Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-03, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. august 2012síða 46

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 89 · 3. august 2012 14 VIKUSKIFTI GREINING Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Morð í Føroyum er ein rár hending. Lukku­tíð. Vit skulu 24 ár aftur í tíðina fyri at finna seinasta morðið, ið skrásett er, tá ein ungur maður á Tvøroyri skeyt og drap unnustu sína við byrsu. Síðani 1960 eru farnar fram fimm hendingar, sum hava verið beinleiðis morð. Í øll­um førunum vóru drápini uppklárað bein­an­vegin. Kanska er hetta orsøkin til, at løg­ regl­an er so hulin í málinum um Pidda, at tey eru so óvon at viðgera drápsmál – og als ikki von at viðgera morðgátur av hesum slagnum. Um málið reint løg­ reglu­fakliga er handfarið rætt av fyrst­ an tíð, skal vera ósagt. Men flest øll mugu vera á einum máli um, at tá tað kem­ur til almenna kunningarpartin, so hev­ur løgreglan dumpað so dyggiliga. Vantandi kunning Nógvir, sera nógvir, ósvaraðir spurn­ing­ar eru í málinum um horvna Pidda. Sam­ bært løgregluni er talan um eitt dráps­mál, men skuldsetti maðurin, sum hev­ur sitið varðhaldsfongslaður síðani 16. november í fjør, noktar seg sekan. Einki lík er funnið og løgreglan hevur higar­til bara upplýst, at blóðrestir eru funn­ar í heiminum, har Piddi búði, og har skuldsetti maðurin búði. Síðani er kom­ið fram, at blóðleivdir, ið stava frá Pidda, eisini eru funnar aftanfyri ein skúr í Norðoyatunlinum. Og nú um dagarnir leitar løgreglan við fýra servandum hundum, ið eru vandir til at finna niðurgrivnar lut­ir, í Neshaganum á Toftum. Tað er kunn­ ing­in, sum er komin frá løgregluni. Eftir standa eitt ótal av spurningum, sum almenningurin og – ikki minst – tey avvarðandi kundu hugsað sær svar uppá. Hvørji eru avhoyrd í málinum? Hvussu nógv hava gjørt vart við seg við upp­lýs­ing­um? Hevur løgreglan morð­ vápn­ið? Hvussu nógv fólk arbeiða við máli­num burturav? Hví vildi løgreglan hava upplýsingar um tveir bilar? Hvørji prógv hevur løgreglan? Hesar og fleiri aðr­ar spurningar hava vit sett Bergleifi Brim­vík, leiðara á kriminaldeildini hjá før­oysku løgregluni. Fáorðaður leiðari Tá vit fingu orðið á Bergleif Brimvík fyrra­partin hósdagin, gjørdi leiðarin á kriminaldeildini greitt, at hann ikki hevði so góðar stundir, og at hann held­u­r ikki fekk svarað ítøkiliga upp á spurn­ingar í málinum. Eg kundi hugsað mær at spurt eitt sind­ur yvirskipað. Tit hava verið sparin við upplýsingum, men kanst tú siga mær, hvussu nógv fólk eru avhoyrd í máli­num? Nei, tað kann eg ikki her og nú. Tað havi eg ikki her og tað er hopileyst. Men tú veitst, um tað eru fimm ella 30 fólk? Tað fái eg ikki sagt, men tað er nógv meiri enn tað. Veitst tú so nú, hvussu nógv fólk hava gjørt vart við seg við upplýsingum til løgregluna? Nei, hasi tølini havi eg als ikki her og nú. Hatta má bíða. Tað er ikki nakað tit kundu funnið fram í eini handavending? Nei, ikki beinanvegin. Kunnu vit fáa hesar upplýsingar í dag? Nei, tað verður ikki í dag. Kunnu