Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-03, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. august 2012síða 42

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 89 · 3. august 2012 10 VIKUSKIFTI Tín lagna - tín avgerð? Tey flestu okkara hava eina kenslu av, at vit sjálvi hava ræðið á hvønn veg tilveran ber. Og alt samfelagið byggir á, at fólk kunnu ábyrgdast persónliga fyri sínar gerðir. Íroknað rættarskipanin. Men henda einfalda hugsan fær nú mótstøðu frá bæði heimspekingum og heilagranskarum bakgrund Janus á Ryggi post@sosialurin.fo Hvør ræður yvir tíni lagnu? Tey flestu mun­nu ímynda sær, at tey sjálvi taka støðu - við støði í rationellari vigan av øll­um hugsandi møguleikum. At tey, so ella so, sjálvi sita í stýrihúsinum í egn­ari tilveru. Hugsanin um frælsan vilja stingur djúpt í okkara samfelag og vesturlendsku mentan. Og at siga ann­að er halgibrot, tí frælsi viljin er grundarlagið undir bæði okkara sam­ felag og rættarskipan. Hvussu kunnu vit døma onkran, um viðkomandi ikki hevur frælsan vilja? Og fyri tey fles­tu kennist tað náttúrligt, at tað eru tey sjálvi, sum taka avgerðirnar. Men kanska vit skulu steðga á og hugsa okkum eitt sindur um. Nýggj gransking gevur greiðar ábend­ing­ar um, at nógv týðandi økir í lívinum eru uttanfyri okkara tilvitaðu ávirkan. Eitt nú velja vit hvørki hvørjar moralsk­ ar sannføringar vit hava, ella hvørjum maka vit falla fyri. Politikkur snýr seg um at viga argumentini, og við útgangsstøði í grun­ d­gevingum taka støðu, ikki so? Men hvørjumegin høgra/vinstraásin tú ert, kann væl vera ein spurningur um lyndi og persónstypu, heldur enn nakra reina rationella vigan av teimum bestu argumentunum. Politikkur er kenslu­ stýrdur. Hetta er ein staðfesting frá fleiri sosial sálarfrøðiligum kanningum. So ella so, eru vit eitt produkt av ótil­ vitaðari heilakemi, uppvøkstri og um­ hvørvi. Heitt kaffi og tú sigur ja Kann ein koppur av kaffi verða við til at avgera, hvørt tær dámar onkran betri ella verri? Ein roynd á Yale Uni­ver­sity, har luttakarar vóru spurdir um teir høvdu sett vegleiðaran í eini spur­n­ar­ kanning í eitt týðandi starv, vísti, at teir lutakarar, ið høvdu fingið ein heit­an kopp av kaffi frá vegleiðaranum áðr­ enn spurnarkanningina, í flestu førum søgdu ja til at seta vegleiðaran í starv og róstu honum stórliga. Ímeðan teir, ið ikki høvdu fingið kaffi søgdu nei, og brúktu orku uppá at geva rationellar grund­gev­ingar fyri, hví teir ikki vildu givið vegleiðaranum starv. Men kaffi var ongantíð partur av formellu grund­ gevingini. Einfalda frágreiðingin var, at hitin frá kaffinum ávirkaði kenslurnar posi­ tivt hjá fyrru luttakarunum, uttan at teir vóru tilvitaðir um tað. Tí eingin týð­andi munur var á luttakarum ella kann­ingar­framferð annars. Men júst hvussu ávirkilig eru vit? Dømi við kaffi effektini kann helst tykjast trivielt, men sosialsálarfrøðin hevur leingi sýnt stóran áhuga fyri sosialari ávirkan og bólka­trýsti á væl meiri álvarsomum økjum. Eru summi óndari enn onnur? Aftaná seinna heimsbardaga sótu nógv eftir við einum bren­ n­andi spurn­ ingi: Hvussu ber tað til, at vanligir týskir