Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-03, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. august 2012síða 43

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 89 · 3. august 2012 11 borg­ar­ar undir nazistastýrinum, høvdu framt so grov brot mótvegis manna­ ættini? Gasskømur og etnisk útruddan vóru normurin í nazitýsklandi. Hvussu kundu - annars - vanlig fólk fáast at lut­taka í nazieksperimentinum? Var okkurt øðrvísi við týskarum, enn flest øðrum fólkum? Amerikanski sosialsálarfrøðingurin Stanley Milgram setti sær í 1961 fyri at gera eina røð av royndum fyri at koma fram til, um tað nú bert vóru týskarar, ið kundu yvirtalast til óndskap. Hesar royndir eru síðani endurtiknar fleiri ferðir í fleiri londum. Royndirnar fóru upprunaliga fram á Yale University í USA. Lutakarar vóru óvit­a­ndi um, at Stanley Milgram hevði sett sær fyri, at royna hvussu lýðin tey vóru ímóti boðum frá myndugleikum. Lut­takar­ar fingu at vita, at teirra leik­ lutur var at vera lærari, og at handan ein vegg sat ein annar luttakari, ið var heft­ur at einum streymtóli. Tann ið fekk leiklutin sum lærari, skuldi geva tí sum sat handan veggin streym – við økj­andi voltum heilt upp til 400 volt - hvørja ferð viðkomandi svaraði einum spurn­ ing­ini á einum spurnarblað skeivt. Og so hvørt tann við læraraleiklutinum økti streymin á tólinum ýldi og græt lut­tak­arin handan veggin. Luttakarar fingu at vita, at uppgáva teirra var at royna innlæringarevnini hjá tí handan vegginum. Í veruleikanum sat ein sjónleikari handan veggin og eing­in veruligur streymur var brúktur. Við síðuna av luttakaranum við lærara­ upp­gávu­ni, sat ein vísindamaður í hvít­um klæðum, ið áhaldandi eggjaði hon­um til at halda áfram hvørja ferð hin svaraði skeivt, við orðum ”royndin krevir, at tú heldur áfram”. Úrslitini skakaði heimin: Av 1000 tilvildarligt úrvaldum ameri­konsk­um ríkisborgarum, fóru 65 % heilt upp til 450 volt eftir boðum frá vísinda­manni­ num við síðuna av. Um royndin var verulig, vildi hetta tikið lívið av næm­ ing­inum handan veggin. Tulkingin var greið: Vanlig fólk kundu, undir røttu um­støðunum, fáast til at fremja bein­ leið­is óndskap – um tað tænti einum hægri endamálið og var undir boðum frá einum virdum myndugleika. Í hes­ um førinum við vísindaligum enda­ málið. Phil Zimbardo, professari í sálarfrøði á Stanford, hevur samanborið hesar roynd­ir við veruligan hernaðarligan tort­ur frá illa sædda Abu Ghraib fongsli­num í Irak. Niðurstøða hansara er, at fólk, ið annars eru góðvarin í gerandisdegnum, kunnu fáast at frem­ja veru­ligan óndskap undir ávísum um­ støð­um. Eitt nú eftir boðum frá einum vird­um myndugleika omanfyri seg, teirri ”røttu hugsjónini”, og við at spæla ávís­ar leiklutir, sum er ein annar enn teirra veruliga eg. Við øðrum orðum: Um fólk kunnu skumpa ábyrgdina frá sín­um egna persóni. Tað er millum ann­að ein orsøk til, at herfólk ganga í ávís­u­m eyðkennisbúnum – tey gerast tá meiri lýðin boðunum frá øðrum, tí teirra leiklutur verður ópersónligur og goymd­ur undir hernaðarleiklutinum. Tey megna at skilja egnan persón frá gerðu­num. Frælsur vilji ein illusión Vit eru í stóran mun innrættaði til at gera eftir boðum. Hetta er partur av okk­ara evolutioneru søgu, for good or worse. Okkara yvirliving hevur ver­ið tengd at álitið á myndugleikum, for­ eldr­ini fyrstu tíðina í lívinum. Hetta er orsøkin til, at fólk fara langt fyri at passa inn. Evolutionert sæð kostaði tað ov nógv at liva uttanfyri ráðandi sosiala bólk­in og hansara normar. Spurn­ing­ur­ in er tí, hvussu sjálvstøðug vit í roynd og veru eru. Sam Harris, heilagranskari og heim­ spek­ing­ur, argumentarar í bók síni ”Free will” fyri, at heimspekiligt er fræls­ur vilji absurdur. Í roynd og veru er okkara egna val sera avmarkað. Tú velir ikki hvørji tíni foreldur eru, hvørji genir tú ert gjørdur av, hvussu tín heilakemi virkar, hvussu uppvøkstur tín er, hvørjum umstøðum tú møtir ella hvørj­ar hugsjónir gerast partur av tær. Har­næst hevur heilagransking staðfest, at bert ein brotpartur av okkara heila er tilvitaður. Meginparturin er ótilvitað virk­semi, ið vit als ikki eru tilvitað um. Ein stórur partur av hesum virk­semi heldur okkum á lívið, eitt nú hjarta­ rút­ma og andadráttur. Tað hevur einki við persónligt val at gera. Sam Harris nýtir okkara tankar sum dømi. Hvaðani koma hesir tankar? Tú vel­ir ikki tínar tankar, men gerst fyrst til­vit­að/ur um teir, tá teir koma til sjóndar í sinninum. Heilaskanningar hava víst, at økir í heilanum skráseta tankar áðrenn vit sjálvi gerast varug við teir. Hetta kann geva eina ábending um, at menniskja kanska er meiri flótandi enn okkum líkar. Og at tey val, sum koma til sjóndar í okkara tilvitan altíð eru sera sjálvavmarkandi – og avmarkað okkara valmøguleikar nógv. Sam Harris, heilagranskari, hevur ført fram, at spurningurin um frælsan vilja í roynd og veru er størsta moralska av­bjóð­ingin modernaði heimurin stend­ur fyri. Spurningurin hevur eitt nú ávirkan á, hvussu vit skoða rættvísi og rættarskipan. Um tú hevði júst somu lívfrøði, heila, lyndi, uppvøkstur og umstøður sum eitt brotsfólk, er sann­ líkt, at tú vildi gjørt tað sama sum tað, um hendingar og umstøður vóru til staðar. Hetta merkir ikki, sambært Sam Harris, at vit skulu halda uppat at revsa og byrgja fólk inni, tá tað um­ ræð­ur okkara egnu trygd. Men okkara fatan av frælsum vilja er av­gerandi fyri, hvørt rættarskipanin í fram­ tíðini fer at hava dóm og ábyrgd sum grundarlag, ella um tað í størri mun fer at hava samfelagsverju sum grund­ar­lag. Sambært Sam Harris vil ein fatanarbroyting av frælsum vilja sum heild elva til eitt meiri empatiskt og náðifult samfelag. Við eini størri til­ vitan um tær kreftir sum mynda eitt menniskj­an uttanum tess egnu tilvitan. Tú velir ikki tínar tankar, men gerst fyrst tilvitað/ ur um teir, tá teir koma til sjóndar í sinninum. Heilaskanningar hava víst, at økir í heilanum skráseta tankar áðrenn vit sjálvi gerast varug við teir. Hetta kann geva eina ábending um, at menniskja kanska er meiri flótandi enn okkum líkar. Og at tey val, sum koma til sjóndar í okkara tilvitan altíð eru sera sjálvavmarkandi – og avmarkað okkara valmøguleikar nógv.