mánadagur 6. august 2012síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 6. august 2012 · Nr. 90
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
trygging.fo
Vit ynskja Pál Joensen góða eydnu
við OL luttøkuni í London í summar.
Høvuðssamstarvsfelagi hjá
Svimjisambandi Føroya
Góða eydnu
í London, Pál
- og góða ólavsøku
Svimjisambandið og
Tryggingarfelagið
misnýta Pál
Svimjing Pál Joensen hevur seinastu vikurnar verið í London,
har hann hevur luttikið í OL. Men Pál er ein av fáum svimjarum
á professionellum støði, sum ikki hevur ein høvuðsstuðul.
Hóast tað kann tykjast sum, at Tryggingarfelagið Føroyar er
høvuðsstuðul hjá Pál Joensen, so er tað kortini ikki veruleikin.
Tryggingarfelagið er høvuðsstuðul hjá Svimjisambandið Før
oyar, og fær harvið loyvi til at nýta myndir av Páli – uttan at
Pál fær eitt oyra fyri ómakin.
Barbara Holm
Pál Joensen hevur seinastu
vikurnar sett Føroyar á heims
kortið, nú hann hevur verið
til OL í London. Hóast mynd
ir av Pál vóru at síggja á nær
um øllum føroyskum tíðinda
portalum, stórskíggjum og
bløðum, so hevur Pál Joensen
ongan høvuðsstuðul.
Fleiri fyritøkur hava verið
sera sjónligar í samband við
OL luttøkuna hjá Pál – har
ímillum
Tryggingarfelagið
Føroyar, sum hevur havt
fleiri lýsingar í bløðunum, á
portal.fo og aðrastaðni, har
tey vísa eina mynd av Páli, og
samstundis ynskja honum
góða eydnu.
Tryggingarfelagið er høv
uðsstuðul hjá Svimjisam
bandi Føroya, sum hevur giv
ið Tryggingini loyvi til at
nýta myndir av Páli sum
teimum lystir – uttan at Pál
hevur fingið nakrar pengar
fyri hetta.
Hetta hevur fingið øði í
mong, og ein teirra er Jón
Bjarnason, venjari hjá Pál.
Hetta er beinleiðis gro
teskt, og kemur undir mis
nýtslu av Pál, heldur Jón
Bjarnason.
Jón Bjarnason visti ikki
av hendingini, fyrr enn eitt
umboð frá Danska Svimji
sambandið spurdi hann um
fíggjarligu støðuna hjá Pál.
Umboðið
hjá
Danska
Svimjisambandinum vísti á,
at donsku Rikke Møller Ped
ersen og Jeanette Ottesen,
sum svimja fyri danska
landsliðið, báðar eru við í
einari lýsing hjá Danish
Crown, sum í hesum døgum
ynskir teimum hjartans eyd
nu á OL. Tær báðar fáa eina
góða løn fyri hesar lýsing
arnar.
Aðrastaðni kemur tað ikki
uppá tal, at professionellir
svimjarar skulu stilla upp til
myndatøkur og annað, uttan
at fáa løn fyri tað, sigur Jón
Bjarnason.
Eisini formaður í SuSvim
Marlon Kjærbo heldur, at Pál
er blivin misnýttir hesar dag
arnar.
Eftir hansara tykki er tað
Tryggingarfelagið, sum hevur
misnýtt Pál, og tað við “good
will” frá Svimjisambandi
num.
Tryggingarfelagið hevur
profilerað seg við Pál Joen
sen,
og
Svimjisambandið
hevur gjørt eitt álvarsamt
mistak við at loyva hesum,
sigur Marlon Kjærbo.
Sambært Marlon Kjærbo
er støðan tann, at Pál Joensen
ikki hevur fingið nakran per
sónligan fíggjarligan stuðul í
samband við OL.
Svimjisambandið
hevur skyldina
Pál Joensen hevur í dag
ongan høvuðsstuðul. Eingin
áhugi hevur verið fyri at
stuðla honum, hóast hann
var einasti føroyingurin í
OL.
Tað er heilt ótrúliga flott
av føroyingum, at eingin pri
vat fyritøka vil stuðla Pál,
heldur Kaj Joensen, pápi Pál
Joensen, speiskliga fyri.
Jón Bjarnason heldur,
at Svimjisambandið hevur
ábyrgdina av, at eingin vil
stuðla Pál.
Tú kanst gott siga, at Svim
jisambandið hevur skyldina
av, at Pál ongan høvuðsstuðul
hevur, sigur Jón Bjarnason.
Hetta sigur hann, tí hann
metir tað verða sera óheppið,
at Svimjisambandið kann
gera avtalur við sterkar fyri
tøkur uttanum Pál.
Tryggingarfelagið og aðr
ar fyritøkur stuðla Svimji
sambandinum, og har fáa
tær loyvi til at nýta myndir
av Pál so galið tær vilja, sigur
Jón Bjarnason.
Jón Bjarnason heldur, at
Svimjisambandið beinleiðis
misnýtir Pál, og fær pening
inn orsaka av hansara harða
arbeiði.
Svimjisambandið brúkar
ikki pengarnar uppá Pál, og
neyvan uppá nakran annan
svimjara í Føroyum, so eg
ivist í hvat hasir pengarnir
yvirhøvur fara til, sigur Jón
Bjarnason.
Hann leggur aftrat, at eftir
hansara tykki eigur hatta
málið at enda í rættinum, so
ein dómari kann taka støðu
til, um Svimjisambandið hev-
ur loyvi til at brúka myndir
av Páli, sum teimum lystir.
barbara@ras2.fo
Tryggingarfelagið føroyar
er høvuðssamstarvsfelagi hjá Svimjisambandi Føroya
Pál Joensen
ol luTTakari
Góða eydnu
í London, Pál