fríggjadagur 3. august 2012síða 35
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 89 · 3. august 2012
3
SAMRØÐA
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
1. august í 1977 tók 28 ára gamli
miðvingurin David Johannesen við sum
sóknarprestur í Vága prestagjaldi. Nú 25
ár seinni takkar hann fyri seg. David fór
alment frá sum sóknarprestur 1. august,
men verður sitandi í embætinum til
nýggjur prestur tekur við.
Sunnudagin hevur hann tó sína
seinastu prædiku í Mykinesi.
- Eg fari at biðja farvæl í Mykinesi
sunnudagin. Har havi eg altíð kent
meg væl. Tey hava altíð verið blíð og
eg havi verið væl móttikin, so eg havi
bara tað besta at bera teimum, sigur
David, sum viðgongur, at tað er øðrvísi
at vera prestur nú, enn tað var, tá hann
tók við fyri fjórðingsøld síðani.
- Í dag er alt til umrøðu. Spurnartekin
verður sett við alt. Soleiðis var tað ikki
fyrr, og tað merkir, at tað er meiri
krevjandi at vera prestur í dag. Tú
skalt altíð hava eitt svar klárt, verja teg
og tala tína søk. Tað er als ikki bara
keðiligt, tí tað vísir, at fólk hava áhuga
fyri tí, sum tú gert, og at tað kemur
teimum við, heldur David.
Ætt og uppruni
David Johannesen hevur øll árini,
hann hevur verið prestur, virkað
í prestagjaldinum, har hann var
føddur tann 19. mai 1949. David er
sonur Steintór Johannesen, skipara
úr Miðvági, og Marin Kristinu, fødd
Davidsen, úr Kvívík.
Í faðirætt er hann av Birtifamiljuni.
Abbin var Birtijóhannus og omman
Jóhanna Nattestad. Í móðurætt er hann
í familju við tey frammi í Húsi í Kvívík.
Abbin var David Davidsen og omman
Marin Højgaard. Í móðurætt er hann í
familju við tey á Miðgerði í Kollafirði.
27. juni 1981 giftist David Siggu
Mariu Joensen, radiografi, úr Klaksvík.
Tey eiga tríggjar døtur, Maritu, Karin
Elisu og Honnu Kristinu.
Í 1967 tók hann realprógv á Giljanesi,
og fór síðani niður til Danmarkar,
har hann í 1969 tók klassiskt málsligt
studentsprógv á Rønde Kursus. Í 1976
tók hann gudfrøðiligt embætisprógv
við lærda háskúlan í Århus.
Árið eftir var tað, at David tók við
sum sóknarprestur í Vága prestagjaldi,
men nú takkar hann fyri seg. Umframt
at hava røkt prestagerningin, hevur
David verið virkin rithøvundur og
sum skilst, fer hann at gera meira við
hetta nú.
David biður
Mykinesi farvæl
David Johannesen, fráfarandi sóknarprestur í Vága prestagjaldi, hevur
sunnudagin sína seinastu prædiku í Mykinesi. – Tá fari eg at siga farvæl.
Eg havi altíð kent meg væl har og verið væl móttikin, sigur hann