fríggjadagur 3. august 2012síða 20
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 3. august 2012 · Nr. 89
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Nógvar hysteriskar mammur, men
»barnaváttanin« er framvegis absurd
Nógv halda, at ert tú for
eldur, tá kanst tú ikki annað
enn taka undir við “barna
váttanar”-ætlanini, tí hvat
sum helst, sum kann stoppa
einum pedofili at fáa hansara
skitnu hendur á títt barn, má
vera í ordan. Neyðugt illverk,
um tú vilt. Og jú, at síggja til,
tá tykist ein “barnaváttan”
sum nakað, ið gevur børnum
eina eyka trygd ímóti pedo
filum.
Men bara at síggja til, og
harumframt fer “barnavátt
anin” at skapa eitt generelt
órógv í øllum vaksnum, tá
ið tað kemur til at nærkast
børnum, bæði kropsliga og
kensluliga.
Kortini, um vit nú fyrst
dýpa eitt sindur viðvíkjandi
barnsins trygd, hvussu tað
best verður vart, tá vil tann
óhoyrt falska trygdin, ein
blásetmplandi váttan gevur,
saman við barnsins linkandi
ansni og lækkandi persónlig
um instinkti, ið er ein sjálv
sagdur
konsekvensur
av
“váttanini”, eisini fyri vaksin,
samanumtikið gera føroysk
børn meiri útsett fyri mis
brúki og meiri ótrygg sum
persónar. Ikki minni.
Humbukk ætlanir sum
“barnaváttanir”
kastrera
barnsins bullshit immunskip
an, óførleikager tey og vaksin
við. Føroysk børn fara tí ikki
bara at vera meiri ótrygg av
“barnaváttanini”, men kenna
seg meiri ótrygg sum úr
slit av einum konstantum
pedofili-retorikki og ætlan
um, ið hysteriskar pedofili-
fikserandi mammur hava
tørv á at eksponera fyri sjálv
ar at kenna seg sum upp
ofrandi hønumammur.
Vit síggja avleiðingarnar
longu nú við at menn ikki
tíma at fáast við børn, ikki
bara vegna løn og status, men
akkurát tí at hysterikkurin
og óafturtakandi ákæran um
“pedofili” gerst meiri evna
veik fyri dagin.
Ikki tað, at viðkomandi
á nakran hátt hevur gjørt
nakað skeivt, ætlar sær at
gera tað ella er bangin fyri
at gera tað, men bara tað, at
hann er har!, er so líðandi
blivið nokk til at illgita ein
sakarleysan mann, ið bara
tímir væl at fáast við børn.
Mannfólk tíma altso ikki at
verða uppfatað sum “ullint”,
og harafturat uppliva saman
pentaðar ákærur, ið kunnu
gera tað av við teg. Ikki bara
fakligt, men sosialt.
Eg kenni ikki tølini fyri
Danmark, sorry, men í Eng
landi, síðani barnaváttan
ar-skipanina, er talið av
mannligum
lærarum
og
pedagogum
minkað.
No
wonder. Og talið av frívillig
um minkar eisini. So nógv, at
hesi feløg og frítíðarstøð, ið
eru so avgerandi fyri barnsins
vælveru og uppvøkstur, fyri
lívið í lokalumráðnum, ikki
longur klára at tiltuska seg
til so mikið av frívilligum
vaksnum, at tey klára at
draga undan, men heldur
pakka saman.
Klárt, at hindra misbrúk
ímóti børnum er eitt tignar
ligt mál. Men ikki, um tú
fyri at náa tað, krasjar alt
frívilligt virksemi. Tað svarar
jú til, at av tí at børn detta úr
trøum og onkuntíð koma til
skaðis, høgga vit niður hvørt
tað evigt og einasta træ í
donsku koloniini.
Eiheldur kenni eg tølini
fyri abbar og teirra abba
børn, men eg ditti mær at
gita, at teir í ein ríviliga for
skrúvaðan máta, sum ein
krystallklár
avleiðing
av
sjúkligu
pedofili-ræðsluni,
eru farnir at ansa sær, áðrenn
teir syfta lítlu Lisu á lærið til
eina longri útgávu av “Nina,
nina, náði”.
Er tað hetta, tit vilja? Tí
tað er tað, tit gera við at ill
gita hvønn Hanus og Janus,
krevja
váttan
og
annað
vrøvl, heldur enn at nýta
kritiskt skynsemi og skerpa
innsatsin eftir teimum, ið vit
faktiskt hava skikkaða orsøk
at halda, vit veruliga eiga at
geva gætur. Hervið sleppa
vit undan at eitra sambandið
millum børn og vaksin, at
oyðiliggja samfelagið so at
alt skal gerast “sambært
sáttmála”, og tí missa sjálv
bodnar eldsálir og aðrar
filantropar tí at vit, líka frá
byrjan av, mistrúgva okkara
medmenniskju.
