fríggjadagur 3. august 2012síða 29
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
Fríggjadagur 3. august 2012 · Nr. 89
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
Sámal Olsen:
Tú sera stoltur væl kannst vera
”Kappi reysti”!
So væl, tú hevur umboða okkara
land og Merkið.
Føroyalandsonur frægið vit
tøkk til tín frambera.
Gylt og eyðnusom, tær framtíðin
má vera.
•••••••••••••••••••••••••••••••••••••
Torkil Mørkøre:
Tú ert ein sonn fyrimynd
fyri Føroya ungdóm, ein
undangongumaður við røttum
ítróttaranda.
Gev alt tú eigur, eg veit tú ert
seiður.
Góða eydnu Pál ;).
•••••••••••••••••••••••••••••••••••••
Sjurdur Skaale:
Far suður til Vágs. har býr ein
maður sum er kulur sum ein
frystiboks :)
•••••••••••••••••••••••••••••••••••••
Terji Rasmussen:
Go for it.
•••••••••••••••••••••••••••••••••••••
Tróndur Sigurðsson:
Koyr á Pál, tú ert ein fyrimynd
innan Føroyskan ítrótt! Vónandi
vinnur tú medalju við heim!
•••••••••••••••••••••••••••••••••••••
Poul Eli Ellebye Olsen:
Skál fyri pál! Sodan!
Summarfestivalurin kann enn
bjargast, við einum góðum
høvðusnavnið ;).
•••••••••••••••••••••••••••••••••••••
Helgi Winther Olsen:
Full speed ahead Pál - koyr á!
•••••••••••••••••••••••••••••••••••••
Sigmundur Olsen:
Við vilja av stál, skalt tú nokk
náa fyrstur á mál. Góða eydnu,
Pál :-)
••••••••••••••••••••••••••••••••••••
Eilin Hovgaard:
Okur vilja eisini ynskja tær og
Jón alt tað besta í morgin
•••••••••••••••••••••••••••••••••••••
Eileen Sandá:
Virkuliga flott, at tú ert komin
so langt Pál. Í morgin verður
tað, at tú kemur í finaluna! Góða
eydnu í morgin og - vónandi - í
ovurmorgin eisini :) Ein heilsan
til venjaran Jón Bjarnason
eisini, okur eru so errin av
tykum, alt tað besta :)
•••••••••••••••••••••••••••••••••••••
Sunrid Vang:
Má eyðnan vera tær blíð, tá í
morgin tú hoppar hylin út í , og
vónandi fyrstur kemur á mál, tá
skríggja vit øll hart fyri Pál.
•••••••••••••••••••••••••••••••••••••
Eyðdis Vestergård:
Góði Pál :) Okur her sunnast í
Føroyum ynskja ter góða eydnu
í morgin :)
•••••••••••••••••••••••••••••••••••••
Bergur Viggo Stórhamar:
Ein heilsan til Pál.
Í morgin verður skrál.
av øllum føringum, tí tú Pál,
sum hevur sett ter eitt mál,
fyrstur av øllum kemur á mál.
Tað brennur eins og bál,
og eg frøðist í míni sál.
Eg síggi teg, sum ein ál,
gera eitt ordans hál.
•••••••••••••••••••••••••••••••••••••
Hov hov Pál!
Onki prál,
og onki drál.
Kom nú fyrstur á mál.
Oh Pál og Pál,
um tú kemur fyrstur á mál.
Av dómarum fær Ol-gullnál,
So siga ogur skál.
Heilsan Njál
•••••••••••••••••••••••••••••••••••••
Óli Gøtuskeggi-Tausen
Marteinnsson:
Nú er tann stundin komin,
at vit vísa hvat vit duga,
Føroyar, tað lítla oyggjalandið,
heiðurin tað eigur at fáa.
Óførur og raskur er okkara Pál,
sterkur er hann og fimur,
hann berjir seg áfram,
í vatninum hann svimur.
Hann er skjótasti maður í
hylinum,
fólkahetjan í okkara sál,
eingin kann steðga honum,
okkara Suðuroyar Pál.
Vit stríðast og vit droyma,
um at vinna hatta gullið,
men at síggja hann í London
2012,
fara vit ongantíð at gloyma.