vit fáa tað í næstu viku ella aðru viku? Tað tori eg ikki at siga. Vit hava ikki hesi tølini her. Hava tit eitt morðvápn? Tað fái eg ikki sagt nakað um. Hví? Tí málið hevur alla tíðina verið fyri aftur­latnum hurðum. Men ávirkar tað kanningina av máli­num, um tit upplýsa, um tit hava eitt morðvápn? Jamen eg sigi tær, at tað fái eg ikki upp­lýst nakað um. Tað einasta eg kann upp­lýsa tær, tað er um kanningina í Neshaganum, og har halda vit fram at leita í dag. Hvørjum leita tit eftir? Jamen, tað er sjálvandi eftir Pidda. Tað hava vit sagt áður. Hvat er tað sum ger, at tit fara har at leita eftir honum har. Tað eru nýggir upp­lýs­ing­ar, siga tit? Ja, tað hava vit sagt. Tað eru upp­lýs­ing­ ar, sum eru komnir fram. Hvar stava teir upplýsingarnir frá? Tað fái eg heldur einki sagt um. Tá tit framvegis leita, so er tað tí, at tit einki hava funnið? Jaja, tað er tað, sum eg sigi. Tað er ikki nakað nýtt. Hvussu stórt er økið, tit arbeiða á? Tað er eitt rættiliga stórt øki, har vit leita ymsastaðni. Hava tit so fingið ábendingar um, at tit eru á rættari leið? Nei, tað fái eg heldur ikki sagt nakað um. Vantandi kunningin frá tykkum kann føra til misskiljingar og illgitingar. Eru tit varug við tað? Jú, men tað er einaferð soleiðis, at tá málið hevur koyrt fyri afturlatnum hurð­um, so fáa vit ikki farið út og givið nærri upplýsingar. Tað kann ávirka vitni og nevningar, sum skulu taka støðu í málinum. Tað er har tað liggur. Men hvussu kann tað ávirka kann­ing­ar­arbeiði, um tit upplýsa, at tit hava eitt morðvápn? Tí tá ert tú longu farin út við nøkrum ting­um, sum eru søgd aftanfyri aftur­ latnar hurðar. Eru fleiri upplýsingar komnir um bilar­nar, sum tit eftirlýstu upplýsingar um, tað var ein Skoda Fabia og Ford Mon­deo? Nei, vit hava ikki fleiri upplýsingar um tað. Tað nyttar ikki at tráðspyrja meg um tað. Tað einasta, eg vil siga, er, at leitingin er tikin uppaftur. Tit meta, at tit hava fatur á rætta manni­num? Sjálvandi gera vit tað! Og tit hava ikki illgruna til nakran ann­an? Nei. 273 dagar Í dag, fríggjadagin 3. august 2012, eru 273 dagar síðani, at løgreglan við vissu veit, at Piddi, Dánjal Petur Hansen, gav lívstekin frá sær. Tað eru 269 dag­ar síðani, at Piddi varð eftirlýstur í fjøl­ miðlu­num fyri fyrstu ferð. Fyri 263 døg­ um síðani komu kriminalteknikarar úr Dan­mark at gera kanningar í málinum, og í 262 dagar hevur ein maður sitið varð­halds­fongslaður, skuldsettur fyri at hava beint fyri Pidda. Síðani maðurin varð varð­halds­ fongsl­að­ur hevur løgreglan arbeitt í tí dulda yvir fyri almenninginum. Millum lítið og einki hava tey likið út, og hvirra hev­ur valdað í málinum so tað rungar eftir í. Larmandi tøgnin kring Pidda Løgreglan arbeiðir við málinum um horvna dánjal petur Hansen, róptur piddi, sum var tað eitt drápsmál. Blóðrestir eru funnar ymsa staðni, men einki lík. Skuldsetti maðurin noktar seg sekan, men sambært leiðaranum á kriminaldeildini, er rætti maðurin varðhaldsfongslaður. Meiri veit almenningurin ikki í málinum, har vantandi kunningin og tøgnin frá løgregluni rungar eftir í