Ikki tí, at tú við hesum
heilt steðgar potentiellum
pedofilum, hvat tú heldur
ikki gert við “váttanini”, men
tí at fólk antin ikki finna seg
í at blíva kannað, halda tað
vera fornermandi, finna seg
í at skula prógva, at tey ikki
eru pedofilar, (tí at nakað
faktiskt eitur privatlív!), at
tey ikki tíma at fáast við
hasa bureaukratisku, fræl
siskapandi
og
tíðarstjal
andi skræpuna, ella tí at tey
prinsippielt, reint ideo-log
iskt, eru ímóti hesum manna
hatska politikki.
Orsøkin er órelevant, tað
er líka mikið hví, tí pápar,
takkað
veri
krígsóðum
mammum, tíma ikki hetta
roksið longur.
Eitt kvink ørandi, kanska,
men motivið handan “barna
váttanina” ber á brá av
“krígnum ímóti narko”, har
meiri vit hava kannað og
bannað, meiri av helviti til
hevur tað gingið; tað er ikki
bara enn har, men útboðið er
enntá vaksið. Tí var tað ikki
heilt óáhugavert at hoyra
trivnaðarstjóran í Havnini
herfyri viðganga, at hann
so ikki kendi til nakað dømi
um pedofili, ið hevði kunnað
verið fyribyrgt, høvdu vit
havt lóg um barnaváttan.
“Og tí mugu vit hava so
vorðna”, hugsi eg, skilvísið
hjá
kommunumanninum
gongur.
Hetta er sami ráðaríki leist
ur sum alkohol-politikkurin
hjá Ferðslutrygd, har tað
mælti naivum politikarum at
lækka promillumarkið frá 0,5
promillu til 0,2, hóast ongin
bilførari nakrantíð seinasta
10 árini hevur voldað nøkrum
ógvusligan skaða ella dripið
nakran av tí at førarin hevur
koyrt við eini promillu mill
um 0,2 og 0, 5. Og hetta í
Norra við einum íbúgvatali á
knappar 5 miljónir, ikki sløk
50 túsund.
Men
fyri
Ferðutrygd
snýr tað seg ikki um trygd,
men fasistiska tamarhalds-
ideologi. Og so er tað eisini
við irrationellu og universellu
pedofili-jakstranini:
at
heldur enn at finna hasar
tíggju reyðu smásteinarnar
á mektigu strondini við
hvítum smásteinum, hevur
trivnaðarstjórin sett seg fyri
at finna allar teir hundrað
túsund hvítu ístaðin, tí hitt
er ov strævið.
Grundhugsanin aftanfyri
“barnaváttaninina” er grund
liggjandi misantropisk: ein
og hvør vaksin, sum hevur
hug at hjálpa børnum, er
ein
møguligur
pedofilur
inntil tað øvuta er prógvað!
Áðrenn tú sum vaksin hevur
“samband við børn”, mást
tú “kannast”. Barnamisbrúk
verður tí ikki longur flokkað
sum eitt minnilutabrotsverk,
ið best verður takklað av
einum
trúliga
serkønum
toymi av sosialráðgevum og
sálarlæknum—líkamikið um
barnamisbrúkarin kemur út
úr klivanum ella ei.
Nei,
barnamisbrúk
er
allastaðni, tað er í okkum øll
um og í hvørjum mannafor
holdi; tað er fjalt og møguligt í
hvørjum manni, sum vikuliga
stendur á síðulinjuni á einum
beinfrystum graslíkisvølli í
etandi kolandi stormi, halda
hysterisku Facebook-mamm
unurnar.
Líka eitt (!), áðrenn eg
við vilja verði misskiltur:
eg havi onki ímóti, at vit
kekka fólk, men ikki við
einum óliberalum og sam
felagsetsandi
amboði.
Eg
eri fyri, at staturin umsitur
ein “forboðslista” yvir fólk,
sum av ymsum grundum
ikki eru egnað at vera
saman við børnum; til dømis
kanst tú krevja av ávísum
professiónum at krosskekka
síni starvsfólk í mun til
handa listan. Problem fiksað.
Tú konsentrerar innsatsin
ímóti probleminum, ímóti
pedofilum, og samtíðis slepp
ur staturin undan at fara
við øllum menniskjum sum
møgulig svín. (At vit so eisini
herða revsingina fyri mis
brúk, ok fyri meg—fyri hvat
tað er vert.)
“Barnaváttanin”, hinvegin,
leggur upp til, at øll eru undir
illgruna, at øll skulu kannast í
høvd og reyv, at staturin skal
gera ein “tryggan vaksna
mannalista”. Ert tú á honum,
sleppur tú at organisera judo
kappingar; um ikki, sleppur
tú ikki.