•••••••••••••••••••••••••••••••••••••
Sonja Herietsdóttir:
Góða eydnu ímorgin Pál, vit sita
spent og fylgja við svimjingini í
íslenska sjónvarpinum :-)
•••••••••••••••••••••••••••••••••••••
Rókur H Joensen:
Hey mín allar sterkasti og raski
pápabeiggi.
hopi tú vinnur 1500 frí, og um
tú ikki vinnur so er tad flott
allíkavæl at tú ert vid í OL.
góda eydnu :D
•••••••••••••••••••••••••••••••••••••
Sólvør Patursson Niclasen:
Frægi Pál,
sterkur sum stál,
sum sílið pílar.
hann í mál.
Góða eydnu í morgin!
•••••••••••••••••••••••••••••••••••••
Gunnar Isfeld:
Í føroyinganna hjarta hevur tú
longu vunnið títt æviga pláss,
Pál. Vinn nú heimin!
•••••••••••••••••••••••••••••••••••••
Lisa Hendriksdóttir:
Pál, tú kemur á mál og lurta
væl, so hoyrir tú úr Føroyum eitt
skrál: Koyr á Føroyar, koyr á
okkara Pál :) Alt tað besta til tín!
•••••••••••••••••••••••••••••••••••••
Oddur á Lakjuni:
"Norðoyapálsvetur" verður
sagt um mildan vetur; eftir Páll
fanga.
Hetta summarið 2012 fer at vera
kallað Suðuroyarpálssummar!
Kom so, Pál!
•••••••••••••••••••••••••••••••••••••
Óli Gøtuskeggi-Tausen
Marteinnsson:
Heilsan frá ommu míni, Biritu
Gøtuskeggi Jennysdóttir. Góða
eydnu Pál. Tú ert longu ein
hetja. Eg gleðist yvir at tú hevur
givið mær hendan møguleikan
at síggjan ein føroying á
olympiskum leikum.
•••••••••••••••••••••••••••••••••••••
Daniel Jacobsen:
Yvirskriftin á portalinum
leygardagin verður aftur sum
hon var tann 31. juli
"Tá Pál bjargaði dønum".
Fantastiskt!
og góða eydnu.
•••••••••••••••••••••••••••••••••••••
Majbritt Pauladóttir:
Góða eydnu, Pál! Alt Føroyar fer
at halda ondini.
•••••••••••••••••••••••••••••••••••••
Eddie Magnussen:
Skál Pál.
•••••••••••••••••••••••••••••••••••••
Janus Tummas Olsen:
Viljin er sterkasta svørðið,
tað hevur tú so sanniliga
víst! Allir hasir óteljandi
tímarnar, ið tú hevur vant uttan
kappingarneytar í einum lítlum
25.metra hyli. Viljin hjá eldsálini
Pál, kann býta á harðasta stál og
forða øðrum kempum at koma
fyrst á mál. - Góða eydnu Pál :)
•••••••••••••••••••••••••••••••••••••
Olaf Petersen:
Eg vil eisini ynskja tykkum alt
tað besta Pál...og Jón Bjarnason
venjara eisini sjálvandi.
•••••••••••••••••••••••••••••••••••••
Jákup Øssursson Mohr:
Pál Joensen og Jón Bjarnason
góða eydnu, vit sita spent og
heppa her heima :)
KOM SO!
•••••••••••••••••••••••••••••••••••••
Brynhild Lisberg:
Góðu Pál og Jón. Sum tað er
spennandi.... Tað tykur hava
uppnáða higartil, er heilt
fantastiskt. Vónandi verður
morgindagurin enn størri fyri
okum øll. Bestu ynskir og keep
on fighting! Brynhild, Emil og
Mia :)
•••••••••••••••••••••••••••••••••••••
Anna Debes Hentze:
Um tú fyrstur er á mál -
brenna vit eitt bál -
(í Klaksvík sjálvandi - Vágsbøi).
um tú einki av ølluml vinnur -
kanst tú kortini ganga fattur og
stinnur. -
(tú hevur longu vunnið við at
verða úttikin til leikin).
Tærverðurynsktalttaðbestafrá
mær.
•••••••••••••••••••••••••••••••••••••
Hallur Sólsker:
Koyr á Pál, bestu heilsanir úr
Grindsted :)
Góða eydnu, Pál
Væl yvir hundrað fólk nýttu høvið at ynskja Páli Joensen og Jón Bjarnason góða
eydnu á portalinum. Her eru nakrar útvaldar heilsanir, meðan restin kann lesast á
portalgreinini, sum eitur “Tín møguleiki at ynskja Páli góða eydnu”.
Heilsanir til Pál Joensen og Jón Bjarnason: