni sóust aftur í ovur­ stórari menning kring alt landið, samstundis sum høv­ uðsstaðurin gjørdist alsamt meira kappingarførur við aðrar stórbýir. Eydnusamasta fólkið og munandi fólkavøkstur Kanningar vístu, at fólkið í landinum var heimsins eydnu­samasta, og fólkatalið vaks munandi ár um ár. Við hesari gongd fór landið at røkka framtíðar málinum um 100.000 íbúgvar áðrenn hetta varð væntað. Hetta er tað landið, ið Føroyar kunnu verða Landið hevði sjálvandi giv­ ið fólkinum møguleika at velja, hvørt ræðið skuldi vera í teirra hondum, ella á út­lendskum hondum – og svarið varð greitt. Fólkið hevði valt sjálv­ ræði. Merkið veittraði nú mill­ um hini - kring allan heim. Politisk nýskipan neyðug - minniluta­ stjórn og breiðar langtíðarsemjur Hetta er tað landið, ið Føroyar kunnu verða. Eitt land, ið stórur meiri­ luti er á Løgtingi fyri at fremja í verki. Eftir er bara at koma í gongd. Fyritreytin er tó, at tað verður meirilutin á Løgtingi – og ikki afturvendandi steðg­ andi minnilutar – ið avgera framtíðina hjá okkara tjóð og landi. Fyri at tryggja, at steðg­ andi minnilutar í samgongum ikki aftur og aftur forða fyri framgongd og nýskipanum, átti ein skipan við minni­ luta­stjórn í Føroyum verið roynd til fullnar. Ikki bert - so sum vit hava sæð higartil – minnilutastjórn av tilvild, men at skipað varð ein minnilutastjórn, tí ynskt varð at royna henda leistin fyri at flyta føroyskan politikk framá. Skal hetta eydnast er tó neyðugt, at politisku flokkarnir gerast samdir um, at floksarbeiðið skal gerast munandi meira og betri skipað, og at størri álit skal mennast millum flokkarnar. Tí ongin ivi má verða um, at tá ein langtiðarsemja er gjørd, so standa flokkarnir aftanfyri hesa. Hetta er ikki eydnast higartil. Men hetta er ein politisk skipan, ið kann fremjast um viljin er til staðar. Tá hevði verið møguligt at latið skiftandi meirilutar á Løgtingi sett ferð á menn­ ing og nýskipan av okk­ara samfelag, og ikki minst sett ferð á dreymin hjá meiri­ lutanum av Løgting­inum og fólkinum – at skipa Føroyar sum sjálvstøðugt land. Viðmerkingar og lesarabrøv til Sosialin skulu sendast til teldupostadressuna: post@sosialurin.fo Kristina Háfoss Løgtingskvinna fyri Tjóðveldi Takk fyri kærleikan Føroyar eru fjølbroyttar og opnar. Hetta vístu tey túsundtals fólkini, sum luttóku í pride’ini LGBT skipaði fyri. Borgarstjórin í Tórshavnar Kommunu, Heðin Mortensen, undir­ strik­aði tann boðskapin við at bjóða øllum at vera væl­komnum. Kærleiki millum tvey menniskju, er tað vakrasta, sum er til. At vit kunnu vera í eini støðu, har vit vilja gera alt fyri onkran annan. Har vit droyma um viðkomandi, eru glað bara tann persónurin er glað/ur, og vilja vera við henni ella honum altíð. Tað at elska og verða elskaður, er ein kensla, sum í sjálvum sær ger lívið vert at liva. Sosialistisk Ung fegnast at so nógv í Føroyum, eru glað um at fólk elska. Saman hava vit so dyggiliga prógvað, at Føroyar ikki eru konservativar og aftur­ latnar. Tey allarflestu av okkum eru glað fyri, at fólk eru fjølbroytt. Øll kunnu geva Føroyum nakað. Øll kunnu gera lívið vert at liva. Øll kunnu koma við onkrum nýggjum genialum (ella bara stuttligum) hug­ skoti, og hugskotini verða fjølbroyttari, tess meira ymisk vit eru. Einar fjølbroyttar Før­ oy­ar eru sterkar. Tær eru meira opnar, mótstøðuførar móti ágangi, og kunnu vera við til at gera okkum til betri menniskju og heimin eitt betri stað. Tað sum altíð hevur verið styrkin í Føroyum, er at vit taka okkum av hvør øðrum. Tað er trygt hjá børnum at vera uttanfyri, kemur onkur illa fyri hjálpa familja, grannar og vinir, og vit trúgva uppá at menniskjan er meira í einum felagsskapi enn sum einstaklingar. Hetta prógv­ aðu vit framvegis er grund­ arsteinurin undir føroyska samfelagnum, tá so nógv okkara luttóku í pride’ini. At vit virða, góðtaka og eru glað saman við øðrum. Vit vilja takka LGBT, øll­ um luttakarunum og Heðin Mortensen, at vit kunnu vera stolt av at búgva í Føroyum. Vit vilja takka fyri, at øll eru vælkomin. sosialistisk ung www.gevidblod.fo VILT TÚ GEVA BLÓÐ? Felagið Blóðgevi Blóðbankin á Landssjúkrahúsinum J.C. Svabos gøta 43 100 Tórshavn Telefon: 30 45 22 Teldupostur: bbank@lsh.fo Blóðgevarar í Suðuroy Rannsóknarstovan á Suðuroyar Sjúkrahúsi Sjúkrahúsbrekka 19 800 Tvøroyri Telefon: 34 32 70 Teldupostadressa: lab@ssh.fo Klaksvíkar Blóðdonorlið Rannsóknarstovan á Klaksvíkar Sjúkrahúsi Sniðgøta 1 700 Klaksvík Telefon: 45 45 45 Teldupostadressa: labblod@ks.fo Hvørji kunnu geva blóð? At gerast blóðgevi krevur bert: Góða heilsu, at tú ert millum 18 og 60 ár og tyngri enn 50 kg. (Blóðgevar kunnu geva blóð til 65 ára aldur.) Hvat hendir við fyrstu vitjan í blóðbankanum? Spurt verður um heilsustøðuna gjøgnum árini og blóðroynd verður tikin til ymsar kanningar. Er alt í lagi, kanst tú geva blóð 2 mánaðir seinni. Hvørjum tørvar blóðgávu? Blóðið verður nýtt til: • Blóðtrot orsakað av medisinskum sjúkum, t.d. krabba­ meini • Skurðviðgerðir • Bløðingar • Skaðatilburðir. Hvørji kunnu geva blóð? Sum er, eru umleið 3 % av føroyingum blóðgevar. Skal tørvurin nøktast, krevjast í minsta lagi 5 %. Blóðgávan tekur 5­10 minuttir, og tú merkir einki uttan eitt lítið prik. Eftir blóðgávu fæst okkurt at drekka, meðan hvílt verður í 10 minuttir. Ein posi av blóði kann bjarga upp til trimum mannalíum Vilt tú vera við til at bjarga lívum, kanst tú teknað teg hjá einum av blóðgevarafeløgunum ella umvegis heimasíðuna www.gevidblod.fo Fólk kunnu geva blóð 3. hvønn mánað.