Í “krígnum ímóti pedo
filum” er eisini vert at hava í
mentu, at barnamisbrúkarans
himniríki ikki er ítróttarfeløg
ella
dramaverkstøð,
men
heimligt umhvørvi. Orðað
øðrvísi, og meiri “forstáiligt”,
í alraflestu førum er tað ikki
pedagogurin ella kórleiðarin,
ið er tann pedofili, men gubbi
og co. So, um vit veruliga
skulu “tryggja” børnini, hví
tá ikki krevja barnaváttanir
frá allari familjuni, líka frá
stórabeiggja til tippabba?
Og okkara dámligu grann
um, tí “mann veit jú ongantíð”.
Og, um tað forbistraða skuldi
hent, at tykkara yvirvardi
gullmoli, “vælsignilsið hjá
mammu síni”, hevur ein vin
ella fimm, so eisini frá tess
foreldrum og hasum “merki
liga” manninum, ið plagar at
vitja tey... og altíð tá eg eri
har.
Nei, Slík kanningarskipan,
ið illgrunar øll, alt fólkið, alla
múgvuna, kemur ikki bara
okkara barni í størri vanda
fyri illameinandi vaksnum,
sum forrestin ikki lúra á
hvørjum horni, óansæð hvat
hysteriskar mammur halda
uppá, men oyðileggur mátan,
ættarliðini fara við hvørju
møðrum uppá. Her skal
ikki ónormalt heilavirksemi
til fyri at fata, hvat eg sipi
til. Null hokus-pokus, bara
fordómaloysi.
Um vit skilja og virðismeta
handa avgerandi leiklutin,
onnur vaksin spæla í tí
ofta takkarleysu skyldu at
uppala eitt barn, lat okkum
tá vera fullvegis greið yvir
tær sindrandi avleiðingar,
“barnaváttanin” fer at hava.
Av tí at ætlanin umfatar
øll vaksin, hvørs lønta ella
ólønta arbeiði handlar um
at menna eitt samband við
børnini hjá øðrum vaksnum,
er “álit” eitt fráskila sentralt
hugtak. Eitt lítið, men sera
týðandi orð.
Hugskotið, at títt barn
nakrantíð fer at læra at hava
álit á onnur vaksin, ella at
onnur børn læra at hava álit
á tær, er farið frá onkrum,
ið bara er nakað gott og ein
sjálvfylgja í uppalingini av
tí næsta ættarliðnum, tað
mest natúrliga ever, til eina
prosess, ið fær øll hugsandi
sløg av idiotiskum alarm
klokkum at ringja.
Legg tá eina “barnaváttan”
oman á hysterikkin, og støðan
gerst uppaftur ræðuligari.
Hvat nú um hin persónurn
er óálítandi? Hvat nú um
eg ikki longur havi hug at
taka ábyrgd? Sjálvt um eg
veit, eg ikki eri pedofil, hvat
fara fólk ikki at halda, um
tey síggja meg fara við lítlu
Katrinu á vesi ella smyrja
sólkrem á høgra fót? Sært
tú, at taka sær av børnum er
ikki longur nakað, vit bara
gera. Nei, nú mugu vit hugsa
um tað. Vit mugu hugsa um
avleiðingarnar av øllum tí,
vit gera og siga, hvørja rørslu
og hvørt eygnaskot, øllum
samspæli, og viga hetta upp
ímóti, ja, at eg til sjúund
og síðst má ansa eftir mær
sjálvum.
Avleiðingin av hesum elli
bita er ein statsgóðkendur
mótvilji at vilja taka ábyrgd,
ið skjótt verður normaliserað
sum vanligt skynsemi; og
hetta, mínir vinir, fer at
gera samsavnandi støðuna
hjá børnum, og ikki bara
trygdina, dekan verri. Um tað,
at ansa eftir annara børnum
verður fatað sum ein vági,
nakað risikabult, tá verður
tað eitt akivt val, og ikki
nakað, ein umsorganarfullur
samfelagsborgari bara ger.
“Barnaváttanin”
per
verterar
handa
grund
leggjandi
mannaimpulsin,
har vaksin og børn eru
saman um gerandisdagin.
Hon og hennara hysterisku
mammur vilja heldur skifta
umsorgan og íblástur út við
fráleika, angist og misálit, og
soleiðis isolera børn í tí trúgv,
at verðin er ónd. Stakkala
børn!
Tað svarar jú til, at av tí at børn detta úr trøum og onkuntíð koma til skaðis,
høgga vit niður hvørt tað evigt og einasta træ í landinum
Agga
Niclasen
meining@meyl.fo
kjak