Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-03, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. august 2012síða 30

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 3. august 2012 · Nr. 89 30 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttur Hans Fróði Hansen ávegis comeback Fótbóltur Hóast hann hevði lagt fótbóltin til síðis og hugsavnaði seg um móta, stíl, vakurleika, vøruframleiðslu og bókaútgávur í USA, so er er 36 ára gamli Hans Fróði Hansen til reiðar at gera comeback í fremstu føroysku deildini sunnudagin Pætur Albinus Hans Fróði Hansen, fyrrverandi landsliðsleikari og seinni eisini vinnulívsmaður innan vakurleika og húðrøkt í USA, er væl ávegis at gera comeback í bestu føroysku deildini. 36 ára gamli verjuleikarin hevur ikki spælt ein dyst í bestu føroysku deildini síðani hann 10. oktober í 2003 spældi við B68. Tá veitraði hann farvæl við føroyskan fótbólt og kastaði seg út í eitt ævintýr í íslendskum fótbólti, har hann í trý ár spældi við Fram og Breiðablik. Síðani hevur hann lagt fótbóltin meir ella minni á hillina og fram­ leitt húð- og vakurleikavørur undir navninum Hans F. Hansen of Scandinavia, eitt nú við BYB, ið er ein stytting av Below Your Belt. Comeback á gáttini Hans Fróði Hansen er nú fluttur aftur til Føroya og er við í venjara­ hópinum hjá TB, umframt at hann hevur spælt nakrar dystir við næstbesta liðnum. Tað eru skjótt liðin níggju ár síðani Hans Fróði Hansen spældi ein dyst í bestu føroysku deildini, og hóast hann einans tók okkurt tørn fyri LÍF í 2006 og teir næstbestu hjá Víkingi í 2008, so er tað væl hugsandi, at hann fær comeback fyri besta liðið hjá TB sunnudagin og harvið eisini comeback í bestu føroysku deildini eftir níggju ára fráveru. Hetta váttar venjarin hjá TB, Milan Kuljic. – Ja, tað er ein góður møguleiki fyri at hann spælir. Orsøkin er tann, at vit mangla tríggjar leikarar, nevniliga Dimtrije Jankovic, Bojan Timic og Gilla Sørensen, sigur hann, og heldur fram: – Hetta er fyrstu ferð í ár, at vit eru uttan so nógvar leikarar. Hans Fróði er kanska ikki í toppformi, men hann hevur royndirnar og kann hjálpa okkum. Sum øll vita, so hevur hann ikki spælt ein minutt í Effodeildini, men hann kann hjálpa við góðum ráðum til teir nógvu ungu leikararar, sigur Milan Kuljic. TB-venjarin kann iðra seg um at vera Dimitrije Jankovic fyri uttan. Hann hevur verið ein rimmar fastur partur av TB-liðnum; hann hevur nevniliga spælt samfullar 90 minuttir í øllum 17 dystunum higar­ til. Hinvegin fegnast hann um at hava ein leikara sum Hans Fróða Hansen at seta inn, tí sambært honum, so hevur hann nógvar góðar eginleikar. – Hann hevur eina góða krops­ liga styrki, hann er stinnur í luftini og er góður at hava í deyðbóltum - bæði í álopi og í verju. Hann hevur eisini royndirnar og dugir væl at stýra hinum leikarunum, bæði í verjuni og á miðjuni, sigur Milan Kuljic, sum væntar ein truplan dyst í Sarpugerði og ikki neyðturviliga hevur ein sigur sum eitt krav. – Vit fara í hvørjum einasta dysti eftir at spæla skjótan og góðan fótbólt. Onkuntíð eydnast tað og onkuntíð ikki. Heilt erligt, so eru vit uppflytarar og vit kunnu ikki taka okkum rolluna sum favorittar. Hinvegin gera vit okkara besta, og tað er tað einasta, eg kann lova. Tað, at vit geva okkum 100%, sigur serbiski venjarin hjá TB. albinus@sosialurin.fo Milliónir til føroysk fótbóltsfeløg: So nógv fáa føroysku feløgini Pætur Albinus Tað var í blaðnum mikudagin, at vit bóru tíðindini um, at før­ oysku fótbóltsfeløgini fáa fleiri milliónir í endurgjaldi fyri at vara av einum landsliðsleikara. Býtislykilin er eitt sindur ymisk­ ur, alt eftir um landsliðið hevur spælt átta, tíggju ella tólv und­ an­kappingardystir, men hjá Før­ oyum, sum hava spælt tíggju dystir, er endurgjaldið, eitt felag fær fyri hvønn einstakan leik­ ara, 4.192 evrur. Tað svarar til góðar 31.100 krónur. Tað merkir, at hvørja ferð, eitt felag hevur latið ein leikara til landsliðsfótbólt, og hesin hevur staðið á dómaraseðlinum, fær føroyska fótbóltsfelagið góðar 31.100 krónur endurgoldið. Av tí at Gunnar Nielsen, Jóan Símun Edmundsson, Christian Holst og aðrir leikarar við hava umboðað útlendsk feløg, so fella allar 5,6 mió. kr., sum føroysku leikararnir eru verdir í endur­ gjaldi, ikki bara føroyskum feløg­um í lut. Eftir útrokning­ arnar er tað greitt, at 3,9 mió. kr. fella til føroysku feløgini – og harvið ikki allar 5,6 milliónirnar, sum annars skrivað stóð í Sosi­ alinum mikudagin. UEFA ynskir við endurgjaldi­ num, at peningurin verður nýttur til sjálva felagið og ikki til leikararnar. So nógv fáa føroysku feløgini: HB.............................875.804 krónur NSÍ............................844.532 EB/Streymur.......781.972 B36............................719.952 ÍF...............................344.070 Víkingur.................187.671 KÍ...............................155.860 albinus@sosialurin.fo Fótbóltur UEFA fer í næstum at býta út 3,9 mió. kr. til sjey føroysk feløg, sum eiga landsliðsleikarar. HB fær størsta bitan og fær upp ímóti einari millión.