Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-03, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. august 2012síða 28

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 3. august 2012 · Nr. 89 28 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttur Tróndur Arge – London Í dag standa Pál Joensen og venjari hansara, Jón Bjarnason, fyri tí størstu avbjóðingini nakrantíð í svimjing. Í fýra ár hevur Pál Joensen vant miðvíst fram ímóti 1.500 metra svimjingini til OL í London. Pál Joensen skal svimja í riðli nummar fýra og tað gevur hon­ um góðar møguleikar svimja takt­ ist. Áðrenn hann kavar í hylin veit hann hvussu skjótt fleiri av mótstøðumonnunum hjá honum hava svomið teir 1.500 metrarnar. Tað er eisini ein fyrimunur, at Pál skal liggja undir liðini á Sun Yang í innleiðandi svimjingini, men ætlanin er ikki at liggja undir liðini á honum í eini møguligari finalu. – So bíligt sum gjørligt Sosialurin fekk orðið á Jón Bjarna­ son í gjár. Hann lat væl at fyri­ reikinginum. Hóast hann forkláraði nógv meiri um tað taktiska upp­ leggið enn hann hevur gjørt fyrr, so eru tað eisini nøkur kort hann heldur tætt at kroppinum. «Málið er at koma í finaluna so bíligt sum gjørligt. Hann skal brúka minst møguligt av orku, sigur Jón Bjarnason. Ein slíkur taktikkur kann eisini tykjast eitt sindur vandamikil, um Pál ikki koyrur 100 prosent á og aftur verður 1/10 part av einum sekundi ov stuttur til finaluna. Tað ásannar Jón eisini. – Ja tað er, men er tað tætt mill­ um nummar eitt og átta, so verður tað minni taktikkur og meiri hart arbeiði, tí tá er ringt at hava yvirblikk, sigur Jón Bjarnason. Er tað nakar í heiminum, ið veit akkurát hvat Pál kann, so er tað júst Jón. Hann hevur fylgt honum dag og dagliga allan vegin til OL og tí er ongin ivi um at teir báðar hava fulla greiðu á hvussu teir skulu gera í teimum ymisku støðunum, sum kunnu koma fyri. Seinast við tosaði við Jón var týsdagin. Tá avdúkaði hann, at teir seinni tann týsdagin fór at gera eina test, sum skuldi endaliga staðfesta hvørjum formi Pál er í. – Seinasta testing gekk væl. Sum hon skuldi, er stutta og greiða svarið frá Jón. Taktisk svimjing Tað kann blíva ein serliga taktisk svimjing hjá Páli, tá hann nakað yvir klokkan 11, saman við favorittinum Sun Yang og hinum í riðli fýra, kavar í hylin. – Tíðin er avgerandi og tað er ein fyrimunur at Pál er í fjórða riðli, so hann hevur yvirblikk yvir tíðirnar hjá hinum, sigur Jón Bjarnason. Umframt at koma í finaluna so lætt sum gjørligt, so ætlanin at Pál ikki skal liggja undir liðuni á Sun Yang í finaluni. – Pál skal helst ikki liggja í miðj­ uni í finaluni, men umstøðurnar eru avgerandi. Er langt í millum svimjararnar, so kann Pál svimja taktist, men er tætt í millum, so má hann bara koyra á. Sun Yang vil helst liggja mitt í, so hann kann síggja hinar. Honum dámar væl at hava tamarhald á støðuni. Liggur Pál á einum geili longur móti kantinum hevur hann møguleika at stinga av um orkan er til tað, sigur Jón Bjarnason. Tað er hinvegin ein fyrimunur, at liggja undir liðini á Sun Yang til innleiðandi umfarið. – Tað er ein fyrimunur fyri Pál at liggja undir liðini á Sun Yang í innleiðandi svimjingini, tí vísur tað seg at verða góðar tíðir í hinum riðlinum, so kann hann leggja seg í aldurnar á Sun Yang og svimja tað hann orkar, greiður Jón Bjarnason frá. Fer Pál at stinga av? Tá tú lesur hetta hevur Pál longu svomið innleiðandi