fríggjadagur 3. august 2012síða 31
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Fríggjadagur 3. august 2012 · Nr. 89
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
Fótbóltsbrak á
Summarfestivalinum
Fótbóltur Fyrsti dysturin í 18. umfari í Effodeildini verður longu í kvøld, tá ið oddaliðið KÍ tekur ímóti
EB/Streymi á næstfremsta plássi. Hetta oddabrakið verður í Klaksvík á sjálva Summarfestivalinum.
Pætur Albinus
Myndin kann broytast nógv í
Effodeildini eftir hetta vikuskiftið.
EB/Streymur hevur møguleikan at
ræna oddasessin frá KÍ, meðan tað
í botninum er tøtt kapping um at
sleppa frá niðurflytingini, har NSÍ,
B68 og serliga TB eru í beinleiðis
niðurflytingarvanda.
Oddabrak á
Summarfestivalinum
Heima á Summarfestivalinum fær
KÍ longu fríggjakvøldið vitjan av
EB/Streymi í einum sonnum odda
brakið. Við einum sigri kann EB/
Streymur ræna oddasessin frá
klaksvíkingum, sum í ákoðaratali
uttan iva fara at vera nakað, ið
minnir um met fyri árið, nú
Summarfestivalurin er samstundis.
KÍ hevur gravað fram eitt
meistaraspæl, ið hevur lyft teir
heilt upp á oddasessin, og við sjey
dystum á rað uttan ein ósigur
tykjast teir vera næstan ótakiligir. Í
13 teimum seinastu dystunum
hevur KÍ verið ósigrað í 12 teirra, og
til júst henda dystin skuldi hýrurin
eisini verið góður eftir at teir ímóti
Víkingi í seinasta umfari vendi
einum
hóttandi
0-3
til
ein
3-3-javnleik.
Garparnir hjá Páll Guðlaugsson
hava eisini ein góðan møguleika
ímóti EB/Streymi, sum – hóast teir
framvegis eru á 2. plássi – hava
verið út fyri einari gongd, ið gongur
skeiva vegin. Teir hava verið nógv
darvaðir av skaða og uttan ein
fullføran Arnbjørn Hansen hava
teir verið tannleysir og bara skotið
eitt
mál
í
seinastu
trimum
umførunum.
B68 skal ansa sær
Toftamenn eru í somu støðu, sum
teir hava verið í alt kappingarárið.
Teir hava stóran tørv á at skava
sær nøkur stig saman fyri at sleppa
undan
niðurflytingarvandanum,
sum hevur hótt teir alt árið eftir
eitt kappingarár, ið á ongan hátt
kann sigast at hava verið nøktandi.
Leygardagin fáa teir vitjan av
HB, sum eftir summarsteðgin
hevur verið bæði niðri og uppi.
2-4-tapið ímóti NSÍ kom dátt við í
stríðnum at hanga í oddanum, men
hinvegin kom 4-1-sigurin á TB
seinasta vikuskiftið væl við. Spælið
í hesum dystinum boðar eisini frá
góðum hjá høvuðsstaðarfelagnum,
sum
leingist
eftir
støðugari
avrikum og væl kann bøta um hetta
á Svangaskarði leygardagin.
ÍF í viðvindi
Hjá fuglfirðingum var tað tætt við,
at byrjanin eftir summarsteðgin
gjørdist eitt vónbrot. Men við ein
um hørðum, næstan kravdum,
3-2-sigri á FC Suðuroy vóru omaná
sálarliga og við sannførandi avriki
vunnu teir sannførandi 4-1 á Víkingi
á útivølli mikukvøldið.
Hóast Simon Skibsted er farin
aftur til Danmarkar, so er spælið
framvegis gott, framleiðslan av
málmøguleikum góð og Clayton
Soares er væl koyrandi sum
toppskjútti í Effodeildini.
Sunnudagin skal ÍF á vitjan hjá
NSÍ, sum hóast góðan styrk hevur
havt misjavna gongd eftir summar
steðgin. Teir hava havt truplar
uppgávur við at vitja í Gundadali
tvær ferðir, har tað byrjaði so væl
við 4-2-sigri á HB, men endaði illa
við 1-5-tapi ímóti B36.
NSÍ skal tískil leggja seg eftir at
fóta sær ímóti einum annars væl
leikandi ÍF-liði við Løkin, og kunnu
teir tað við einum sigri, so fáa teir
nøkur kærkomin stig í róðrinum at
rógva seg burtur frá teimum
aftastu.
Skerdir tvøramenn
Sunnudagin fær Víkingur vitjan
av TB. Hóast teir í Víkingi eru
skerdir uttan liðskiparan, Atla
Gregersen, so eru teir helst ikki eins
skerdir sum TB, ið mangla tríggjar
lyklaleikarar. Dimitrije Jankovic,
Bojan Timic og Gilli Sørensen
eru allir leikbannaðir, og merkir
hetta, at TB má broyta nógv upp á
liðið. Nógv bendir á, at Hans Fróði
Hansen fær sítt debut fyri besta
liðið hjá TB og harvið ger comeback
í fremstu føroysku deildini eftir
níggju ára fráveru.
Víkingur hevur ikki vunnið ein
dyst eftir summarsteðgin (3-3 ímóti
KÍ og 1-4 ímóti ÍF), men fáa teir ein
sigur ímóti TB, so liggja teir aftur
væl fyri í oddastríðnum. TB berjist
í hinum endanum á stigatalvuni og
kann við einum sigri lyfta seg upp
um niðurflytingarstrikuna.
B36 krevur ein sigur
Í 17 royndum hevur tað framvegis
ikki eydnast FC Suðuroy at vunnið
ein dyst í Effodeildini, og teir fáa
tað eisini trupult sunnudagin, tá
ið teir – hóast á heimavølli – hitta
B36. Eftir summarsteðgin hevur FC
Suðuroy tó ikki verið fyri nøkrum
lemjandi ósigri, og í seinasta um
fari taptu teir tepurt 2-3 ímóti ÍF
í Fuglafirði. Hetta kundi bøtt um
hýrin á liðnum, men spurningurin
er, um evnini yvirhøvur røkka til
ein sigur í Effodeildini í ár.
B36 spældi góðan fótbólt ímóti
NSÍ á ólavsøku, og kastaði hetta ein
5-1-stórsigur av sær. Meistararnir
hava verið alt ov óstøðugir í ár, men
nú uttan tap í fimm dystir tykjast
teir at hava vent gongdini til tað
betra og hava teir ein gyltan
møguleika at byggja víðari í Vági
sunnudagin.
albinus@sosialurin.fo
18. umfar í
Effodeildini:
Fríggjadagin
Kl.18.00: KÍ – EB/Streymur
Leygardagin
Kl.17.00: B68 – HB
Sunnudagin
Kl.14.45: FC Suðuroy – B36
Kl.15.00: NSÍ – ÍF
Kl.15.00: Víkingur – TB