fríggjadagur 3. august 2012síða 39
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 89 · 3. august 2012
7
meg upp og ringja til gentuna og gera
nakað við tað. So eg tók telefonina ein
leygardag og ringdi fyri at spyrja, um hon
hevði hug at fara ein túr til Saksunnar.
- Eg varð ordiliga illa við. Hann var
ordiliga fittur, og vit tosaðu væl saman,
men í mínum eygum var hann enn
stóribeiggi Maritu. Innast inni hevði eg
tó kenslur fyri honum. Leingi ivaðist eg,
um eg skuldi taka av tilboðnum ella ikki.
Tað endaði so við, at eg fór, sigur Kristina.
Tað var ikki bara bara at fara túr
einsamøll, uttan at nakar skuldi varnast.
- Vit máttu bæði lúgva í hvør sínum
lagi. Eg segði meg fara til ein vinmann
og Kristina til eina vinkonu, sigur Leivur
flennandi.
Í Saksun vóru Kristina og Leivur so í
nakrar tímar.
- Vit tosaðu ordiliga væl í fleiri tímar,
og sum vit sótu har á einum bøkki, byrj
aðu vit so smátt at nærkast hvørjum
øðrum. Til síðst sótu vit so nær, at
hendurnar kíndu hvørja aðra, sigur hon.
Sníktu seg at síggjast
Avgerðin at veruliga ganga saman kom
ikki fyrr enn nakað seinni.
- Sms’ini blivu fleiri og fleiri, og eg fór
at vitja Leiv á Ellisheiminum, har hann
arbeiddi sum náttarvakt tað summarið.
Eg fór frá húsum, tá foreldrini vóru í song
farin og kom aftur, áðrenn tey vóru uppi,
heldur Kristina fyri.
- Í roynd og veru var tað ikki nakað
romantiskt yvir mátanum, vit komu sam
an uppá. Vit sótu í bilinum og tosaðu um,
hvat vit ynsktu við forholdinum, og tá
blivu vit so samd um, at vit skuldu ganga
saman.
Ringurin í matpakkanum
Leivur búði enn í Onglandi, og í eitt
ár búðu tey í hvør sínum landi, inntil
Leivur flutti heim summarið 2011. Ta
tíðina varð Skype nógv brúkt.
16. juni 2012 kom til at vera ein heilt
serligur dagur fyri Kristinu og Leiv.
- Urið hjá mær skuldi skifta battarí, og
meðan eg eri har, keypi eg ein ring. Síðani
ringdi eg til Kristinu og spurdi, um hon
tímdi við mær ein túr niðan á Slættara
tind, og segði hon ’ja’ beinanveg.
- Eg hevði eitt sindur av mistanka, tí
hann var so øgiliga spentur og nógv fitt
ari enn vanligt.
Túrurin niðan á Slættaratind mátti
droppast vegna ov nógvan mjørka, men
uppi á Eiðiskolli var gott veður. Leiðin
gekk tí har niðan.
- Komin niðaná fóru vit at eta mat
pakka. Leivur gav mær mín, og tá eg lyfti
ovastu flísina, síggi eg eskjuna við ringi
num, og smekki eg lokið saman aftur.
Leivur spurdi hvat feilti, og eg segði,
at eg hevði sæð ein ring, sigur Kristina
flennandi.
- Eg tók so ringin, legði meg á knæ
og spurdi, um hon vildi giftast við mær,
sigur Leivur smílandi.
Nú var so at finna tíð og stað. Kristina
vildi ikki hava vetrarbrúdleyp og vildi ei
heldur bíða til næsta ár. Tí endaði tað við
at blíva síðst í august – 2 mánaðir frá
fríggjarínum.
- Tað var nakað av baksi, men vit
fingu so høli á Viðareiði, og vit skulu
giftast í Siloa í Fuglafirði 25. august.
Ikki upp á vegin!
Tá eitt par velur at giftast so knappliga,
er tað nokk ikki fá, ið fáa tankan, at hon
má vera við barn.
- Eg eri ikki upp á vegin, slær Kristina
fast.
- Tað er nokk ikki tal á, hvussu ofta
fólk hava spurt okkum og enn oftari spurt
okkara familju og vinir, um Kristina er
upp á vegin. Tað er hon so ikki, og tí ber
tað heldur ikki so væl at lúgva seg frá,
sigur Leivur flennandi.
- Ella kanska eri eg við barn. Men so er
tað við Heilaga Andanum, sigur Kristina
skemtandi.
Eftir brúdleypið flyta Kristina og
Leivur í leigaða íbúð í høvuðsstaðnum,
har tey skulu byrja sítt lív saman sum
kona og maður.
Mynd: Heinesen myndir
Fyri trimum árum síðani kendust
Kristina og Leivur ikki, men um
tríggjar vikur skulu tey giftast