umfarið. Av tí at blaðið fer til prentingar áðrenn Pál hevur svomið er tað ógjørligt at taka gongdina hjá Páli í innleiðandi svimjingini við. Taka vit útgangsstøðið í kvali­ fika­tiónstíðunum hjá hansara mót­ støðumonnum, so bendir nógv á at Pál Joensen verður millum teir átta, sum skulu svimja finaluna leygar­ kvøldið. Tað er okkurt, sum bendir á at ætlanin er at Pál Joensen skal stinga av frá hinum í finaluni. Sun Yang skal ikki sleppa at hava tamarhald á finaluni og skal trýstast í botn. Tað at Sung Yang hevur luttikið í fleiri svimjigreinum er eisini tekin um, at hann ikki hevur vant málrættað móti 1.500 metra teini­ num, men hevur vant til alt. Tí er ein møguleiki, at hetta kann verða til fyrimuns fyri Pál Joensen, sum hevur raðfest 1.500 meturin hægst í fleiri ár. Góða eydnu, Pál Líka mikið hvat hendir í dag og í morgin, so hava Pál Joensen og Jón Bjarnason prógvað, at tað ber til at koma ótrúliga langt við einum vilja av stál. Bara tólv menn hava svomið skjótri enn Pál Joensen á 1.500 metrum í søguni. Tað kundi verið áhugavert at vita hvussu nógvir av teimum hava vant í einum 25 metra hyli, sum er helvtin av einum OL hyli, tað mesta av teirra tíð. Svarið er helst ongin. Tí eru Pál og Jón so serligir og skulu virðast fyri teirra ótrú­liga avrik – líka mikið hvat hend­ir í dag og í morgin. Pál Joensen er eitt eindømi í føroyskari ítróttarsøgu og tað er langtsíðani, um nakrantíð, at ein føroyingur hevur bergtikið so nógv fólk kring heimin sum vág­ bingurin. Pál Joensen hevur klára OL krav­tíðina og hevur luttikið á hægsta stigi, men tað er ikki nokk. Seinasti spurningurin áðrenn Pál Joensen fór undir allar seinastu fyrireikingarnar var um hann longu hevði rokkið málinum nú hann var komin OL. – Nei, eri ikki komin á mál enn, segði Pál greiður á málinum. Pál Joensen og Jón Bjarnason, góða eydnu! trondur@sosialurin.fo Taktisk svimjing frá Páli Tað verður helst ein taktisk svimjing frá Páli Joensen, tá hann í dag skal svimja innleiðandi umfarið í 1.500 metra frí til OL í London Persónligt met hjá 15 teimum skjótastu í heiminum 1. 14:34.14 Sun Yang, CHN - heimsmet og gull á HM í Shanghai, 31/7- 2011 2. 14:34.56 Grant Hackett, AUS - heimsmet og gull á HM í Fukuoka, 29/7-2011 3. 14:37.28 Ous Mellouli, TUN - gull á HM í Rom, 2/8-2009 4. 14:40.84 Ryan Cochrane, CAN - innleiðandi á OL í Beijing, 16/8-2008, bronsu í finaluni 5. 14:41.13 Yuri Prilukov, RUS - innleiðandi á OL í Beijing, 16/8-2008, nr 4 í finaluni 6. 14:41.66 Kieren Perkins, AUS - heimsmet og gull á Commonwealth Games í Victoria, 24/8-1994 7. 14:45.29 Larsen Jensen, USA - silvur á OL í Athen, 21/8-2004 8. 14:45.54 Peter Vanderkaay, USA - gull á US Olympic Trials í Omaha, 6/7-2008 9. 14:45.66 Gergo Kis, HUN - bronsu á HM í Shanghai, 31/7-2011 10. 14:45.84 Zhang Lin, CHN - innleiðandi á OL í Beijing, 16/8-2008, nr 7 í finaluni 11. 14:45.94 Mateusz Sawrymowicz, POL - gull á HM í Melbourne, 1/4- 2007 12. 14:45.95 David Davies, GBR, bronsu á OL í Athen, 21/8-2004 13. 14:46.33 Pál Joensen, FAR - nr 4 á HM í Shanghai, 31/7-2011 14. 14:46.78 Erik Vendt, USA - gull á stevnu í Santa Clara, 18/5-2008 15. 14:47.38 Tae Hwan Park, KOR - gull á NSW Championships í Sydney, 12/2-2012 Nummar 1, 3,4, 9, 11, 12 og nummar 15 eru saman við Páli at finna til OL í 1.500 metrum frí. (kelda: www.svimjing.com) Finalan er leygarkvøldið: Kemur Pál Joensen í finaluna, so verður hon leygarkvøldið klokkan 19.36.