Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-06, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. august 2012síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 6. august 2012 · Nr. 90 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov Talan er um nógvar milliónir krónur, sum hanga í leysari luft eftir húsagangin hjá fel­øg­unum, sum Kaj Leo Johannesen, løgmaður, átti saman við tveimum øðrum. Móðirfelagið, sum Kaj Leo Johannesen, Rói Egholm og Kári Danielsen áttu, eitur KRK-Holding P/F. Seinasti árs­roknskapur hjá hesum felag er fyri roknskaparárið 2007. Eingin roknskapur er gjørdur fyri 2008, og tann 21. august í 2009 stendur Føroya Skiftirættur skrásettur sum ábyrgdarhavandi fyri felagið, sum harvið er farið undir trota­búarviðgerð. Í seinasta ársroknskap­ inum verður greitt frá um virk­semi hjá felagnum, at tað at kalla ongan rakstur hevur, men leigar bygningar út og eigur partabrøv. – Árið 2007 hevur verið ­eitt sera vánaligt ár hjá felagnum. Dóttirfelagið helt uppat við virksemi sínum, tí gongdin var so vánalig, og hetta hevur viðført, at veðhaldsskyldan gerst effektiv. Harafturat hev­ur felagið mist stórar upp­hæddir í øðrum felag, sum átti í Faroe Seafood. Úrslit felagsins var eitt hall upp á 10 milliónir krón­ ur, skrivar felagið í árs­frá­ greið­ing­ini fyri 2007, sum Kaj Leo Johannesen hevur skrivað undir sum nevndar­ formaður. Hetta »øðrum felag«, sum nevnt er omanfyri, er P/F Trans-Farex Invest, sum átti stóran part í Faroe Seafood, sum eisini fór á heysin. Hetta felag hevur gjørt rokn­skap fyri 2008. Hann er undir­ skriv­aður í 2009, eftir at Kaj Leo Johannesen er vorðin løg­maður og tí ikki kann sita í eini partafelagsnevnd. Ársúrslitið hjá hesum felag er eitt hall upp á 25 milliónir krónur – sum høvdu ávirkað roknskapin hjá KRK-Holding tilsvarandi skeiva vegin, um ein ársroknskapur varð gjørd­ur fyri 2008. Sagt verður víðari í ársfrágreiðingini, at útlitini hjá KRK-Holding ikki eru ser­liga góð. – Felagið eigur tveir bygn­ ingar, sum verða leigaðir út, og harumframt eigur felagið Kaldbak Seafood, sum er hildið uppat við virksemi sín­um. Ætlanir eru tó at fara Stór hol í roknskapum hjá løgmanni TRÚÐVIRÐI Løgmaður sigur, at einki av partafeløgunum, sum hann hevur varðað, av hevur pádrigið nøkrum tap. Tá seinastu roknskapirnir vórðu gjørdir, var eginognin negativ við fleiri milliónum og skuldin oman fyri 50 milliónir krónur Alt bendir á, at hesi feløg hava pádrigið øðrum stór tap. – Sera stór tap Tað er sera áhugavert at fáa at vita, hvussu løgmaður fær tað til, at feløgini hava svarað hvørjum sítt – ella hvat løgmaður skilir við at svara hvørjum sítt 50 milliónir krónur Skuld tilsamans: