fríggjadagur 3. august 2012síða 47
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 89 · 3. august 2012
15
Gongdin í málinum:
04.11.2011
Sambært løgregluni er einki
frætt frá Dánjal Petur Hansen,
eisini nevndur Piddi, síðani
fríggjanáttina umleið klokkan 3.
08.11.2011
Løgreglan eftirlýsir Pidda umvegis
fjølmiðlarnar.
12.11.2011
Løgreglan gevst at leita eftir
Pidda. Skálafjarðar Sløkkilið
heldur tó fram at leita
14.11.2011
Kriminalteknikarar koma til
Føroya at gera kanningar í
málinum
15.11.2011
Ein 32 ára gamal maður verður
handtikin. Løgreglan hevur
illgruna um, at hann kann setast í
samband við horvna Pidda
16.11.2011
32 ára gamli maðurin verður
varðhaldsfongslaður í tvær
vikur, skuldsettur fyri manndráp
ella í øðrum lagi “harðskap við
deyðanum sum avleiðing”
19.11.2011
Arbeiðið við at tryggja tekinsku
sporini í málinum endar
20.11.2011
Útvið 400 fólk savnast til
minningarhald uttanfyri heimið
hjá Pidda í Saltangará
29.11.2011
32-ára gamli maðurin, sum bleiv
varðhaldsfongslaður
16. november, játtar sjálvboðin,
at varðhaldsfongslingin av
honum verður longd við
fýra vikum. Síðani tá hevur
varðhaldsfongslingin verið longd
fýra vikur hvørja ferð
19.12.2011
Løgreglan ger kanningar í
Norðoyartunlinum og finnur blóð,
ið stavar frá Pidda, aftanfyri ein
betongskúr í tunlinum
24.06.2012
Minningarhald fyri Dánjali Peturi
Hansen verður hildið í Glyvra
Kirkju
18.07.2012
Løgreglan fer undir kanningar í
Neshaganum á Toftum í samband
við horvna Pidda
30.07.2012
Fýra servandir hundar, ið eru
vandir til at finna niðurgrivnar
lutir, koma til Føroya í samband
við kanningarnar í Neshaganum
03.08.2012
Varðhaldsfongslaði maðurin hev
ur í dag, fríggjadagin 3. august,
sitið varðhaldsfongslaður í 262
dagar
Morð í
Føroyum
Eftir seinna heimsbardaga hava hesir
drápstilburðir í Føroyum.
1967: Ein 22 ára gomul norsk kvinna,
búsitandi í Havn, verður dripin við skoti
av fyrrverandi unnusta sínum, ein 23
ára gamal føroyingur. Drápsgrundin
tykist at hava verið øvundsjúka, har
maðurin skeyt seg sjálvan eftir drápið
og læt eftir seg skilnaðarbræv.
1970: Ein 24 ára gamal føroyingur
stingur tvær ungar gentur og ein 30 ára
gamlan mann, sum kom gentunum til
hjálpar. Hendingin fór fram í Klaksvík,
har onnur gentan og maðurin doyðu.
1979: Ein grønlendingur verður
stungin til deyðis av nøkrum unglingum
uttan fyri TB-húsið á Tvøroyri eitt
dansikvøld.
1984: Ein grønlendsk kvinna verður
skotin og dripin av unnusta sínum
uttanfyri húsini í Kollafirði. Kvinnan
sat í bilinum og maðurin fór inn eftir
byrsuni og skeyt hana.
1988: Ein ungur maður á Tvøroyri
skeyt unnustu sína við byrsu. Málið
varð viðgjørt sum eitt sonevnt
øvundsjúkumorð.
2005: Ein sálarliga sjúkur maður setti
eld í húsini, har hann búði í Sørvági.
Bæði hann og mamma hansara doyðu,
og er hetta skrásett sum víðkað
sjálvmorð.
Her verður leitað á brennistøðini
í Leirvík fyri at finna spor í
málinum um horvna Pidda
Savnsmynd