Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-03, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. august 2012síða 38

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 89 · 3. august 2012 6 VIKUSKIFTI BRÚDLEYP Óli Jákup Jacobsen post@sosialurin.fo Fyri trimum árum síðan kendu Kristina Johanne­sen og Leivur á Lakjuni ikki hvønn annan. Í dag standa tey tríggjar vikur frá teirra brúdleypi. - Eg gleði meg ordiliga nógv, hóast brúd­leyp ongantíð fyrr hevur verið nakað, sum eg hevur fylt mínar tankar tað stóra, sigur Kristina, ið er 22 ár og úr Kaldbak. Sat uppi til bussurin fór Kristina var góð vinkona við Maritu, lítlu­systir Leiv, men kendi ikki hann. Og øvugt. - Marita hevði ofta tosað um Kristinu fyrr, og tað var altíð við ógvuliga posi­tiv­ um orðum. Tí hevði eg eina góða mynd av Kristinu, longu áðrenn eg møtti henni, sig­ur Leivur, ið er 29 ár og úr Fuglafirði. - Leivur hevur búð so leingi uttan­ lands, at hann hevði ongantíð verið har, með­an eg var hjá Maritu, men eg hevði sæð hann á myndum. Tað var ikki fyrr enn føðingardagin hjá Maritu jólaferiuna fyri knapt trimum ár­um síðan, at Kristina og Leivur møttust fyrs­tu ferð. - Eg kom at sita við síðurnar av Kris­ tinu, og eg fekk bara eina enn betri mynd av henni. Eg minnist, at eg hugsaði, at hasa gentuna hevði eg verið stoltur av at havt við mína lið. - Føðingardagurin var eitt sunnukvøld, og eg skuldi til arbeiðis morgunin eftir. Vit sótu so og prátaðu alla náttina, heilt inntil eg skuldi avstað við bussinum klokkan seks, og Leivur sat mitt í rokanum saman við okkum, sigur Kristina flennandi. - Kristina hugtók meg veruliga, eisini tí eg sá, hvussu røsk hon var at hjálpa Maritu at rudda av og vaska upp. Addaði á Facebook Hóast Leivur hevði fingið eyguni upp fyri Kristinu, so hendi ikki nógv aftaná føðing­ar­dagin. - Tá eg kom heim frá arbeiði dagin eftir føðingardagin, sá eg, at Leivur hevði add­að meg á Facebook. Tað helt eg vera alvor­liga løgið, tí eg kendi hann einki ser­ ligt og føldi einki fyri honum. Men eg góðtók sjálvsagt hansara vinarumbøn, sig­ur Kristina. - Burtursæð frá tí hendi ikki nógv. Eg búði í Onglandi og var bara heima í jóla­feriu, so eg fór skjótt avstað aftur, sigur Leivur, sum hevur lisið gudfrøði og sálar­frøði í London. Tað næsta hálva árið var so at siga stilt mill­um teirra – og tó. - Eg minnist, at tá eg hevði føðing­ar­ dag, skrivaði Leivur ’tillukku’ á veggin hjá mær. Og tað helt eg eisini vera mega løg­ið, sigur Kristina og hyggur upp á Leiv og flennir. Leiddust í London Í apríl 2010 avgjørdu Kristina og Marita, systir Leiv, at fara ein túr til Ha­ waii, har tær skuldu hjálpa til á einum bíbil­skúla í tveir mánaðir. - Marita spurdi meg, um tað var í lagi, at vit á veg heimaftur steðgaðu á í Lon­don í eina viku, tí Leivur skuldi fáa prógv. Eg hevði ongantíð verið í London fyrr, so tað tímdi eg sjálvandi mega væl, sig­u­r Kristina. Hóast ongar kenslur enn vóru frá Krist­inu­sa síðu, so fekk hon Leivur við upp­á at arga Maritu eitt sindur við at spæla romantisk. - Mær dámar væl at arga, so Leivur og eg tóku ofta um hvønn annan ella gingu arm í arm, sigur Kristina flennandi. - Serliga eina ferð tá vit fóru nøkur ein gongu­túr. Tað var mánalýsi, og vit gingu ein langan túr út til eitt vatn. Tá koyrdu vit ordiliga upp á tað romantiska til stóra for­arg­ing fyri systir mína. Sólbrillurnar eitt bíligt triks At Leivur hevur havt eitt gott eyga á Kris­tinu var ikki nakað at ivast í. Hann hevði tvey triks í ermuni at koma í kon­takt við Kristinu. Fyrst var tað á flog­vølli­num í Stansted á veg heim til Før­oya, tá spurdi Leivur, um Kristina kundi hava sínar sólbrillur í taskuna. Tað var eingin trupulleiki. - Komin heim til Føroya, skal eg geva Leivi sólbrillurnar aftur. Men tá sig­ ur hann, at tað var ikki neyðugt, tí so kundu vit hava eina umbering fyri at møt­ast aftur. Tá hugsaði eg, at hatta var rætti­liga løgið sagt. Síðani var tað, tá Kristina júst var kom­in heim frá flogvøllinum. - Vit høvdu tosað á flogvøllinum um, hvat vit hvør sær skuldu eta, tá vit komu heim. Eg segði, at eg skuldi hava grindabúff. Tá eg so kom inn til okkara í Kaldbak, fekk eg eitt sms. Tá var tað Leivur, sum segði seg vóna, at grinda­búff­ urin smakkaði væl, og at hann vónaði, at eg skjótt fari at bjóða honum grindabúff, sigur Kristina flennandi, - tað helt eg aft­ ur vera eitt sindur løgið. Túrur til Saksunnar Tað var ikki fyrr enn eina viku aftaná, at tey vóru komin heim úr Onglandi, at Kristina fór at hyggja at Leivi við meira romant­isk­um eygum. - Eg hugsaði, at nú mátti eg manna - Eg sá ikki Leivur sum annað enn stórabeiggja mína vinkonu. Men eg helt hann vera ordiliga fittan, og vit tosaðu væl saman. Eg visti, at hann hevði gott eyga á mær, og tá hann ringdi og spurdi, um vit skuldu fara ein túr til Saksunnar, stegðaði alt upp hjá mær. Vit fóru so, og tá fann eg útav, at eg var fallin fyri Leivi, sigur Kristina, sum mátti brúka meira enn eitt hálvt ár at fella fyri sjeikinum tað bleiv stórabeiggja vinkonuna Vit skulu giftast!