Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-06, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. august 2012síða 5

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 6. august 2012 · Nr. 90 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Svimjisambandið er ein amatør fyritøka Svimjing Tryggingarfelagið Føroyar hevur stuðla Svimji­ sambandið í fleiri ár. Stuðulsupphæddin er ikki hækkað í samband við OL, og tískil metur næstformaðurin í sambandinum, Rókur í Jákupsstovu, at talan ikki er um at misnýta Pál. Barbara Holm Tó viðgongur hann, at Svimji­ sambandið er ein amatør fyri­-tøka, sum ikki hevur dug­að nóg væl at handfarið OL luttøkuna hjá Pál. – Vit væntaðu, at peng­ arnir heilt natúrliga fóru at koma til okkara, nú vit hava ein føroying í OL, men so­ leiðis varð tó ikki. Rókur í Jákupsstovu sigur, at hann ikki skilur ákæruna um, at Svimjisambandið hev­ ur forðað fyri, at Pál hevur fingið nakran fíggjarligan stuðul, tí Svimjisambandið hevur heldur ikki fingið nakra eyka krónu í kassan. Men Rókur í Jákupsstovu er samdur við formanninum í SuSvim í, at Tryggingar­ felagið kanska hevur verið í so sjónligt í samband við OL. – Eg havi sjálvur ógvast við hasar lýsingarnar. Øll ítrótt­arfelag hava høvuðs­ stuðlar, men sjálvandi væntar eingin, at stuðlarnir fara at tapesera landið við ítróttar­ fólkunum, sigur Rókur í Jákupsstovu, sum staðfestir, at eingin hevur fingið nakrar eyka inntøkur av myndunum av Páli. Hann vísir tó á, at 90 pro­ sent av inntøkunum hjá Svim­ jisambandinum fara bein­ leiðis út til svimjararnar aftur. Sambært Rókur í Jákups­ stovu er stuðulin til føroyska svimjing ikki vaksin seinastu árini, og hetta er hann sera vónbrotin um. – Eg hevði ynskt av Svimji­ sambandið og Pál fingu nógv­ar pengar burturúr OL, men áhugin er bara ikki til staðar millum føroyskar fyri­ tøkur, sigur hann. barbara@ras2.fo Vit fingu loyvi til at nýta myndirnar Maria á Dul, deildarstjóri í marknaðarføring hjá Tryggingarfelagnum Før­ oyum, heldur ikki, at tey hava borið seg skeivt at. – Vit eru høvuðsstuðul hjá Svimjisambandinum, og tí hava vit allan rætt til at nýta myndir av Pál, sigur Maria á Dul. Hon skilur als ikki ákærurnar um, at tey hava misnýtt Pál, tí hon heldur, at tey hava verið við til at sett Pál í fokus hesar OL dagar. – Hann hevur kanska ikki fingið nakran peng­ ar frá okkum, men hann hevur so fingið stuðul í aðrar mátar, sigur Maria á Dul. Hon heldur ikki, at mynda­átakið hjá Tryggi­ ngini hevur verið ov ógvu­ sligt. Rókur í Jákupsstovu