Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-03, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. august 2012síða 36

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 89 · 3. august 2012 4 VIKUSKIFTI Tað er neyvan nakað so ræðandi, berg­ taka­ndi og stórsligið, sum at sigla inn í grottuna Klæmintsgjógv. At sigla inn við einum lítlum speedbáti, sum slær inn í síðuna av berginum í fleiri førum, og síðani hugleiða um hví tað er, at einki dettur niður, meðan tónarnir úr trom­bon­ini hjá Dávur Juul Magnussen buldra ígjøgnum grottuna. Fleiri ferðir um vikuna siglir Norð­ lýs­ið, við Birgir Enni á odda, hesar ser­ligi túrar til Klæmintsgjógv, og hvønn týsdag er túrurin í samstarvið við Summartónar, og tað merkir, at liv­ andi tónleikur verður framførdur inni í Klæ­mints­gjógv. Tað er nakað heilt serstakt við tón­ leiki, sum verður framførdur inni í einari slíkari grottu. Tónarnir hanga leingið í luftini, og tað ljóðar mest sum, at eitt heilt lið av trom­bon­leikar­um eru í grottuni. Innast í myrka holinum stendur Dávur Juul Magnus­sen, og vísir síni evnaríku kynst­ur sum trombonleikari. Her eru nakrar myndir frá einum túri, sum allir føroyingar eiga at upp­ liva. At uppliva Føroyar sum ferðafólk Lagt til rættis: Barbara Holm